Søga 4, ein søguferð - page 5

Bæði Sigmundur og Tróndur ferðaðust
um stórar partar av Norðurlondum,
og nógv bendir á, at tað longu í
Føroyingasøgu­tíðini var nógv samband við
Noregsveldið. Hetta sambandið gjørdi, at
Føroyar vóru partur av norska ríkinum,
og seinni í miðøld var sambandið so tætt
við Bergen, ið tá var størsti norðurlendski
býurin, at fleiri føroyskir borgarar vóru í
býarmyndini har.
Við siðaskiftinum og einum styrktum
kongsvaldi fekk Keypmannahavn støðu
sum kongsstaður, og tað merkti, at
Føroyar í alsamt størri mun vóru stýrdar
úr Keypmannahavn, meðan sambandið
við Bergen slitnaði. Henda broyting fekk
stóra ávirkan á føroyska søgu, og tað
er enn eitt prógv um, hvussu stýrandi
sambandið við útheimin altíð hevur verið
fyri føroyska søgu.
Fyri alheimsgjørda næmingin er
áhaldandi gott og beinleiðis samband við
hvønn krók í heiminum ein sjálvfylgja.
Tað er gott fyri næmingin at fáa vitan
um, at sjálvt um fólk fyrr ikki vóru
alheimsgjørd á sama hátt, sum tey
eru í dag, so var eisini samband við
umheimin, um enn á ein annan hátt
enn í dag. Umvegis undranarspurningar
og uppgávur verða næmingarnir gjørdir
tilvitaðir um sambandið millum søguna
og teirra gerandisdag.
Søga 4, ein søguferð, er bók í søgu til
4. flokk. Talan er um fleksbók, pappírsbók
og læraravegleiðing.
Tað er upp til hvønn einstakan lærara,
hvussu hann leggur sína frálæru til
rættis. Hugsanin við tilfarinum er at geva
næmingunum vitan, samstundis sum
lagt verður upp til samrøðu lærara og
næming ímillum og eisini næmingarnar
sínámillum.
Erling Isholm
Vælkomin
í 4. flokk.
5
I,II,1,2,3,4 6,7,8,9,22,23,24,25,26,27,...Baksíða