Søga 4, ein søguferð - page 27

Bardagar um valdið í Føroyum
27
Sigmundur og Turið
Úlvur var nógv burtur á veiðuferð, og ímeðan skuldu
Sigmundur og Tórir hjálpa til í húsinum. Dreingirnir høvdu
fingið greið boð frá Úlvi um, at teir máttu ikki fara inn í
skógin. Men ein dagin fóru teir kortini. Tá kom ein stór
bjørn eftir teimum. Sigmundur tók øksina og drap bjørnina.
Helst hevur hetta bragdið gjørt sítt til, at Turið varð
forelskað í Sigmundi. Tey bæði vóru øgiliga góð, og tí hevði
Sigmundur helst lítlan hug at fara frá henni. Seks ár gingu,
áðrenn Sigmundur og Tórir fóru avstað. Tá var Turið við
barn. Sigmundur lovaði at koma aftur og giftast við henni,
og Úlvur lovaði, at hann skuldi ikki gifta Turið burtur.
Hvat man tað vera at gera eitt bragd?
Hvat man tað vera at gifta burtur?
Sigmundur og Tórir veksa upp hjá Úlvi í Noregs fjøllum.
Lurtið eftir broti
úr útvarpsleikinum
“Søgan um Sigmund”
I...,5,6,7,8,9,22,23,24,25,26 28,29,30,31,32,33,52,53,54,55,...Baksíða