Søga 4, ein søguferð - page 6

Pappírsbók og fleksbók
Tilfarið til søgu í 4. flokki er skipað sum
pappírsbók, fleksbók og lærarabók.
Pappírsbókin og fleksbókin síggja eins
út, tú kanst næstan siga, at streymur er
settur til pappírsbókina, og tá fáa vit
fleksbókina.
Tá tit brúka pappírsbókina er neyðugt
eisini at hava fleksbókina, tí partar av
tilfarinum eru bara at finna í fleksbókini,
eitt nú ljóðbrot, filmsbrot og nakrar
uppgávur. Um skúlin hevur teldu ella
teldil til hvønn næming, er møguleiki
einans at brúka fleksbókina.
Vegleiðing
Kort, films- og ljóðbrot
Fleiri kort eru løgd inn í
fleksbókina. Tey eru at finna við
labban. Hetta er gjørt soleiðis,
at møguleiki er at taka kortini
fram á samvirknu talvuna ella á
telduna/teldilin, meðan arbeitt
verður við evninum. Films- og
ljóðbrót eru eisini at finna við
labban.
Uppgávur
Allir kapitlar hava uppgávur.
Frámerkið við blýantinum sigur,
at her er ein nettøk uppgáva at
finna.
Spurningar
Frámerkið við spurningartekni
sigur, at her er ein spurningur.
Frámerkið við píli sigur, at
her er eitt skjal at skriva ella
tekna á, sum kann brúkast til
spurningin.
6
I,II,1,2,3,4,5 7,8,9,22,23,24,25,26,27,28,...Baksíða