Søga 4, ein søguferð - page 26

26
Sigmundur og Tórir í Noregi
Tróndur legði alt landið undir seg, so at hann ráddi
einsa­mallur í øllum Føroyum. Í Føroyingasøgu stendur, at
eingin tordi at vera ósamdur við Trónd.
Tróndur visti, at tað besta hevði verið, um hann fekk sent
Sigmund og Tór av landinum, so at teir ongantíð komu aftur
at hevna seg. Ein dagin frættist, at handilsskip var komið til
Havnar, og tá fór Tróndur suður við dreingjunum báðum.
Tróndur fekk skiparan at taka dreingirnar við til Noregs.
Hákun jallur stýrdi øllum Noregi. Brestir og Beinir høvdu
verið
hirðmenn
hjá honum. Tá ið Sigmundur og Tórir vóru
12 og 14 ára gamlir og høvdu verið í Noregi í trý ár, fóru
teir at
hitta
Hákun jall. Á vegnum viltust teir í kavaroki í
fjøllunum. Teir høvdu gingið í nógvar dagar uttan mat, tá
teir at enda komu fram á eini hús. Í húsunum búðu Úlvur,
kona hansara Ragnhild og dóttirin Turið.
Hirðmenn:
lívverjar og servandir hermenn
Hitta:
leita eftir og finna
Hvat man tað vera at leggja land undir seg?
at ein jallur er ein
ógvuliga ríkur
høvdingur næstur
kongi.
Visti tú
Tróndur rindar silvurpening fyri at fáa dreingirnar til Noregs.
Hyggið at korti
yvir Noreg
I...,4,5,6,7,8,9,22,23,24,25 27,28,29,30,31,32,33,52,53,54,...Baksíða