Søga 4, ein søguferð - page 32

32
Nú búði Sigmundur í Skúgvoy, men tað fór ongantíð úr
høvdinum á honum, at hann elskaði eina gentu í Noregi.
Síðani tey skiltust, hevði Turið átt eina dóttur, og Sigmundi
longdist illa eftir teimum báðum. Sum jalsins maður skuldi
hann viðhvørt til Noregs at vitja jallin, og á einari av hesum
ferðunum gjørdi hann av, at nú tímdi hann ikki at leingjast
meira. Saman við Úlvi og Hákuni jalli skipaði Sigmundur
fyri stórum brúdleypi, og tá ið hann fór heimaftur, komu
Turið og dóttir teirra Tóra við honum heim til Skúvoyar.
Goymdir bókstavir
Brúka
6
til
uppgávuna
Uppgáva
I...,22,23,24,25,26,27,28,29,30,31 33,52,53,54,55,56,57,58,59,...Baksíða