Søga 4, ein søguferð - page 28

28
Sigmundur hittir Hákun jall
Á Løðum við Tróndheimsfjørðin tók Hákun
jallur væl ímóti Sigmundi og Tóri. Sigmundur
spurdi jallin, um teir kundu fara í víking. Tá ið
várið kom, fekk Sigmundur trý langskip við
fjøruti monnum umborð á hvørjum.
Í trý ár vóru Sigmundur og Tórir við monnum
sínum í víkingi um summarið, og teir búðu hjá
Hákuni jalli um veturin. Sigmundur vildi sleppa
heim til Føroya at hevna pápa sín, og hann bað
Hákun jall hjálpa sær. Hákun jallur gav honum
tveir knørrir og manning at sigla teir. Áðrenn
Sigmundur fór úr Noregi, gav jallurin honum ein
armring úr reyðagulli, sum Sigmundur lovaði, at
hann ongantíð skuldi geva nøkrum øðrum.
Langskip:
Herskip við
nógvum vápnaðum
monnum. Víkingar brúktu
slík skip at loypa á býir at
ræna og stjala.
Ormurin langi, sum kongurin
Ólavur Trygvason átti, var
eitt av størstu langskipum í
Noregi.
Knørrur:
Farmaskip, sum
sigldu við vøru millum lond,
t.d. úr Noregi til Føroya,
Íslands ella heilt til Grønlands.
Tá ið fólk fluttu til Føroya,
komu tey við slíkum skipum,
sum vóru nóg sjógóð at sigla
um havið.
Hyggið at korti yvir
Noreg og Tróndheim
I...,6,7,8,9,22,23,24,25,26,27 29,30,31,32,33,52,53,54,55,56,...Baksíða