54
Hyggið at korti
yvir Norðurlond
Tá ið Sverri var kongur, var Bergen størsti býur í Noregi og
í øllum Norðurlondum. Tað var handil, sum gjørdi Bergen
til ein stóran bý, og føroyingar handlaðu eisini mest við
Bergen. Nógv skip sigldu millum Føroyar og Bergen, og tað
var gjøgnum Bergen, at alt tað nýggja kom til Føroya.
Eitt dømi er kvæði og føroyskur dansur. Í 1300-talinum
var dansurin, sum vit í dag nevna føroyskur dansur, væl
umtóktur í Bergen, og onkrir serfrøðingar halda, at tað
var har, føroyingar lærdu at kvøða. Millum elstu kvæði í
Føroyum er Margretu kvæði, og tað er um fólk og hendingar
í Bergen í umleið ár 1300.
Hvaðani
kemur alt tað
nýggja í dag?