Bardagar um valdið í Føroyum
29
Sigmundur aftur í Føroyum
Meðan Sigmundur var uttanlands, hevði Øssur
Havgrímsson fingið tann partin av Føroyum, sum
pápi hansara Havgrímur hevði verið høvdingur
yvir, og hann hevði eisini fingið Skúgvoy og Dímun.
Øssur búði sjálvur í Skúgvoy, og har gjørdi hann
stórar verjugarðar, tí hann óttaðist fyri, at Sigmundur
fór at koma eftir sær.
Knørrurin, sum Sigmundur stýrdi, kom til Svínoyar.
Har búði Svínoyar-Bjarni, og Sigmundur ætlaði at
drepa hann. Bjarni minti Sigmund á, at tað var hann,
sum á sinni hevði kravt, at Sigmundur og Tórir ikki
skuldu drepast. Sigmundur mintist hendingina, men
hann kravdi, at Bjarni góðtók, at Sigmundur ráddi
einsamallur í øllum Føroyum. Bjarni varð noyddur at
fara við teimum til Skúvoyar.
Í Skúgvoy kom tað til bardaga millum Øssur og
Sigmund. Øssur royndi at verja seg og høgdi til
Sigmund, men Sigmundur leyp undan og høgdi
høgru hond av Øssuri. Síðan høgdi Sigmundur
øksina í bringuna á Øssuri, og tá fall hann. Eftir tað
góvu menninir hjá Øssuri seg yvir, og Sigmundur
ráddi aftur í Skúgvoy.
Sigmundur drepur Øssur,
2015, eftir Anker Eli Petersen,
f. 1959
Svínoyar-Bjarni
Hyggið at farleiðini
Svínoy-Skúgvoy