Bergen – høvuðsstøð Føroya uttanlands
57
Tað eru ikki bara útlendingar, sum eru komnir til Føroya umvegis
Bergen, men føroyingar hava eisini verið í Bergen. Ein teirra var
Magnus Heinason (1544-1589). Hann var skipari og sigldi víða
um og var eina tíð handilsmaður í Føroyum.
Løgmenn og prestar høvdu ofta lært í Bergen, so teir kendu býin
væl og dámdu væl at koma aftur hagar. Guttormur Andrasson,
løgmaður, hevði verið í Keypmannahavn og klagað um handilin.
Á veg heimaftur fór hann til Bergen. Tað var í mai 1571.
Guttormur kom ongantíð heimaftur, tí hann doyði, áðrenn hann
fór úr býnum aftur.
Føroyingar í Bergen
Magnus Heinason
Guttormur Andrasson
Nils Helgason
Aðrir føroyingar búðu eisini í Bergen. Ein teirra var Nils
Helgason, sum var kendur skipari. Ein prestur í Bergen skrivaði
dagbók
, og í henni nevndi hann, at Helgi føroyski varð hongdur.
Presturin skrivar kortini einki um, hvat Helgi hevði gjørt, sum
skuldi revsast so harðliga.
Hvat heldur tú, at Helgi føroyski hevði gjørt,
og fekk deyðadóm fyri?
Veitst tú um nakað land, har fólk verða
deyðadømd?
Dagbók:
bók, sum tú kanst skriva í, hvat hendir um dagarnar