
Útbreiðsla: Frá Norðurnoregi til Suðurafrika. Hann er annars í Kyrrahavinum og Indiahavinum. Nakrir fáir eru seinastu árini fingnir sunnan fyri Føroyar.

Állahávur (állahávaættin)
Chlamydoselachus anguineus
Garman, 1884
Stødd: Kvennfiskar verða upp í 200 cm langir og kallfiskar upp í 150 cm.
Dýpi: Állahávur er botnfiskur, vanliga millum 120 m og 1575 m, men er onkuntíð fingin í vatnskorpuni.
Litur: Hann er javnt grábrúnur, nakað dimmur, kanska heldur ljósari undir búkinum.
Lýsing: Kropsskapið er langt og klænt, nakað líkt álli. Hann hevur lítið høvd. Eyguni eru heldur smá og sita fremst á kjálkunum. Hann hevur seks táknarivur og stórt gap.
Tenninar eru heilt serligar. Á tanngarðinum, bæði í yvirkjaftinum og undirkjaftinum, eru 6-7 smáir vølir og glopp ímillum, og hvør vølur hevur 5-12 smáar, hvassar og spískar tenn, ið standa í røðum.
Állahávur hevur eina ryggfjøður aftast á sporlinum, smáar uggafjaðrar, eina gotfjøður, ið er nakað størri enn ryggfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru heldur størri enn gotfjøðurin. Hann hevur lítlan og lágan stert, ið gongur næstan beint aftur úr rygginum.
Eyðkenni: Állahávur hevur seks táknarivur, lítið høvd og serkendar tenn, langt og mjátt kropsskap.
Týdningur: Állahávur hevur ikki havt vinnuligan týdning.
da: Kravehaj, en: Frilled shark, fr: Requin lézard, no: Kragehai, tý: Krausenhai
SekstáknahávarHexanchiformes
Í hesum hópinum eru 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum.
Undir Føroyum eru báðar ættirnar, við eini slekt og einum slagi í part:
- Állahávaættin (Clamydoselachidae)
- Sekstáknahávaættin (Hexanchidae)
Hesir eru teir mest primitivu hávarnir.
Teir hava eina píkaleysa ryggfjøður og eina gotfjøður. Báðar hesar fjaðrarnar eru aftarlaga á sporlinum.
Teir hava ikki eygnalok. Táknarivurnar eru 6, tó okkurt slag av Hexanchidae hevur 7, við Føroyar tó bert við 6 táknarivum.
Teir eru í øllum teimum stóru høvunum, mest á djúpum vatni.