Temasíða um jól
Nýtt - nýtt - nýtt!
- Johann J. Petersen hevur gjørt eina røð av roknibókum við heitinum Kom og rokna. Ein av bókunum í bókarøðini er ein jólabók og hon kann takast niður her.
- Sandra Sørensen, sum vann bronsu í BELMA kappingini, fyri bókina Binda, hevur bundið Snar eitt vakurt jólalastik. Vegleiðin kann takast niður her.
Ronja hevur teknað jólabreddan
Ronja Abigail Ørvarodd, sum gongur í Skúlanum á Giljanesi, hevur teknað jólabreddan, meðan hon hevur verið í starvsvenjing í Námi í tvær vikur.
Til ber at klikkja á jólatekningina hjá Ronju og taka hana niður sum pdf.
Vit gera eitt jólakort:
Skriva tekningina út. Í bláa økið ovast skrivar tú navnið á tí, sum skal hava jólakortið. Niðast, í reyða økið, skrivar tú títt navn. Tú kanst eisini prenta báðar síðurnar, og skriva eina jólaheilsan á baksíðuna.
Nú kanst tú lita svart-hvítu tekningina við teim litum, sum tí heldur hóska best.
Jólarokning við Johann
Kom og rokna er bókarøð til undirvísingina í støddfrøði. Johann J. Petersen hevur skrivað og sniðgivið bøkurnar.
Tú kanst taka viðkomandi síður úr bókini niður her.
Sandra bindur jólalastik
Sandra Sørensen, sum hevur skrivað bókina Binda, hevur bundið eitt vakurt hárlastik við litríkum perlum. Í bókini eru fleiri vegleiðingar og hugskot við myndum, tekningum og filmum, sum kunnu hjálpa tær við at binda títt egna jólalastik.
Tú kanst taka viðkomandi síður úr bókini niður her.
Jól í orðabókini
Hvussu siga vit gleðilig jól og hvussu benda vit orðið jól? Orðabókin gevur okkum altíð góða vegleiðing - eisini um jól. Á myndini sært tú, hvussu jól eita á ymsum málum.
Jól í 5. a, hoyrispæl á Kvf
5. a skal hava vikarar í jólamánaðinum, og tað gongur ikki stillisliga fyri seg. - Hoyrispæl, sum Jákup Veyhe hevur lagt til rættis
Myndabók: Gleðilig Jól
Vakra Myndabókin Gleðilig jól sigur okkum søguna um vælkenda sálmin ”Gleðilig jól” .
Her eru hugskot og uppgávur at nýta í sambandi við evni sum vón og dreymar, tí dreymar búgva allastaðni.
Jólabøkur í Námi - Faldari
Hesar bøkur kunnu lænast sum flokssett. Aðrar stakar bøkur um jól eru eisini í Námi.
Filmur um gávur á jólum
Her er kanadiski stuttfilmurin: Toys (Grant Munro 1966 7 min).
Hygg at filminum, tosi um hann og loysið hesar arbeiðsuppgávur:
Hvar eru vit?
Hvør er árstíðin?
Hvør er gongdin í søguni?
Lærir filmurin okkum nakað ávíst? Um so er, hvat?
Er nakar frásøgupersónur?
Hvat ljóð hoyra vit í filminum?