Skip to main content

Lær at binda við Binda

Tá ið vit skulu læra at binda, er fyrsta stigið at kasta uppá og at binda rætt og rangt. Hetta lærir tú við myndum, tekningum, stuttum og greiðum teksti og videobrotum við bókini Binda.

Binda er ætlað øllum, sum vilja læra at binda. Bókin er serliga væl egnað til undirvísing í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum.

Fyrsti parturin snýr seg um at læra at kasta uppá og at binda. Í øðrum parti eru lættar uppskriftir, og í triðja parti eru hugskot. Aftast er kunning um handverkið og um okkara bindisøgu. Aftasti parturin kann verða tikin við í løtupráti, meðan næmingarnir sita við stokkunum.

Um høvundin

Sandra Sørensen er fødd í Havn í 1993. Eftir studentaskúlan flutti hon niður til Danmarkar, tók prógv sum sosialráðgevi í 2018, og hevur arbeitt við børnum síðani.

Í 2020 gjørdi hon av, at gera eina heimasíðu til øll, sum hava hug at læra at binda. Á síðuni eru grundleggjandi vegleiðingar til óroyndar og royndar bindarar.

Á heimasíðuni hjá høvundanum skrivar Sandra: Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, og soleiðis bleiv binda.fo til. Sandra búði niðri, og hevði ongan at hjálpa sær við sínum bindiprosjektum. Tað var ikki tað sama, at tosa við ommuna umvegis telefon, sum at sita undir liðini á henni og læra. Hendan “neyðin” birti uppundir verkætlanina binda.fo, og saman við Boga Berg fór hon í holt við at skapa ein bindiheim á netinum.

Les meira um binda.fo her

Útgávan

Binda

Tá ið vit skulu læra at binda, er fyrsta stigið at kasta uppá og at binda rætt og rangt. Hetta lærir tú við myndum, tekningum, stuttum og greiðum teksti og videobrotum við bókini…

  • 1
  • Binda

    Tá ið vit skulu læra at binda, er fyrsta stigið at kasta uppá og at binda rætt og rangt. Hetta lærir tú við myndum, tekningum, stuttum og greiðum teksti og videobrotum við bókini Binda.

    Binda er ætlað øllum, sum vilja læra at binda. Bókin er serliga…

  • 1