Skip to main content

Brynhildar táttur

 

CCF 1G [II]

TSB E 100

 

108 Eg havi eina rímu hoyrt,

gerst í grønari lund,

ein av os í ævini

brast í Buðlins stund.

 

109 Eg havi eina rímu hoyrt,

gerst í grønari líð,

ein av os í ævini

brast í Buðlins tíð.

 

110 Nevnd var hansara onkadóttir,

gerst í grønari líð,

tey kallaðu hana Brynhild Buðlins dóttur,

tað hitt væna vív.

 

111 Nevnd var hansara onkadóttir,

gerst í grønari lund,

tey kallaðu hana Brynhild Buðlinsdóttur,

tað hitt væna sprund.

 

112 Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er dóttir Buðla,

tey søgdu so frá í bragdartátti,

ljós av henni skuggar.

 

113 Brynhild situr á Hildarfjalli

mitt í sín faðirs veldi,

barmurin skein av reyðargull,

hon skygdi sum av eldi.

 

114 Brynhild situr í sínum stóli,

føgur er hon í eygum,

flættað hár á herðar lagt

við silkibondum reyðum.

 

115 Brynhild situr í stólinum,

sum ríkir ganga inn,

eingin tykir Buðlins dóttir

at vera javnlíki sín.

 

116 Brynhild situr í stólinum

við einum kjóla brúnum,

flættað hár á herðar lagt,

silkibondum snørum.

 

117 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

sjálvur er gingin Buðla kongur

í sín dótturs stól.

 

118 “Hoyr tú tað, mín søta dóttir,

tú elvar mær miklan vanda,

at tú noktar hvørjum manni,

sum tær býðst til handar.”

 

119 Svaraði Brynhild,

tekur til orða svá:

“Ikki er komin tann veldigi harri.

sum mær sømir at fá.

 

120 Hoyr tú meg, mín sæli faðir,

tú kanst meg væl forstá,

eystan fyri londini

har stendur mær hugur á.

 

121 Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjørdis,

hon var hans kona.

 

122 Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjørdis,

hon bar hann í heim.”

 

123 “Hoyr tú tað, mín dóttir søta,

tað spyrji eg teg enn:

hvat er Sjúrður mætari

enn aðrir kongins menn?”

 

124 “Tað er Sjúrður mætari

enn aðrir kongins garpar,

saðil hans og brynja hans

glógvar sum gullið bjarta.

 

125 Tað er Sjúrður mætari

enn aðrir kongins menn,

tá ið hann feldi heidningar,

hundrað um í senn.

 

126 Hoyrt havi eg frásagt

snildi hans og bragdi,

tá ið hann vá tann eiturorm,

við sínum svørði lagdi.

 

127 Hoyrt havi eg frá sagt,

og ikki stóð eg har hjá,

tá ið hann vá tann eiturorm,

á Glitrarheyggi lá.

 

128 Mansligt var tað høggið,

Sjúrður høgdi um stund,

tá skalv bæði leyv og lund,

tá ið hann gekk um miðju sundur.

 

129 Tá ið hann vá tann eiturorm,

á Glitrarheyggi lá,

nógv mundi hann gullið

eftir hann fá.

 

130 Tá ið hann vá tann eiturorm,

tí er hann so ríkur,

eingin maður í Húnalandi

vera kann slíkur.”

 

131 “Hoyr tú tað, mín søta dóttir,

legg mær tað til ráð,

hvøssu vit skulu tann raska riddar

av sínum landi fá?”

 

132 “Tú skalt mær tann salin

í oyðimark at gera,

sum teir kunna dvørgar tveir

best við rúnir skera.

 

133 Tú skalt mær tann salin

í oyðimark at stá,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir slá.

 

134 Sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir slá,

bæði við royk og loga,

sum salin brennur á.

 

135 Bæði við royk og loga,

sum salin brennur á,

eingin uttan Sjúrður

ríður har uppi á.”

 

136 Hann læt henni salin

í oyðimark at gera,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir skera.

 

137 Hann læt henni salin

í oyðimark at stá,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir slá.

 

138 Tað var Brynhild Buðladóttir,

gull bar hon á hond,

hetta frætti Sjúrður ungi

eystur í sítt land.

 

139 Hetta frætti Sjúrður

eystur í sítt land,

Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er biðlavond.

 

140 Sjúrður klæðist í Hólmgørðum,

honum ber lov og prís,

hann gekk sær í urtagarð,

mangt varð hann har vís.

 

141 Tað søgdu honum krákurnar,

uppi sótu í eik:

“Von er Brynhild Buðlins dóttir,

har stendur á tín leik.”

 

142 Tá søgdu honum fuglar tveir,

uppi sótu í lund:

“Von er Brynhild Buðlins dóttir,

hon væntir á títt fund.”

 

143 Árla var um morgunin,

so dagurin gjørdist ljús,

tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann klæddi seg fús.

 

144 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

hann talar til Viggrím Gunnarsson:

“Tú saðla mær hest mín fríða!”

 

145 Út varð loystur Grani

undir hallarvegg,

hann var prýddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

146 Út varð loystur Grani,

sum Sjúrður skuldi á ríða,

hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu.

 

147 Hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var tann saðilin,

sum Sjúrður skuldi á ríða.

 

148 Sjúrður sprakk í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdi sær hvørki við skjold ei svørð

og ei við saðilsboga.

 

149 So reið ungi Sjúrður

beina gøtu fram,

forgyltir leika ringarnir,

meðan hans gangari rann.

 

150 Saðilin var av gulli,

og bokslið var av tann,

so reið ungi Sjúrður

beina vegin fram.

 

151 So reið ungi Sjúrður

beina vegin fram,

gullbrúnar handskar

dregur hann pá sína hand.

 

152 Hann reið seg so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stendur Gunnhild

við so mangan mann.

 

153 Úti stendur hon Gunnhild

við so mangan mann,

við báðum sínum hondunum

í hans teymar rann.

 

154 Gunnhild fekk í teymarnar,

tað tordi eingin at vága,

og steðgar snarpa Sjúrða,

so hann skuldi ikki náa.

 

155 Gjarna vil hon forvitnast,

hvar hann ríður fram,

hon sá ikki á hesti koma

tíguligari mann.

 

156 Svaraði Sjúrður Sigmundarson

heldur hann seg baldan:

“Eg haldi tað onga konu at vera,

mín gangara torir at halda.”

 

157 “Sjúrður, steðga tíni ferð,

tú snakka við meg!

eg eigi so væna dóttur,

hon vil eiga teg.”

 

158 “Eg steðgi ikki mínari ferð,

meðan mín gangar rennur,

eg fari mær á heyggin fram,

sum login brennur.

 

159 Eg steðgi ikki míni ferð,

meðan mín gangar rennur í lund,

eg fari mær á heyggin fram

at skoða tað væna sprund.”

 

160 Sjúrður droymdi dreymarnar

av so miklum móð:

“Meg droymdi, at Grani rann

í so mikið mannablóð.

 

161 Meg droymdi, at Grani

eftir víðum vølli gekk,

har rann so mikið blóð,

at vegurin gjørdist honum 'tjek'.”

 

162 Eingin tordi á Brynhilduheyggj

uttan Sjúrður fræni,

ígjøgnum roykin og logan

hestur hansara Grani.

 

163 So stígur Grani

á foldini fast,

innarlaga við heygsdyr

sporið brast.

 

164 Sjúrður reið á Brynhildsheyggj,

sum hann hevði ikki verið fyrr,

við sínum svørðinum

tað klývur hann heygsdyr.

 

165 Hann sá tá hitt væna vív,

í herklæðunum svav,

Sjúrður tekur sín búgvin brand

og sprettir brynju av.

 

166 Vaknaði upp Brynhild Buðlins dóttir.

hyggin um seg leit:

“Hvør átti tann búgvin brand,

ið brynju av mær beit?”

 

167 “Sjúrða skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjørdis,

hon var hans kona.

 

168 Sjúrða skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjørdis,

hon bar meg í heim.”

 

169 “Hoyr tú, ungi Sjúrður,

hvør vísti tær leið,

ígjøgnum royk og loga

tú higar til mín reið?”

 

170 “Tað søgdu mær krákurnar,

uppi sótu í eik:

Von er Brynhild Buðlins dóttir,

har stendur mítt leik.

 

171 Tað søgdu mær fuglar tveir,

uppi sótu í lund:

Von er Brynhild Buðlins dóttir,

hon væntir á títt fund.”

 

172 “Hoyr tú, ungi Sjúrður,

og ver tú ei so bráð,

gakk teg í mín faðirs garð,

og tak av honum ráð!”

 

173 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

bæði við hyggju og viti:

“Tú hevur so lítil góðuráð

av tínum faðir tikið.”

 

174 Tey løgdu sínum ástum saman

innan fyri gátt,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri nátt.

 

175 Tey løgdu sínum ástum saman

innan fyri sprund,

tá varð Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri stund.

 

176 Tólv gullringar

setti hann á hennara hond:

“Hetta skal vera tað fyrsta

elskógsband.”

 

177 Tólv gullringar

setti hann á hennara arm:

“Hetta skal vera tað annað

elskógsband.”

 

178 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hevði eftir fleiri,

bindur upp á Brynhilds flættur

gullringar tveir.

 

179 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

kostbart hann ei tykir,

bindur upp á Brynhilds flættur

gullringar tríggjar.

 

180 “Tú ert ungur á aldrinum,

og lítið manst tú tróta,

tú manst ognast Guðruna,

og meg kanst tú ei njóta.”

 

181 “Tað tykir mær undarligt,

at meg skal slíkt henda:

eg skal allar mínar ástir

frá tær, Brynhildu, venda.”

 

182 Svaraði Brynhild Buðlinsdóttir,

tekur um hjartað at køla:

“Eingin kongadóttir eigur

ástir tín at tola.”

 

183 “Tað tykir mær undarligt,

at meg skal slíkt ná:

allar mínar ástir

frá tær, Brynhildu, slá.

 

184 Brynhild, tak mær saðil og boksl

og ringabrynju fríða,

eg havi so lítil ørindi

burt aðrastaðni at ríða.”

 

185 Tað var Sjúrður Sigmundarson.

helt um saðilsboga,

hann kysti Brynhild Buðlins dóttur

so fast av miklum huga.

 

186 Tað var Brynhild Buðlins dóttir,

bað honum góðan dag:

“Farvæl heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær væl!”

 

187 Tað var Brynhild Buðlins dóttir,

bað honum góðan frið:

“Farvæl heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær við!”

 

188 Bæði heil og happadrúgv

skiltust tey á sinni:

“Sjúrður, goym væl hesi orð,

og legg tey væl í minni! “

 

189 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Buðlin kongur

fyri honum stóð.

 

190 “Ver vælkomin, Sjúrður,

higar heim til mín,

drekk nú, hvat tær betri lystir,

mjøð ella vín!”

 

191 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hvaðna minni um vín,

gev mær unga Brynhild,

onkadóttur tín!”

 

192 Til svaraði Buðlin kongur,

tekur um hjartað at køla:

“Eingin kongadóttir eigur

ástir tín at tola.”

 

193 “Tað tykir mær undarligt,

at meg skal slíkt henda:

allar mínar ástir

frá tíni Brynhildu venda.”

 

194 “Tú ert ungur á aldrinum,

og lítið man teg tróta,

tú mást ognast Guðruna,

Brynhild kanst tú ei njóta.”

 

195 “Tað tykir mær undarligt,

at meg skal slíkt ná:

eg skal allar mínar ástir

frá Brynhildu slá.”

 

196 “Ríð teg ei for niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stendur hon Gunnhild

við so mangan mann.

 

197 Gjarna vil hon forvitnast,

hvar tú ríður fram,

hon sá ikki á hesti

tíguligari mann.”

 

198 Sjúrður reið á skógin fram,

alt foruttan váða,

hann sær tá hitt villa dýr

at berjast við bógvar báðar.

 

199 Hann sá tá hitt villa dýr

at berjast við bógvar báðar,

eldur goysti og eitur spýði,

tá stóð lívið í váða.

 

200 Sjúrður sat á Grana baki,

tykist ei á sær finna,

Grani beitst og illa sleitst,

hann leit til ymsar kinnar.

 

201 Burtur hvarv tað villa dýr

fyri Sjúrðar eygum,

hann sær, hvar ið Gunnhild sat

og leikar við bondum reyðum.

 

202 Hann reið seg so niðarlaga

við Júkagørðum fram,

úti stendur Gunnhild

við so mangan mann.

 

203 Úti stendur Gunnhild

við so mangan mann,

við báðum sínum hondunum

í hans teymar rann.

 

204 Gunnhild fekk um teymarnar,

tað tordi eingin at vága,

steðgar snarpa Sjúrða,

so hann skuldi ikki náa.

 

205 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

heldur hann seg baldan:

“Eg haldi tað onga konu vera,

mín gangara torir at halda.”

 

206 “Sjúrður steðga tíni ferð,

tú snakka við meg,

eg eigi eina so væna dóttur,

sum vil eiga teg.

 

207 Tað er Guðrun, dóttir mín,

hvar hon gongur inn,

liljur og so rósur

tær lýsa av hennara kinn.

 

208 Von er Guðrun, dóttir mín,

tað er tær betur,

hon er ikki meir mót Brynhild lík

enn summar ímót vetur.

 

209 Gakk tú teg í hallina inn,

og fátt verður tær á vási,

drekk so títt av dýrari krús,

tín gangari stendur í lási.

 

210 Gakk tú teg í hallina inn,

og drekk bæði øl og mjøð,

drekk so títt av dýrari krús,

tín gangari stendur í høll.”

 

211 Tað var Gunnhild Júka drotning,

talar til dóttur sína:

“Gakk tú teg í kjallaran,

og blanda mjøð og vín!

 

212 Gakk tú teg í kjallaran,

og blanda mjøð og vín,

og so mikið óminni

tað lat tú har útí!”

 

213 Svaraði Guðrun Júkadóttir,

hon ber tungu snjalla:

“Gegnast tað, ið annar eigur,

tað má lukkan volda.”

 

214 Hon hevði upp sína høgru hond

og gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

215 Hon gekk seg í kjallaran

og blandar mjøð og vín,

og so mikið óminni

tað læt hon har útí.

 

216 Og so mikið óminni

tað letur hon har útí,

ber so fram fyri Sjúrða svein,

biður hann drekka til sín.

 

217 Sjúrður tekur við kerinum

og ristir kross fyri sær:

“Gud og santa Maria

tey veri nú við mær!”

 

218 Drekka fór sum dýran dramm.

hann drakk av horninum meingi.

Sjúrður misti minni alt,

og bøta kann honum eingin.

 

219 Drekka fór sum dýran dramm,

hann drakk av horninum bjarta.

Sjúrður misti minni alt,

hann 'buiur aa Bulins Hjarta'.

 

220 Tá ið hann hevði drukkið

alt av tí skál,

mintist ei á frú Brynhildu,

ei á hennara mál.

 

221 Tá ið hann hevði drukkið

alt av tí keri,

mintist ei á frú Brynhildu

og ei, íhvar hon er.

 

222 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru flóð.

 

223 Árla var um morgunin,

sólin roðar í ský,

fóru út á vatn at taka,

føgur vóru vív.

 

224 Møttust mitt á miðjari leið

Brynhild og Guðrun unga,

onnur teirra gleði bar

og onnur sorgin tunga.

 

225 Møttust mitt á miðjari leið

Brynhild og Guðrun Júka,

onnur teirra gleði bar

og onnur sorgin sjúka.

 

226 Brynhild tagdi, og Guðrun tagdi,

hvør sítt snjótið stríða:

“Hví man mín bróðir Gunnar kongur

unna so bjørtum vív?”

 

227 “Henda sama reyða ring,

beri eg á armi mínum,

gav mær Sjúrður Sigmundarson,

hann var í stríði tínum.”

 

228 “Henda sama reyða ring,

beri eg á arm á mær,

gav mær Buðlin kongurin

pá hesi ferð.”

 

229 Svaraði Brynhild Buðlins dóttir

í so tungum stríði:

“Fyri teg skal Sjúrður doyggja,

meðan eg eri á lívi.

 

230 Tað tú neytst tann mikla riddar,

tað var ei mítt ráð,

eg hevði ástir við Sjúrða lagt,

áðrenn tú hann sá.”

 

231 Hon gekk seg at ánni út,

sum fossurin rann stríður,

tí hon hevði Sjúrða svein,

tann yvir øllum ríður.

 

232 Hon gekk seg at ánni út,

sum fossurin rann harður,

hon vildi ikki njóta tað vatn,

sum fleyt av Brynhilds hári.

 

233 Brynhild gekk í hallina inn

av so miklum móð,

Sjúrður ridlar sínum fótum

undir fríðum stól.

 

234 Sjúrður ridlar sínum fótum

undir fríðum stól,

hvørki vildi snakka ella síggja

tað hitt væna flóð.

 

235 Syrgjandi gekk Brynhild

í sín sal at sita,

Gunnar kongur frægur og fúsur

gekk tá aftur at vitja.

 

236 Gunnar gekk í hallina inn

við hvøssum slíðraspjóti:

“Harðan skal hann deyðan fáa,

sum tær hevur gjørt ímóti.”

 

237 “Tað er Guðrun systir tín,

hon voldi mær tað stríð,

tí hon hevur Sjúrða svein,

tann yvir øllum ríður.”

 

238 Brynhild lá í sínari song,

og Gunnar stóð fyri stokki,

tað var ei at síggja sjáldnari

kaldari kvinnutokki.

 

239 “Ei fært tú nakað yndi av mær,

ei torir tú tað trá,

fyrr enn tú hevur Sjúrða svein

av sínum lívi frá.”

 

240 “Hoyr tú tað, mín veldiga søta,

tað vil eg einki trúgva,

at tú vilt hann Sjúrða svein

svik til handa snúgva.”

 

241 “Ei fært tú nakað yndi av mær,

ei mást tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrða við eygum sær,

sýnist mær ongan lætta.”

 

242 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

tú alva mær ongan vanda,

hvøssu skal eg Sjúrða av døgum taka,

tá ið einki svørð kann halda?

 

243. Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

tú alvar mær miklan kvída,

hvøssu skal eg Sjúrða av lívi taka,

tá ið einki svørð kann bíta?”

 

244 Til svaraði Høgni Júkason,

hann gerst í kinnar bleik:

“Tað eru fullir fimtan vetur,

síðan eg var við honum í leik.”

 

245 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

legg mær tað til ráð,

hvøssu vit skulu hann Sjúrða svein

av sínum lívi fá?”

 

246 “Tær gevið Sjúrða salta krás

og hartil einki drekka,

ríðið so á skógin burt

alt foruttan ekka!

 

247 Tú bið hann binda saðil,

og bið hann binda hest,

og hav tá svik í hjartanum,

og lat sum tú kanst best!

 

248 Tú bið hann binda saðil og hest.

og bið hann binda minni,

hav tá svik í hjartanum,

og lat ikki á tær finna!”

 

249 Tey góvu Sjúrða salta krás

og hartil einki drekka,

riðu so á skógin burt

alt foruttan ekka.

 

250 Tey bóðu hann binda saðil,

tey bóðu hann binda hest,

høvdu svik í hjartanum,

og lótu sum tey kundu best.

 

251 Tey bóðu hann binda saðil og hest.

tey bóðu hann binda minni,

høvdu svik í hjartanum,

og lótu ikki á sær finna.

 

252 Drekka teir úr sínum hjálma

bæði títt og ofta,

eftir liggur Sjúrðar hjálmi

heimi á Júka lofti.

 

253 Riðu teir á skógin burt,

Sjúrður var í tí ferð,

visti ei av svikunum,

teir høvdu í akt at gera.

 

254 Drekka teir úr sínum hjálma

alt foruttan ekka,

Sjúrður situr á Grana baki,

býst nú til at drekka.

 

255 Drekka teir úr sínum hjálma

alt foruttan sút,

Sjúrður loysir hjálmbondini,

stígur úr saðli út.

 

256 Sjúrður legðist á kelduna,

sum vatn stóð fyri brunni,

sjáldan hevur góður kvistur

sprottið av illum runni.

 

257 Sjúrður legðist á kelduna,

sum vatn stóð fyri veit,

Gunnar átti mækan tann,

á Sjúrðar hálsi beit.

 

258 Høgni stakk, meðan Gunnar høgg

við hvøssum slíðraknívi,

teir gjørdu tað neyðarverk,

teir tóku Sjúrða av lívi.

 

259 Tungan tók at tala,

tá ið bulurin tók at falla:

“Hevði eg vitað av svikunum,

maður var eg fyri allar.”

 

260 Tungan tók at tala,

tá ið kroppur á vølli lá:

“Hevði eg vitað av svikunum,

maður var eg fyri báðar.”

 

261 Tungan tók at tala

bæði av ilsku og vreiði:

“Hevði eg vitað av svikunum,

maður var eg fyri fleiri.”

 

262 Teir skiftu síni klæði,

hvør við sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tí hann hevði mans vit.

 

263 Ikki vildi Grani ganga,

tí Gunnar á honum reið,

fyrr enn hann snarpi Sjúrður

honum á herðar neig.

 

264 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

førdu heim so síðla,

tað hevur so mangur lívið latið,

helst av kvinnu veldi.

 

265 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

løgdu Guðrunu hjá,

visti ei, fyrr enn hon vaknaði,

blóð uppi á sær sá.

 

266 Deyðan tóku teir Sjúrða svein,

løgdu Guðrunu á skeyt,

visti ikki, fyrr enn hon vaknaði,

blóðið um seg fleyt.

 

267 Svaraði Guðrun Júkadóttir

av so tungum stríði:

“Eg skal hevna Sjúrðar deyð,

meðan eg eri á lívi.”

 

268 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

syrg ikki Sjúrðar deyð,

Artala kongur í Húnalandi

skortar ei gullið reyða.”

 

269 Brynhild sprakk av harmi

eftir Sjúrðar deyð,

teir bóru Guðrunu gull og fæ

og mangar ringar reyð'.

 

270 Brynhild sprakk av harmi,

og Sjúrður læt sítt lív,

nú kann merkjast á ástunum,

at Brynhild hon er fríð.

 

CCF 1G [II]

TSB E 100

 

Handrit: Savn Reventlows, Ny kgl. Saml. 1928, fol. Nr. 6.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 174.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 31

 

Heimild: Savn Reventlows

E 100 Brynhildar táttur (Brynhild is deceived by Sigurd and has him killed)

Brynhild, dóttir Buðla, vil giftast við Sjúrði og bíðar eftir honum. Buðli byggir henni hús og ger vágaloga um tey. Tann maður, ið er førur fyri at fara ígjøgnum eldmúrin, skal ognast hana.

Sjúrður heldur av stað at leita hana upp. Hestur hansara Grani fer ígjøgnum eldin við honum, og Sjúrður finnur Brynhild og lovar henni trúskap. Hon ávarar hann ímóti svarta gandi Grimhildar.

Sjúrður fer, men gandur noyðir hann fram við bústaði Grimhildar, har hann hittir dóttur hennara, Guðruna. Sjúrður fær drykk, sum hevur við sær, at hann gloymir Brynhild og verður trúlovaður við Guðruni og skal giftast við henni.

Tá ið Brynhild frættir hetta, sigur hon við Guðruna, at Sjúrður má láta lív. Beiggi Guðruna, Gunnar, biður um Brynhild, og hon sigur honum, at hann fær seg bara, um hann drepur Sjúrð. Við svikaráðum drepa Gunnar og Høgni Sjúrð.

Guðrun svør hevnd, og Brynhild doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 1 A: II, Ba: II, Bb: II, C ør. 101-254, D:II, E: II, G ør. 108-270, H: [II] (bert á føroyskum). Annar táttur av ”Sjúrðarkvæðunum”.