Annar táttur: Brynhild
autocad software pricing autodesk 9 download autocad student download autodesk autocad mechanical 2009 download price 219.90 autocad jobs sanford, ncCCF 1G [II]
TSB E 100
1 Eg havi eina rímu hoyrt,
gjørd er í grønari líð,
tað var fyrst í fyrndini,
tað barst í Buðlans tíð.
Viðgangur:
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
2 Í fornum døgum kongur ráddi,
Buðla skulum vær nevna,
átti sær so væna dóttur,
borin til gott at evna.
3 Kongur ræður fyri langari lund,
bjarti Buðlin kallast,
tívin telur málm og ring
við sínar hirðir allar.
4 Nevnd var onkadóttir hans
gjøgnum grøna líð,
kallast Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna vív.
5 Nevnd var onkadóttir hans
gjøgnum grøna lund,
kallast Brynhild Buðladóttir,
tað inniliga sprund.
6 Brynhild situr á Hildarfjalli
hon er dóttir Buðla,
teir søgdu so frá í Bragdar tátti,
ljós fann av henni skugga.
7 Brynhild situr á Hildarfjalli,
mitt í faðir síns veldi,
ljómin skein av akslagrein,
tað var sum at líta at eldi.
8 Brynhild situr í stólinum,
kembur hon sítt hár,
fínt er tað sum silki,
gull ber litur á.
9 Brynhild situr í salinum,
sum ríkir ganga inn,
ongan tykir Buðla dóttir
vera javnlíka sín.
10 Hana bóðu mangir menn,
konga synir og jalla,
Brynhild var so biðlavond,
hon segði teir burtur allar.
11 Tað var reystur kongurin,
sveipar hann seg í skinn,
so gongur hann á høgaloft
fyri dóttur sína inn.
12 "Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
tú elvir mær miklan vanda,
at tú noktast hvørjum manni,
ið tær býðst til handa.
13 Hvør leingi vilt tú, dóttir mín,
eyka mær ta sorg,
at tú noktar hvønn at eiga,
higar kemur í borg?"
14 "Tegið, tegið, faðir mín,
tær talið ikki svá,
ikki er komin hin veldigi harri,
ið mær er sámi at fá.
15 Ikki er komin hin veldigi harri,
ið mær er sámi at fá,
eystan fyri londini,
har stendur mín hugur á.
16 Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdís,
hon bar hann í heim."
17 "Undarliga hevur tú
tær ástir við tær lagt,
at tú unnar mannin tann,
ið tú hevur ikki sætt."
18 "Tað hava mær nornur skapt,
liggur í brósti trá,
níggju vetur unti eg Sjúrð,
eg ei við eygum hann sá."
19 Til tess svaraði kongurin,
hann drekkur mjøðin reina:
"Hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins sveinar?
20 Hoyr tað mín sæla dóttir,
tað sigi eg tær enn:
hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins menn?"
21 "Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins menn,
tí hann fellir heidningar
hundrað um í senn.
22 Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins garpar,
saðil hans og brynja hans
tey glógva sum gullið bjarta.
23 Hoyrt havi eg frásagt,
snildi hans og bragdi,
tá ið hann tann frænarorm
við svørðinum niður lagdi.
24 Hoyrt eg havi frá tí sagt,
ikki var eg hjá,
tá hann vann tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
25 Tá ið hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá,
mikið mundi Sjúrður
gullið eignast tá.
26 Sjúrður vá tann frænarorm,
tí er hann so ríkur,
eingin maður á Húnalondum
honum kann vera líkur."
27 "Hoyr tað mín sæla dóttir,
legg nú til tess ráð,
hvussu vit skulum tann mikla mann
av sínum landi fá."
28 "Tú skalt lata mær salin
í oyðimørkum gera,
við so lítlari tænastu
skal eg har inni vera.
29 Tú skalt seta mær gullstólin
í oyðimørk at stá,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnum slá.
30 Sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnum slá,
bæði við royk og váðaloga,
sum salinum brennur á.
31 Hesin sami váðalogi,
hann man meg so verja,
eingin uttan Sjúrður frægi
har torir á at herja."
32 Hann læt henni salin tann
í oyðimørk so gera,
við so lítlari tænastu
hon fór harí at vera.
33 Hann læt henni salin tann
í oyðimørkum slá
bæði við royk og reyðan loga,
sum salinum brennur á.
34 Og so miklan váðaloga
lat hann har um vera,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnum skera.
35 Og so miklan váðaloga
lat hann har um slá,
ikki máttu dvørgarnir
við svikunum ná.
36 Árla var um morgunin,
sólin roðar á fjøll,
tað ríður so mangur edilingur
í Buðla kongsins høll.
37 Árla var um morgunin,
sólin brágar í brún,
ríða so frægir edilingar
í Buðla kongsins tún
38 Ríða so frægir edilingar
í Buðla kongsins tún,
Brynhild situr í stólinum,
hon ber gull á brún.
39 Buðli kongur í salin gongur
biður frúgv við svari:
"Komin er hann Gunnar kongur,
niðan av Júka garði.
40 Hoyr tú Brynhild, dóttir mín,
gera skalt tú tað,
komin er hann Gunnar kongur,
honum sigur tú ja!"
41 Buðli kongur á gólvi stendur,
stiðjar seg við borð,
Brynhild unga, dóttir hans
hon talar ikki eitt orð.
42 Brynhild seg úr stóli lyfti,
glógvar í gulli reyð,
skundaði sær av Buðlans borg,
hon gongur á Hildarheyg.
43 Grímur og Høgni Júkason,
teir møttust á grønum vølli,
moyar hvukku í Hildarsali,
tá skelvur høga Buðlans høll.
44 Grímur og Høgni Júkason,
teir slógust við bitrum brandi,
Brynhild situr í váðaloga,
mitt í faðir síns landi.
45 Settist aftur í gyltan stól,
hon smíltist undir lín:
"Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal verða mín."
46 Brynhild situr í gyltum stóli,
tað hitt væna vív,
dregur so Sjúrð av øðrum londum,
sær til sorgar tíð.
47 Sjúrður vaknar árla morgun,
telur frá sínum dreymi,
so var hann í víggi førur,
sum áin rennur í streymi.
48 "Meg droymdi, at Grani
í reyðum droyra stóð,
fyri honum á grønum vølli
rann so mikið blóð.
49 Meg droymdi, eg sat á Grana baki,
eg spardi hann ei at koyra,
fyri honum á grønum vølli
so mikil rann mannadroyri.
50 Meg droymdi, tað brast lindin mín,
gull og búgvið belti,
meg droymdi, at mítt góða svørð
á gyltum hjálmi smelti."
51 Sjúrður klæðist árla morgun
hann ber lov og prís,
hann gekk í sín urtagarð,
og mangt var hann har vís.
52 Tað søgdu honum ígurnar,
uppi sita í lund:
"Væn er Brynhild Buðladóttir,
hon stundar á tín fund."
53 Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sótu í eik:
"Væn er Brynhild Buðladóttir,
hon væntar á tín leik."
54 So frætti tað Sjúrður
eystur í sítt land:
Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er biðlavond.
55 Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
hann talar á Víggrím Gunnarsson,
"tú saðla mær hestin fríða."
56 Út var loystur gangarin,
ið Sjúrður skuldi á ríða,
hann var prýddur í skarlak
niður á meðal síðu.
57 Út var loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var prýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.
58 Gullbúnar handskanar
dregur hann sær á hand,
so ríður hann Sjúrður
beina gøtu fram.
59 So reið Sjúrður Sigmundarson
víðan vegin fram,
gyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.
60 Tólv gullringar
hevði hann haríhjá,
drotningaringin reyða
setti hann omaná.
61 Tólv gullringar
dregur hann sær á hand,
síðan kvittar nýtur drongur
á Buðla kongsins land.
62 So gongur hann Grani
á gróti sum á vøll,
slíkur kemur ikki aftur
á Buðla kongsins høll.
63 So gongur hann Grani
á gróti sum á sand,
eingin kemur tílíkur
á Buðla kongsins land.
64 Hann reið sær so niðarlaga
við Júka gørðum fram,
Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.
65 Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.
66 Við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann,
tí hon sá ikki á hestbaki
ein týðuligari mann.
67 Tí svaraði Sjúrður Sigmundarson,
kinnar ber so baldar:
"Eg visti onga kvinnu vera,
mín gangara tordi at halda."
68 "Sjúrður, steðga tíni ferð,
og tala nú við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ið ást vil leggja við teg."
69 "Eg steðgi ikki mínari ferð,
alt meðan mín gangari rennur,
eg fari mær á heygin fram
sum váðalogin brennur.
70 Eg steðgi ikki mínari ferð,
mín gangari rennur í lund,
eg fari mær á heygin fram
at skoða tað væna sprund."
71 Tað er enn sum ofta fyrr,
biðlar fara at fríggja,
eingin tordi longur fram,
enn váðalogan at síggja.
72 Merkismaður orðum talar,
tungan mælir at inna:
"hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal ta jomfrú vinna."
73 Grímur ríður á grønum vølli,
kinn ber hann so balda,
hann vendi sínum hesti frá,
tá ið hann skuldi á bálið halda.
74 Sjúrður frægi til orða tekur,
frá man frættast víða:
"Eg beri tað merki í mín skjold,
eg skal nú har í ríða."
75 Eingin reið á Brynhildar heyg,
uttan Sjúrður snari,
gekk um royk og váðaloga,
hann og hestur hans Grani.
76 So stígur hann Grani,
á foldina fast,
innarlaga við heygsdyr
tá hovsporið brast.
77 So stígur hann Grani
drýstuliga fram,
heitur var tá eldurin,
ið Sjúrði um lendar brann.
78 Sjúrður kvittar á Brynhildarheyg,
sum eingin tordi fyrr,
við sínum svørðinum
kleyv hann heygsdyr.
79 Og við sínum svørðinum
kleyv hann lokur frá,
sá hann hvar tað væna vív
í herklæðum lá.
80 Sjúrður frægi í salin gongur,
víða um seg hyggur,
sær hann hvar tað væna vív
eina í seingini liggur.
81 Hann sá hvar hitt væna vív
í herklæðum svav,
hevði hann upp sín bitra brand,
hann sprettir brynju av.
82 Vaknar upp Brynhild Buðladóttir,
hon hyggin um seg leit:
"Hvør átti henda bitra brand,
ið brynju av mær sleit?"
83 Upp vaknar hon Brynhild,
víða um seg sær:
"Hvør er sá hin djarvi drongur,
ið sprettir brynju av mær?"
84 "Sjúrð skalt tú nevna meg
Sigmundar svein,
tað var drotning Hjørdís,
hon bar meg í heim.
85 Riðin eri eg av øðrum londum
higar nú til tín,
Sjúrður eiti eg, Sigmundarson,
veldiga søta mín."
86 Brynhild setist upp undir seg,
smílist undir lín:
"Ver vælkomin av øðrum londum
higar nú til mín.
87 Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
hvør vísti tær leið,
gjøgnum royk og váðaloga,
at tú higar reið?"
88 "Tað søgdu mær fuglar tveir
gjøgnum grøna lund:
væn er Brynhild Buðladóttir,
hon stundar á tín fund.
89 Tað søgdu mær fuglar tveir
har á mínari leið:
væn er Brynhild Buðladóttir,
tí eg higar reið."
90 "Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
ver tú ei so bráður,
gakk tær fyrst í faðir míns garð
og tak av honum ráð!"
91 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
bæði var vænur og vitur:
"Tú hevur so lítil góðráðini
av faðir tínum tikið.
92 Tú hevur so leingi, Brynhild,
stundað á títt mál,
eg fari ikki til faðir tín
at taka av honum ráð."
93 Hann legði sínar ástir saman
við tað mentar sprund,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin í teirri stund.
94 Blíður legði hann armanar
yvir Brynhildar háls,
eg svørji tann eið á míni trú,
har býr ikki undir fals.
95 Tólv gullringar
legði hann henni á fang:
"Hetta skal vera tað fyrsta
várt elskógar band."
96 Tólv gullringar
legði hann frúnni á fang,
síðan legði hann omaná
tann dýra drotningaring.
97 Tólv gullringar
setti hann henni á arm.
hetta skal vera tað annað
várt elskógar band.
98 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar honum ei fíggjar,
bindur upp í Brynhildar flættu
gullringarnar tríggjar.
99 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ikki eyð,
hann var sær í moyjarsali
mánarnar sjey.
100 "Brynhild, tak mær saðil og boxl,
ring og brynju síða,
eg havi lítil ørindi
burt annanstað at ríða."
101 "Sit tú heldur her við frið,
og leika við mær í talvi,
Júki kongur dóttur eigir,
so sterk við trølskum alvi.
102 Tú mant vera av aldri ungur,
lívið man teg tróta,
tú mant eignast Guðrunu,
mín mant tú ikki njóta."
103 "Tað tykir mær undarligt,
slíkt man meg ikki henda,
eg man ikki mínar ástir
frá tær Brynhild venda."
104 Svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at køla:
"Júki kongur dóttur eigir,
við ástir man teg tøla.
105 Hoyr tú tað nú Sjúrður,
eg gevi tær fingurgull,
ríð tú ikki til Grimhild,
tí hon er av svikum full."
106 Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
"Far væl heilur og happadrjúgvur,
alt gangi tær væl."
107 Tað var Brynhild Buðladóttir,
bað honum góðan frið:
"Far væl heilur og happadrjúgvur,
alt gangi tær við.
108 Bæði heil og happadrjúgv
skiljast vit á sinni,
Sjúrður, goym væl hesi orð,
og legg tey væl í minni."
109 Til tess svaraði Sjúrður,
hin gævuligi drongur:
"Aldri tú, mín veldiga søta,
mær úr huga gongur."
110 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
helt seg í saðilboga,
hann kysti frúnna Brynhild,
fast av heilum huga.
111 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kom har ríðandi í garð,
úti sjálvur Buðli kongur
fyri honum var.
112 "Ver vælkomin Sjúrður
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín."
113 "Lítið er mær um mjøðin tín,
alvæl minni um vín,
gev mær ungu Brynhild,
onkadóttur tína."
114 "Ver vælkomin Sjúrður,
tú tarft ei boðini senda,
fullvæl eg tíni forløg veit,
hvør tær skal ganga at enda.
115 Tú mant verða av aldri ungur,
lívið man teg tróta,
tú man eignast Guðrunu,
og Brynhild ikki njóta.
116 Hevur tú Brynhild lovað trú,
væl mant tú vilja halda,
Guðrun blandar valmanna drykk,
tað man sútir valda."
117 "Undarlig eru tey orðini,
tað man meg ei henda,
eg man ikki mínar ástir
frá tíni Brynhild venda."
118 Tí svaraði Buðli kongur,
tekur um hjarta at køla:
"Júki kongur dóttur eigur,
við ástum man teg tøla."
119 "Tað tykir mær undarligt,
og ei man tað meg ná,
at eg skal mínar ástir
frá tíni Brynhild slá."
120 "Hoyr tú tað nú Sjúrður,
ger tær ei ta skomm,
ríð tær ikki so niðarlaga
hjá Júkagørðum fram.
121 Ríð tær ikki so niðarlaga
við Júkagarðar fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.
122 Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann,
gjarna vil hon forvitnast,
hvørt tú ríður fram.
123 Gjarna vil hon forvitnast,
hvørt tú ríður fram,
tí hon sær ikki á hestbaki
ein týðuligari mann."
124 Hann fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
"Far nú heilur og happadrjúgvur,
alt gangi tær væl."
125 Sjúrður reið á skógin burt,
alt fyri uttan váða,
hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar.
126 Hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar,
eldin goysti, eitur spýði,
tá stóð lív í váða.
127 Sjúrður situr á Grana baki,
hann tykist ei leið at finna,
Grani bæði beit og sló,
hann leitst til ymsa kinna.
128 Hestin vilti hon undir honum,
hann mátti ei finna leið,
síðan mátti Sjúrður venda
til Júkagarðar heim.
129 Burtur hvarv hitt illa djór,
burt úr Sjúrðar eygum,
sá hann hvar ið Grimhild sat,
væl løgd við bondum beyjum.
130 Hann reið sær so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur hon Grimhild,
við so mangan mann.
131 Úti stendur hon Grimhild,
við so mangan mann,
báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.
132 "Sjúrður, steðga tíni ferð
og tala nú við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ið ást vil leggja við teg.
133 Væn er Guðrun dóttir mín,
hvar hon gongur inn,
rósur og so liljur,
tær lýsa av hennara kinn."
134 "Væn er Guðrun, dóttir tín,
tað er tær væl betri,
hon er ikki meira Brynhild lík,
enn summar líkist vetri."
135 "Gakk tú nú í høllina inn,
fátt verði tær á vási,
tú drekk so títt av dýrari krús,
tín gangari stendur í lási."
136 Út kom frúgvin Guðrun
í einum stakki bláum,
flættað hár á herðar lá
við silkibondum smáum.
137 Tað var Grimhild Júka drotning,
hon talar til dóttur sína:
"Gakk tú tær í kjallara,
tú blanda mjøð og vín.
138 Gakk tú tær í kjallaran,
og blanda mjøð og vín,
og so mikið óminni
lat tú harútí."
139 Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tungu bar so snjalla:
"Hava tað ið annar eigir,
tað man lukkast valla.
140 Nógvir eru í vorum londum
konga synir og jalla,
girnast tann, ið onnur eigur,
tað man lukkast valla."
141 Hon hevði upp sína høgru hond,
gav Guðrunu høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.
142 "Tig tú Guðrun dóttir mín,
mangt má smæðin lissa,
betri var tó sjálv at biðja,
enn góðan mann at missa."
143 Guðrun gekk í kjallaran,
blandaði mjøð og vín,
og so mikið óminni
lat hon harútí.
144 Alt so mikið óminni
lat hon harútí,
bar so inn fyri Sjúrð hin unga,
bað hann drekka til sín.
145 Drekka fór so dýran dramm,
drakk av horninum leingi,
Sjúrður misti minni alt,
og bøta kann hann eingin.
146 Drekka fór so dýran dramm,
drakk av mjøðinum bjarta,
Sjúrður misti minni alt
og brúður úr Buðlungs hjarta.
147 Tá ið hann hevði drukkið,
greiddi hann aftur ker,
hann mintist ei á frú Brynhild
og ikki, hvar hann er.
148 Guðrun drakk tá afturímót
til tann dreingin mæta,
Sjúrði kom einki annað í hug,
enn Guðrunu vildi hann hava.
149 Tað er vonda frú Grimhild,
hon talar til dóttur sína:
"Gakk tú tær í skemmu inn
og reið fyri gesti tínum."
150 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
hann læt ikki leingi fresta.
151 Drukkið varð teirra brúdleypið
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Sjúrður og hans vív.
152 Fimti vóru voxljós brend
fyri teim vønu eingjum,
kongurin og hirðin øll
fylgdi teim at seingjum.
153 Sjúrður gekk í skemmu upp,
til Guðrunar vegin finnur,
frætti tað Brynhild á Hildarheyg,
nú rann henni ilt í sinni.
154 Brynhild gekk av Hildarheyg,
tað hitt væna vív,
kappin gisti Guðrunu,
men Sjúrður misti lív.
155 Brynhild fyri munni mælir,
tár á kinn man fljóta:
"Ikki skal Guðrun Júkadóttir
tann avrekskappa njóta."
156 Brynhild fyri munni mælir,
sorgartíð skal eg kalla:
"At hava tann, ið onnur ár,
tað skal lukkast valla."
157 Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
fóru sær út á vatn at tváa,
føgur vóru fljóð.
158 Árla var um morgunin,
sólin roðar í líð,
fóru sær út á vatn at tváa,
føgur vóru vív.
159 Møttust tær á miðjari leið
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleði bar,
og onnur harmin sjúka.
160 Møttust tær á miðjari leið,
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar,
og onnur harmin tunga.
161 Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,
hvør er snótin stríð:
"Hví man mín bróðir Gunnar kongur
ei eignast so vænt eitt vív?"
162 Tað var Guðrun Júkadóttir,
gjørdi so mangt av fári,
ei hon vildi nýta tað vatn,
sum rann av Brynhildar hári.
163 Hon gekk sær í ánna út,
sum fossurin rann stríður,
tí hon átti tann Sjúrð svein,
sum ein yvir allar ríður.
164 Guðrun leyp í ánna út,
sum fossurin rann harður,
tí hon átti Sjúrð svein,
sum høvur yvir allar bar.
165 "Henda sama reyða ring,
tú sært á armi mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
tað vann eg í stríði tínum."
166 Tí svaraði Brynhild Buðladóttir
av so tungum stríði:
"Fyri títt orð skal Sjúrður doyja,
um eg verði á lívi.
167 Tað at tú neytst tann mikla kappa,
tað var ei mítt ráð,
eg hevði ást við Sjúrða lagt,
áður enn tú hann sá."
168 "Sjúrður hevur tín moydóm spilt
og brotið Buðlans frama.
ríkum kongi tú gavt teg í vold,
og nú havi eg tann sama."
169 "Tú tarft ikki, falssnóta,
brigda mær tað svá,
fyri títt orð skal Sjúrður doyja,
um eg liva má."
170 "Ikki óttist eg hóttur tínar,
tó tú ert í orðum stív,
sá er eingin í Júkagørðum,
ið ræður um Sjúrðar lív."
171 Syrgjandi gekk frú Brynhild
í sín sal at sitja,
Gunnar kongur frægur og fúsur
hennar reið at vitja.
172 Brynhild gekk til seingina
á teirri somu grund,
nú tolir hon fyri Sjúrði
so vonda eina stund.
173 Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
á teirri somu stund,
sjálvur fór hann at vitja
hitt inniliga sprund.
174 "Tað er eingin hunskur riddari,
ið gjørt hevur sum tú,
tú hevur svikið fljóðið tað,
tú fyrstur lovaði trú."
175 "Hoyr tað mín hin veldiga søta
kenn mær einki um,
vendur varð mær hugurin
frá hesum ástum tínum."
176 Tað fyrsta Brynhild mundi
Sjúrð við eygum sjá,
tá mundi tað væna vív
eina unga dóttur fá.
177 Til tess svaraði Brynhild
fyrst á orði tá:
"Berið mítt barn á ánna út,
eg vil tað ikki sjá."
178 Tóku Áslu Sjúrðardóttir,
floyttu oman eftir á,
stórar áir og stríðir streymar
bóru hana londum frá.
179 Mangur hevir høttur notið
fyri fagurt vív,
nú er komið at efstu stund,
at Sjúrður missir lív.
180 Sjúrður var ein avrekskappi,
hann brá sítt svørð í droyra,
og honum voldu kvinnur deyða,
sum tær skulu fáa at hoyra.
181 Brynhild situr í sínum sali
við so tungum móði,
hvørki mátti mæla ella sitja,
hitt inniliga fljóðið.
182 Gunnar gekk í høllina inn
við hvøssum slíðraspjóti:
"Hann skal harðan deyða tola,
ið tær hevur gjørt ímóti."
183 "Tað var hon Guðrun, systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
tí hon hevur tann Sjúrð svein,
sum ein yvir allar ríður."
184 Brynhild lá í sínari song,
og Gunnar stóð fyri stokki,
yppist nú ráð av illari dáð,
so kaldur er kvinnu tokki.
185 "Ei fært tú nakað yndi av mær,
ei tarft tú ta trá,
fyrr tú hevur tann Sjúrð svein
tikið burt londum frá."
186 "Hoyr tað mín hin velduga søta,
tí vil eg einki trúgva,
at tú vilt honum Sjúrði unga
svik til handar snúgva."
187 Gunnar so til orða tekur:
"Nú man tað so verða,
Sjúrður er mín heitbróðir,
eg kann honum einki gera."
188 "Tú fært einki yndi av mær,
ei tarft tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrð við eygum sær,
so seint man angur lætta."
189 "Hoyr tað mín hin velduga søta,
tú elvir mær miklan vanda,
hvussu skal eg Sjúrð av lívi fá,
sum einki svørð kann granda."
190 Tí svaraði Høgni Júkason,
hann gjørdist í kinnum bleikur:
"Tað eru fullir fimtan vetur,
síðan vær framdum leik."
191 Brynhild setist í gullstólin,
frá man frættast víða,
nú skulu teir Júkungar
burt á skógin ríða.
192 Brynhild situr í stólinum,
spælir við gyltum knívi:
"Tit komið ei aftur í mína høll,
meðan Sjúrður er á lívi."
193 "Hoyr tað Brynhild Buðladóttir,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulum Sjúrð hin unga
av sínum lívi fá."
194 "Tit gevið Sjúrði salta krás
og hartil einki drekka,
ríðið so á skógin burt
alt fyri uttan ekka.
195 Tú bið hann býta saðil,
tú bið hann býta hest,
hav tú svik í hjartanum,
tú lat sum tú kant best."
196 Sjúrður gongur í høllina inn,
vænur er hann og vitur,
sum hon Brynhild Buðladóttir
fyri í stólinum situr.
197 Sjúrður stendur á hallargólvi
við gyltan skjøld í hendi,
Brynhild unga Buðladóttir
eyguni frá honum vendi.
198 Sjúrður so til orða tekur,
kappin tann hin reysti:
"Tá ið eg komi av skógi heim,
tá skal eg teg festa."
199 Til tess svaraði Brynhild,
í tungu var hon snjøll:
"Eg lovi ikki tógva kongar
báðar í somu høll."
200 Svaraði Brynhild Buðladóttir,
sorg um hjarta ber:
"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú festir ikki meg."
201 Tá var rómur í buðlungs høll,
sveinar ríða út.
Brynhild sat eftir í gyltum stóli,
hon fellir tár á dúk.
202 Buðli kongur til orða tekur
bæði av móði og ekka:
"Fáið Sjúrði hjálm og svørð
og hornið úr at drekka."
203 Eingin unnar so øðrum væl,
at sínum av man hyggja,
ikki skal Sjúrður Sigmundarson
longur í heiminum byggja.
204 Tí svaraði Buðli kongur,
hann heldur á ringinum reyða:
"Hoyr tað Brynhild, dóttir mín,
hví elvir tí Sjúrði deyða?
205 Minnist tú Brynhild, dóttir mín,
minnist tú ta tíð,
drótt tú Sjúrð av Norðlondum
ígjøgnum grøna líð.
206 Minnist tú tað Brynhild,
sæla dóttir mín,
tú drótt Sjúrð av Norðlondum
í Hildarheyg til tín."
207 Buðli kongur av sali gongur,
henda morgun snimma,
eftir situr Brynhild
við hond upp undir kinni.
208 Ríða teir á skógin burt,
Sjúrður í teirri ferð,
hann visti ei av svikunum
teir høvdu í ráðagerð.
209 Brynhild stendur í høllini,
sær hon út so víða,
Sjúrður frægi fyrstur og fremstur
fyri Júkungunum ríður.
210 Brynhild settist í gyltan stól,
av so miklari pínu,
møðig fellir hon tárini
á báðar armar sínar.
211 Brynhild grætur møðiliga,
tað hitt væna vív:
"Far væl Sjúrður Sigmundarson,
eg síggi teg ei á lívi."
212 Ríða teir í skógin burt,
glaðir fyri uttan ekka,
teir góvu Sjúrði salta krás,
og hartil einki drekka.
213 Drekka teir úr sínum horni
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar horn
heima á Júka lofti.
214 Drekka teir úr sínum horni
alt fyri uttan ekka,
Sjúrður situr á Grana baki,
nú lystir hann at drekka.
215 Drekka teir úr sínum horni,
glaðir fyri uttan sút,
Sjúrður loysir hjálmabond,
hann stígur úr saðli út.
216 Sjúrður sá ikki svikara vón,
hann steig úr saðli út,
skundaði sær at kelduni,
glaður fyri uttan sút.
217 Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.
218 Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í veit,
Gunnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.
219 Høgni stakk og Gunnar hjó
við hvøssum slíðraknívi,
teir gjørdu so mikið níðingsverk,
teir tóku Sjúrð av lívi.
220 Høgni stakk og Gunnar hjó
mest av Brynhildar ráðum,
hevði hann vitað av svikum fyrr,
maður var hann fyri báðum.
221 Tungan tók at mæla
bæði av ilsku og reiði:
"Hevði eg vitað av svikum fyrr,
maður var eg fyri fleiri."
222 Tungan tók at mæla,
har hann lá á vølli:
"Hevði eg vitað av svikum fyrr,
maður var eg fyri øllum."
223 Teir skiftu síni klæðini,
hvør við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.
224 Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hin snari Sjúrður
honum á herðar steig.
225 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
førdu hann heim á skildi,
tað hevur so mangur latið lív
helst av kvinnu veldi.
226 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
løgdu Guðrunu á skeyt,
visti ei brúður hon vaknaði,
fyrr enn blóð um beðin fleyt.
227 Visti ei brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð á beði lá,
tað var ei so undarligt,
við sorg hon í tað sá.
228 Vaknaði Guðrun Júkadóttir,
læt hon so orðum fara:
"Síðst mundi eg, Gunnar kongur,
svikini av tær vara."
229 Guðrun setist upp undir seg,
strýkur sveita frá,
blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar høvdi lá.
230 Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tekur til orða svá:
"Eg skal hevna Sjúrðar deyða,
um eg liva má."
231 Guðrun gekk í loftið fram,
hon fór úr stakkinum reyða,
alla sína ævina
syrgdi hon Sjúrðar deyða.
232 "Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnalandi
skortar ei gullið reyða."
233 Svaraði Guðrun Júkadóttir,
av so tungum stríði:
"Tó skal eg hevna Sjúrðar deyða,
um eg verði á lívi."
234 Brynhild hevði so manga nátt
sovið á Sjúrðar armi,
nú hevði hon hans deyða volt,
kik springur hon av harmi.
235 Brynhild sprakk av harmi,
Sjúrður læt sítt lív,
tað man merkjast á ástini,
at Brynhild hon var fríð.
236 Brynhild sprakk av harmi
eftir Sjúrðar deyða,
teir bóru Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.
237 Tað er satt sum talað er,
at mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.
238 Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni,
so skal taka upp triðja tátt
og víðari leggja í minni.
CCF 1G [II]
TSB E 100
Uppruni: V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I”, 1851
Útgávur:
1. V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I” 1851 s. 16-36
1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band I, s. 196.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 88
Heimild: V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I” 1851
Annar táttur: Brynhild
CCF 1G [II]
TSB E 100
1 Eg havi eina rímu hoyrt,
gjørd er í grønari líð,
tað var fyrst í fyrndini,
tað barst í Buðlans tíð.
Viðgangur:
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
2 Í fornum døgum kongur ráddi,
Buðla skulum vær nevna,
átti sær so væna dóttur,
borin til gott at evna.
3 Kongur ræður fyri langari lund,
bjarti Buðlin kallast,
tívin telur málm og ring
við sínar hirðir allar.
4 Nevnd var onkadóttir hans
gjøgnum grøna líð,
kallast Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna vív.
5 Nevnd var onkadóttir hans
gjøgnum grøna lund,
kallast Brynhild Buðladóttir,
tað inniliga sprund.
6 Brynhild situr á Hildarfjalli
hon er dóttir Buðla,
teir søgdu so frá í Bragdar tátti,
ljós fann av henni skugga.
7 Brynhild situr á Hildarfjalli,
mitt í faðir síns veldi,
ljómin skein av akslagrein,
tað var sum at líta at eldi.
8 Brynhild situr í stólinum,
kembur hon sítt hár,
fínt er tað sum silki,
gull ber litur á.
9 Brynhild situr í salinum,
sum ríkir ganga inn,
ongan tykir Buðla dóttir
vera javnlíka sín.
10 Hana bóðu mangir menn,
konga synir og jalla,
Brynhild var so biðlavond,
hon segði teir burtur allar.
11 Tað var reystur kongurin,
sveipar hann seg í skinn,
so gongur hann á høgaloft
fyri dóttur sína inn.
12 "Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
tú elvir mær miklan vanda,
at tú noktast hvørjum manni,
ið tær býðst til handa.
13 Hvør leingi vilt tú, dóttir mín,
eyka mær ta sorg,
at tú noktar hvønn at eiga,
higar kemur í borg?"
14 "Tegið, tegið, faðir mín,
tær talið ikki svá,
ikki er komin hin veldigi harri,
ið mær er sámi at fá.
15 Ikki er komin hin veldigi harri,
ið mær er sámi at fá,
eystan fyri londini,
har stendur mín hugur á.
16 Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdís,
hon bar hann í heim."
17 "Undarliga hevur tú
tær ástir við tær lagt,
at tú unnar mannin tann,
ið tú hevur ikki sætt."
18 "Tað hava mær nornur skapt,
liggur í brósti trá,
níggju vetur unti eg Sjúrð,
eg ei við eygum hann sá."
19 Til tess svaraði kongurin,
hann drekkur mjøðin reina:
"Hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins sveinar?
20 Hoyr tað mín sæla dóttir,
tað sigi eg tær enn:
hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins menn?"
21 "Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins menn,
tí hann fellir heidningar
hundrað um í senn.
22 Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongsins garpar,
saðil hans og brynja hans
tey glógva sum gullið bjarta.
23 Hoyrt havi eg frásagt,
snildi hans og bragdi,
tá ið hann tann frænarorm
við svørðinum niður lagdi.
24 Hoyrt eg havi frá tí sagt,
ikki var eg hjá,
tá hann vann tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
25 Tá ið hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá,
mikið mundi Sjúrður
gullið eignast tá.
26 Sjúrður vá tann frænarorm,
tí er hann so ríkur,
eingin maður á Húnalondum
honum kann vera líkur."
27 "Hoyr tað mín sæla dóttir,
legg nú til tess ráð,
hvussu vit skulum tann mikla mann
av sínum landi fá."
28 "Tú skalt lata mær salin
í oyðimørkum gera,
við so lítlari tænastu
skal eg har inni vera.
29 Tú skalt seta mær gullstólin
í oyðimørk at stá,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnum slá.
30 Sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnum slá,
bæði við royk og váðaloga,
sum salinum brennur á.
31 Hesin sami váðalogi,
hann man meg so verja,
eingin uttan Sjúrður frægi
har torir á at herja."
32 Hann læt henni salin tann
í oyðimørk so gera,
við so lítlari tænastu
hon fór harí at vera.
33 Hann læt henni salin tann
í oyðimørkum slá
bæði við royk og reyðan loga,
sum salinum brennur á.
34 Og so miklan váðaloga
lat hann har um vera,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnum skera.
35 Og so miklan váðaloga
lat hann har um slá,
ikki máttu dvørgarnir
við svikunum ná.
36 Árla var um morgunin,
sólin roðar á fjøll,
tað ríður so mangur edilingur
í Buðla kongsins høll.
37 Árla var um morgunin,
sólin brágar í brún,
ríða so frægir edilingar
í Buðla kongsins tún
38 Ríða so frægir edilingar
í Buðla kongsins tún,
Brynhild situr í stólinum,
hon ber gull á brún.
39 Buðli kongur í salin gongur
biður frúgv við svari:
"Komin er hann Gunnar kongur,
niðan av Júka garði.
40 Hoyr tú Brynhild, dóttir mín,
gera skalt tú tað,
komin er hann Gunnar kongur,
honum sigur tú ja!"
41 Buðli kongur á gólvi stendur,
stiðjar seg við borð,
Brynhild unga, dóttir hans
hon talar ikki eitt orð.
42 Brynhild seg úr stóli lyfti,
glógvar í gulli reyð,
skundaði sær av Buðlans borg,
hon gongur á Hildarheyg.
43 Grímur og Høgni Júkason,
teir møttust á grønum vølli,
moyar hvukku í Hildarsali,
tá skelvur høga Buðlans høll.
44 Grímur og Høgni Júkason,
teir slógust við bitrum brandi,
Brynhild situr í váðaloga,
mitt í faðir síns landi.
45 Settist aftur í gyltan stól,
hon smíltist undir lín:
"Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal verða mín."
46 Brynhild situr í gyltum stóli,
tað hitt væna vív,
dregur so Sjúrð av øðrum londum,
sær til sorgar tíð.
47 Sjúrður vaknar árla morgun,
telur frá sínum dreymi,
so var hann í víggi førur,
sum áin rennur í streymi.
48 "Meg droymdi, at Grani
í reyðum droyra stóð,
fyri honum á grønum vølli
rann so mikið blóð.
49 Meg droymdi, eg sat á Grana baki,
eg spardi hann ei at koyra,
fyri honum á grønum vølli
so mikil rann mannadroyri.
50 Meg droymdi, tað brast lindin mín,
gull og búgvið belti,
meg droymdi, at mítt góða svørð
á gyltum hjálmi smelti."
51 Sjúrður klæðist árla morgun
hann ber lov og prís,
hann gekk í sín urtagarð,
og mangt var hann har vís.
52 Tað søgdu honum ígurnar,
uppi sita í lund:
"Væn er Brynhild Buðladóttir,
hon stundar á tín fund."
53 Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sótu í eik:
"Væn er Brynhild Buðladóttir,
hon væntar á tín leik."
54 So frætti tað Sjúrður
eystur í sítt land:
Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er biðlavond.
55 Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
hann talar á Víggrím Gunnarsson,
"tú saðla mær hestin fríða."
56 Út var loystur gangarin,
ið Sjúrður skuldi á ríða,
hann var prýddur í skarlak
niður á meðal síðu.
57 Út var loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var prýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.
58 Gullbúnar handskanar
dregur hann sær á hand,
so ríður hann Sjúrður
beina gøtu fram.
59 So reið Sjúrður Sigmundarson
víðan vegin fram,
gyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.
60 Tólv gullringar
hevði hann haríhjá,
drotningaringin reyða
setti hann omaná.
61 Tólv gullringar
dregur hann sær á hand,
síðan kvittar nýtur drongur
á Buðla kongsins land.
62 So gongur hann Grani
á gróti sum á vøll,
slíkur kemur ikki aftur
á Buðla kongsins høll.
63 So gongur hann Grani
á gróti sum á sand,
eingin kemur tílíkur
á Buðla kongsins land.
64 Hann reið sær so niðarlaga
við Júka gørðum fram,
Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.
65 Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.
66 Við báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann,
tí hon sá ikki á hestbaki
ein týðuligari mann.
67 Tí svaraði Sjúrður Sigmundarson,
kinnar ber so baldar:
"Eg visti onga kvinnu vera,
mín gangara tordi at halda."
68 "Sjúrður, steðga tíni ferð,
og tala nú við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ið ást vil leggja við teg."
69 "Eg steðgi ikki mínari ferð,
alt meðan mín gangari rennur,
eg fari mær á heygin fram
sum váðalogin brennur.
70 Eg steðgi ikki mínari ferð,
mín gangari rennur í lund,
eg fari mær á heygin fram
at skoða tað væna sprund."
71 Tað er enn sum ofta fyrr,
biðlar fara at fríggja,
eingin tordi longur fram,
enn váðalogan at síggja.
72 Merkismaður orðum talar,
tungan mælir at inna:
"hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal ta jomfrú vinna."
73 Grímur ríður á grønum vølli,
kinn ber hann so balda,
hann vendi sínum hesti frá,
tá ið hann skuldi á bálið halda.
74 Sjúrður frægi til orða tekur,
frá man frættast víða:
"Eg beri tað merki í mín skjold,
eg skal nú har í ríða."
75 Eingin reið á Brynhildar heyg,
uttan Sjúrður snari,
gekk um royk og váðaloga,
hann og hestur hans Grani.
76 So stígur hann Grani,
á foldina fast,
innarlaga við heygsdyr
tá hovsporið brast.
77 So stígur hann Grani
drýstuliga fram,
heitur var tá eldurin,
ið Sjúrði um lendar brann.
78 Sjúrður kvittar á Brynhildarheyg,
sum eingin tordi fyrr,
við sínum svørðinum
kleyv hann heygsdyr.
79 Og við sínum svørðinum
kleyv hann lokur frá,
sá hann hvar tað væna vív
í herklæðum lá.
80 Sjúrður frægi í salin gongur,
víða um seg hyggur,
sær hann hvar tað væna vív
eina í seingini liggur.
81 Hann sá hvar hitt væna vív
í herklæðum svav,
hevði hann upp sín bitra brand,
hann sprettir brynju av.
82 Vaknar upp Brynhild Buðladóttir,
hon hyggin um seg leit:
"Hvør átti henda bitra brand,
ið brynju av mær sleit?"
83 Upp vaknar hon Brynhild,
víða um seg sær:
"Hvør er sá hin djarvi drongur,
ið sprettir brynju av mær?"
84 "Sjúrð skalt tú nevna meg
Sigmundar svein,
tað var drotning Hjørdís,
hon bar meg í heim.
85 Riðin eri eg av øðrum londum
higar nú til tín,
Sjúrður eiti eg, Sigmundarson,
veldiga søta mín."
86 Brynhild setist upp undir seg,
smílist undir lín:
"Ver vælkomin av øðrum londum
higar nú til mín.
87 Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
hvør vísti tær leið,
gjøgnum royk og váðaloga,
at tú higar reið?"
88 "Tað søgdu mær fuglar tveir
gjøgnum grøna lund:
væn er Brynhild Buðladóttir,
hon stundar á tín fund.
89 Tað søgdu mær fuglar tveir
har á mínari leið:
væn er Brynhild Buðladóttir,
tí eg higar reið."
90 "Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
ver tú ei so bráður,
gakk tær fyrst í faðir míns garð
og tak av honum ráð!"
91 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
bæði var vænur og vitur:
"Tú hevur so lítil góðráðini
av faðir tínum tikið.
92 Tú hevur so leingi, Brynhild,
stundað á títt mál,
eg fari ikki til faðir tín
at taka av honum ráð."
93 Hann legði sínar ástir saman
við tað mentar sprund,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin í teirri stund.
94 Blíður legði hann armanar
yvir Brynhildar háls,
eg svørji tann eið á míni trú,
har býr ikki undir fals.
95 Tólv gullringar
legði hann henni á fang:
"Hetta skal vera tað fyrsta
várt elskógar band."
96 Tólv gullringar
legði hann frúnni á fang,
síðan legði hann omaná
tann dýra drotningaring.
97 Tólv gullringar
setti hann henni á arm.
hetta skal vera tað annað
várt elskógar band.
98 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar honum ei fíggjar,
bindur upp í Brynhildar flættu
gullringarnar tríggjar.
99 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ikki eyð,
hann var sær í moyjarsali
mánarnar sjey.
100 "Brynhild, tak mær saðil og boxl,
ring og brynju síða,
eg havi lítil ørindi
burt annanstað at ríða."
101 "Sit tú heldur her við frið,
og leika við mær í talvi,
Júki kongur dóttur eigir,
so sterk við trølskum alvi.
102 Tú mant vera av aldri ungur,
lívið man teg tróta,
tú mant eignast Guðrunu,
mín mant tú ikki njóta."
103 "Tað tykir mær undarligt,
slíkt man meg ikki henda,
eg man ikki mínar ástir
frá tær Brynhild venda."
104 Svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at køla:
"Júki kongur dóttur eigir,
við ástir man teg tøla.
105 Hoyr tú tað nú Sjúrður,
eg gevi tær fingurgull,
ríð tú ikki til Grimhild,
tí hon er av svikum full."
106 Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
"Far væl heilur og happadrjúgvur,
alt gangi tær væl."
107 Tað var Brynhild Buðladóttir,
bað honum góðan frið:
"Far væl heilur og happadrjúgvur,
alt gangi tær við.
108 Bæði heil og happadrjúgv
skiljast vit á sinni,
Sjúrður, goym væl hesi orð,
og legg tey væl í minni."
109 Til tess svaraði Sjúrður,
hin gævuligi drongur:
"Aldri tú, mín veldiga søta,
mær úr huga gongur."
110 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
helt seg í saðilboga,
hann kysti frúnna Brynhild,
fast av heilum huga.
111 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kom har ríðandi í garð,
úti sjálvur Buðli kongur
fyri honum var.
112 "Ver vælkomin Sjúrður
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín."
113 "Lítið er mær um mjøðin tín,
alvæl minni um vín,
gev mær ungu Brynhild,
onkadóttur tína."
114 "Ver vælkomin Sjúrður,
tú tarft ei boðini senda,
fullvæl eg tíni forløg veit,
hvør tær skal ganga at enda.
115 Tú mant verða av aldri ungur,
lívið man teg tróta,
tú man eignast Guðrunu,
og Brynhild ikki njóta.
116 Hevur tú Brynhild lovað trú,
væl mant tú vilja halda,
Guðrun blandar valmanna drykk,
tað man sútir valda."
117 "Undarlig eru tey orðini,
tað man meg ei henda,
eg man ikki mínar ástir
frá tíni Brynhild venda."
118 Tí svaraði Buðli kongur,
tekur um hjarta at køla:
"Júki kongur dóttur eigur,
við ástum man teg tøla."
119 "Tað tykir mær undarligt,
og ei man tað meg ná,
at eg skal mínar ástir
frá tíni Brynhild slá."
120 "Hoyr tú tað nú Sjúrður,
ger tær ei ta skomm,
ríð tær ikki so niðarlaga
hjá Júkagørðum fram.
121 Ríð tær ikki so niðarlaga
við Júkagarðar fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.
122 Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann,
gjarna vil hon forvitnast,
hvørt tú ríður fram.
123 Gjarna vil hon forvitnast,
hvørt tú ríður fram,
tí hon sær ikki á hestbaki
ein týðuligari mann."
124 Hann fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
"Far nú heilur og happadrjúgvur,
alt gangi tær væl."
125 Sjúrður reið á skógin burt,
alt fyri uttan váða,
hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar.
126 Hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar,
eldin goysti, eitur spýði,
tá stóð lív í váða.
127 Sjúrður situr á Grana baki,
hann tykist ei leið at finna,
Grani bæði beit og sló,
hann leitst til ymsa kinna.
128 Hestin vilti hon undir honum,
hann mátti ei finna leið,
síðan mátti Sjúrður venda
til Júkagarðar heim.
129 Burtur hvarv hitt illa djór,
burt úr Sjúrðar eygum,
sá hann hvar ið Grimhild sat,
væl løgd við bondum beyjum.
130 Hann reið sær so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur hon Grimhild,
við so mangan mann.
131 Úti stendur hon Grimhild,
við so mangan mann,
báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.
132 "Sjúrður, steðga tíni ferð
og tala nú við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ið ást vil leggja við teg.
133 Væn er Guðrun dóttir mín,
hvar hon gongur inn,
rósur og so liljur,
tær lýsa av hennara kinn."
134 "Væn er Guðrun, dóttir tín,
tað er tær væl betri,
hon er ikki meira Brynhild lík,
enn summar líkist vetri."
135 "Gakk tú nú í høllina inn,
fátt verði tær á vási,
tú drekk so títt av dýrari krús,
tín gangari stendur í lási."
136 Út kom frúgvin Guðrun
í einum stakki bláum,
flættað hár á herðar lá
við silkibondum smáum.
137 Tað var Grimhild Júka drotning,
hon talar til dóttur sína:
"Gakk tú tær í kjallara,
tú blanda mjøð og vín.
138 Gakk tú tær í kjallaran,
og blanda mjøð og vín,
og so mikið óminni
lat tú harútí."
139 Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tungu bar so snjalla:
"Hava tað ið annar eigir,
tað man lukkast valla.
140 Nógvir eru í vorum londum
konga synir og jalla,
girnast tann, ið onnur eigur,
tað man lukkast valla."
141 Hon hevði upp sína høgru hond,
gav Guðrunu høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.
142 "Tig tú Guðrun dóttir mín,
mangt má smæðin lissa,
betri var tó sjálv at biðja,
enn góðan mann at missa."
143 Guðrun gekk í kjallaran,
blandaði mjøð og vín,
og so mikið óminni
lat hon harútí.
144 Alt so mikið óminni
lat hon harútí,
bar so inn fyri Sjúrð hin unga,
bað hann drekka til sín.
145 Drekka fór so dýran dramm,
drakk av horninum leingi,
Sjúrður misti minni alt,
og bøta kann hann eingin.
146 Drekka fór so dýran dramm,
drakk av mjøðinum bjarta,
Sjúrður misti minni alt
og brúður úr Buðlungs hjarta.
147 Tá ið hann hevði drukkið,
greiddi hann aftur ker,
hann mintist ei á frú Brynhild
og ikki, hvar hann er.
148 Guðrun drakk tá afturímót
til tann dreingin mæta,
Sjúrði kom einki annað í hug,
enn Guðrunu vildi hann hava.
149 Tað er vonda frú Grimhild,
hon talar til dóttur sína:
"Gakk tú tær í skemmu inn
og reið fyri gesti tínum."
150 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
hann læt ikki leingi fresta.
151 Drukkið varð teirra brúdleypið
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Sjúrður og hans vív.
152 Fimti vóru voxljós brend
fyri teim vønu eingjum,
kongurin og hirðin øll
fylgdi teim at seingjum.
153 Sjúrður gekk í skemmu upp,
til Guðrunar vegin finnur,
frætti tað Brynhild á Hildarheyg,
nú rann henni ilt í sinni.
154 Brynhild gekk av Hildarheyg,
tað hitt væna vív,
kappin gisti Guðrunu,
men Sjúrður misti lív.
155 Brynhild fyri munni mælir,
tár á kinn man fljóta:
"Ikki skal Guðrun Júkadóttir
tann avrekskappa njóta."
156 Brynhild fyri munni mælir,
sorgartíð skal eg kalla:
"At hava tann, ið onnur ár,
tað skal lukkast valla."
157 Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
fóru sær út á vatn at tváa,
føgur vóru fljóð.
158 Árla var um morgunin,
sólin roðar í líð,
fóru sær út á vatn at tváa,
føgur vóru vív.
159 Møttust tær á miðjari leið
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleði bar,
og onnur harmin sjúka.
160 Møttust tær á miðjari leið,
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar,
og onnur harmin tunga.
161 Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,
hvør er snótin stríð:
"Hví man mín bróðir Gunnar kongur
ei eignast so vænt eitt vív?"
162 Tað var Guðrun Júkadóttir,
gjørdi so mangt av fári,
ei hon vildi nýta tað vatn,
sum rann av Brynhildar hári.
163 Hon gekk sær í ánna út,
sum fossurin rann stríður,
tí hon átti tann Sjúrð svein,
sum ein yvir allar ríður.
164 Guðrun leyp í ánna út,
sum fossurin rann harður,
tí hon átti Sjúrð svein,
sum høvur yvir allar bar.
165 "Henda sama reyða ring,
tú sært á armi mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
tað vann eg í stríði tínum."
166 Tí svaraði Brynhild Buðladóttir
av so tungum stríði:
"Fyri títt orð skal Sjúrður doyja,
um eg verði á lívi.
167 Tað at tú neytst tann mikla kappa,
tað var ei mítt ráð,
eg hevði ást við Sjúrða lagt,
áður enn tú hann sá."
168 "Sjúrður hevur tín moydóm spilt
og brotið Buðlans frama.
ríkum kongi tú gavt teg í vold,
og nú havi eg tann sama."
169 "Tú tarft ikki, falssnóta,
brigda mær tað svá,
fyri títt orð skal Sjúrður doyja,
um eg liva má."
170 "Ikki óttist eg hóttur tínar,
tó tú ert í orðum stív,
sá er eingin í Júkagørðum,
ið ræður um Sjúrðar lív."
171 Syrgjandi gekk frú Brynhild
í sín sal at sitja,
Gunnar kongur frægur og fúsur
hennar reið at vitja.
172 Brynhild gekk til seingina
á teirri somu grund,
nú tolir hon fyri Sjúrði
so vonda eina stund.
173 Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
á teirri somu stund,
sjálvur fór hann at vitja
hitt inniliga sprund.
174 "Tað er eingin hunskur riddari,
ið gjørt hevur sum tú,
tú hevur svikið fljóðið tað,
tú fyrstur lovaði trú."
175 "Hoyr tað mín hin veldiga søta
kenn mær einki um,
vendur varð mær hugurin
frá hesum ástum tínum."
176 Tað fyrsta Brynhild mundi
Sjúrð við eygum sjá,
tá mundi tað væna vív
eina unga dóttur fá.
177 Til tess svaraði Brynhild
fyrst á orði tá:
"Berið mítt barn á ánna út,
eg vil tað ikki sjá."
178 Tóku Áslu Sjúrðardóttir,
floyttu oman eftir á,
stórar áir og stríðir streymar
bóru hana londum frá.
179 Mangur hevir høttur notið
fyri fagurt vív,
nú er komið at efstu stund,
at Sjúrður missir lív.
180 Sjúrður var ein avrekskappi,
hann brá sítt svørð í droyra,
og honum voldu kvinnur deyða,
sum tær skulu fáa at hoyra.
181 Brynhild situr í sínum sali
við so tungum móði,
hvørki mátti mæla ella sitja,
hitt inniliga fljóðið.
182 Gunnar gekk í høllina inn
við hvøssum slíðraspjóti:
"Hann skal harðan deyða tola,
ið tær hevur gjørt ímóti."
183 "Tað var hon Guðrun, systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
tí hon hevur tann Sjúrð svein,
sum ein yvir allar ríður."
184 Brynhild lá í sínari song,
og Gunnar stóð fyri stokki,
yppist nú ráð av illari dáð,
so kaldur er kvinnu tokki.
185 "Ei fært tú nakað yndi av mær,
ei tarft tú ta trá,
fyrr tú hevur tann Sjúrð svein
tikið burt londum frá."
186 "Hoyr tað mín hin velduga søta,
tí vil eg einki trúgva,
at tú vilt honum Sjúrði unga
svik til handar snúgva."
187 Gunnar so til orða tekur:
"Nú man tað so verða,
Sjúrður er mín heitbróðir,
eg kann honum einki gera."
188 "Tú fært einki yndi av mær,
ei tarft tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrð við eygum sær,
so seint man angur lætta."
189 "Hoyr tað mín hin velduga søta,
tú elvir mær miklan vanda,
hvussu skal eg Sjúrð av lívi fá,
sum einki svørð kann granda."
190 Tí svaraði Høgni Júkason,
hann gjørdist í kinnum bleikur:
"Tað eru fullir fimtan vetur,
síðan vær framdum leik."
191 Brynhild setist í gullstólin,
frá man frættast víða,
nú skulu teir Júkungar
burt á skógin ríða.
192 Brynhild situr í stólinum,
spælir við gyltum knívi:
"Tit komið ei aftur í mína høll,
meðan Sjúrður er á lívi."
193 "Hoyr tað Brynhild Buðladóttir,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulum Sjúrð hin unga
av sínum lívi fá."
194 "Tit gevið Sjúrði salta krás
og hartil einki drekka,
ríðið so á skógin burt
alt fyri uttan ekka.
195 Tú bið hann býta saðil,
tú bið hann býta hest,
hav tú svik í hjartanum,
tú lat sum tú kant best."
196 Sjúrður gongur í høllina inn,
vænur er hann og vitur,
sum hon Brynhild Buðladóttir
fyri í stólinum situr.
197 Sjúrður stendur á hallargólvi
við gyltan skjøld í hendi,
Brynhild unga Buðladóttir
eyguni frá honum vendi.
198 Sjúrður so til orða tekur,
kappin tann hin reysti:
"Tá ið eg komi av skógi heim,
tá skal eg teg festa."
199 Til tess svaraði Brynhild,
í tungu var hon snjøll:
"Eg lovi ikki tógva kongar
báðar í somu høll."
200 Svaraði Brynhild Buðladóttir,
sorg um hjarta ber:
"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
tú festir ikki meg."
201 Tá var rómur í buðlungs høll,
sveinar ríða út.
Brynhild sat eftir í gyltum stóli,
hon fellir tár á dúk.
202 Buðli kongur til orða tekur
bæði av móði og ekka:
"Fáið Sjúrði hjálm og svørð
og hornið úr at drekka."
203 Eingin unnar so øðrum væl,
at sínum av man hyggja,
ikki skal Sjúrður Sigmundarson
longur í heiminum byggja.
204 Tí svaraði Buðli kongur,
hann heldur á ringinum reyða:
"Hoyr tað Brynhild, dóttir mín,
hví elvir tí Sjúrði deyða?
205 Minnist tú Brynhild, dóttir mín,
minnist tú ta tíð,
drótt tú Sjúrð av Norðlondum
ígjøgnum grøna líð.
206 Minnist tú tað Brynhild,
sæla dóttir mín,
tú drótt Sjúrð av Norðlondum
í Hildarheyg til tín."
207 Buðli kongur av sali gongur,
henda morgun snimma,
eftir situr Brynhild
við hond upp undir kinni.
208 Ríða teir á skógin burt,
Sjúrður í teirri ferð,
hann visti ei av svikunum
teir høvdu í ráðagerð.
209 Brynhild stendur í høllini,
sær hon út so víða,
Sjúrður frægi fyrstur og fremstur
fyri Júkungunum ríður.
210 Brynhild settist í gyltan stól,
av so miklari pínu,
møðig fellir hon tárini
á báðar armar sínar.
211 Brynhild grætur møðiliga,
tað hitt væna vív:
"Far væl Sjúrður Sigmundarson,
eg síggi teg ei á lívi."
212 Ríða teir í skógin burt,
glaðir fyri uttan ekka,
teir góvu Sjúrði salta krás,
og hartil einki drekka.
213 Drekka teir úr sínum horni
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar horn
heima á Júka lofti.
214 Drekka teir úr sínum horni
alt fyri uttan ekka,
Sjúrður situr á Grana baki,
nú lystir hann at drekka.
215 Drekka teir úr sínum horni,
glaðir fyri uttan sút,
Sjúrður loysir hjálmabond,
hann stígur úr saðli út.
216 Sjúrður sá ikki svikara vón,
hann steig úr saðli út,
skundaði sær at kelduni,
glaður fyri uttan sút.
217 Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.
218 Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í veit,
Gunnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.
219 Høgni stakk og Gunnar hjó
við hvøssum slíðraknívi,
teir gjørdu so mikið níðingsverk,
teir tóku Sjúrð av lívi.
220 Høgni stakk og Gunnar hjó
mest av Brynhildar ráðum,
hevði hann vitað av svikum fyrr,
maður var hann fyri báðum.
221 Tungan tók at mæla
bæði av ilsku og reiði:
"Hevði eg vitað av svikum fyrr,
maður var eg fyri fleiri."
222 Tungan tók at mæla,
har hann lá á vølli:
"Hevði eg vitað av svikum fyrr,
maður var eg fyri øllum."
223 Teir skiftu síni klæðini,
hvør við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.
224 Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hin snari Sjúrður
honum á herðar steig.
225 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
førdu hann heim á skildi,
tað hevur so mangur latið lív
helst av kvinnu veldi.
226 Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
løgdu Guðrunu á skeyt,
visti ei brúður hon vaknaði,
fyrr enn blóð um beðin fleyt.
227 Visti ei brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð á beði lá,
tað var ei so undarligt,
við sorg hon í tað sá.
228 Vaknaði Guðrun Júkadóttir,
læt hon so orðum fara:
"Síðst mundi eg, Gunnar kongur,
svikini av tær vara."
229 Guðrun setist upp undir seg,
strýkur sveita frá,
blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar høvdi lá.
230 Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tekur til orða svá:
"Eg skal hevna Sjúrðar deyða,
um eg liva má."
231 Guðrun gekk í loftið fram,
hon fór úr stakkinum reyða,
alla sína ævina
syrgdi hon Sjúrðar deyða.
232 "Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnalandi
skortar ei gullið reyða."
233 Svaraði Guðrun Júkadóttir,
av so tungum stríði:
"Tó skal eg hevna Sjúrðar deyða,
um eg verði á lívi."
234 Brynhild hevði so manga nátt
sovið á Sjúrðar armi,
nú hevði hon hans deyða volt,
kik springur hon av harmi.
235 Brynhild sprakk av harmi,
Sjúrður læt sítt lív,
tað man merkjast á ástini,
at Brynhild hon var fríð.
236 Brynhild sprakk av harmi
eftir Sjúrðar deyða,
teir bóru Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.
237 Tað er satt sum talað er,
at mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.
238 Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni,
so skal taka upp triðja tátt
og víðari leggja í minni.
CCF 1G [II]
TSB E 100
Uppruni: V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I”, 1851
Útgávur:
1. V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I” 1851 s. 16-36
1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band I, s. 196.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 88
Heimild: V. U. Hammershaimb. “Færøiske Kvæder I” 1851
E 100 Brynhildar táttur (Brynhild is deceived by Sigurd and has him killed)
Brynhild, dóttir Buðla, vil giftast við Sjúrði og bíðar eftir honum. Buðli byggir henni hús og ger vágaloga um tey. Tann maður, ið er førur fyri at fara ígjøgnum eldmúrin, skal ognast hana.
Sjúrður heldur av stað at leita hana upp. Hestur hansara Grani fer ígjøgnum eldin við honum, og Sjúrður finnur Brynhild og lovar henni trúskap. Hon ávarar hann ímóti svarta gandi Grimhildar.
Sjúrður fer, men gandur noyðir hann fram við bústaði Grimhildar, har hann hittir dóttur hennara, Guðruna. Sjúrður fær drykk, sum hevur við sær, at hann gloymir Brynhild og verður trúlovaður við Guðruni og skal giftast við henni.
Tá ið Brynhild frættir hetta, sigur hon við Guðruna, at Sjúrður má láta lív. Beiggi Guðruna, Gunnar, biður um Brynhild, og hon sigur honum, at hann fær seg bara, um hann drepur Sjúrð. Við svikaráðum drepa Gunnar og Høgni Sjúrð.
Guðrun svør hevnd, og Brynhild doyr av sorg.
á føroyskum: CCF 1 A: II, Ba: II, Bb: II, C ør. 101-254, D:II, E: II, G ør. 108-270, H: [II] (bert á føroyskum). Annar táttur av ”Sjúrðarkvæðunum”.