Skip to main content

Høgna táttur

 

alabama live homework help research paper referenceCCF 1D III

TSB E 55

 

1 Artala kongur í Húnalandi,

bróti úr bragdartátti,

festi Guðruna Júkadóttur,

ið Sjúrður snari átti.

 

2 Artala kongur í Húnalandi

vekir upp dreingir snarar:

“Nú skal eg festa Guðruna,

vit ríða í Júkagarðar.”

 

3 Artala kongur í Húnalandi

ríður fram yvir skógv,

úti Guðrun Júkadóttir

fyri honum stóð.

 

4 “Statt væl, Guðrun Júkadóttir,

tú unniliga sprund,

nú skínur sól á heiðin lond

ígjøgnum grøna lund.”

 

5 Artala kongur í Húnalandi

fer í farliga lund,

festi frúgv og førdi heim

tað hitt væna sprund.

 

6 Artala kongur í hallina gongur,

sigist í bragdartátti,

festi frúgv og førdi heim,

sum Sjúrður í forðum átti.

 

7 Guðrun gekk á bunkan fram,

siga má eg pá stand,

hana førdi kongurin

við sær til Húnaland.

 

8 Guðrun var leingi á Húnalandi,

kinn bar hon so reyða,

nú legði hon ráðini á

at hevna Sjúrðar deyða.

 

9 Artala kongur í Húnalandi

blandar mjøð og vín,

býður so øllum Júkungum

at drekka heim til sín.

 

10 Guðrun býður brøðrum sínum,

letur ikki seinka,

sterkar hurðar fyri hallina,

og fast við jarni leinkja.

 

11 Guðrun býður brøðrum sínum,

letur ikki gloyma:

setir fyri hallar dyr,

so fast við jarni soyma.

 

12 Guðrun gongur út og inn,

letur blanda vín,

Høgnar, Gunnar og allar brøður

letur hon heinta til sín.

 

13 Høgnar gekk í hallina inn,

heldur á búnum brandi:

“Nú lystir meg á Húnaland

at drekka tann mjøðin blandi.”

 

14 Grimhild so til orða tekur,

tykir í tí tortur:

“Um tú fert á Húnaland,

ikki kemur tú aftur.”

 

15 Høgnar stendur fyri breiðum borði

tungan mælir snimma:

“Tó skal eg á Húnaland,

sigur av kappum vinna.”

 

16 Grimhild so til orða tekur,

tykir í tí mein:

“Um tit fara á Húnaland,

eingin kemur heim.”

 

17 Høgnar stendur á hallargólvi,

hann klæddist í brynju blá:

“Tó skal eg á Húnaland,

standist hvat av, ið má!”

 

18 “Meðan tú fert á Húnaland,

lat nú tað so gera:

Gíslar og hann Jarnar

teir skulu heima vera.

 

19 Meðan tú fert á Húnaland

at drekka mjøð og vín,

Gíslar og Jarnar verða eftir

báðir hjá móður sín.”

 

20 Tað var Høgnar Júkason,

tungu hann á so snjalla:

“Gíslar og hann Jarnar

teir skulu tá gjalda.”

 

21 Gíslar og hann Jarnar,

Júkungarnir báðir,

fara sær á Húnaland

ímót sín móður ráðum.

 

22 Gíslar og hann Jarnar,

Júkungarnir tveir,

fóru sær á Húnaland,

fátt kann forða feigum.

 

23 Upp stóð Grimhild drotningin,

hin svinna og hin sæla:

“Kvittar tú á Húnaland,

lat meg fylgja tær!”

 

24 “Eg kann ei síggja, mín sæla móðir,

at tíni eygun gráta,

báran brýtur á blóman tín,

tað kann eg ikki sjá.”

 

25 Svaraði Grimhild drotningin

í fyrsta orði tá:

“Tak tú hetta rúnarkelvi

og passa væl uppá.

 

26 Tak tú hetta rúnarkelvi,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sútir rinda.”

 

27 Tað var Høgnar Júkason,

ríður út við strand,

møtti honum ein sævarkvinna

á tann hvíta sand.

 

28 “Hoyr tú inda, sævarkvinna,

sig mær dømin mein,

um eg fari á Húnaland,

komi eg heilur heim?”

 

29 “Hoyr tú, Høgnar Júkason,

eg sigi tær dømin mein,

um tú fert á Húnaland,

ikki kemur tú heim.”

 

30 Tað var Høgnar Júkason,

sínum svørði brá,

hann hjó hesa sævarkvinnu

sundur í lutir tvá.

 

31 Tekur hann hennara blóðiga høvur,

kastar út á sund,

skjýtur hann kroppin eftir,

sukku bæði til grund.

 

32 Tað var Høgnar Júkason,

ríður hann út við strand,

møtti hann einum sævarmanni

á tann hvíta sand.

 

33 “Hoyr tú inda, sævarmaður,

sig mær í tí satt,

fari eg á Húnaland,

komi eg heilur aftur?”

 

34 “Hoyr tú, Høgnar Júkason,

tað man eg siga satt,

um tú fert á Húnaland,

um tað tú kemur aftur.”

 

34 So letur Høgnar Júkason

byggja skipini sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

36 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

um hann siglir í fimtan vetur,

skortar hann ei nógv.

 

37 So letur Høgnar Júkason

byggja skipini prúð,

bæði letur hann á tey laða

línið og so skrúð.

 

38 Hann læt knør av lunni draga,

oman úr tøttum neysti,

tá stóð fast í kjalborðum,

fram leyp knørurin reysti.

 

39 Høgnar læt av lunni ganga

sína glæstriskeið,

skipini hildu í havið út,

falkurin drívur á leið.

 

40 Bræddir vóru brandar,

og skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

41 Bræddir vóru brandar,

og borðini vóru ný,

forgylt leika veðurleið

upp í miðal ský.

 

42 Høgnar vindur segl í rá,

letur so orðum svara,

grátandi vendi Grimhild drotning

aftur í Júkagarðar.

 

43 So grætur Grimhild drotningin,

tað hitt væna vív:

“Far væl, Høgnar, sonur mín,

eg síggi teg ei í lívi.”

 

44 Grimhild fyri munni mælir,

Høgnar reisir á ferð:

“Eg kenni væl Guðruna dóttur mín,

er roynd í ráðagerð.”

 

45 Høgnar talar til Gunnar kong,

alt foruttan sút:

“Vit vinda nú segl í húna hátt,

vit seta í havið út.”

 

46 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við ráum brann,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn við Húnaland.

 

47 Ein kom maður í hallina inn,

sum teir drukku vín:

“Eg síggi skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín.”

 

48 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera má Høgnar Júkason

at vitja systur sín.”

 

49 Guðrun gekk í grasagarði,

reyðargull á hendi,

ramar risti hon rúnirnar,

tær út í havið sendi.

 

50 Svaraði tá ein so lítil svein,

tóktist komin í vanda:

“Hvaðan eru hesir avrekshestar,

ið eftir sjónum ganga?”

 

51 “Hetta eru eingir hestar,

hóast tað sýnist tær,

hetta er Guðrunar illgerningar,

sendar móti mær.”

 

52 Guðrun gongur í grasagarði,

reyðargull á hendi,

loysir út tær ørnir tvær,

út í havið sendi.

 

53 Ørnir tvær av landi komu,

setast á saltan sjógv,

vaksa tekur veður í ský,

aldan brýtur á lógv.

 

54 Tá var veður á sjónum hart,

bylgjan reisti frá grunni,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

sum ónda gerning kundi.

 

55 So var veður á sjónum hart,

at sandur á tilju lá,

aldan lá úr øllum ættum,

fell á bylgjan blá.

 

56 So var veður á sjónum hart,

tá ið Høgnar stóð til stýri,

Gunnar kongur í lyfting gongur,

tá følnaðu dreingir dýrir.

 

57 So var veður á sjónum hart,

ógvuligt at á líta,

stýrir so Høgnar Júkason,

at frá dró mjøllin hvíta.

 

58 So var veður á sjónum hart,

tað brakar í borð og bondum,

sundur gingu jarnárar

báðar í Høgna hondum.

 

59 Tað var Høgnar Júkason,

hann studdist fram á spjót:

“Tó skal eg á Húnaland,

hóast ódnin stendur ímót.”

 

60 Høgnar tók sítt rúnarkelvi,

kastar út fyri borð,

ikki mátti illgerning vaksa,

megnað vóru hans orð.

 

61 Hann tók upp sítt rúnarkelvi,

kastar út á sjógv,

minka tók tá aldan,

tað stiltist væl á lógv.

 

62 Tað var Høgnar Júkason,

kastar sítt kelvi so hart,

tá ið tað kom í sjógvin niður,

bleiv tað stilt og klárt.

 

63 Tá ið teirra snekkja

hon kendi fagurt land,

kasta teir sínum akkerum

á tann hvíta sand.

 

64 Kasta teir sínum akkerum

á tann hvíta sand,

fyrst steig Høgnar Júkason

sínum fótum á land.

 

65 Fyrst steig Høgnar Júkason

sínum fótum á land,

Gíslar og Jarnar og Gunnar kongur

undir hans høgru hond.

 

66 Gingu teir frá strondum niðan,

so er greitt fyri mær,

síðan allir Júkagarpar

niðan í grasagarð.

 

67 Uppi miðjum grasagarði

teir aksla síni skinn,

og so búnir gingu teir

í høgar hallir inn.

 

68 Uppi í miðjum grasagarði

teir klæddust í brynju dýra,

gingu so í høgar borgir

Júkagarpar fýra.

 

69 Uppi í miðjum grasagarði

teir bóru tungu snjalla,

gingu so í høgar borgir

Júkagarpar allir.

 

70 Tað var Høgnar Júkason,

hann inn um dyrnar steig,

hann sá tað á Guðrunu,

at ilt undir kinnar beið.

 

71 Tað var Høgnar Júkason,

hann inn um dyrnar hyggur:

“Eg síggi tað á Guðrunu,

at ilt undir kinnar byggir.”

 

72 Guðrun so til orða tekur:

“Vit eru nú her aleina,

fáið mær bæði skjold og svørð

øllum tykkum at goyrna!”

 

73 Svaraði Høgnar Júkason,

hann heldur á búnum knívi:

“Frá mær leggi eg ikki skjold og svørð,

so leingi eg eri á lívi.”

 

74 Guðrun so til orða tekur,

bar hon tungu snjalla:

“Minnist tú nakað á Sjúrða unga,

tú førdi mær til hallar?”

 

75 Guðrun so til orða tekur,

bar um hjarta trá:

“Enn var Sjúrður frægari,

í gullsaðli lá.”

 

76 Høgnar mælir fyri munni sær,

lítur á ringar sínar:

“Ei er blítt á brúnarskoru,

minnist á Sjúrðar lík.”

 

77 Inn kemur Guðrun árla morgun,

ilt er skap at eggja,

borð stóð breitt við silkidúk,

og bjór fyri reystar seggjar.

 

78 Inn kom Guðrun árla morgun

við hóv og hyggið orð:

“Kasta nú vákn og herklæði,

tær stígið yvir borð!”

 

79 Svaraði Høgnar Júkason,

hann bar dreingja maka:

“Sjálvir skulum vit váknum goyma,

okkum til at taka.”

 

80 Svaraði Høgnar Júkason,

hann er ein nýtur drongur:

“Sjálvir skulum vit váknum goyma

at vita, ið hvøssu gongur.”

 

81 Drukku teir í Húnalandi

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín

glaðir á hvørjum sinni.

 

82 Drukku teir í Húnalandi

bæði við gleði og gaman,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertir saman.

 

83 Drekka teir í dagar tríggjar

bæði við gleði og gleim,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertir teim.

 

84 Guðrun lokkar sín unga son

við so miklum mæti:

“Eg skal geva tær gull og fæ,

stillar tú Høgnar av kæti.”

 

85 Guðrun lokkar sín unga son,

við duldum hon hann bað,

hann gekk sær at borðinum,

sum Høgnar fyri sat.

 

86 Guðrun lokkar sín unga son,

í duldum hon hann dró,

hann hevði upp sína høgru hond,

Høgnar á nasar sló.

 

87 Sveinur var ungur á aldrinum,

hann taldi ið tað hon bað,

hann gekk aftur at borðinum,

sum Høgnar fyri sat.

 

88 Hann gekk aftur at borðinum,

Høgnar á nasar sló,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

drykkjan varð óró.

 

89 Høgnar rann tað heita blóð

bæði um nasar og munn,

kappin varð so illa við,

hann ikki við slíkt kundi.

 

90 “Eg fái ikki á Húnalandi

drukkið tann mjøðin við andi,

ótøkk havi tann móðirin,

ið so sín son upp vandi.”

 

91 Tað var hann Høgnar Júkason,

reiður borðum vendi,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi rendi.

 

92 Tað var Høgnar Júkason,

reiður borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

93 Høgnar leyp um borðið fram,

er mær greint ífrá,

uttarlaga á hallargólvi

komst hans fótur á.

 

94 Høgnar fram um borðið leyp

við berum spjóti í hendi,

mækin sneiddi búk og bein,

ígjøgnum sveinin rendi.

 

95 Tað var Høgnar Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv Guðrunar unga son

sundur í lutir tvá.

 

96 Guðrun gekk fyri Artala kong,

sigur honum frá:

“Deyður er okra ungi sonur,

mest av Høgna ráð.

 

97 Eg man ei í Húnalandi

longur fyri tær stýra,

um tú gert ikki nakrar sømdir

eftir tann dreingin dýra.”

 

98 “Hoyr tú tað, mín veldiga søta.

lat nú tað so vera,

sjálvur er hann fostbróðir mín,

eg kann honum einki gera,”

 

99 “Tú skalt ikki, Artala kongur,

longur ríki stýra,

vilt tú ongar sømdir taka

eftir tann dreingin dýra.”

 

100 “Hoyr tú, Guðrun, søta mín,

tað vil eg ei trúgva,

at tú vilt tínum brøðrum

svik til handar snúgva.

 

101 Tá ið teir vógu Sjúrða svein,

Guðrun søta mín,

tá vóru Gíslar og Jarnar børn

heima hjá móður síni.”

 

102 Guðrun so til orða tekur:

“Tað skal eg nú valda,

Gíslar og hann Jarnar ungi

báðir skulu gjalda.”

 

103 “Tað er einki eykarverk

at ganga Høgnar ímóti,

hvar hann kemur í viggj at standa.

har hevur hann høvur á spjóti.

 

104 Hoyr tú tað, mín veldiga søta,

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vit skulu teir miklu menn

burtur av lívi fá!”

 

105 “Taka skal tríggjar aldirshúðir,

rýða tær í blóði,

falla so tungt á Júkagarpar,

troyttir av miklum móði.”

 

106 Guðrun stendur fyri breiðum borði,

mælir um tann vanda:

“Nú skulu tit, Júkagarpar,

á aldirshúðir ganga!”

 

107 Upp steig Høgnar Júkason,

tungu bar hann so snjalla,

talar yvir breiðum borð

fyri teir brøður allar.

 

108 Upp steig Høgnar Júkason,

ið blandað hevði vín:

“Gíslar og Jarnar farið báðir

aftur til móður sín.”

 

109 Upp steig Høgnar Júkason,

letur so orðum svara:

“Gíslar og Jarnar farið báðir

aftur í Júkagarðar!”

 

110 Guðrun stendur fyri breiðum borði,

mælir um tann vanda:

“Gíslar og hann Jarnar ungi,

allir skulu ganga.”

 

111 Gíslar og hann Jarnar

mundu á húðir ganga,

allir sóu teir falla niður,

eingin sá teir upp standa.

 

112 Guðrun stendur fyri breiðum borði.

mælir um tann vanda:

“Nú skal Gunnar bróðir mín

aftur á húðir ganga.”

 

113 Tað Gunnar Júkason var,

hann mundi á húðir ganga,

allir sóu hann falla niður,

eingin sá hann upp standa.

 

114 Guðrun stendur fyri breiðum borði.

kinn bar hon so balda:

“Nú skal Høgnar bróðir mín

aftur á húðir ganga.”

 

115 “Betri var í Júkagørðum

drekka mjøðin blandi,

enn ganga har á aldirshúðir

og standa í stórum vanda.”

 

116 Høgnar tekur brandin tá,

tað vil eg fyri tygum tína,

gongur so í loftið fram,

hann mintist á móður sína.

 

117 Upp steig Høgnar Júkason,

heldur á dragið svørð:

“Eg skal ganga á aldirshúðir

og vita, hvussu fer.”

 

118 Høgnar gekk á aldirshúðir,

mundi tað so vera,

ikki bar tá fóturin við,

tað tykti hann einki at gera.

 

119 Tað var Høgnar Júkason,

hann ræð yvir húðir støkka:

“Ei mundi eg í Húnalandi

fyrstur undan røkka.”

 

120 Tað var Høgnar Júkason,

hann tekur við húðir at støkka:

“Ei man eg í Húnalandi

tann fyrsti undan røkka.”

 

121 Høgnar leyp yvir húðina,

hann var ei deyðan verð,

hann kom niður á grønan vøll,

studdist við skjold og svørð.

 

122 Guðrun kemur út árla morgun,

gramt var henni í huga,

heilan sær hon Høgnar standa,

ei hava ráðini dugað.

 

123 Hon gløir við eygum og glettir á tenn,

við kjaftinum mundi gapa,

gjarna vildi hon Høgna gloypt,

ei má tað henni bata.

 

124 Høgnar stendur í grasagarði,

bindur upp hjálmin sín:

“Áðrenn dagur at kvøldi kemur,

drekka vit blóð sum vín.”

 

125 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði Guðrun Júkadóttir

brynjað út hundrað tólv.

 

126 Árla var um morgunin,

sólin skein á grótið,

tað var Høgnar Júkason,

hann ríður teim øllum ímóti.

 

127 Tað var Høgnar Júkason,

ríður teim øllum ímóti,

búkar fullu á jørðina,

sum teir varpa gróti.

 

128 Høgnar ríður í bardøgum,

roynir góðar gripir,

niður feldi hann kongins menn.

tíggju fyri hvørji sipan.

 

129 Vigið fekk hann Húnamenn

við svørð og bitrar eggjar,

tað var Høgnar Júkason

hann hopar til hallarveggjar.

 

130 Guðrun kemur út árla morgun.

sól tók fagurt at branda,

heilan sær hon bróður sín

á leikvøllinum ganga.

 

131 Guðrun so til orða tekur,

sólin brá so víða:

“Hoyr tú, Høgnar bróðir mín,

tú skalt á skógvin ríða.

 

132 Tú skalt ríða á skógvin burtur,

eystur um Lindará,

har skalt tú tey undur síggja,

sum tú í forðum vá.”

 

133 Árla var um morgunin,

sólin fagurt rann,

tað var Høgnar Júkason,

hann ríður á skógvin fram.

 

134 Høgnar ríður á skógvin fram,

eystur um Lindará,

har mundi hann tey undur síggja.

hann í forðum vá.

 

135 Har sá hann tann stóra hest

leypa sær á grunnum,

voldi tað Guðrun Júkadóttir,

ið illgerning kundi.

 

136 Høgnar ríður á grønum vølli,

víða um seg sá,

mikið var tá Sjúrðar lík,

í gullsaðlinum lá.

 

137 Tungan tók at tala,

letur so orðum víkja:

“Illa gjørdi tú, Høgnar, tað,

tú vart við meg at svíkja.

 

138 Mær unti Brynhild Buðladóttir,

tað hitt væna vív,

mær unti Guðrun Júkadóttir,

harfyri læt eg lív.

 

139 Tað var Brynhild Buðladóttir,

sprakk eftir mín deyða,

skiftaði Guðrunu gull og fæ

og mangar ringar reyðar.

 

140 Hoyr tú, Høgnar Júkason,

ríð nú til hallar heim,

eg fari mær á heiðin skógv,

so eru míni mein.”

 

141 Guðrun kemur út árla morgun,

sólin brann so víða,

sær hon Høgnar Júkason

aftur av skógvi ríða.

 

142 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði Guðrun Júkadóttir

brynjað út hundrað tólv.

 

143 Árla var um morgunin,

sólin skein á grótið,

tað var Høgnar Júkason,

hann ríður teim øllum ímóti.

 

144 Tað var Høgnar Júkason,

hann ríður teim øllum ímóti,

búkar fullu á jørðina niður,

sum teir varpa gróti.

 

145 Høgnar ríður í bardøgum,

roynir góðar gripir,

niður fellir kongins menn,

tíggju fyri hvørji sipan.

 

146 Hundar túta, úlvar goyggja,

ørnin hyggi læsti,

hundrað heilt og hartil hálvt

tey fullu í annað kastið.

 

147 Høgnar ríður í bardøgum

eina morgunstund,

fellir niður tólv hundrað

glaður í grønari lund.

 

148 Høgnar ríður í bardøgum

í eina morguntíð,

fellir niður tólv hundrað

glaður í grønari líð.

 

149 Høgnar ríður í bardøgum,

hetta man lítið bata,

tað, ið hann um dagin vegur,

villir hon upp um nætur.

 

150 Høgnar ríður í bardøgum,

har yppist ein illur siður:

“Tí leiðist mær í Húnalandi

at høgga teir trælir niður.”

 

151 Tað var Guðrun Júkadóttir,

krevur sveinin sín:

“Gakk teg eftir Longugevu,

bið hana koma til mín.”

 

152 Tá ið Guðrun Júkadóttir

helt sær at tí gaman,

meiri Høgnar sundur høgdi,

fastari runnu teir saman.

 

153 Sveinur var ungur á aldrinum,

beinini hann bar

hagar upp til landanna,

sum Langageva var.

 

154 Tað var Guðrunar ungi son,

heim í garðin fór,

úti reysta Langageva

fyri honum stóð.

 

156 “Vælkomin, Guðrunar ungi svein,

higar heim til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

157 “Mær er ei um brúna mjøð,

minni um klára vín,

tað er Guðrun Júkadóttir,

biður teg koma til sín.”

 

158 So klæddist hann í klæði,

brynju og svørð hann bar,

reið sær so í garðin heim,

sum Guðrun fyri var.

 

158 Møtti hann Høgnar Júkason,

tá hann kom á leið,

hann hevði upp sín búgvin brand,

aktaði hans høvur at sneiða.

 

159 Tað var Høgnar Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystu Longugevu

sundur í lutir tvá.

 

160 Guðrun kom út árla morgun.

sær hon út so víða,

hon sær Høgnar bróður sín

á leikvøllinum ríða.

 

161 Tað var Guðrun Júkadóttir,

heitir á smásvein sín:

“Gakk til Tíðrik Tatlarason

og bið hann koma til mín.”

 

162 Sveinur fór á skógvin burtur

við hóv og hyggið orð:

“Guðrun bað tygum koma til sín

at drekka yvir borð.”

 

163 Tað var Guðrun Júkadóttir,

hon letur blanda vín,

býður so Tíðriki Tatlarasyni

í hallina inn til sín.

 

164 “Vælkomin, Tíðrikur Tatlarason,

fullvæl eg á teg troysti,

hevði tú Høgnar av lívi tikið,

tað var eitt manndómsroysni.”

 

165 “Hoyr tú, Guðrun Júkadóttir,

eyka mær ei tann vanda,

hvussu skal eg móti Høgnari stríða.

ið einki vákn kann granda?”

 

166 “Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,

tú ert ein kempa so sterk,

hevði tú Høgnar av lívi fingið,

tað var eitt manndómsverk.”

 

167 “Tað er einki eykarverk

at ganga Høgnar ímóti,

hvar ið hann kemur í vágarvøll,

har hevur hann høvur á spjóti.

 

168 Tað er ikki ein ella tveir,

standa í tí verki,

eingin møtir honum á jørð,

deyður er Sjúrður sterki.”

 

169 Tíðrikur upp frá borði stígur,

hann tekur um brandin svarta:

“Eg vinni einki á Høgnari.”

Tá gránaði drotning bjarta.

 

170 “Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,”

brúður mælir av kvíða,

“eg gevi tær bæði gull og fæ,

Vilt tú mót Høgnari ríða.”

 

171 Upp stóð Tíðrikur Tatlarason,

hann heldur á dragið svørð:

“Flúgva skal eg í loftið fram

og vita, hvussu fer.”

 

172 Tíðrikur hvarv úr gørðum burtur,

hann var maðurin versti,

hann kom aftur í øðrum sinni

á kolsvørtum hesti.

 

173 Tíðrikur hvarv úr gørðum burtur,

fáir finnast slíkir,

hann kom aftur í annað sinni

og fleyg í dreka líki.

 

174 Tíðrikur fleyg í loftið fram

við sínar stinnu streingir,

Høgnar stendur í tungum stríð,

hann ristir reystar dreingir.

 

175 Høgnar ríður á grønum vølli

tað bara stál at klúgva,

sær hann Tíðrik Tatlarason

í loftinum at flúgva.

 

176 Høgnar tók sítt góða svørð,

hann skjýtur tað lið av hendi,

hann vendi sítt svørð í loftið fram,

ígjøgnum Tíðrikin rendi.

 

177 Tá ið hann eftir jørðini fór,

var hann sum sótið svarta,

hann hevði mongum manni bágað.

nú stóð brandur í hjarta.

 

178 Eitur spýði tann svarti dreki

niður á Høgna brynju,

hann varð ei við váknum vigin,

fyri tað læt hann synja.

 

179 Tungt er tað í heiminum

stórar sorgir at bíða,

eitur bar hann í brynju síni,

so fast í hjarta man svíða.

 

180 Høgnar so til orða tekur,

nú berjist ikki longur:

“Eitur gongur at hjartanum.”

Tá følnaði nýtur drongur.

 

181 Fallnir eru Húnamenn

við svørð og bitrar eggjar,

tá hopaði frægi av Júkagørpum

so fast til hallarveggjar.

 

182 Guðrun kemur út árla morgun,

gramt var henni í huga,

heilan sær hon Høgnar standa,

ei hevði svikurin dugað.

 

183 Høgnar hopaði at hallarveggi,

brandin yvir seg bar.

Guðrun stendur í grasagarði,

hon tennur saman skar.

 

184 “Hoyr tú, Guðrun systir mín,

tað skalt tú mær lova,

læna mær Helvík jalsins dóttur

í nátt á armi sova!

 

185 Ikki havi eg fingið sár,

og grið vil eg ei tiggja,

lænið mær eina jalsdóttur

í nátt á armi at liggja!”

 

186 Høgnar so til orða tekur:

“Tann grið vil eg av tær tiggja,

læna mær Helvík jalsins dóttur

í nátt á armi at liggja!”

 

187 Guðrun so fyri munni mælir,

kinn bar hon so reyða:

“Fáa skalt tú jalsins dóttur,

tú gongur nú snart til deyða.”

 

188 Hon fekk honum Helvík jalsins dóttur

at sova á armi hjá,

gat við henni ungan son,

sum søgur ganga frá.

 

189 Hann gat við frúnni ungan son

á teirri somu nátt,

Høgnar risti rúnirnar,

og tær munnu lesast brátt.

 

190 “Tú manst ognast ein ungan son,

Aldrias skalt tú kalla,

eg gevi honum tað búna svørð,

ið faðir mín søkti úr fjalli.

 

191 Eg gevi honum silvur og gull

og mangar ringar reyðar,

statt tá væl og manniliga!

Hann hevnir sín faðirs deyða.

 

192 Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir.

hvat eg nú sigi til tín,

síggj so til, um ei langa tíð

hann hevnir faðir sín.

 

193 Hoyr tú, Helvík, jalsins dóttir,

eg sigi tey orðin brátt:

nú hevur kongurin sveinsbarn gitið

á hesari somu nátt.

 

194 Tú manst ognast ungan son,

Guðrun vil hann pína,

tak tú hennara unga son

og legg í vøggu tína!

 

195 Hoyr tú, Helvík, jalsins dóttir,

brúka nakra list,

lat mína systur Guðruna

um dyrnar ganga fyrst!

 

196 Hoyr tú, Helvík, jalsins dóttir,

eg sigi tær satt ífrá:

tá ið svein er tólv ár gamal,

tú gakk fyri Lindará!

 

197 Hoyr tú tað, mín veldiga søta,

eg tali tey orð til tín:

tá ið tín son er tólv ár gamal,

tá kennir hann móður sín.

 

198 Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

tínar sútir rinda.”

 

199 Tá segði Høgnar Júkason:

“Nú verður ikki longur,

eitur gongur at hjartanum.”

So følnaði nýtur drongur.

 

200 Høgnar leyt tá láta lív,

búðu um hann sum dreyg,

vældu nú um so virðiliga,

løgdu lík í heyggj.

 

201 Helvík leyt at síggja á,

at Høgni mundi doyggja,

síðan gróv hon tann dreyg í heyggj,

sum dreingir dalin hoyggja.

 

CCF 1D III

TSB E 55

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók, fyri 1854. AM Access. 4a, no. 33.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 127.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 109

 

Heimild: Fugloyarbók

E 55 Høgna táttur 1 (Gudrun gets revenge for Sigurd’s death by killing her brothers)

Guðrun verður gift við Artala kongi. Hon vil hava hevnd yvir deyða Sjúrðar og býður brøðrum sínum í veitslu. Mamma teirra, Grimhild, ávarar teir, og somuleiðis eitt fólk, teir hitta á vegnum, men teir lurta ikki eftir.

Teir koma vegin fram og verða bodnir til borðs hjá systrini. Hon hevur koyrt eitur í drykkir teirra, men Høgni varnast tað. Guðrun lokkar sonin at sláa Høgna undir vangan, og Høgni fer á føtur og drepur dreingin. Guðrun eggjar Artala til at drepa brøður sínar, hon nýtir gand, og alllir verða dripnir uttan Høgni. Ein stríðsmaður umskapar seg til ein dreka og goysir eitur á Høgna, sum kennir á sær, at hann er um at doyggja.

Hann biður dóttur ein jall, Helvík, sova hjá sær, áður enn hann doyr. Hann sigur henni, at hon fer at eiga son. Hon má geva honum Høgna navn, og hann fer at hevna deyða faðirs sín.

á føroyskum: CCF 1 A: III, Ba: III ør. 1-97, Bb: III, C ør. 255-346, D: III, E: III ør. 1-211, G ør. 271-367, H: [III] ør. 1-213 (bert á føroyskum). Triði táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.