Skip to main content

Høgna táttur

 

danksagung dissertation englisch order resume online giftsCCF 1E III

TSB E 55

 

1 Brynhild unti Sjúrða væl,

hon sprakk eftir hans deyða,

Guðrunu skiftu teir gull og fæ,

nógvar ringar reyðar.

 

2 Guðrun situr í Júkagørðum,

sorgina ber so tunga,

hon lovast ongum edilingi

eftir tann Sjúrða unga.

 

3 Guðrun situr í Júkagørðum

við trega tunga og mein,

hon lovast ongum edilingi

eftir Sjúrða sveini.

 

4 Guðrun situr í Júkagørðum,

glógvar í gulli reyða,

hon lovast ongum edilingi

eftir Sjúrða deyða.

 

5 Artan gongur í hallina inn,

bað saðla sær hestin snara:

“Nú skal eg festa Guðruna,

ríða í Júkagarðar.”

 

6 Artan gongur í hallina inn,

ið gull bar seg í hand:

“Nú skal eg festa Guðruna,

ríða í Júkaland.”

 

7 Árla var um morgunin,

ið sólin roðar á tanga,

síggja eina so mikla kempu

at borgararmi ganga.

 

8 Árla var um morgunin,

sólin roðar í ský,

síggja eina so mikla kempu

ríða í randarný.

 

9 Guðrun situr yvir breiða borði,

henni kom so mangt í huga,

teir ganga bæði út og inn

hesa kempu at skoða.

 

10 Guðrun so til orða tekur,

skortar hon ikki fíggja:

“Eg skal meg av høllini út

hesa kempu at síggja.”

 

11 Guðrun gekk av høllini út

við so nýtum orðum:

“Tað glógvar so gull á hasi kempu,

sum Sjúrður reið í forðum.”

 

12 Guðrun gekk av høllini út,

var klædd í kyrtil grøn:

“Av gulli glógvar kempan handa,

saðil og galtagjørð.”

 

13 Artan gongur í hallina inn,

bæði er hann vænur og vitur,

sum hon Guðrun Júkadóttir

yvir breiðum borði situr.

 

14 Guðrun so til orða tekur,

tað er ei at dylja:

“Hvat eru tíni ørindi,

hvat tykist tú vilja?”

 

15 Artan so til orða tekur,

hann mælir av tungum trega:

“Tað eru míni ørindi,

Guðruna, teg at biðja.”

 

16 Guðrun situr yvir breiða borði.

glógvar í gulli reyða:

“Eg lovist ongum edilingi

eftir Sjúrðar deyða.”

 

17 Guðrun situr yvir breiða borði,

ið sorgina ber so tunga:

“Eg lovist ongum edilingi

eftir tann Sjúrða unga.”

 

18 Artan stendur á hallargólvi,

gerst nú nýtin drongur:

“Sig mær antin nei ella ja,

eg biði teg ikki longur.”

 

19 Leingi sat Guðrun Júkadóttir,

hugsaði um tað tá,

hon hevði lovað at hevna Sjúrða,

so leingi hon liva má.

 

20 Guðrun so til orða tekur,

tikin til góðar at evna:

“Hvussu heitur tú, ungi maður,

hvussu skal eg teg nevna?”

 

21 Artan so til orða tekur,

ið gull bar seg á hand:

“Hetta er reystur Artan kongur,

ið ræður for Húnaland.”

 

22 Guðrun steig upp skundiliga,

hon rætti fram ljósa hand:

“Gjarna fylgi eg tær, Artan kongur,

aftur í Húnaland.”

 

23 Guðrun steig upp skundiliga,

hon rættir hond yvir borð;

fagurt var at lýða á

teirra festarorð.

 

24 Artan stendur á hallargólvi,

hann fellur upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Guðruna

til ektar festi sær.

 

25 Artan kongur í Húnalandi,

brýtur í bragdartátti,

nú festir hann frúnna Guðruna,

sum Sjúrður í forðum átti.

 

26 Artan klæðist árla morgun,

ið gull ber seg á hand,

og hana frúnna Guðruna

hann førir á Húnaland.

 

27 Artan klæðist árla morgun,

so er greint fyri mær,

og hana frúnna Guðruna

hann førir í høll við sær.

 

28 Livdu saman í ríkinum

alt foruttan mein,

áttu børn, ólu av sær

unga sonin ein.

 

29 Livdu saman í ríkinum,

teirra gleði veks,

áttu børn, ólu av sær

ungar synir seks.

 

30 Guðrun er á Húnalandi

av so tungum stríði,

nú leggur hon ráðum saman

at fáa Høgna av lívi.

 

31 Tað er hon Guðrun Júkadóttir.

bryggjar og blandar vín,

Høgni og Gunnar og allar brøður

býður hon heim til sín.

 

32 Gunnar gongur í hallina inn,

hann letur so orðum stýra:

“Nú skulu vit til Húnalanda,

Júkagarpar fýra.”

 

33 Gunnar gongur í hallina inn,

sigur síni móður frá:

“Nú fara vit til Húnalanda,

tað standist hvat av, ið má!”

 

34 Svaraði Grimhild móðir teirra:

“Mær tykir tað ongan gleim,

at tygur ríða í Húnaland,

ið eingin kemur heim.”

 

35 Svaraði Grimhild móðir teirra:

“Mær tykir tað eingin tattur,

at tygur ríða í Húnaland,

ið eingin kemur aftur.”

 

36 Jernar og hann Beinir,

junkararnir báðir,

ríða seg til Húnalanda

ímót teirra móður ráði.

 

37 Gernar og hann Beinir,

junkararnir tveir,

ríða seg til Húnalanda,

fátt kann forða feigð.

 

38 Sólin skín á heiði hørðu,

hon skyggir á skjoldið fríða,

so var sagt, at Gunnar kongur

hann skuldi undan ríða.

 

39 Tað er Høgnir Júkason,

hann ríður seg fram við strond,

møtir hann eini sævarkvinnu

á teim hvítu sondum.

 

40 “Heil og sæl, mín sævarkvinna,

sig mær av tí satt,

eg ríði meg á Húnaland,

komi eg heilur aftur?”

 

41 “Hoyr tað Høgnir Júkason,

eg sigi tær av tí satt,

ríður tú á Húnaland,

ikki kemur tú aftur.”

 

42 Tað var Høgnir Júkason,

sínum svørði brá,

hann kleyv hesa sævarkvinnu

sundur í lutir tvá.

 

43 Tekur hann hennara blóðuga høvur,

hann skjýtur tað út á sund,

kroppin skjýtur hann eftir,

nú sukku bæði til grund.

 

“Ligg nú, tú ónda vættur,

tín hin ónda kvinna,

eg skal ríða á Húnaland,

sigur av kempum vinna.”

 

45 Tað er Høgnir Júkason,

hann ríður seg fram við strand,

møtir hann einum sævarmanni

á teim hvíta sand.

 

46 “Heilur og sælur, mín sævarmann,

sig mær av teim gleim:

eg ríði meg á Húnaland,

komi eg heilur heim?”

 

47 “Hoyr tú Høgnir Júkason

eg sigi tær av teim gleim:

væl mást tú ríða á Húnaland,

tí heilur kemur tú heim.”

 

48 Oman skúgva flotdrekan

fram úr tøttum neysti,

tá stóð fram í kjalarhæli

loypur so fram í goysti.

 

49 Sigldu teir frá landinum

út á saltan sjógv,

Høgnir tekur jarnárar tvær,

hann setir seg sjálvan at rógva.

 

50 Vinda teir upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

stryka tey ikki á bunkan niður

fyrr enn við Húnaland.

 

51 Ein kom maður í hallina inn,

Guðrunu sigur frá:

“Eg síggi skip av havi koma,

seglini ovurblá.”

 

52 Guðrun so til orða tekur,

øll í gulli skín:

“Tað er Gunnar og Høgnir,

higar at vitja mín.”

 

53 Guðrun gongur í grasagarð,

ið reyðargull bar á hendi,

ramar ristir hon illgerningar,

út í havið sendi.

 

54 Vaksa tók tá veður í ský,

byrurin lá av londum,

sundur gingu jarnárar

báðar í Høgna hondum.

 

55 Vaksa tók tá veður í ský,

sandur á tilju lá,

aldan breyt í bæði borð,

so fell tann bylgja blá.

 

56 Svaraði Gunnar Júkason,

frammi á bunka stár:

“Hvat er hetta for avrekshestar,

eftir sjónum gár?”

 

57 “Hatta er eingin hestur,

ei heldur onnur ross,

hatta eru Guðrunar illgerningar,

ristar ímóti os.”

 

58 Høgnir so til orða tekur,

mælir so fyri sær:

“Hatta er Guðrunar illgerningar,

ristar ímóti mær.”

 

59 Svaraði Høgnir Júkason,

hann bliknar undir kinn:

“Hatta er ongum líkari

enn einari sævarkvinnu.”

 

60 So var veðrið á sjónum hart,

tá bliknaðu dreingir dýrir,

Gunnar gekk í lyftingina,

Høgnir gekk til stýri.

 

61 Høgnir tekur sítt rúnarkelv,

hann floyggir út fyri borð,

ikki mátti gerning vaksa,

megnað vóru hans orð.

 

62 Høgni tekur sítt rúnarkelv,

hann kastar tað yvir á sjó,

minka tók aldan,

tað stiltist á ló.

 

63 So var veður á sjónum hart,

tað reyk bæði sjógvur og sand,

so var sagt, at Júkagarpar

slitu undir land.

 

64 So var veður á sjónum hart,

tað hurrar í hvørjum streingi,

tóku havn í Húnalandi,

tí fullvæl dugdu dreingir.

 

65 Lata teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Gunnar Júkason

sínum fóti á land.

 

66 Fyrstur steig Gunnar Júkason

sínum fótum á land,

Høgnir og Gjernar og allir brøður

upp á hvítan sand.

 

67 Gingu teir frá strondum niðan,

so er greint fyri mær,

gingu so allir Júkagarpar

niðan í grasagarð.

 

68 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn.

 

69 Tað var Gunnar og Høgnir,

heim í garðin fóru,

úti Guðrun, systir teirra,

fyri teimum stóð.

 

70 “Vælkomnir, Gunnar og Høgnir,

higar nú til mín,

drekkið nú, hvat tygur betur líkar.

mjøðin ella vín!”

 

71 Guðrun so til orða tekur,

glað foruttan ekka:

“Gangið tit í hallina inn

tann brúna mjøð at drekka!”

 

72 Tað var Høgnir Júkason,

hann inn í hallina steig,

tá sá hann á Guðrunu,

hvussu ilt undir kinnum beið.

 

73 Tað var Høgnir Júkason,

hann inn í hallina sá,

tá sá hann á Guðrunu,

hvussu ilt undir kinnum brá.

 

74 Guðrun so til orða tekur,

eg geri tað ei at loyna:

“Fáið mær higar skjøld og svørð

frá øllum tygur at goyma!”

 

75 Svaraði Høgni Júkason,

hann heldur á brýndum knívi:

“Eingin fær mítt skjold og svørð,

so leingi eg eri á lívi.”

 

76 Høgnir so til orða tekur:

“Lat tað nú so vera,

eingin fær mítt skjold og svørð,

tí tað kann eg væl bera.”

 

77 Guðrun so til orða tekur,

ilt undir kinnum beið:

“Mætari maður Sjúrður var,

á gullbørunum reið.”

 

78 Guðrun so til orða tekur,

ilt undir kinnar brá:

“Mætari maður Sjúrður var,

á gullbørunum lá.”

 

79 Svaraði Høgnir Júkason,

hann lítur á ringin reyða:

“Ei er blítt á brúnaskorum,

hon minnist á buðlungs deyða.”

 

80 Svaraði Guðrun Júkadóttir,

hon letur av tungu falla:

“Minnast tit nakað til Sjúrð hin unga.

tit førdu mær heim til hallar?”

 

81 Svaraði Høgnir Júkason,

hann lítur á ringin sín:

“Ei er blítt á brúnaskorum,

hon minnist á buðlungs lív.”

 

82 Guðrun so til orða tekur,

ilskan í henni rann:

“Minnast tit nakað til Sjúrða unga,

tit løgdu við loftið fram?”

 

83 Tað var Guðrun Júkadóttir,

hon tók sær ker í hand,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

84 Tá hon hevði blandað teimum

mjøðin út í vín,

og so mikið óminni

læt hon har útí.

 

85 Og so mikið óminni

letur hon har útí,

ber so inn fyri Høgni,

bað hann drekka til sín.

 

86 Hyggin hyggur Høgnir

at fingurgullinum góð,

sveitka tók hans fingurgull,

tað rodnaði sum eitt blóð.

 

87 Tað er Høgnir Júkason,

hann kundi ta svikalist,

biður nú Guðrunu systur sína

drekka av skálum fyrst.

 

88 Guðrun stendur á hallargólvi,

hon rodnar sum eitt blóð,

hon hvølvdi um tað silvurkerið,

á breiðum borðum stóð.

 

89 Kongurin klappar sær á knæ,

sum leikir ganga hægst,

Gunnar, Høgna og allar brøður

setir nú sær í næst.

 

90 Kongurin klappar sær á knæ,

sum søgur ganga frá,

Gunnar, Høgna og allar brøður

setir nú sær íhjá.

 

91 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gný,

illa líkar Guðrunu,

at einki nerti í.

 

92 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gaman,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertir saman.

 

93 Guðrun krevur sín unga son

bæði við mekt og mæti:

“Eg skal geva tær gull og silvur,

stillar tú Høgna kæti.”

 

94 Sveinur gekk at borðinum,

í duldum hon hann dró,

hann hevði upp sína høgru hond,

Høgna á nasar sló.

 

95 Sveinur gekk at borðinum,

duldan honum bar,

hann hevði upp sína høgru hond,

Høgna á nasar slær.

 

96 Hann hevði upp sína høgru hond,

hann gav honum høgg á tenn,

blóðið rann á barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

97 Høgna rann tað heita blóð

bæði um nasar og munn,

ungur var hann og óstiltur,

hann var ikki við tað kunn.

 

98 Høgnir bindur sítt hjálmaband

fast av miklum móði:

“Áður dagur at kvøldi er komin,

drekki eg mjøð í blóði.”

 

99 Høgnir upp frá borði steig,

snarliga hann sær vendi,

meðan hann greiddi tann mækan til,

ígjøgnum sveinin rendi.

 

100 Snarliga greiddi hann mækan til,

hann hjó honum bulin frá,

kastaði hann so út á hallargólv,

at Artan kongur sá.

 

101 “Eg havi ei tí í Húnalandi

drukkið tann mjøðin blandin,

skamm fái tann móðirin,

so sín sonin vandi.”

 

102 Kongur klappar sær á knæ,

sum søgur ganga frá,

Gunnar og Høgna og allar brøður

setir nú sær íhjá.

 

103 Kongur klappar sær á knæ,

sum leikir ganga hægst,

Gunnar, Høgna og allar brøður

setir nú sær í næst.

 

104 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gný,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertir í.

 

105 Drekka teir í Húnalandi

bæði við gleði og gaman,

illa líkar Guðrunu,

at einki nertir saman.

 

106 Guðrun gongur for Artan kong,

sigur honum frá:

“Deyður er okra einkarson,

helst av Høgna ráð.”

 

107 “Hoyr tað, Guðrun søta mín,

lat tað nú so vera,

teir eru tínir onkarbrøður,

eg kann teim einki gera.”

 

108 “Vilt tú ongar bøtur taka

eftir tann dreingin dýra,

tá skalt tú ikki, Artan kongur,

fyri Húnalandi stýra.”

 

109 “Hoyr tú, Guðrun, søta mín,

tað vil eg ikki trúgva,

at tú vilt nakað tínum brøðrum

svik til handar snúgva.”

 

110 “Vilt tú ongar bøtur taka,

tað stendur í stórum váða,

tá skalt tú ikki, Artan kongur,

for Húnalandi ráða.”

 

111 “Hoyr tað, Guðrun søta mín,

lat tað nú so vera,

hann er eingin í Húnalandi,

teimum kann nakað gera.

 

112 Hoyr tað, Guðrun søta mín,

tú legg nú til tess ráð,

hvussu vit skulu teir miklu menn

burtur av lívi fá!”

 

113”Taka skal tríggjar aldanshúðir,

kálka í mannablóði,

tað fellur so tungt á Júkagørpum,

troyttir av miklum móði.

 

114 Hoyr tað, reystur Artan kongur,

tað skalt tú ikki gloyma:

slá tær so fyri hallardyr,

fast við jarni soyma!”

 

115 Hann tók tríggjar aldanshúðir,

hann kálkaði í mannablóði,

tað fell so tungt á Júkagørpum,

troyttir av miklum móði.

 

116 Tað var reystur Artan kongur,

ei mundi hann tað gloyma:

hann sló tær so for hallardyr,

fast við jarni soymir.

 

117 Guðrun stendur for breiðum borði.

mælir nú um tann vanda:

“Nú skal Beinir bróðir mín

fyrstur á húðir ganga.”

 

118 Høgnir upp frá borði steig,

ei mundi hann orðum spara,

ein av øllum Júkagørpum

ræður fyri hinar svara.

 

119 Høgnir so til orða tekur,

hann mælir av tungum trega:

“Gernir og Beinir skulu aftur fara

sína móður at gleða.

 

120 Gjørnar og hann Beinir

teir vóru ikki hjá,

Gunnar og eg Høgnir

vit vóru tað, ið Sjúrða vá.

 

121 Gunnar og eg Høgnir

vit vógu Sjúrða við list,

tá var Gernar og Beinir børn,

teir lógu á móður bróst.

 

122 Gunnar og eg Høgnir

vit vógu Sjúrða við pínu,

tá vóru Gjørnar og Beinir børn

heimi hjá móður síni.”

 

123 Guðrun so til orða tekur:

“Tó skulu vit tað valda,

Gjørnar, Beinir og allir brøður

líka skulu gjalda.”

 

124 Guðrun so til orða tekur:

“Tað man mesta saka.”

Gjørnar, Beinir og allar brøður

hon biður av lívi taka.

 

125 Tað var Beinir Júkason,

hann leyt eftir húðum ganga,

allir sóu hann niður falla,

eingin upp aftur standa.

 

126 Guðrun stendur for breiðum borði.

glað foruttan vanda:

“Nú skal Gernar bróðir mín

aftur á húðir ganga.”

 

127 Tað var Gernir Júkason,

hann leyt eftir húðum fara,

hann varð snart av lívi tikin,

sum hann hevði verið ein hara.

 

128 Guðrun stendur fyri breiðum borði.

glað foruttan vanda:

“Nú skal Gunnar bróðir mín

aftur á húðir ganga.”

 

129 Tað var Gunnar Júkason,

hann leyt eftir húðum ganga,

allir sóu hann niður falla,

eingin upp aftur standa.

 

130 Guðrun stendur for breiðum borði.

hon mælir um tann vanda:

“Nú skal Høgnir bróðir mín

síðstur á húðum ganga.”

 

131 Høgnir so til orða tekur,

hann heldur á búnum brandi:

“Betri var í Júkagørðum

at drukkið tann mjøðin í blandi.

 

132 Betra var í Júkagørðum

at drukkið tann mjøð í blandi

enn at ganga eftir aldanshúðum

og standa í stórum vanda.”

 

133 Svaraði Høgnir Júkason,

hann studdist á dragið svørð:

“Tó skal eg ganga eftir aldanshúðum

og vita, hvussu fer.”

 

134 Svaraði Høgnir Júkason,

hann leyt eftir húðum støkka:

“Ei man eg av Húnamonnum

fyrstur undan røkka.”

 

135 Høgnir sprakk yvir aldanshúðir,

læt tað nú so vera,

honum barst ikki fóturin við,

tað tókti honum einki at gera.

 

136 Høgnir sprakk yvir aldanshúðir,

hann búðist ei við frið,

tá stóð brynjað fyri honum

alt Buðla kongins lið.

 

137 Høgnir ríður í herin fram

við bitra svørð í hendi,

svørji tann eið á míni trú,

hann mangan sveitan rendi.

 

138 Høgnir ríður í herin fram,

mátturin við honum veks,

hann sparir ei sín bitra brand,

hann vegur fimm og seks.

 

139 Høgnir ríður í herin fram,

hann búðist ei við frið,

hann legði niður á Húnaland

alt Buðla kongins lið.

 

140 Vegið fekk hann allar teir

við svørð og bitrar eggjar,

tað var Høgnir Júkason

hann hopraði til hallarveggjar.

 

141 Vegið fekk hann allar teir,

ið frá man frættast víða,

síðla var um aftanin,

tá lótu teir av at stríða.

 

142 Árla var um morgunin,

ið sólin roðar í fjøll,

aftur leggja teir bardagarnar

fram á grønan vøll.

 

143 Høgnir reið av hallini út,

hann búðist ei við frið,

enn stóð brynjað fyri honum

alt Buðla kongins lið.

 

144 Høgnir ríður í herin fram

við so fullgóðum móti,

hvør sum kom tá fyri hans hond.

tað hevði hann høvur á spjóti.

 

145 Høgnir ríður í herin fram,

hann roynir góðar gripir,

hann fellir niður av Húnamonnum

tíggju for hvørja sipan.

 

146 Høgnir ríður í herin fram,

hann búðist ei við frið,

hann legði niður á Húnaland

alt Buðla kongins lið.

 

147 Vegið fekk hann allar teir

við svørð og bitrar eggjar,

tað var Høgnir Júkason,

hann hopraði til hallarveggjar.

 

148 Høgnir ríður til hallar heim,

ífrá man frættast víða,

síðla var um aftanin,

tá lótu tey av at stríða.

 

149 Tað var Høgnir Júkason,

heim í garðin fór,

úti Guðrun, systir hans,

fyri honum stóð.

 

150 Guðrun so til orða tekur,

ífrá man frættast víða:

“Hoyr tað, Høgnir bróðir mín,

tú skalt á skógvin ríða.”

 

151 Guðrun so til orða tekur,

skortar hon ikki fíggja:

“Í morgin skalt tú á skógvin ríða

undurverk at síggja.

 

152 Í morgin skalt tú á skógvin ríða

eystur um Hildará,

har skalt tú tey undur síggja,

ið tú í forðum vá.”

 

153 Árla var um morgunin,

ið sólin skín so víða,

tað var Høgnir Júkason,

hann mundi á skógvin ríða.

 

154 Høgnir reið á skógvin burt

eystur um Hildará,

har mundi hann tey undur síggja,

ið hann í forðum vá.

 

155 Høgnir stendur á Hildarheyg,

víða um seg hyggur,

mikið var tá buðlungs lív,

í gullbørunum liggur.

 

156 Høgnir stendur á Hildarheyg,

víða um seg sá,

mikið var tá buðlungs lív,

í gullbørunum lá.

 

157 Høgnir stendur á Hildarheyg,

slíkt er mikið undur,

mikil hestur stórur og sterkur

loypur har á grundum.

 

158 Høgnir stendur á Hildarheyg,

honum kom so mangt í huga,

hann sá høvur við hestins búk,

bundið til saðilboga.

 

159 Tungan tók at tala,

bulur á vølli lá:

“Eg mátti teg, Høgnir Júkason,

klovið í lutir tvá.

 

160 Hoyr tað, Høgnir Júkason,

kempan tú hin ríka,

illa gjørdi tú við meg,

tá tú ræð meg at svíkja.

 

161 Brynhild unti mær so væl,

hon sprakk eftir mín deyða,

Guðrunu skiftu tit gull og fæ,

nógvar ringar reyðar.

 

162 Guðrunu skiftu tit gull og fæ,

førdu heim í bý,

tað veitst tú, Høgnir Júkason,

har átti hon einki í.

 

163 Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sorgir rinda.

 

164 Bint tú tað um tínar lendar

bæði við semju og sátti,

tað fekk eg frá dvørgamoynni,

ið Hildur frúvan átti.

 

165 Bint tú tað um tínar lendar,

sum søgur ganga frá,

tað fekk eg frá dvørgamoynni

eystan frá Hildará.

 

166 Ríð nú tú til hallar heim

bæði við gleði og gleim,

eg fari meg á heiðin skóg

so vítt yvir vørild og heim.”

 

167 Høgnir reið til hallar heim,

hann búðist ei við frið,

tá stóð brynjað fyri honum

alt Buðla kongins lið.

 

168 Høgnir ríður í herin fram,

hann letur av brandi rúka,

hann náar ikki á jørðina niður,

hann treður á mannabúkar.

 

169 Høgnir ríður í herin fram

við sínar fáar frændur,

hann sparir ei sín gylta lúður,

hann vegur á ymsar hendur.

 

170 Svaraði Høgnir Júkason:

“Her elvist ein undarligur siður,

nú leiðist mær í Húnalandi

at høgga teir trælar niður.”

 

171 Svaraði Høgnir Júkason,

hann gav tí fullvæl gætur:

“Tað, ið eg um dagin drepi,

lívgar hon upp um nætur.”

 

172 Svaraði Høgnir Júkason,

hann svór á síni trú:

“Hevði eg verið fiskur sum maður,

betri var enn nú.”

 

173 Guðrun kemur út árla morgun,

grimt var henni í huga,

heilan sær hon Høgna ríða,

ei hava svik, ið duga.

 

174 Eyguni grína,

kjaftur gapar,

heilan sá hon Høgna ríða,

ei hava svikini batað.

 

175 “Hoyr tað Diga langa,

tú ert ein kempa so sterk,

hevði tú Høgna av lívi tikið,

tað var eitt roysnisverk.”

 

176 Diga so til orða tekur,

hann talar nú um sín vilja:

“Tað er ikki eins mans verk,

hans høvur frá búk at skilja.”

 

177 Diga reið í herin fram

við teirri somu ferð,

møtir honum Høgnir Júkason,

hann gav honum sár av svørð.

 

178 Høgnir rendi í herin fram

við bitra svørð í hendi,

hann hevði upp sín búna brand,

ígjøgnum Diga rendi.

 

179 Høgnir ríður í herin fram,

so er greint fyri mær,

hann hjó til Diga langa,

so hvør fell luturin sær.

 

180 Tað er hon Guðrun Júkadóttir,

hon bryggjar og blandar vín,

býður nú Tíðriki Tatlarssyni

heim í høll til sín.

 

181 Hann var fimur í fótunum,

ið tey boðini bar

haðan á tann grøna skóg,

sum Tíðrikur fyri var.

 

182 “Vælkomin, Guðrunar lítli svein,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betri líkar,

mjøðin ella vín!”

 

183 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvum minni um vín,

tað er hon Guðrun Júkadóttir,

hon býður tær heim til sín.”

 

184 Tíðrikur hvarv av vølli burt,

so er greint fyri mær,

snarliga var í borgini,

sum Júkadóttir var.

 

185 Tíðrikur so til orða tekur,

mælir so fyri sær:

“Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,

hvat viljið tær mær?”

 

186 “Hoyr tað, Tíðrikur Tatlarsson,

tú ert ein kempa so sterk,

hevði tú Høgna av lívi tikið,

tað var eitt roysnisverk.

 

187 Eg gevi tær bæði gull og silvur,

sum søgur ganga frá,

vilt tú Høgna Júkason

klúgva í lutir tvá.”

 

188 Høgnir reið í herin fram

við teirri somu ferð,

møtir honum Tíðrikur Tatlarsson,

hann gav honum sár av svørð.

 

189 Høgnir brá sín bitra brand,

kappin tann hin mesti,

sló til Tíðrik Tatlarsson,

opnan av hans hesti.

 

190 Tíðrikur hvarv av vølli burt,

eingin mundi hann síggja,

so brá hann í loftið upp,

eitur á hann at spýggja.

 

191 Eitur spýði tann svarti dreki

niður á Høgna brynju,

hann varð ei við vápnum vegin,

tí hann læt sær synja.

 

192 Harra Gud í himnaríki,

hvør sorgin tung hon beið,

eitur lá í hvørjum seymi,

so fast í hjarta sveið.

 

193 Harra Gud í himnaríki,

hvør sorgin tung hon bíður,

eitur lá í hvørjum seymi,

so fast í hjarta svíður.

 

194 Høgnir reið í herin fram,

hann búðist ei við frið,

enn legði hann niður á Húnaland

alt Buðla kongins lið.

 

195 Vegið fekk hann allar teir

við svørð og bitrar eggjar,

tað var Høgnir Júkason,

hann hopraði til hallarveggjar.

 

196 Tað var Høgnir Júkason

heim í garðin fór,

úti sjálvur Artan kongur

fyri honum stóð.

 

197 “Eg havi einki sár á mær,

grið vil eg ikki tiggja,

gevið mær eina jalsdóttur

í nátt á armi at liggja!”

 

198 Svaraði Guðrun, systir hans,

hon heldur hann fyri háð:

“Fáið honum svínahirðidóttur

at sova hans armi á!”

 

199 Tá svaraði Artan kongur,

hann læt síni orð so byggja:

“Hoyr tað, Høgnir Júkason,

ta bøn skalt tú tiggja.”

 

200 Tá svaraði Artan kongur,

so tekur hann uppá:

“Fáið honum eina jalsdóttur

at sova hans armi á!”

 

201 Høgnir svav hjá jalsdóttur,

tað gjørdi hann so brátt,

hann gat ein svein við jalsdóttur

á teirri somu nátt.

 

202 “Hoyr tað, Helvík jalsdóttir,

tað sigi eg tær so brátt:

tað er reystur Artan kongur,

hann gat ein svein í nátt.

 

203 Ognast vit ein ungan son,

tung man sorgin falla,

hoyr tað, Helvík jalsdóttir,

Høgna skalt tú hann kalla.

 

204 Ognast vit ein ungan son,

sum søgur ganga frá,

bið hann Høgna hevna mín,

um hann liva má!

 

205 Tak tú hetta rúnarbelti,

bint um tínar lendar,

tað kann øllum lásum læsa,

allar sorgir rinda.

 

206 Hoyr tað, Helvík jalsdóttir,

eg geri tað ei at loyna,

fá tú vára unga son,

tá hann kann at goyma!

 

207 Ognast vit ein ungan son,

Guðrun man hann pína,

tak tú hennara unga son,

tú legg í vøggu tína!

 

208 Hoyr tað, Helvík jalsdóttir,

við so lítlan tattur,

tak tú tín hin unga son,

legg í Guðrunar vøggu aftur!

 

209 Tað er hon Guðrun, systir mín,

hon kann tað svik og list,

hon biður teg, Helvík, jalsdóttir,

ganga av durum fyrst.

 

210 Tú skalt biðja hana undan ganga,

tí hon ber høvur hægri,

tú skalt ganga aftaná,

tí tú ert ein mun lægri.”

 

211 Helvík leyt at síggja á,

at Høgnir mundi doyggja,

síðan gróv hon dreygaheys,

sum dreingir í dalinum hoyggja.

 

CCF 1E III

TSB E 55

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, 1848. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 152.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 171

 

Heimild: Úr Sandoy. Johannes Lukassen, Skálavík (1791-1884)

E 55 Høgna táttur 1 (Gudrun gets revenge for Sigurd’s death by killing her brothers)

Guðrun verður gift við Artala kongi. Hon vil hava hevnd yvir deyða Sjúrðar og býður brøðrum sínum í veitslu. Mamma teirra, Grimhild, ávarar teir, og somuleiðis eitt fólk, teir hitta á vegnum, men teir lurta ikki eftir.

Teir koma vegin fram og verða bodnir til borðs hjá systrini. Hon hevur koyrt eitur í drykkir teirra, men Høgni varnast tað. Guðrun lokkar sonin at sláa Høgna undir vangan, og Høgni fer á føtur og drepur dreingin. Guðrun eggjar Artala til at drepa brøður sínar, hon nýtir gand, og alllir verða dripnir uttan Høgni. Ein stríðsmaður umskapar seg til ein dreka og goysir eitur á Høgna, sum kennir á sær, at hann er um at doyggja.

Hann biður dóttur ein jall, Helvík, sova hjá sær, áður enn hann doyr. Hann sigur henni, at hon fer at eiga son. Hon má geva honum Høgna navn, og hann fer at hevna deyða faðirs sín.

á føroyskum: CCF 1 A: III, Ba: III ør. 1-97, Bb: III, C ør. 255-346, D: III, E: III ør. 1-211, G ør. 271-367, H: [III] ør. 1-213 (bert á føroyskum). Triði táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.