Skip to main content

Sveinur í Vallalíð

 

research paper analysis example doing master essayCCF 173 B

TSB E 96

 

1 Adalus situr í Breiðabý,

væl kann hon tað vinna,

hon kann bók og rúnarmál

og reyðargull at spinna.

 

Rennur og rennur foli mín

á grønari grund,

mín ber reyða lund,

stígið dans á stund!

Kátur leikar foli mín

á grønari grund.

 

2 Adalus situr í Breiðabý,

við sín saks og seym,

hon hevur so mangan biðilin,

sum bára rennur í streym.

 

3 Henni bóðust mangir menn,

bæði kongar og jallar,

hon var seg so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

 

4 Hetta frætti harra Svein

vestur í Vallalund,

frúgvin býr í ríkinum,

hon er so biðlavond.

 

5 Har kom ungi harra Svein,

hann vil ta frúnna lova,

á teirri somu náttini

á hennara armi sova.

 

6 Har kom ungi harra Svein,

hann vil ta frúnna fá,

á teirri somu náttini

hennara armi sova á.

 

7 “Nær skalt tú, mín sæla dóttir,

hjá høviskum monnum sova,

nú skal stíga á brúðarbekk,

ið tann tú sjálv vilt lova.”

 

8 Adalus stendur á hallargólvi,

við sínar moyar tólv:

“Eg lovi ikki mann á hesum sinni,

má eg ráða sjálv.”

 

9 Reiður varð hann harra Svein,

sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi fleyt.

 

10 Hetta frætti Viljormur

vestur í síni lond,

frúgvin býr í ríkinum,

hon er so biðlavond.

 

11 Har kom ungi Viljormur

við sítt skart og skreyt,

kongurin tók hans komu væl,

hann fylgdi honum yvir breyt.

 

12 Har kom ungi Viljormur

við sítt skreyt og skart,

kongur tók hans komu væl,

hann setti sær manni næstur.

 

13 “Nær skalt tú, mín sæla dóttir,

hjá høviskum monnum sova,

nú skal stíga á brúðarbekk,

ið tann tú sjálv vilt lova.”

 

14 Adalus stendur á hallargólvi

við sínar moyar tólv:

“Nú lovi eg mann á hesum sinni,

má eg ráða sjálv.”

 

15 Lótu tá til brúdleyps ætla,

einki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

og tólv hundrað av hvørji.

 

16 Tríati vórðu tey voksljús tendrað,

fjøruti at loga,

fylgdu so teirri ríku brúður

til sína brúðarsong at sova.

 

17 Tað var ungi Viljormur,

fellur upp á síni knæ,

meðan hann væna Ađalus

til ektar festi sær.

 

18 Hetta frætti harra Svein

vestur í Vallalíð,

fest er frúgvin Adalus

tað ynniliga vív.

 

19 Hetta frætti harra Svein

vestur í Vallalund,

fest er frúgvin Adalus

tað ynniliga sprund.

 

20 Mongum tykir skemri vera

aldur og ævi sína,

enn hann Sveinur í Vallalíð,

honum tykir ein kvøldtíma.

 

21 Hann gongur ikki inn ella út,

at nakar sær hann leika:

“Hoyr tú tað, mín sæli son,

hví bert tú kinn so bleika?

 

22 Hoyr tú tað, mín sæli son,

hví heldur tú teg ikki kátan,

hvat heldur ert tú av sóttum sjúkur,

ella hava teg frændur forlátið?”

 

23 “Ei eri eg av sóttum sjúkur,

ei mist hvørki vinir ella frændur,

fest er frúgvin Adalus

Viljormi í hendi.

 

24 Ei eri eg av sóttum sjúkur,

ei frændur látið lív,

fest er frúgvin Adalus,

tað ynniliga vív.”

 

25 “Hoyr tú tað, mín sæli son,

tú ber ikki um tað trega,

eg skal meg til Danimark

tær javngott vív at biðja.

 

26 Hoyr tú tað, mín sæli son,

tú ber ikki um tað trá,

eg skal meg til Danmarkar,

tær javngott vív at fá.”

 

27 “Um enn tú fert til Danmarkar,

mær javngott vív at fá,

hann skal ikki frúnna njóta,

um eg liva má.”

 

28 Út gekk ungi Viljormur

við silkiskjúrtu smá,

har kom Sveinur í Vallalíð,

hann hjó hans høvur frá.

 

29 Inn kom Sveinur í Vallalíð,

hann turkar sítt svørð í dúki:

“Nú havi eg vigið tann stoltsriddar,

og skilt hans høvur frá búki.”

 

30 Inn kom Sveinur í Vallalíð,

hann vil tað roysni lova:

“Nú havi eg vigið tann stoltsriddar,

hann má í náðum sova.”

 

31 “Hoyr tú tað, mín sæli son,

tú far ikki við tí so hátt,

tað býr undir lindini,

sum hevna kann so brátt.”

 

32 “Tað hevnist, hvat tað hevnast vil,

tað hevnist ei so brátt,

sára grætur frú Adalus

bæði dag og nátt.

 

33 Tað hevnist, hvat ið hevnast vil,

tað hevnist ei av mær,

sára grætur frú Adalus

bæði nátt og dag.”

 

34 Sára græt frú Adalus,

tó hon var ikki hvøll,

henni fullu blóðig tár

niður á grønan vøll.

 

35 Sára græt frú Adalus

undir sítt skeggjut skinn,

tá ið teir bóru Viljorms lík

um hallardymar inn.

 

36 Svaraði frúgvin Adalus,

hon stóð har skamt ífrá:

“Takið mær higar ta skjúrtuna,

 mín harri bar sær á!

 

37 Takið mær higar skjúrtuna,

mín harri bar sær á,

hana skal eg goyma

til ungan son í ár.”

 

38 Frúgvin ræður við barni at ganga

níggju mánar taldar,

til at teirri stundini leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

39 Frúgvin ræður við barni ganga

níggju mánar sínar,

inntil at teirri stundini leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

40 Sveipar hon hann í klæði góð,

so væl skal ríkum evna,

síðan bað hon presti bera,

Viljorm bað hon nevna.

 

41 Hon læt hann í kirkju bera

at geva honum navn,

Viljorm bað hon nevna hann,

sítt rætta faðirsnavn.

 

42 Hann varð borin frá kirkju heim

aftur for móður knæ,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

43 Hann varð borin frá kirkju heim

aftur for móður sína,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skríni.

 

44 So var hennara unga soni

gávan løgd á eygu,

meira vóks hann á einum ári,

enn onnur børn á sjey.

 

45 So var hennara unga soni

gávan løgd á gólv,

meira vóks hann á einum ári,

enn onnur bøm í tólv.

 

46 Hann vóks upp hjá síni móður,

skjótt og ikki leingi,

inntil hann gjørdist í høggum knáur,

hann bardist við kongsins dreingir.

 

47 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevna,

enn berja os so stórum.”

 

48 Sveinurin kastar vápn á vøll,

hann lystir ei longur at leika,

so gár hann for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

49 Hann fellur í knæ for móður síni:

“Sig mær satt ífrá,

hvørt varð mín faðir við vápnum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

50 Svaraði frúgvin Adalus,

av ekka var hon mødd:

“Tín faðir varð við vápnum vigin,

áður tú vart føddur.

 

51 Tað var Sveinur í Vallalíð,

ið tín faðir vá,

seint manst tú, mín sæli sonur,

sømdir av honum fá.”

 

52 Hon læsir upp ta stovuna,

hon letur aftur dyr:

“Hoyr tú tað, mín sæli son,

tú hevur ikki verið her fyrr!”

 

53 Hon læsir upp ta kistuna,

nógv er gull og fæ,

hon tekur upp ta skjúrtuna,

og Viljormi hon fær.

 

54 Hon tekur upp ta skjúrtuna,

øll er í blóði drigin:

“Her hevur tú tey herklæði,

tín faðir varð í vigin.”

 

55 Svaraði ungi Viljormur,

hann tykir hetta ímót:

“Tó mundi eg mín faðir hevnt,

tó eg ikki sá hans blóð.

 

56 Nú skal lata tingum seta,

far ikki við tí hátt,

bjóða til Svein í Vallalíð

bæði dag og nátt.

 

57 Nú skal lata tingum seta,

mangan gera glaðan,

bjóða til Sveinin í Vallalíð

bæði nátt og dag.”

 

58 Tað var Sveinur í Vallalíð,

ríður fram eftir skóg:

“Hvør hevur hetta tingið sett,

várum gangara ímót?”

 

59 “Hoyr tú, Sveinur í Vallalíð,

nú tali eg til tín,

eg havi ongar bøtur fingið

til sæla faðir mín.”

 

60 Svaraði Sveinur í Vallalíð,

glettir undir skegg:

“Tú skalt fáa lambið tað,

lítið er loðið um legg.”

 

61 “Aðrar vil eg sømdir hava

til sæla faðir mín,

hoyr tú, Sveinur í Vallalíð,

tú spreingir fola tín.”

 

62 Tað var Sveinur í Vallalíð,

stakk sítt svørð í jørð:

“Ríð teg higar, Viljormur,

tú hevn tín faðir her!”

 

63 Tað var ungi Viljormur,

hann sínum svørði brá,

hann kleyv Svein í Vallalíð

sundur í lutir tvá.

 

64 Hann hjó Svein í Vallalíð

sundur í lutir tvá,

aðrari hendi hans systurson,

hann legði hann omaná.

 

65 Tað var ungi Viljormur,

heim í garðin fór,

tað var hansara sæla móðir,

úti fyri honum stóð.

 

66 “Tú ver vælkomin, mín sæli son,

higar nú til mín,

hvat hevur tú til bøtur fingið

fyri sæla faðir tín?”

 

67 “Lítlar havi eg bøtur fingið,

tó at tað tykir mær mun,

vigið Svein av Vallalíð

og so hans systurson.”

 

68 “Er tað nú so sanniliga,

sum tú sigur frá,

ongum skuldi Danmarks staði(!)

lovi eg betur enn tá.

 

69 Er tað nú so sanniliga,

sum tú sigur mær,

ongum skuldi Danmarks staði(!)

lovi eg betur enn tær.”

 

70 Sveinurin klæðir fríðan fót

eina morguntíð,

hitta vil frú Hermintró,

hann ríður í Vallalíð.

 

71 Sveinurin klæðir fríðan fót

eina morgunstund,

hitta vil frú Hermintró,

hann ríður í Vallalund.

 

72 Sveinurin klæðir fríðan fót

eina morgunstund,

hitta vil frú Hermintró,

hann ríður í Vallalund.

 

73 Hetta frætti Einglands kongur

vestur í síni lond,

livir hon frúgvin Hermintró

alt við so miklan vanda.

 

74 Livir hon frúgvin Hermintró

við so miklan harm,

hevur hann ungi Viljormur

sovið á hennara arm.

 

75 “Hoyr tú, frúgvin Hermintró,

ver mær [ei] reið,

deyður er Sveinur í Vallalíð,

eg møtti honum á leið!

 

76 Hoyr tað, frúgvin Hermintró,

setst tú mær íhjá,

deyður er Sveinur í Vallalíð,

sjálvur eg hann vá.”

 

77 Kongur letur sær liðið samla,

landamanna son,

eingin er tann í Einglands ríki,

eftir var, uttan kona.

 

78 Kongur letur alt liðið samla,

landamanna tjóð,

eingin tann í Einglands ríki,

eftir var, uttan fljóð.

 

79 Tríati herskipini

letur hann út ganga,

annaðslíkt skal eftir koma

undir ein loynitanga.

 

80 Tríati herskipini

letur hann út gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við svørð og brynju blá.

 

81 Ikki visti Viljormur

av fyrr enn tá,

komin var kongur av Einglandi

við alt tað fólk, hann ár.

 

82 Tað var ungi Viljormur,

setst á songarstokk,

gisti hann frúnna Hermintró,

og síðan reið hann burtur.

 

83 So ríður ungi Viljormur

ígjøgnum ta mannatrongd,

hann feldi niður edilingar,

ruddi fyri sær gongd.

 

84 Tað er hann ungi Viljormur,

so fáum kann hann hógv,

báðum sínum hondunum

hann varpar út á sjógv.

 

85 So ríður ungi Viljormur

á víðum vølli fram,

hann kleyv hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

86 Hann kleyv hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann,

eftir stóð tá kongurin

við sín triðja mann.

 

87 Kongurin er kropin

undir borgarlið:

“Mín kæri Viljormur,

tú gev mær frið og grið!”

 

88 “Lítlan manst tú

friðin av mær fá,

uttan tú gevur mær frú Hermintró,

við alt tað gull hon ár.”

 

89 “Mín kæri Viljormur,

gev mær grið,

hav mítt ríki

og Hermintró hartil!”

 

90 Lótu tá til brúdleyps ætla,

einki skuldi tvørra,

báðum borgum boðið varð,

og tólv hundrað av hvørji.

 

91 Tríati silvurføt,

annaðslíkt av skál,

tað leyp av í kongsins høll,

tá ið alt var sett til mál.

 

92 Tað var ungi Viljormur,

fellur á síni knæ,

meðan hann frúnna Hermintró

til konu festi sær.

 

93 Drukkið varð teirra brúdleyp,

bæði væl og leingi,

kom har so mangur hovmaður til,

sum fjøður á fuglaveingi.

 

94 Drukkið varð teirra brúdleyp út,

so kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

Viljormur og hans vív.

 

95 Drukkið varð teirra brúdleyp út,

so er komið til mín,

so fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

Rennur og rennur foli mín

á grønari grund,

mín ber reyða lund,

stígið dans á stund!

Kátur leikar foli mín á grønari grund.

 

CCF 173 B

TSB E 96

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 124.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 215.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 102.

 

Heimild: Úr Mykinesi: Poul Abrahamsson, f. í Gásadali (1782-1856), Mykinesi, 1847.