Sveinur í Vallalíð
smartboard autodesk autodesk 3ds max 2015 buy oem autodesk autocad lt 2012 online autocad system autocad classes in st louis corel painter essentials 2.0CCF 173 D
TSB E 96
1 Adalús í Bragdarbý,
hon hevur so mangt at vinna,
hon kann bók og rúnarmál,
tað reyðargull kann hon spinna.
2 Adalús í Bragdarbý,
hon kann saks og seym,
hon hevur fleiri biðlarnar,
enn snekkjan rennur í streym.
3 Frætti tað Svein í Vallalíð
suður í síni lond,
at hon signað frú Adalús,
hon er so biðlavond.
4 Sveinin situr í hásæti,
hann talar við sínar dreingir:
“Hvar vita tit mín javnlíka?
tað havi eg hugsað leingi.”
5 Sveinin situr í hásæti,
hann talar við sínar menn:
“Hvar vita tit mín javnlíka?
tað havi eg hugsað enn.”
6 Allir drýptu høvur niður,
eingin tordi tala,
uttan hansara sæli faðir,
betur hevði tagað.
7 “Hoyr tú, mín hin sæli son,
í hví spyrt tú svá,
best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.
8 Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið, [Bragdar] kongur
væna dóttur ár.
9 Bragdar kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongsins borði.
10 Bragdar kongur dóttur eigur,
mektiga og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.
11 Hon kann alt við hondum gera,
[ið] sámir væl ein kvinna,
hon kann bók og rúnarmál,
tað reyðargull kann hon spinna.
12 Hon kann alt við hondum gera,
tann frúa læra má,
hon kann bæði at lesa og skriva
bøkur og rúnarmál.”
13 “Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
biðja skal frúnna Adalús,
stendst hvat av, ið má.
14 Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur til,
biðja skal frúnna Adalús,
tað stendst hvat av, ið vil.”
15 Út varð loystur gangarin,
ið Sveinin skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.
16 Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.
17 Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Sveinin skuldi á ríða.
18 Sveinin leyp á saðilin upp
yvir leysan loga,
studdist hvørki við skjold ei svørð
og ei við saðilboga.
19 So ríður Svein í Vallalíð
lystiliga fram,
forgyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.
20 Uppi í miðjum grasagarði,
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
21 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum kongur yvir borði sat
við monnum hundrað fimm.
22 Sveinin gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
23 Sveinin stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
“Sit reystur, Bragdar kongur,
gev mær dóttur tína!”
24 Tað var Svein í Vallalíð,
var klæddur væl í skreyt,
kongurin tók hans komu væl,
hann flutti hann yvir breyt.
25 Kongurin tók hans komu væl,
hann gav honum gangin hægst,
setti [hann] so í hásætið
manni sær í næst.
26 Kongurin so til orða tekur:
“Ei skal slíkum spara,
heintið mín dóttur í hallina inn,
sjálv fyri seg at svara!”
27 Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í sítt faðirs veldi,
ljómin skein av akslargrein,
tað skygdi sum tignareldur.
28 Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
Sveinin situr í hásæti,
hann ymsar litir fekk.
29 “Ver vælkomin í hallina inn,”
kongurin ræður at svara,
“her er komin ein ungur maður,
síðst mundi okkum vara.
30 Javngóð, javngóð, dóttir mín,
nær vilt tú hjá manni sova,
nær skal stíga á brúðarbonk
við tann, tú sjálv vilt lova?”
31 Svaraði frúgvin Adalús,
tá hon steig á gólv:
“Eg játtist ikki hesum manni,
man eg ráða sjálv.”
32 Svaraði frúgvin Adalús,
fyrsta orðið tá:
“Eg játtist ikki hesum manni,
sjálv vil eg mær ráða.
33 Eg havi ikki Svein í Vallalíð,
hann er so leitt eitt trøll,
so er faðir, so er móðir,
so er hirðin øll.
34 Kjaftur hans er ógvuligur,
nasarnar eru langar,
so eru hansara kjálkabein,
sum fjórðingsvegur at ganga.
35 Kjaftur hans er ógvuligur,
ennið tað er fatt,
nasarnar eru sum neystadyr,
hartil sigi eg satt.”
36 Sveigur(!) snúðist Sveinurin
av hallardurum út:
“Aftur skalt tú vænta mín
at vinna tær sorg og sút.”
37 Tað var Svein í Vallalíð,
hann leyp til góðan hest,
so reið hann til hallar heim,
sum føtur bera mest.
38 Tað var Svein í Vallalíð,
hann heim í garðin fór,
úti hansara sæli faðir
fyri honum stóð.
39 “Ver vælkomin, mín sæli son,
higar nú til mín,
hvøssu tók frúgvin Adalús
við bønarorðum tín?”
40 “Svaraði frúgvin Adalús,
tá hon steig á gólv,
hon játtaðist ikki hesum manni,
mátti hon ráða sjálv.”
41 Frætti tað ungi Viljormur
suður í sítt land,
at hon signað frú Adalús,
hon er so biðlavand.
42 Viljormur er á leikvølli,
talar við sínar dreingir:
“Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi?”
43 Allir drýptu høvur niður,
eingin tordi tala,
uttan ein so lítil svein,
hann ræður fyrst at svara.
44 “Bragđar kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongsins borði.
45 Tað er signað frú Adalús,
hon er bæði væn og tekk,
hana bað Svein í Vallalíð,
hann hana ikki fekk.”
46 “Er hon so væn og tekkilig,
sum tær sigið frá,
biðja skal frúnna Adalús,
tað stendst hvat av, ið má.
47 Er hon so væn og tekkilig,
sum tær sigið til,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av, ið vil.”
48 Út varð loystur gangarin,
Viljormur skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.
49 Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Viljormur skuldi á ríða.
50 So ríður ungi Viljormur
lystiliga fram,
forgyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.
51 Uppi í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
52 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Bragdar kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
53 Viljormur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
“Sit væl reystur, Bragdar kongur,
gev mær dóttur tína!”
54 Tað var ungi Viljormur,
var klæddur væl í skreyt,
kongurin tók hans komu væl,
hann flutti hann yvir breyt.
55 Kongurin tók hans kvøðju væl,
gav honum gangin hægst,
setti hann so í hásætið,
manni sær í næst.
56 Kongurin so til orða tekur:
“Ei skal slíkum spara,
heinta mín dóttur í hallina inn,
sjálv fyri seg at svara!”
57 Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í sín faðirs veldi,
ljómin skein av akslargrein,
tað skyggir av tignareldi.
58 Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
Viljormur sat í hásæti,
hann ymsar litir fekk.
59 “Javngóð, javngóð, dóttir mín,
nær vilt tú hjá manni sova,
nær skal stíga á brúðarbonk,
við tann, tú sjálv vilt lova?”
60 Svaraði frúgvin Adalús,
tá hon steig á gólv:
“Nú skal eg játtast hasum manni,
vil eg ráða sjálv.”
61 Fram gekk frúgvin Adalús,
rætti hond yvir borð,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.
62 Tá ið frúgvin rætti
sína hondina fram,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarband.
63 Tað var ungi Viljormur,
tók sær frúur at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
64 Drukkið varð teirra brúdleypið,
herin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
verður á ljósum degi.
65 Drukkið varð teirra brúdleypið,
skjótt og ikki leingi,
reið so mangur hovmann til,
sum fjøður á fuglaveingi.
66 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Viljormur og hans vív.
67 Drukkið varð teirra brúdleypið,
bæði við gleði og gaman,
náttina eina á nimmari stund,
ið tey vóru saman.
68 Gingu bæði í eina song,
Viljormur og hans vív,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðani heim til sín.
69 Frætti tað Svein í Vallalíð,
suður í síni lond,
at hon signað frú Adalús
var givin hans óvini í hond.
70 Hann gekk ikki so út og inn,
at eingin sá hann leika,
undraðust allir hansara menn,
hví hann bar kinn so bleika.
71 Tað var Svein í Vallalíð,
sjúkur av sorgum lá,
tað var hansara sæla móðir,
gongur honum til og frá.
72 “Hoyr tú, mín hin sæli son,
hví heldur tú teg ikki kátan,
hevur tú verið for skipaskaða,
ella hava tínir frændur teg látið?”
73 “Fyrr vildi eg verið for skipaskaða,
mist burt ríki og lond,
enn hon signað frú Adalús
var givin mín óvin í hond.”
74 “Hoyr tað, mín hin sæli son,
lætta angist og trá,
kongsins dóttir í saðil *vond,
von er hon at sjá.”
75 “Kongsins dóttir í saðil vond,
von er hon á sær,
fagrari var tað *rósublað,
eg hevði ætlað mær.”
76 Svaraði Svein í Vallalíð
av so tungum stríði:
“Hann skal ikki frúnna njóta,
um enn eg eri á lívi.”
77 Út reið ungi Viljormur
eina morgunstund,
meðan kvittar Sveinurin
ígjøgnum grøna lund.
78 Út reið ungi Viljormur
í silkiskjúrtan smá,
har kom Svein í Vallalíð,
hann høgdi hans høvur frá.
79 So sára græt frúgvin Adalús,
hóast hon var ikki hvøll,
henni flutu blóðug tár
niður á grønan vøll.
80 So græt frúgvin Adalús
bæði av sorg og sút,
tá ið teir vógu Viljorms lík
um hallardyrnar út.
81 Eystan fyri kirkjuna,
ið dreingir eyka fold,
gróvu tað hitt ljósa lík
niður í døkka mold.
82 Inn kom Svein í Vallalíð,
festi hurð í klova:
“Nú havi eg vigið tann stoltsriddara,
nú kann eg við friðum sova.”
83 Inn kom Svein í Vallalíð,
turkar sítt svørð í dúki:
“Nú havi eg vigið tann stoltsriddara,
og skilt hans høvur frá búki.”
84 Tað var hansara sæla móðir,
tók so sárt at gráta:
“Tað býr undir lindini,
hevna man so sára.”
85 “Hevnist nú, hvat ið hevnast vil,
tað verður ikki brátt,
tar for grætur Adalús
bæði dag og nátt.
86 Hevnist nú, hvat ið hevnast vil,
tað verður ei á sinni,
tar fyri grætur Adalús
bæði vit og minni.”
87 Sveinin situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
“Hvar vitið tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi?”
88 Sveinin situr í hásæti,
talar við sínar menn:
“Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað enn?”
89 Sveinar svara sínum harra:
“Hví spyrjið tær svá,
best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á?
90 Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið Jógvan kong,
væna dóttur ár.
91 Jógvan kongur dóttur eigur,
hana hava menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongsins borði.”
92 Hvørki hevði Sveinin frið
aftan ella morgunstund,
fyrr enn hann hevði knørrin smíðað
eystur yvir sund.
93 Hvørki hevði Sveinin frið
nátt ella ljósan dag,
fyrr enn hann hevði knørrin smíðað
eystur yvir hav.
94 Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
95 Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skín sólin í.
96 Vindur hann upp síni silkisegl,
[gull við vovin brand],
strikar ei á bunkan niður
[fyrr enn við . . .]
97 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
98 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Svein í Vallalíð
sínum fótum á land.
99 Mitt í miðjum grasagarði,
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
100 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Jógvan kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
101 Sveinin stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
“Sit væl, reystur Jógvan kongur,
gev mær dóttur tína!”
102 Kongurin so til orða tekur:
“Ei skal slíkum spara,
heintið mín dóttur í hallina inn
sjálv for seg at svara.”
103 Frúgvin varð bæði studd og leidd
inn í sín faðirs veldi,
ljómin skein av akslargrein,
tað skyggir av tignareldi.
104 Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
Sveinin sat í hásæti,
hann ymsar litir fekk.
105 “Ver vælkomin í hallina inn,
sæla dóttir mín,
vilt tú hesum riddara lova,
komin er at biðja tín?”
106 Svaraði frúgvin Helmintrú,
fyrsta orðið tá:
“Unti eg Svein í Vallalíð,
áðrenn eg hann sá.”
107 Frúgvin gekk at borðinum,
rætti fram ljósa hand,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarband.
108 Fram gekk frúgvin Helmintrú,
rætti hond yvir borð,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.
109 Tað var Svein í Vallalíð,
tók sær frúur at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.
110 Lótu tá til brúdleyps ætla,
ikki mátti tvørra,
báðum borgum boðið varð,
tólv hundrað av hvørji.
111 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Sveinin og hans vív.
112 Gingu bæði í eina song,
Sveinurin og hans vív,
síðan fór hvør sum boðin var,
haðani heim til sín.
113 Silki og so perlur
varð eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Helmintrú
niður til strandar leidd.
114 Silki og so perlur
varð eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Helmintrú
á berum jørðum ganga.
115 Millum báðar stavnarnar
brá so fagur litur,
sum hon frúgvin Helmintrú
í lyftingini situr.
116 Millum báðar stavnarnar,
brá so fagurt á,
sum hann sjálvur Sveinurin
frúnni situr hjá.
117 Vindur upp síni silkisegl
høgt í miðjum ský,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Vallalíð.
118 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
119 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Svein í Vallalíð
sínum fótum á land.
120 Silki og so perlur
varð eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Helmintrú
á berum jørðum ganga.
121 Silki og so perlur
varð eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Helmintrú
niðan til hallar leidd.
122 Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.
123 Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fínan.
124 Tað var tá, sum oftum er,
dult var døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
125 Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Viljorm bað hon kalla.
126 Sveipar hon hann í klæði væl,
komin til góðar at evna,
síðan læt hon presti bera,
Viljorm bað hon nevna.
127 Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.
128 Hann vóks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vøkst,
meiri vóks hann í ein mánað,
enn onnur børn í seks.
129 Hann vóks upp hjá síni móður
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið meistarin kjósa vildi.
130 Hann var seg á leikvølli,
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð, teir vreiðir vóru,
stóðst teim stríð á meingi.
131 Hann var seg á leikvølli,
burt blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð, teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meini.
132 Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóm:
“Líkari var tín faðir at hevnt,
enn berja os so stórum.”
133 Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
“Líkari var tín faðir at hevnt,
enn berja os so sára.”
134 Sveinin kastaði reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá hann hoyrdi sín faðirs deyð,
hann sortnaði sum ein mold.
135 Kastaði hann svørð og herklæði,
lysti ei longur at leika,
so gekk hann fyri sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.
136 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá,
varð mín faðir við vápnum vigin,
ella doyði hann á strá?”
137 Fylgdi [hon] honum í stovuna inn,
og læsir aftur dyr:
“Hoyr tað, mín hin sæli son,
tú hevur ei verið her fyrr.”
138 Læsir hon upp ta *kistuna,
nógv var í gull og fæ,
tók hon [upp] ta blóðigu skjúrtu,
kastar honum á knæ.
139 Tók hon upp ta blóðigu skjúrtu,
sum hann var úr drigin:
“Her skalt tú síggja tey herklæði,
hvar í tín faðir er vigin.
140 Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
enn tað var Svein í Vallalíð,
ið tín faðir vá.
141 Tað var Svein í Vallalíð,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fár.”
142 Sveinin svaraði síni móður,
alt tað sum hann kann:
“Ofta hevur vaksið í ungum rakka
hvassar tenn í rann.”
143 Sveinin svarar síni móður,
alt tað sum hann kundi:
“Ofta hevur vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni.”
144 Hon gav honum svørðið tað,
ið Saksland var at meini,
átjan alin var tað langt,
gjørt av fílabeini.
145 Hon gav honum svørðið tað,
nú er um tað at røða,
hvør ið skeinur av tí fær,
eingin kann hana grøða.
146 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
tú kanst mítt mál væl greina,
eg eri ungur og óstiltur
at hevna mín faðir eina.”
147 Tað var hansara sæla móðir,
varð so snart at svara:
“Far tú til tín móðurbróður,
bið hann við tær fara!”
148 Viljormur letur tingið seta,
tað kom til so brátt,
biður Svein í Vallalíð
dag sum døkka nátt.
149 Sveinin klæðir fríðan fót
eina morgunstund,
mintist til frúnna Helmintrú,
hann reið úr Vallalund.
150 Tað er Svein í Vallalund,
hann sær fram yvir skógar:
“Hvør hevur hesar stevnur sent,
at gera várar gangarar móðar?”
151 Svaraði ungi Viljormur,
tagdi langa stund:
“Annað vil eg hava for faðirs deyð,
enn gangari, rennur í lund.”
152 Svaraði Svein í Vallalíð,
hann brostist niður í skegg:
“Tú skalt fáa lambið tað,
ið loðið er á legg.”
153 Tað var Svein í Vallalíð,
hann stakk sítt svørð í jørð:
“Ríð fram, ungi Viljormur,
hevn tín faðir her!”
154 Tað var ungi Viljormur,
mangt var honum ímóti,
við aðrari hond hans systurson
hann legði ígjøgnum við spjóti.
155 Tað var ungi Viljormur,
sínum svørði brá,
hann kleyv Svein í Vallalíð
sundur í lutir tvá.
156 Tað var ungi Viljormur,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Helmintrú
fyri honum stóð.
157 “Hoyr tú, frúgvin Helmintrú,
vilt tú játtast mær,
tólv merkur í reyðargulli
vil eg geva tær.”
158 Svaraði frúgvin Helmintrú
fyrsta orðið tá:
“Unti eg unga Viljormi,
áðrenn eg hann sá.”
159 Tað var ungi Viljormur,
leyp til góðan hest,
so reið hann til hallar heim,
sum føtur bera mest.
160 Tað var ungi Viljormur,
heim í garðin fór,
úti hansara sæla móðir
fyri honum stóð.
161 “Ver vælkomin, mín sæli son,
higar nú til mín,
hvat hevur tú í bøtur tikið
eftir faðir tín?”
162 “Tað havi eg í bøtur tikið,
ið mær tykir mun,
eg vá Svein í Vallalíð
og so hans systurson.”
163 “Er tað satt í hvørjum orði,
tú sigur fyri mær,
ikki hevur í Danmark staðið
betri lov enn av tær.”
164 Hetta frætti Jógvan kongur
suður í sítt land,
deyður er Svein í Vallalíð,
tað unga bóndabarn.
165 “Hvør er hann av mínum monnum,
mær hevur elvt ta trá,
vigið hevur Svein í Vallalíð,
frúnni at fella tár.
166 Svaraði ein av sveinunum
av so tungari neyð:
“Tað var ungi Viljormur,
hann hevndi sín faðirs deyð.”
167 Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna tjóð,
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín í sól.
168 Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna son,
av teim átjan Blálondum,
ið eftir átti konu.
169 Vindur hann upp síni silkisegl
høgt í miðjan ský,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Vallalíð.
170 Strika segl, læt akker fella,
á tann hvíta sand,
fyrst [steig] reystur Jógvan kongur
sínum fótum á land.
171 Tá fór ein svein til hallar heim,
beyð honum út at stríða
á teim somu leikvøllum,
sum riddarar plaga at ríða.
172 Viljormur klæðir fríðan fót
eina morguntíð,
mintist til frúnna Helmintrú,
hann reið úr Vallalíð.
173 Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Jógvan kongur
brynjað út hundrað tólv.
174 Tá hevði reystur Jógvan kongur
brynjað út hundrað tólv,
einsamallur Viljormur
ríður har ímót.
175 Einsamallur Viljormur
ríður har ímót,
búkar fullu á jørðina niður,
sum tey varpa grót.
176 So ríður ungi Viljormur
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann.
177 Klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann,
eftir stóð tá Jógvan kongur
við sín triðja mann.
178 Gingin er sjálvur Jógvan kongur
undir borgarlið:
“Mín kæri Viljormur,
gev mær grið!”
179 “Hevði hon ikki Helmintrú
verið mær so blíð,
her skuldi tú, Jógvan kongur,
latið títt lív.
180 Hevði hon ikki Helmintrú
verið mær so góð,
her skuldi tú, Jógvan kongur,
sætt títt hjartablóð.”
181 Ríða teir til hallar heim
við albrynjaðar hestar,
tá var einki annað at gera,
enn Helmintrú at festa.
182 Tað var ungi Viljormur,
fell pá síni knæ,
meðan hann frúnna Helmintrú
til ektar festi sær.
183 Drukkið varð teirra brúdleypið,
herin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
væri á ljósum degi.
184 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Viljormur og hans vív.
185 Gingu bæði í eina song,
Viljormur og hans vív,
síðan fór hvør sum boðin var
haðan heim til sín.
186 Adalús í Bragdarbý
drekkur tann mjøðin reina,
tæna væl fleiri yvir hennara borð
enn væl sjey hundrað sveinar.
CCF 173 D
TSB E 96
Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), nr. 38.
Útgávur:
1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1970-1982 s. 53
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 226.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 131.
Heimild: Úr Sandoy: Simon Danielsen, Símun í Króki (1793-1874), Sandi 1822.