Skip to main content

Sveinur í Vallalíð

 

CCF 173 E

TSB E 96

 

1 Adalín í Bragdarbý,

hon kann mangt at gera,

hon kann bøkur og rúnarmál,

og reyðargull at veva.

 

Sótu tey, systkin tvey,

yvir tann grøna lund,

so fagur tjaldur

uttan við Oyrarsund.

Sótu tey, systkin tvey.

 

2 Adalín í Bragdarbý,

hon kann mangt at vinna,

hon kann bøkur og rúnarmál,

og reyðargull at spinna.

 

3 Adalín í Bragdarbý,

fagur er hon í eygum,

flættað hár á herðum lá

við silkibonđum reyðum.

 

4 Adalín í Bragdarbý,

fagur er hon í brún,

flættað hár á herðum lá

við silkibondum snúnum.

 

5 Hana bóðu mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var sær so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

 

6 Hana bóðu mangir menn,

eingin hana fekk,

uttan hin ungi Viljormur,

í loyndum til hennara gekk.

 

7 Har kom Svein í Vallalíð,

frúnna vildi lova,

og á tí somu nátt

hjá teirri jomfrú sova.

 

8 “Tað skalt tú, mín sæla dóttir,

við tínum herkonum lova,

tann sum stígur í song til tín,

hann skal hjá tær sova.”

 

9 Tí svaraði frúgvin Adalín

við sínum herkonum tólv:

“Eg lovist ikki handa mann,

má eg ráða mær sjálv.”

 

10 Fram kom Svein í Vallalíð

klæddur væl í skreyt,

kongurin tók hans kvøðju væl,

hann fylgdi honum á breyt.

 

11 Hann gekk út, og hann gekk inn,

eingin sá hann leika:

“Hoyr tú tað, mín sæli son,

hví bert tú kinn so bleika?

 

12 Hvat heldur ert tú av sóttum sjúkur,

ella hevur tú frændur látið,

hoyr tú tað, mín sæli son,

hví heldur tú teg ikki kátan?”

 

13 “Fyrr vildi eg verið av sóttum sjúkur,

mist bæði ríki og lond,

givin er frúgvin Adalín

Viljormi í hond.”

 

 14 “Hoyr tú tað, mín sæli son,

lætta angist og trá,

eg skal mær til Danmarkar,

tær javngott vív at fá.”

 

15 “Hóast tú fert til Danmarkar,

mær javngott vív at fá,

hann skal ikki frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

16 Tað var hin ungi Viljormur,

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Adalín

til ekta festi sær.

 

17 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Viljormur og hans vív.

 

18 Út kom hin ungi Viljormur

í skarlaksskjúrtu smá,

har kom Svein í Vallalíð,

hann høgg hans høvur frá.

 

19 Út kom hin ungi Viljormur

í skarlaksskjúrtu reyð,

har kom Svein í Vallalíð,

hann gav honum bráðan deyð.

 

20 Inn kom Svein í Vallalíð,

turkar sítt svørð í dúki:

“Eg havi vigið tann stoltsriddar,

og skilt hans høvur frá búki.”

 

21 “Hoyr tú tað, mín sæli son,

tú far ikki við tí hátt,

tað býr undir lindini,

ið hevna man so brátt.”

 

22 “Hevni hvat tað hevna vil,

tað verður ei á sinni,

meðan grætur frú Adalín

bæði úti og inni.

 

23 Hevni hvat tað hevna vil,

tað verður ei so brátt,

meðan grætur frú Adalín

alt bæði dag og nátt.”

 

24 Sára græt frúgvin Adalín,

hon fekk tár á kinn,

tá ið teir vógu Viljorms lík

um hallardymar inn.

 

25 Sára græt frúgvin Adalín,

hon feldi tár á dúk,

tá ið teir bóru Viljorms lík

um hallardyrnar út.

 

26 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at teirri stundini leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

27 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fríðan.

 

28 Nú er enn, sum ofta er,

duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein fríðan svein.

 

29 Sveipar hon hann í klæði ný,

tikin til gott at evna,

síðan læt hon presti bera,

Viljorm bað hon nevna.

 

30 Hann varð borin frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meira læt hon røkta hann

enn alt [sítt] gull í skrín.

 

31 Hann varð borin frá kirkju heim

aftur for móður knæ,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

32 Hann vaks upp hjá síni móður,

lukkan við honum veks,

meira vaks hann á einum ári,

enn onnur børn í seks.

 

33 Hann vaks upp hjá síni móður,

lukkan við honum hól,

meira vaks hann á einum ári,

enn onnur børn í tólv.

 

34 Hann vaks upp hjá síni móður,

skjótt og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi kongsins dreingir.

 

35 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær faðir at hevnt,

enn berja os so stóran.”

 

36 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru bæði:

“Líkari var tær faðir at hevnt,

enn berja os so sára.”

 

37 Niður settist Viljormur,

niður á døkka fold,

tá hann hoyrdi sín faðirs deyð,

hann sortnaði sum ein mold.

 

38 Sveinur kastar skildrinum,

hann lystir ei longur at leika,

gongur so for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

39 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

varð mín faðir við vápnum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

40 Hon fór eftir tí skjúrtuni,

øll var í blóði drivin:

“Her skalt tú síggja, mín sæli son,

hvar tín varð faðir í vigin.”

 

41 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

hvaðni var hann av landi nevndur,

ið mín faðir vá?”

 

42 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

tað var Svein í Vallalíð,

ið tín faðir vá.

 

43 Tað var Svein í Vallalíð,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av honum fár.”

 

44 Viljormur svarar síni móður,

alvæl sum hann kundi:

“Ofta hevur vaksið ungum hvølpi

hvassar tenn í munni.”

 

45 Hann var ikki meiri enn tólv ár gamal,

hann beyð sær út at ríða,

keypti svørð og brynju blá,

mót harra Svein at stríða.

 

46 Tað var Svein í Vallalíð,

hann fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Hermundtrú

til ekta festi sær.

 

47 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

harra Svein og hans vív.

 

48 Viljormur læt tað tingið setja,

mangur fór glaður av,

býður til Svein í Vallalíð

upp á tann sama dag.

 

49 Tað var Svein í Vallalíð,

hann var til ferðar fús,

hann klæddi seg innan hallina

alt við eitt kertiljús.

 

50 Tað var Svein í Vallalíð,

hann ríður fram yvir skóg:

“Hvør hevur hetta tingið sett

og gjørt várar gangarar móðar?”

 

51 “Tú torir ikki, harra Svein,

møða gangara tín,

eg havi so lítlar bøtur tikið

eftir faðir mín.”

 

52 Tí svaraði Svein í Vallalíð,

hann brosti sær á skegg:

“Tú skalt hava lambið tað,

ið alt er loðið á legg.”

 

53 “Tað verður ei tí skrúður skorið,

ei tað hvíta lín,

ið eg leggi á mín kistabotn

eftir faðir mín.

 

54 Tað verður ei tí skrúður skorið,

ei tað skarlak reyð,

ið eg leggi á mín kistabotn

eftir mín faðirs deyð.”

 

55 Tað var Svein í Vallalíð,

stoytti skjøldin ímót grót:

“Gakk her, ungi Viljormur,

tú tak her faðirs bót!”

 

56 Tað var hin ungi Viljormur,

sínum svørði brá,

hann kleyv Svein í Vallalíð

sundur í lutir tvá.

 

57 Tað var hin ungi Viljormur,

snarliga hann sær vendi,

við aðrari hondini hans systurson

ígjøgnum við spjóti rendi. 

 

58 “Liggið nú her á vøllunum,

báðir eru deyðir,

bjóði ikki bøtur for teir,

vóru teir aldri eyðir.”

 

59 Saðilin var av gulli,

bokslið út av fleim,

glaður ríður Viljormur

til sínar borgir heim.

 

60 Tað var hin ungi Viljormur,

heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

úti fyri honum stóð.

 

61 “Ver vælkomin, mín sæli son,

higar nú til mín,

hvat hevur tú í bøtur tikið

eftir sæla faðir tín?”

 

62 “Eg havi so lítlar bøtur tikið,

tað fell væl í mun,

eg vá Svein í Vallalíð,

tann ríka jalsins son.”

 

63 “Er tað so satt,

sum tú sigur ífrá,

ongum skuldi Danamark

staðið betri korið tá.”

 

64 Tað var pá ein summarsdagsmorgun,

má meg væl um minna,

Viljormur skógvar sín fríða fola,

frú Hermundtrú at finna.

 

65 Sára græt frúgvin Adalín,

seint man sorgin linna,

tá hann reið í Vallalíð,

frú Hermundtrú at finna.

 

66 Inn kemur ternan,

sigur øllum frá:

“Eg síggi mann at borgum ríða,

mikil í brynju blá.

 

67 Eg síggi mann at borgum ríða,

mikil í brynju blá,

ongum manni líkari

enn Viljormur at sjá.”

 

68 Tað var frúgvin Hermundtrú,

reiðir upp høgind blá:

“Gakk her, ungi Viljormur,

og hvíl her omaná!”

 

69 Tað var ungi Viljormur,

hann steig í seingina upp,

myntist við frú Hermundtrú,

og síðan reið hann burt.

 

70 Hetta frætti Magnus kongur

eystur í sítt land,

vigin var Svein í Vallalíð,

tað ríka jalsins barn.

 

71 “Hvar ið tit møta honum, mínir menn,

innan grøna lund,

latið hann falla ógjaldan,

alt bæði for ravn og hund!

 

72 Hvar ið tit møta honum, mínir menn,

innan grøna líð,

latið hann falla ógildan,

alt bæði for ravn og hýð!”

 

73 Tí svaraði Viljormur,

í loyndum tar ið hann lá:

“Fyrri skulu vit váknum kenna,

áðrenn tit skulu meg fá.”

 

74 So reið ungi Viljormur

víðan vegin fram,

klývur hann hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

75 So ríður ungi Viljormur,

fáum veit hann hól,

tekur hann tveir av kongsins monnum,

varpar út á sjógv.

 

76 Klývur hann hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann,

eftir stóð tá Magnus kongur

við sín triðja mann.

 

77 Magnus kongur krýpur

undir borgarlið:

 “Mín kæri Viljormur,

tú gev mær grið!

 

78 Mín kæri Viljormur,

tú gev mær grið,

ongan bað eg bóndasonin

á míni ævi fyrr.

 

79 Ongan bað eg bóndasonin

á míni ævi fyrr,

tær gevi eg nú lív og grið

og hálvt mítt ríki við.”

 

80 “Hevði hon ikki, frú Hermundtrú,

verið mær so góð,

her skuldi tú, Magnus kongur,

sætt títt hjartablóð.

 

81 Hevði hon ikki, frú Hermundtrú,

verið mær so blíð,

her skuldi tú, Magnus kongur,

látið títt lív.”

 

82 Tað var hin ungi Viljormur,

hann fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Hermundtrú

til ekta festi sær.

 

83 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

84 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Viljormur og hans vív.

 

85 Adalín í Bragdarbý,

fáar finnast slíkar,

ongan vildi hon ediling lova

eftir tann Viljorm ríka.

 

Sótu tey, systkin tvey,

yvir tann grøna lund,

so fagur tjaldur

uttan við Oyrarsund.

Sótu tey, systkin tvey.

 

CCF 173 E

TSB E 96

 

Handrit: a. Kvæðasavn hjá Hans Paula Johan-Petersen (1837) II, nr. 3 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn); b: Handrit Reventlows (Ny kgl. Saml. 1928, Folio).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 236.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 155.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Paula Johan-Petersen, f. í Sandvík, róptur Hanus í Lopra (um 1814-1886), Lopra 1837.