Ragnars kvæði
CCF 2 F
TSB E 156
(Str. 63-88 = TSB D 401)
1 Viljið tær nú lýða á,
mínum orðum á,
kongur ræður fyri Upplandi,
væna dóttur ár.
Borgarhjørtur byggir á torni fríða
enn er hon fagrari enn Randarsól,
hon kann allar fuglalistir at týða.
2 Kongurin eigur sær eina dóttur
við miklum mentarprýði,
tí hon ber øll lásini
at øllum borgarliðum.
3 Átti hann sær so væna dóttur
bæði við spekt og prýði,
tí situr hon í hásæti
yvir øllum borgarliði.
4 Moyggjar fóru á skógvin burtur,
byggja skuldu sal,
eg fái ikki tal á teimum,
tí tær vóru nógvar í tali.
5 Hann læt henni salin byggja
av tí skínandi gull,
sjálvur leiðir hann sína dóttur
glaður í huga full.
6 Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
Tóra er gingin á skógvin burtur
við fylgismoyggjar tólv.
7 Moyggjar fóru á skógvin burtur,
høvdu gull og fíggja(!),
tá mundu tær so lítið væl
niður fyri fótum síggja.
8 Moyggjar fóru á skógvin burtur,
funnu orm á sandi,
ofta hendist av marglæti
angur og mikil vandi.
9 Moyggjar fóru á skógvin burtur
bæði við gleði og gleim,
tóku tær hin frænarorm
og førdu til hallar heim.
10 Tóku tær hin frænarorm,
løgdu í kistu niður,
hann vaks skjótt á skamri stund
bæði mikil og dyggur.
11 Løgdu teir hin frænarorm
fingurgulli hjá,
hann vaks skjótt á skamri stund,
moyggjar undrast á.
12 Nógvar vóru moyggjarnar,
salin skuldu byggja,
ormurin fekk ikki inni rúm
í moynnasali at liggja.
13 Tóku tær hin frænarorm,
løgdu hann út fyri sól,
hann vaks upp á skamri stund,
hann sporl yvir høvdið dró.
14 Løgdu tær út tann frænarorm,
tær sluppu av angist og vanda,
hægri reisti hann buktir upp
enn høgar borgir standa.
15 “Tann vil eg nú kongasonin
míni dóttur geva,
drepa vil tann frænarorm
og skilja moy við trega.
16 Tann vil eg nú blíðum soni
mína dóttur jáa,
vega vil tann frænarorm
og skilja moy við trá.”
17 Greivin kemur inn árla morgun,
vekir upp dreingir snarar:
“Nú viljum vær tann ormin gesta,
leingi hevur moynna varðað.”
18 Vundu upp síni silkisegl
út av glæstriskeið,
ormin hoyrdu teir blása,
tá teir komu mitt á leið.
19 Ormin hoyrdu teir blása,
tá teir komu mitt á fjørð,
óttast tók tá greivanum
alt um sín saðilgjørð.
20 “Vendið nú okra silkisegl,
eykið os ei tann váða,
ormurin má fyri okkara skyld
leingi fyri moynni ráða.”
21 Enntá frætti Ragnar kongur,
sonur Sjúrðar Ring,
ormurin liggur fyri moynnasali
ringdur har umkring.
22 Ragnar læt so klæði gera
bæði av tjøru og sand,
tí hann skuldi ikki fáa
av ormins eitri grand.
23 Ragnar kemur inn árla morgun,
vekir upp dreingir bestu:
“Nú viljum vær við fríðum fara
frænarorm at gesta.”
24 Gingu teir til strandar oman
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir drógu knørr úr neysti.
25 Vundu upp síni silkisegl
út av glæstriskeið,
ormin hoyrdu teir blása,
tá teir komu mitt á leið.
26 Ormin hoyrdu teir blása,
tá teir komu skamt til landa,
Ragnar bað tá sínar menn
so kátar mjøðin blanda.
27 Ormin hoyrdu teir blása,
tá teir komu skamt til lands,
Ragnar biður sínar menn
so kátar drekka til hans.
28 “Heilir eru allir mínir menn,
teir skulu mínum bondum greiða,
meðan eg fari upp á land,
tann urðarseið at beiða.”
29 “Allir viljum vær fylgja tær
og fremja so tín vilja,
tað er ikki ein[s] mans føri
hans høvur frá kroppi at skilja.”
30 “Heilir eru mínir menn,
teir skulu mínum skipum festa,
meðan eg gangi upp á land
at snakka við ókunnugar gestar.”
31 Ragnar gongur í grasagarði,
sum ormurin fyri lá,
hann var mikil og ógvuligur,
kongurin undrast á.
32 “Eg veki teg upp, tú frænarormur,
ansar tá nakað mær,
frætti tað Tóra Borgarhjørt,
eg stjalist ikki at tær.”
33 “Hvør er so hin hugdjarvi,
meg vekir úr dvala?
hann man hava ætlað sær
tann Borgarhjørt at hava.”
34 Ragnar høgg so stórt eitt høgg,
øllum tókti undur,
hann høgg tann hin frænarorm
av í miðju sundur.
35 Ragnar vá av orminum,
maðurin var hann heppin,
hann fór undan við skaftinum,
svørðið tað stóð eftir.
36 Hann fór úr teim tjørgaðu klæðum,
legði tey sær hjá,
aftur í reytt skarlak,
so vænur var garpi at sjá.
37 Hann fór úr teim tjørgaðu klæðum,
legði á heyggin hvíta,
aftur við reytt skarlak,
so vænur var garpi at líta.
38 Moyggjar standa í glasgluggum,
blanda mjøð í skál,
snarliga skundar hann sína ferð
aftur til skip[a] at gá.
39 Moyggjar standa í glasgluggum,
blanda mjøð og vín,
snarliga kvaðst hann skunda sær
aftur til skipini síni.
40 Trælur vappar allan dag,
hvílu vildi tiggja,
hann kom har so síðla á kvøldi,
sá ormin deyðan liggja.
41 Trælur vappar allan dag,
beinini tóku at møða,
ikki tordi tann vesæli lókur
deyðan orm at røra.
42 Toygdi hann seg so langan út,
til beltið sprakk um miðju,
tá fekk hann tað búna svørð,
ið Ragnar bar frá smiðju.
43 Hann tók tá hitt búna svørð,
kongi bar til handa:
“Eg havi vigið tann frænarorm
og skilt tykra dóttur frá vanda.”
44 Tað er enn sum oftum fyrr,
langligt man vera inni,
Tóra er riðin til hallar heim
faðir og móður at finna.
45 “Tú lat tær ikki illa líka,
tóast eg gifti teg træli,
mannin tann, ið ormin vá,
dóttir mín hin sæla!”
46 “Trúgv ikki, trúgv ikki, faðir mín,
hvat ið tann trælur segði,
hann var av øllum mætari,
ið spjót í ormin legði.
47 Eg sá tann, ið ormin vá,
hann var ólíkur træli,
hann var seg av øðrum londum
kongasonurin sæli.”
48 Kongurin letur tingið seta,
so man virðin venda,
hann stóð hægstur á tinginum,
ið svørðið bar í hendi.
49 Ragnar lyfti durunum,
maðurin var hann baldur:
“Mær var lagað at eiga moy
allan hennara aldur.”
50 Ragnar lyfti durunum,
maðurin var hann fríður:
“Mær var lagað at eiga moy
alla hennara tíð.”
51 Ragnar lyfti durunum,
trælinum voldi sút,
tað visti eingin innanhalla[r],
hvar hann snúðist út.
52 Tað var Ragnar kongur,
fell pá síni knæ,
meðan hann Tóru Borgarhjørt
til ekta[r] festi sær.
53 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ragnar og hans vív.
54 Tað er enn sum oftum fyrr,
tað kom til so brátt,
frúnni sókti helsótt
hesa somu nátt.
55 Lógu tey í sínari song,
tey snakka um tað bæði:
“Tú skalt tær ta jomfrú biðja,
ið væl nýtir míni klæði.
56 Tú skalt tær ta jomfrú biðja,
býr fyri sunnan hav,
væl er hon av ættum komin,
tó lítla hevur hon makt.”
57 Frúgvin varð løgd á songarstokk,
blikna tók tann ríka.
“Seint man eg”, segði Ragnar kongur,
“fáa mær brúður slíka.”
58 Frúgvin varð løgd á songarstokk,
blikna tók tann balda.
“Seint man eg”, segði Ragnar kongur,
“fáa mær brúður aðra.”
59 Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
Ragnar gekk úr hallini
frá deyðari drotning síni.
60 Eystan undir heygginum,
sum dreingir *eyka fold,
gróvu teir tað hitt ljósa lík,
niður í døkka mold.
61 Gróvu teir tað hitt ljósa lík
niður á døkka fold,
Ragnar stóð og sá uppá,
hann sortnaði sum ein mold.
62 Tí svaraði Ragnar kongur,
á gravarbakka stóð:
“Tað verður ikki, meðan eg livi,
eg unnist annað fljóð.”
(Ørindini 63-88 = Kráku táttur TSB D 401)
63 Ikki fekk tá Ragnar kongur
frið nátt ella dag,
fyrr enn hann hevði knørrin smíðað
suður yvir hav.
64 Sveinar ríða í landið upp,
breyðið skuldu baka,
Haki kallur fyri ráddi,
hann eigur dóttur spaka.
65 Aftur komu sveinarnir,
lítið høvdu vunnið:
«Vær høvum sætt so stolta jomfrú,
og tílíka onga funnið.
66 Vær høvum sætt ta stoltu jomfrú,
bæði við spekt og kæti,
átøk var hon tygara drotning,
hevði hon havt hennara mæti.»
67 Tí svaraði Ragnar kongur,
talar orðum blítt:
«Ótíð er hon væl vorðin,
vøn, tó ikki er slík.
68 Bið hana koma til skips í morgin,
hava við sær svein,
hava tann svein, sum ikki er svein,
og koma so búgvin heim.
69 Bið hana koma til skips í morgin,
hava við sær klæði,
vera klædd og ikki klædd,
og koma so búgvin bæði.»
70 Sveinar ríða í landið upp,
breyðið skuldu baka,
Haki kallur fyri ráddi,
hann eigur dóttur spaka.
71 «Hann biður teg koma til skips í morgin,
hava við tær svein,
hava tann svein, sum ikki er svein,
og koma so búgvin heim.
72 Hann biður teg koma til skips í morgin,
hava við tær klæði,
vera klædd og ikki klædd,
og koma so búgvin bæði.»
73 Árla var um morgunin,
báran brýtur á bylgju,
hon kembir sítt hár í lag
og letur sín rakka fylgja.
74 Frúgvin steig innan snekkjuborð,
tað mundi eingin vara,
orm hevði hon í eyga á sær,
dóttir Sjúrðar snara.
75 Ragnar yrkir orðum á,
talar við frúnna blítt:
«Sig mær sannan faðir at tær,
eg spyrji teg eiti títt.»
76 «Haki kall er faðir at mær,
hvønn dag goymi eg geit,
Kráka eri eg kallað sjálv,
tað er til navns at leita.»
77 «Silkiserk og skarlak reytt,
alt í einum knúti,
tak við Kráka, kalsdóttir,
vita um tú nýtir!
78 Skarlak reytt og búgvin skógv,
alt í einum knúti,
tak við, Kráka, kalsdóttir,
vita um tú nýtir.»
79 Silkiserk og skarlak reytt,
javnt við jørðina dregur:
«Oftari havi eg geitir goymt
enn farið í búgvin klæði.
80 Oftari havi eg geitir goymt
enn farið í búgvin skó.»
Silkiserk og skarlak reytt
javnt við jørðina dró.
81 Stakkur hennara stóð á jørð,
fóturin var sum leika,
meðan situr Ragnar kongur
við reyðar kinnar og bleikar.
82 «Tú ert ikki kalsdóttir,
tó tú sigur so,
mætari maður er faðir at tær,
tað sæst á brún og brá.»
83 Ragnar yrkir orðum á,
talar við frúnna blítt:
«Sig mær sannan faðir at tær,
eg spyrji teg eiti títt.»
84 «Sjúrður frægi var faðir at mær,
hann stóð í ormablóði,
Ásla eri eg kallað sjálv,
frú Brynhild var mín móðir.»
85 Kallurin kemur á bakkan oman,
rópar at væl hart:
«Tær hava tikið mína sælu dóttur,
greiðið hana aftur snart!»
86 Kallin kemur á bakkan oman,
rópar at væl hátt:
«Tær hava tikið mína sælu dóttur,
greiðið hana aftur brátt!»
87 Settu teir frúgv í lyfting upp
við so mikið nos,
góvu kallinum gull og fæ:
«Frúgv skal fylgja os!»
88 Tóku teir frúgv í lyfting upp,
settu millum dreingir.
Eg kann ikki kvøða tað,
ið yrkt er ikki longur.
Borgarhjørtur byggir á torni fríða,
enn er hon fagrari enn Randarsól,
hon kann allar fuglalistir at týða.
CCF 2 F
TSB E 156
(Str. 63-88 = TSB D 401)
Handrit: Kvæðasavnið hjá N. Nolsøe. FLB F IV vol. I, 1840 Nr. 36, s. 227.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band I, s. 235.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 63
Heimild: Kvæðasavnið hjá Napoleon Nolsøe, Tórshavn (1809-1877)