Ragnars táttur
CCF 2 G
TSB E 156
(Ør. 71-94 = TSB D 401)
1 Viljið tær nú lýða,
meðan eg sigi frá,
kongur ræður fyri Upplondum,
ið væna dottur á.
Niðurlag:
Borgarhjørtur, byggir hon tornið fríða,
enn er hon fagrari enn randarsól,
hon kann allar fuglalistir at týða.
2 Kongurin eina dottur eigur,
bæði við spekt og prýði,
tí situr hon í hásæti
yvir øllum borgarliði.
3 Nógvar vóru moyjarnar,
ið byggja skuldu sal,
eg fái ikki tal á teim,
mangar vóru í vali.
4 Hann læt henni salin byggja,
av tí skínanda gulli,
sjálvur leiðir hann dottur sína,
glaður í huga full.
5 Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
Tóra er gingin á skógvin burt
við fylgismoyjum tólv.
6 Moyjar fóru á skogvin burt,
hvílu vildu tær tiggja,
tær sóu eitt so lítið væl
niður fyri sær liggja.
7 Moyjar fóru á skogvin burt,
funnu orm við anda,
ofta hendir av marglæti
angist og mikil vandi.
8 Moyjar fóru á skogvin burt
bæði við gleði og gleim,
tóku tær hin fræna orm
og førdu til hallar heim.
9 Tóku tær hin fræna orm,
løgdu í kistil niður,
hann vox skjott á skamri stund,
bæði mikil og digur.
10 Kongur tók sítt fingurgull,
legði í skrínið niður,
ormur vox skjott á skamri stund
bæði mikil og digur.
11 Nógvar vóru moyjarnar,
ið salin mundu byggja,
ormurin fekk ikki inni rúm
í moynna sali at liggja.
12 Tóku tær hin fræna orm,
løgdu hann út fyri sól,
hann vox skjott á skamri stund
og sporl yvir høvdið dró.
13 Løgðu tær út tann fræna orm,
tær sluppu av angist og vanda,
høgri reisti hann buktir upp
enn høgar borgir standa.
14 Tí svaraði kongurin
í fyrsta orði tá:
"hvør ið henda ormin vegur,
skal mína dóttur fá.
15 Teim vil eg nú blíðum sinni
mína dóttur geva,
ið vega vil tann frænar orm
og skilja so moy við trega."
16 Hetta frætti greivin
suður til sína landa:
ormurin ringdur um moynna sal
eykar fljóði vanda.
17 Greivin kemur inn árla morgun,
vekir upp dreingir snarar:
"nú viljum vær tann ormin gesta,
ið leingi hevur moynna varað."
18 Lótu teir av lunnum ganga
eina glastriskeið,
ormin hoyrdu teir blása hátt,
tá ið skamt var komið á leið.
19 Ormin hoyrdu teir blása hátt
við ógvuligum sprota,
ofsnart tóktist hann yvir koma
við sín sævarflota.
20 "Vendið aftur mínir menn,
elvum os ongan vanda,
ormurin má fyri vora skuld
so leingi fyri moynni standa.
21 Vendið aftur mínir menn,
vær høvum her ongan váða,
leingi má sá ormurin
fyri teirri frúnni ráða.
22 Enntá frætti Ragnar kongur,
sonur Sjúrðar Ring:
ormur er ringdur um moynnar sal,
hann ber mers íkring.
23 Í tjøru kálkar hann klæði síni
uttan yvir í sandi,
tí hann vildi einki njóta
av ormsins eiturblandi.
24 Ragnar kemur inn árla morgun,
vekir upp dreingir bestu:
"nú viljum vær í friði fara
tann frænarorm at gesta."
25 Gingu teir til strandar oman
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv,
teir drógu sín knørr úr neysti.
26 Vundu upp síni silkisegl
út av glæstriskeið,
ormin hoyrdu teir blása,
tá ið teir komu mitt á leið.
27 Ormin hoyrdu teir blása,
tá ið teir komu skamt til landa,
Ragnar bað tá sína menn
so kátan mjøðin blanda.
28 "Heilir allir mínir menn,
tær skuluð míni skip nú festa,
meðan eg geingi upp á land
at tala við ókunnar gestir.
29 Heilir allir mínir menn,
tær verið nú so spakir,
meðan eg geingi upp á land
tann urðarseyð at taka."
30 "Allir viljum vær filgja tær
og fremja so tín vilja,
tað er ikki eins mans føri
hans høvur frá búki at skilja."
31 Ragnar gongur í grasagarði,
sum ormurin fyri lá,
hann var mikil og ógvuligur,
kongurin undrast á.
32 "Eg veki teg upp tú frænarorm,
andsvar veit tú mær,
frætta skal Tóra Borgarhjørt
eg stjalist ei á tær."
33 "Hvør er sá hin hugdjarvi,
ið meg vekir úr blundi,
hann man Tóru ætla sær
tað inniliga sprundið."
34 Ragnar hjó so stórt eitt høgg,
tað var mikið undur,
hann hjó tann hin fræna orm
av í miðju sundur.
35 Ragnar vann av orminum,
maður var hann heppin,
skaftið førdi hann heim við sær,
oddurin stóð har eftir.
36 Ragnar fór úr tjøruklæðum
aftur í línið hvíta,
moyjar standa og hyggja at,
og fagurt var at líta.
37 Ragnar fór úr tjøruklæðum,
legði sær íhjá,
aftur í reytt skarlak,
so vænur var garpur at sjá.
38 Prektigur var sá klædningur,
kongurin á seg tók,
síðan var hann kallaður
Ragnar Lodbrók.
39 Moyjar standa í glarglugga,
blanda mjøð í skál,
snarliga skundar hann síni ferð
aftur til skipa at gá.
40 Moyjar standa í glarglugga,
blanda mjøð og vín,
snarliga hann skundar sær
aftur at skipum sínum.
41 Trælurin vappar allan dag,
hvílu vildi tiggja,
hann kom har so síðla á kvøldi,
og orm sá deyðan liggja.
42 Trælurin vappar allan dag,
beinini tóku at møða,
ikki tordi sá vendilókur
deyðan ormin røra.
43 Toygdi hann seg so langan út,
til beltið sprakk um miðju,
tá fekk hann í oddin tann,
ið Ragnar bar frá smiðju.
44 Tók hann henda spjótsoddin,
og kongi bar til handar:
"eg havi vigið tann fræna orm
og skilt tygra dottur frá vanda."
45 So gekk hann fyri kongin inn
at siga honum frá:
"eg havi vigið tann fræna orm
tygra dottur at fá."
46 Árla vár um morgunin,
ið sól skein alvæl inni,
Tóra er komin til hallar heim
faðir og móður at finna.
47 "Tú lat tær ikki illa líka,
tó at eg gifti teg træli,
manninum, ið ormin vá,
dóttir mín hin sæla."
48 "Trúgv ikki, trúgv ikki faðir mín,
hvat ið trælurin segði,
hann var av øllum mætari,
ið spjót í ormin legði.
49 Maður sá, ið ormin vá,
hann var ei líkur træli,
hann var sær av øðrum londum
kongasonurin sæli."
50 Kongurin letur tingið seta,
tað fell so væl í lag,
vildi festa sína dóttur
burt tann sama dag.
51 Lótu tá til brúdleyps ætla,
har mundi einki tvørra,
átjan borgum boðið var
og tólv hundrað í hvørji.
52 Føriti silvurføt,
annaðslíkt av skálum
fram var borið í kongins høll,
tá ið alt var sett at málum.
53 Inn kom ein so lítil svein,
sigur teimum frá:
"eg sá skip á havi fara,
ið hevur seglini blá."
54 Tað var Tóra Borgarhjørt,
hon tók til orða svá:
"Tað man vera sá kongasonur,
ið mær var lagað at fá."
55 Hegar ið hans snekkja
kendi fagurt land,
kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand.
56 Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig tá Ragnar kongur
sínum fótum á land.
57 Ragnar lyfti durunum,
maður var hann baldur:
"mær var lagað at eiga moy
allan hennar aldur."
58 Ragnar gekk um dyrnar inn,
maður var hann ríkur,
trælur var koyrdur úr hásæti
uttar í durabrýkar.
59 Kongur gongur at borðinum,
trælinum vildi sút,
tað sá eingin innan hallar,
hvar hann smoygdist út.
60 Tað var reysti Ragnar kongur,
fell hann á sítt knæ,
meðan hann Tóru Borgarhjørt
til ektar festi sær.
61 Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Ragnar og hans vív.
62 Tað er enn, sum ofta fyrr,
tað kom á so brátt:
ung var hon á aldrinum,
tá ið hon fekk helsótt.
63 Lógu tey í síni song,
tey tala millum sín bæði:
"tú skalt tær ta jomfrú biðja,
ið væl nýtur míni klæði."
64 Frúgvin var løgd á songarstokk,
blikna tók hin ríka:
"seint man eg," segði Ragnar kongur,
"fáa mær brúður slíka."
65 Frúgvin var løgd á songarstokk,
blikna tók hin fagra:
"seint man eg," segði Ragnar kongur,
"fáa mær brúður aðra."
66 "Tú skalt tær ta jomfrú lova,
ið býr fyri sunnan hav,
væl er hon av ættum komin,
tó lítla hevur hon makt."
67 Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
Ragnar gekk av borgini út
við deyðari drotning síni.
68 Eystantil undir heyginum
sum dreingir reika á fold,
gróvu teir tað ljósa lík
niður í døkka mold.
69 Árla var um morgunin,
ið dreingir eiga tal:
dimmur er hesin døkki dagur
niður í mold at fara.
70 Tí svaraði Ragnar kongur,
á gravar bakka stóð:
"tað verður ikki meðan eg livi,
eg elski annað fljóð."
71 Ikki fekk tá Ragnar kongur
frið um nátt ella dag,
smíða læt hann sær ein knørr
og sigldi suður um hav.
72 Sveinar ríða í landið upp,
ið breyðið skuldu baka:
Haki hæt sá, fyri ráddi,
hann átti dóttur spaka.
73 Aftur komu sveinarnir,
teir lítið høvdu vunnið:
"vær høvum sæð tá vænu jomfrú
og tílíka onga funnið.
74 Vær høvum sæð ta vænu jomfrú
bæði við spekt og kæti,
átøk var hon Tóru drotning,
hevði hon haft hennara mæti."
75 Tí svaraði Ragnar kongur,
hann talar orðum blítt:
"ótíð var hon væl vorin,
væn, tó ikki var slík.
76 Bið hana koma til skips í morgin,
hava við sær svein,
hava tann svein, sum ikki er svein
og koma so búgvin heim.
77 Bið hana koma til skips í morgin,
hava við sær klæði,
vera klædd og ikki klædd,
og koma so búgvin bæði.
78 Sveinar ríða í landið upp,
ið breyðið skuldu baka,
Haki hæt sá, íð fyri ráddi,
hann átti dóttur spaka.
79 "Hann bað teg koma til skips í morgin,
hava við tær svein,
hava tann svein, sum ikki er svein,
og koma so búgvin heim.
80 Hann bað teg koma til skips í morgin,
hava við tær klæði,
vera klædd og ikki klædd,
og koma so búgvin bæði."
81 Árla var um morgunin,
báran brýtur á bylgju,
hon kembur sítt hár og beit í leyk
og býður sín rakka fylgja.
82 Frúgv steig inn um snekkju borð,
tað mundi ongan vara,
orm bar hon í eyga á sær
dóttir Sjúrðar snara.
83 Ragnar yrkir orðum á,
talar við frúnna blítt:
"sig mær sannan faðir at tær,
eg spyrji teg heiti títt."
84 "Haki kall er faðir at mær,
hvønn dag goymi eg geit,
Kráka eri eg kallað sjálv,
tað er til navns at leita."
85 Silkiserk og skarlak reytt
alt í einum knýti:
"tak við Kráka kalsdottir,
og vita um tú nýtur.
86 Skarlaks stakk og búgvin skó,
alt í einum knýti:
"tak við Kráka kalsdóttir,
og vita, um tú nýtur."
87 Silkiserk og skarlak reytt
hon javnt við jørðina dregur:
"oftari havi eg geitir goymt
enn farið í búgvin klæði."
88 Stakkur hennara stóð á jørð,
fóturin var sum leika,
meðan situr Ragnar kongur
við reyðar kinnir og bleikar.
89 "Tú ert ikki kals dóttir,
tó tú sigur svá,
mætari maður er faðir at tær,
tað síggi eg á brún og brá."
90 Ragnar yrkir orðum á,
talar við frúnna blítt:
"sig mær sannan faðir at tær,
eg spyrji teg heiti títt."
91 "Sjúrður frægi var faðir at mær,
hann stóð í ormsins blóði,
Ásla eri eg kallað sjálv,
frú Brynhild var mín móðir."
92 Kallur kemur á bakkan oman,
rópar alvæl hátt:
"tær havið tikið mína dóttur,
greiðið hana aftur brátt."
93 Settu teir frúgv í lyfting upp
við so mikið nos,
kallinum góvu teir gull og fæ:
"frúgv skal fylgja os."
94 Frúgvin var sett á kvinnubonk
kongurin millum dreingir,
eg kann ikki kvøða tað,
ið ort er ikki longur.
CCF 2 G
TSB E 156
(Str. 71-94 = TSB D 401)
Uppruni: V. U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder I”, 1851
Útgávur:
1. V. U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder I”, 1851 s. 59-67
2. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band I, s. 239.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 75
Heimild: V. U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder I”, 1851