Geyti Áslaksson
autodesk navisworks simulate 2017 autodesk subscription price autodesk mudbox 2011 (64-bit) download price 99.90 software buy corel wordperfect office x5 standardCCF 30 B
Ørindini 1-54
TSB E 3
Ørindini 55-81
TSB E 14
1 Áslakur droymdi dreymarnar,
søgdir vóru smærri,
honum tóktist sum segl og toppar
gingu á fjøllum hærri.
2 Áslakur droymdi dreymarnar,
søgdir vóru mørgum,
honum tóktist, sum Haraldur kongur
stýrdi grimmum vørgum.
3 Tá svaraði Haraldur kongur,
stendur í fremra stavni:
“Hvar vitið tær tann bóndason,
til útreið er mín javni?”
4 Svaraði ein av sveinunum,
hann stendur í øðrum stavni:
“Bóndasonur av Upplondum
til útreið er tín javni.”
5 Tá svaraði Haraldur kongur,
gull bar sær á hand:
“Eg skal mær á landið upp
at síggja henda mann.”
6 Enntá var tað Haraldur
heim í garðin fór,
úti sjálvur Áslakur
fyri honum stóð.
7 “Hoyr tað tú nú, Áslakur,
hvar er tín yngsti arvi,
hvar av landi hevur hann stevnt,
hvat hevur so drongur at starvi?”
8 “Tú tarvt einki, Haraldur,
eyka mær ta neyð,
tú gert einki at minna meg
upp á mín sonardeyða.”
9 “Hoyr tað tú nú, Áslakur,
tú sig mær satt ífrá,
hvussu eitur kirkjan tann,
tín sonur hvílir á?”
10 “Hoyr tað tú nú, Haraldur,
eg sigi tær satt ífrá,
Kolrín eitur kirkjan tann,
mín sonur hvílir hjá.”
11 Tí svaraði Haraldur,
tar hann stendur á fold:
“Tú skalt mær hans beinini grava
upp úr døkkari mold.”
12 “Hoyr tað tú nú, Haraldur,
og tað sigi eg tær enn,
lítið man eg hans beinini kenna
fram for aðrar menn.”
13 Tí svaraði Haraldur,
gull bar sær á hand:
“Eg skal henda mann uppsøkja,
er hann á kristnum land.”
14 Enntá var tað Haraldur kongur,
hann ríður eftir døkkari heiði,
møtir honum ein ungur maður,
kemur av djóraveiði.
15 Møtir honum ein ungur maður,
eingin ið hann kendi,
silkihúgvu á høvdi bar,
við finskan boga í hendi.
16 “Hoyr tað, tú hin ungi maður,
hvat ið eg sigi tær,
hvat skuldu tær ørvur tvær
so langt á skógv við tær?”
17 “Tað skuldu mær ørvur tvær
so langt á skógv við mær,
hevði tú dripið faðir mín,
aðra hevði eg aktað tær.”
18 “Hoyr tað, tú hin ungi maður,
tað tali eg til tín,
tú skalt skjóta valnøtur
av høvdi á bróður tínum.”
19 Tað var Geyti Áslaksson,
Gud var honum hollur,
so skeyt hann tær lítlu nøtur,
ikki rørdist kollur.
20 Tað var Geyti Áslaksson,
Gud var honum við,
so skeyt hann tær lítlu nøtur,
at hin stóð eftir kvirrur.
21 Tí svaraði Haraldur kongur,
hann heldur á ringinum reyða:
“Hetta man vera tann bóndasonur,
ið mær er sagdur til deyða.”
22 “Og hoyr tað tú nú, Haraldur,
hvat skal slíkum sæta,
at tú fert so vítt um lond
alt eftir mítt lív at gæta?”
23 Haraldur so til orða tekur,
gott er at taka til evna:
“Sig mær ætt og eiti títt,
og hvussu skal eg teg nevna?”
24 “Hoyr tað tú nú, Haraldur,
hvat ið eg sigi tær,
Geyta Áslaksson,
so skalt tú nevna meg.”
25 “Hoyr tað, Geyti Áslaksson,
eg giti tað ei at loyna,
til tess eri eg higar komin,
roysni við teg at royna.”
26 Tað var Geyti Áslaksson,
hann svór á sína trúgv:
“Allar leikir, sum tær viljið,
rætt sum sjálvur tú.
27 Stong at skjóta, stein at varpa,
jútskan hest at temja,
og til allar útreiðir,
og hvørja sum tær viljið fremja.
28 Stong at skjóta, stein at varpa,
jútskan hest at taka,
tó vær leikum á sund um stund,
og tað man einki saka.”
29 “Niklas eitur mágur mín,
hann trýr so væl á Krist,
hann skal teg á sundi spreingja,
har til hevur hann lyst.”
30 Bardust teir á sundinum
eina so lítla stund,
deyðan føra teir kongins mág
og aftur í grøna lund.
31 Bardust teir á sundinum
eina so lítla tíð,
deyðan føra teir kongins mág
og aftur í grøna líð.
32 Kongurin fór úr klæðunum,
hann skjøtti so lítið á báta[r],
moyar og so kvinnurnar
tær taka so hátt at gráta.
33 Kongurin fór úr klæðunum,
hann gav tað lítið í geyma,
so rendi hann á ánna út,
alt í tann stríða streym.
34 Bardust teir á sundinum
eina so lítla stund,
Geyti tekur av konginum
ein silvurbúgvin pung.
35 Bardust teir á sundinum
eina so lítla tíð,
Geyti tekur av konginum
ein silvurbúgvin knív.
36 Bardust teir á sundinum
hálvan annan dag,
Geyti heldur konginum
so langa økt í kav.
37 Nú er enn, sum oftast er,
ilt er skap at eggja,
kongurin kennir møði við sær,
hann læt at landi leggja.
38 Kongurin læt at landi leggja,
sóu tað mangir menn,
grimur maður á sundi leikar
hvørja veglongd enn.
39 Geyti gár í hallina inn,
hann kastar knív á borð,
kongurin situr í hásæti,
hann talar ikki eitt orð.
40 Tí svaraði Haraldur kongur,
hann heldur á reyðum ringi:
“Hoyr tað, Geyti Áslaksson,
vit hittast nú á tingi!”
41 Svaraði Geyti Áslaksson,
hann heldur á øðrum ringi:
“Mangur hevur tí 'Fialvaeelum'
men ikki eru øll á tingi.”
42 “Hoyr tað, Geyti Áslaksson,
eg sigi tær satt ífrá,
tú skalt renna for fjallið tað,
ið tey kalla Hornið háa.”
43 “Skal eg renna for fjallið tað,
ið Hornið háa er,
sjálvur skalt tú í bergskorar
og vita, hvussu leikurin fer.”
44 Svaraði Geyta faðirsystir,
hon stóð tá skamt ífrá:
“Tú skalt teg ei so djarvan gera
at renna for Hornið háa.
45 Tríati alin er tað langt,
annaðslíkt er tað breitt,
har hevur eingin aftur komið,
ið har hevur skíðir vágt.”
46 Síðla var um aftanin,
ið fólkið svøvnin fekk,
tað var signaður Ólavur kongur
í dreyma for Geyta gekk.
47 “Hoyr tað, Geyti Áslaksson,
og tað tali eg til tín,
tú drep hann ikki Harald kong,
tí tað er vilji mín.”
48 “Hoyr tað tú nú, Ólavur kongur,
hvat ið eg sigi tær,
lat hann ikki Harald kong
koma for eygum á mær!”
49 Svaraði signaður Ólavur kongur,
hyggin at tí lær:
“Hvussu skulu tygur í heimi liva,
hvørgin annan sær?”
50 Síðla var um aftanin,
ið fólkið svøvnin fekk,
tað var signaður Ólavur kongur
í dreymi for Harald gekk.
51 “Hoyr tað tú nú, Haraldur kongur,
hvat ið eg sigi tær,
leysa stoyt tú brynjuna
í morgin yvir teg!”
52 Og tað var Geyti Áslaksson,
hann kastar skíð í á,
so rann hann for fjallið tað,
ið tey kalla Hornið háa.
53 Og so rann hann for fjallið tað,
ið tey kalla Hornið háa,
so treiv hann í kongins brynju,
næstan stóð í váða.
54 Skjól ið dugir av sundi kemur,
snimma av einum morgni,
høgum borgum hilmar torn,
tað eitur á Smalsarhorni.
55 Tostan jall til Noregis fer,
hann klagar so manga neyð:
“Vár bróðir hevur undir seg tikið
allan Onglands eyð.”
56 Tostan jall til Noregis fer,
hann klagar so manga lund:
“Vár bróðir hevur undir seg tikið
alla Onglands grund.
57 Eg biði teg nú, Haraldur,
so vítt um bæði at røkja,
eg trúgvi tær nú allarbest
við odd og egg at søkja.”
58 “Tú tarvt ikki, Tostan jall,
mær til ferðar eggja,
stórum skipi við hatskan sjógv,
og skamt frá landi leggja.
59 Tú tarvt ikki, Tostan jall,
mær til ferðar skunda,
stórum skipi við hatskan sjógv,
og sigla tvørt til Lundar.”
60 Snarliga skunda teir síni ferð,
út frá landi teir løgdu,
møtir teim Galti íslandsfari,
teir tóku hann í mongum brøgdum.
61 “Hoyr tað, Galti íslandsfari,
eg sigi tær satt ífrá,
til Onglands haldi eg mínari ferð,
tað standi, hvat av ið má!”
62 Svaraði Galti íslandsfari,
tungu bar so snjalla:
“Hoyr tað, kongurin, harri mín,
men nú man lukkast valla!”
63 Tá svaraði Haraldur kongur,
skipið lá í streymi:
“Hoyr tað, Galti Íslandsfari,
sigið mær tygara dreymar!”
64 “Eg sá flúgva oknir sjey,
og brent var av teim fiðri,
aftan vóru sum svørð at sjá,
og møttust tær á mýri.
65 Eg sá flúgva aðrar sjey,
blóð rann teimum til veingi[r],
harra, tað eru sálir tygara,
missa lív og dreingir.”
66 Tí svaraði Haraldur kongur,
geri tað ei at loyna:
“Tygur skulu Galta á hondum taka,
ikki vera seinir!”
67 Galti steig á bunka fast,
og skamm frá skipi dró,
aktaði lítið um kongins vreiði,
árar legði í sjógv.
68 Aktaði lítið um kongins vreiði,
hvat teir høvdu at skifta:
“Sjaldan lukkast eigin væl,
farið nú tygarar giftur!”
69 Galti leggur á Víkina inn,
sum har hevði farið leingi,
kongurin hittar til Onglands vestur
og misti lív og dreingir.
70 Liggja teir í landtjøldum,
drukku mjøð hin hvíta,
Tostan jall hittar í staðin heim
at síggja landkostir fríðar.
71 “Eg vil tær nú, bróðir mín,
tað ríki aftur leggja,
allar hálvar landkostir,
og vera yvir ríkið beggja.
72 Eg vil tær nú, bróðir mín,
tað ríkið aftur bjóða,
allar hálvar landkostir,
og vera yvir ríkið 'kiouar'.”
73 Tí svaraði Tostan jall,
hann heldur á ringinum hvíta:
“Haraldur kongur er í ferð við mær,
hvat skulu vit honum býta?”
74 “Honum bjóði eg ikki kostir fleiri,
síðst man hann vilja tiggja,
enn av landi sína longd,
og nógv er rúm at liggja.
75 Honum bjóði eg ikki kostir fleiri,
síðst man hann vilja sanna,
ríður hann heilur av havinum út
heim til sína manna.”
76 Og tí svaraði Haraldur kongur,
heldur á stinnum stáli:
“Hvat orð segði riddari sá,
tú fanst í dag á máli?”
77 “Eg gekk á tal við bróður mín,
mær ríkið vil hann aftur leggja,
allar hálvar landkomstir,
og vera yvir ríkið beggja.
78 Eg gekk á tal við bróður mín,
mær ríkið vil hann aftur bjóða,
allar hálvar landkostir,
og vera yvir ríkið 'kionar'.
79 Tær býður hann ikki kostir fleiri,
síðst manst tú vilja tiggja,
enn av landi tína longd,
og nógv er rúm at liggja.
80 Tær býður hann ikki kostir fleiri,
síðst manst tú vilja sanna,
ríður tú heilur av havinum út
og heim til tína manna.”
81 Tá svaraði Haraldur kongur:
“Mong havi eg brøgdin vunnið.”
Illa tókti konginum,
at hann ikki ensku kundi.
CCF 30 B
Ørindini 1-54
TSB E 3
Ørindini 55-81
TSB E 14
Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4c I [6] (b)
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 642.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 138.
Heimild: J.H. Schrøter (1771-1851), Vági.