Skip to main content

Geyti Áslaksson

 

CCF 30 C

 

Ørindini 59-70

TSB E 3

 

Ørindini 71-87

TSB E 14

 

59 Fýra mílur er tað høgt,

átta er tað breitt,

tað er eingin aftur komin,

skíðir hevur vágt.

 

60 “Hoyr tað tú nú, Haraldur kongur,

hvat ið eg sigi tær,

tú skalt standa í bergskorum

og síggja, hvussu leikurin fer.”

 

61 Tað var enntá Haraldur kongur,

fyrsta svøvnin fekk,

tað var yndig Ólavur kongur

í dreymi for hann gekk.

 

62 “Hoyr tað, Haraldur bróðir mín,

hvat eg sigi tær,

leysa hav tú skikkjuna

í morgin yvir tær!”

 

63 Geyti legði skíðir á,

hann rann for Hornið háa,

svá treiv hann í kongins skikkju,

næstan stóð í váða.

 

64 Hann kom niður í bergskorar,

meti Gud hans neyð,

hann var í ongum øðrum klæðum

enn skarlaksskikkju reyð.

 

65 Hann kom niður í bergskorar,

meti Gud hans trá,

hann var í ongum øðrum klæðum

enn í teim kyrtli blá.

 

66 Og tað var signaður Ólavur kongur,

honum var tungan snjøll,

hann bar mann úr bergskorum

fram á grønan vøll.

 

67 “Hoyr tað, Geyti Áslaksson,

hvat ið eg sigi tær,

drep ikki Harald, bróður mín,

tí so illa líkar tað mær!”

 

68 “Hoyr tað, signaður Ólavur kongur,

hvat ið eg sigi tær,

lat ikki Harald, bróður tín,

koma for eyga á mær!”

 

69 “Hoyr tað, Geyti Áslaksson,

hvat ið eg sigi tær,

hvussu skulu tit í heimi vera,

hvørgin annan sær?”

 

70 Tað var Geyti Áslaksson,

vildi fara fyrst,

hann fór sær til Onglanda,

hann tók har vetravist.

 

71 Tostan sær til Noregis fór

at kæra sína neyð

“Vár bróðir hevur undir seg tikið

allan Onglands eyð.”

 

72 Tostan jall sær til Noregis fór,

hann kærar sína lund:

“Vár bróðir hevur undir seg tikið

alla Onglands grund.

 

73 Tær bjóði eg nú, Haraldur kongur,

boga mín at røkja,

eg trúgvi tær hann ein manna best

við odd og egg at søkja.”

 

74 “Tú tarvt ikki, Tostan jall,

mær til ferðar at eggja,

stórum skipum hóskar lítíð,

og grunt er at landi at leggja.”

 

75 “Fjórðingin, ið eg tær bjóði,

mín bróðir tað veldur,

enn tú, frægur fylkis arvi,

fara vildi tú heldur.”

 

76 Tað var yndig Haraldur kongur,

út í havið lagdi,

møtti teim Galti íslandsfari,

rýmdur á mørgum bragdi.

 

77 Kongurin sigldi í havið út

við forgyltum løgdum,

møtti hann Galta íslandsfara,

rýmdur av mørgum brøgdum.

 

78 “Hoyr tað, tú lítli maður,

situr í báti niðri,

veitst tú ongan fyrilit

at greina frá várum sigri?”

 

79 “Eg sá eikina standa við sjógv

sum skínandi gullið bjarta,

tá fell hvør av einum kvisti,

vóru so allir svartir.

 

80 Eg sá enn eitt annað træ,

tað var av øllum meiri,

harra, tað eru sálir tygra,

og slíka garpa fleiri.

 

81 Eg sá flúgva oknir sjey,

rann teim blóð til veingi,

tað boðar fyri tygra sál,

tær missið bæði lív og dreingir.

 

82 Eg sá flúgva aðrar sjey,

brent var á teim fiðri,

aftan til sum svørð at sjá,

tær møttust har á mýri.

 

83 Eg sá ljós í lofti brenna,

ein so fagran skara,

tað verður for tygra sál,

hon man til himmla fara.”

 

84 Tað var yndig Haraldur kongur,

heldur á eggjateini:

“Tær skuluð Galta á hondum taka,

munuð tó vera seinir.

 

85 Hildarmaður av heitum skalv

niður á knæið hvassa,

kongurin bresti lítlum lóv,

og tá skalv hjartað í Galta.

 

86 Galti skjýtur furkum fast,

seg frá falki dró,

hann hirdi lítið um kongins vreiði,

seg frá skipunum dró.

 

87 Galti fór í víkina inn,

sum hann hevði ligið fyrr,

kongurin helt fram sína ferð,

hann misti bæði lív og lið.

 

CCF 30 C

 

Ørindini 59-70

TSB E 3

 

Ørindini 71-87

TSB E 14

 

Handrit: Brotakend uppskrift eftir J.H. Schrøter í Savni Hammershaimbs AM, Access. 4.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 636.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 149.

 

Heimild: J.H. Schrøter (1771-1851), Vági.