Skip to main content

Geyti Áslaksson

 

CCF 30 E

 

Ørindini 1-77

TSB E 3

 

Ørindini 78-129

TSB E 14

 

I. Geyta táttur.

 

1 Áslakur droymdi dreymarnar,

segði teir ei for mørgum:

tóktist mær sum Haraldur kongur

stýrdi grimum vørgum.

 

- Glymur dansur í høll,

sláið ring!

glaðir ríða norðmenn

til Hildurs ting.

 

2 Áslakur droymdi dreymarnar,

segði teir ikki smærri,

tóktist mær sum siglutrø

tey gingu fjøllum hærri.

 

3 Svaraði Geyti sonur hans:

vær gevum ei slíkt í geyma!

vinturnáttin er so long,

at mangt kann bera í dreyma.

 

4 Tað var reysti Haraldur kongur

stendur í fremra stavni:

hvar vitið tit tann bóndason,

til útreið er mín javni?

 

5 Svaraði kongins lítil svein,

stendur í øðrum stavni:

bóndasonur á Upplondum,

hann tykist vera tín javni.

 

6 Tí svaraði Haraldur kongur,

letur í vreiði renna:

er hann ei mín yvirmaður,

tú skalt á báli brenna.

 

7 So letur hann Haraldur kongur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

af reyðargulli vera.

 

8 Tað var reysti Haraldur kongur

sigldi seg út í hav,

gyltir ringar af reyðargulli

í hans homlum var.

 

9 Tað var reysti Haraldur kongur

út í havið sigldi,

gyltir ringar af reyðargulli,

og teir honum fylgdu.

 

10 Vinda upp síni silkisegl

gull við vovin rand,

strika ei á bunkan niður

fyrr enn við Uppland.

 

11 Tað var reysti Haraldur kongur

siglir við líðir fram:

fýsir meg í staðin upp

at síggja henda mann.

 

12 Kasta sínum akkerum

á tann hvíta sand,

fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

13 Fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir af hans monnum

undir hans hvorji hand.

 

14 Hagar var leiddur gangarin,

ið kongurin skuldi á ríða,

hann var klæddur við skarlak

og niður á miðja síðu.

 

15 Hann var klæddur við skarlak

og niður á miðja síðu,

gyltur var allur saðilin,

sum kongurin skuldi á ríða.

 

16 Hvítur var kongins gangari,

søgur ganga frá,

svartir vóru hóvarnir,

men oyruni vóru grá.

 

17 Tað var reysti Haraldur kongur

heim í garðin fór,

úti sjálvur Áslakur

fyri honum stóð.

 

18 Statt væl heilur, mín Áslakur,

og so tín yngsti arvi,

hvar hevur tú hann á landi stevnt,

hvat hevur tín drongur við starvi?

 

19 Tí svaraði Áslakur,

glógvar í gullinum reyða:

tú tarft ikki at minna meg

uppá mín sonar deyða.

 

20 Hoyr tú tað nú Áslakur,

sig mær satt ífrá:

hvøssu eitur kirkjan tann,

ið tín son hvílir á?

 

21 Hoyr tað tú nú Áslakur,

siga skalt tú mær:

hvøssu eitur kirkjan tann,

ið tín son hvílir nær?

 

22 Hoyr tað, reysti Haraldur kongur,

eg segi tær satt ífrá:

í Kølrín stendur kirkjan tann,

ið mín son hvílir hjá.

 

23 Hoyr tað, reysti Haraldur kongur,

hetta segi eg tær:

í Kølrín stendur kirkjan tann,

ið mín son hvílir nær.

 

24 Tí svaraði Haraldur kongur

stígur fram yvir fold:

deyðan skalt tú hamin taka

upp úr døkkari mold.

 

25 Enn svaraði Haraldur kongur,

sló tað upp við gamni:

deyðan skalt tú hamin taka,

vita, hann var mín javni.

 

26 Tí svaraði Áslakur,

glógvar í gulli enn:

hvøssu skal eg hans bein nú kenna

burtur blant aðrar menn?

 

27 Tað var reysti Haraldur kongur

ríður fram yvir heiði,

møtir hann einum ungum manni,

komin af djóraveiði.

 

28 Møtir hann einum ungum manni

undir silkihúgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

29 Møtir hann einum ungum manni,

eingin ið hann kendi,

silkihúgvu á høvdi bar

og finskan buga í hendi.

 

30 Haraldur so til orða tekur,

gott er at taka til evna:

sig mær ætt og eiti títt,

og hvøssu skal eg teg nevna?

 

31 Svaraði sá hin ungi maður:

hvat skal slíkum gegna?

Geyti Áslaksson

so skalt tú meg nevna.

 

32 Svaraði reysti Haraldur kongur,

glógvar í gulli reyður:

hatta man vera tann bóndasonur,

ið os er sagdur deyður.

 

33 Hoyr tað reysti Haraldur kongur,

hvat skal slíkum sæta,

at tú fert so víða um lond

alt eftir mítt navn at gæta?

 

34 Hoyr tað Geyti Áslaksson,

eg geri tað ei at loyna:

til tess eri eg higar komin,

roysni við teg at royna.

 

35 Svaraði Geyti Áslaksson:

býðst ei betri nú,

allar leikir, sum tær viljið,

kjósi sjálvur tú!

 

36 Stong at skjóta, spjót at leggja,

jútskan hest at temja,

og til hvørjar útreiðir,

ið tær viljið fremja.

 

37 Stein at varpa, ørvum skjóta,

jútskan hest at taka,

tó vær leikum á sund um stund,

og tað man einki saka.

 

38 Tí svaraði Haraldur kongur,

frá man frættast víða:

vit skulum os á sundið út

at renna í streymin stríða.

 

39 Teir fóru seg úr øllum klæðum,

aktaðu ikki um bátar,

moyjar og so konurnar

tær taka so hart at gráta.

 

40 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla tíð,

Geyti vann af konginum

ein silvurbúin knív.

 

41 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla stund,

Geyti vann af konginum

ein silvurbúgvin pung.

 

42 Leiktu teir á sundinum,

søgur ganga af,

Geyti helt tá konginum

hálva økt í kavi.

 

43 Leiktu teir á sundinum,

so fór millum seggja,

kongurin kendi møði við sær,

hann biður at landi leggja.

 

44 Hann sá hvørki himmal ei jørð,

tá ið hann kom af sundi,

bóru hann so í eina borg

og sterkir stólpar undir.

 

45 Bóru hann so í eina borg,

hann skortaði ikki fíggja,

so er mær af sonnum sagt,

hann svav har dagar tríggjar.

 

46 Kongurin situr í hásæti,

tekur hann so til orða:

heintið mær Geyta Áslaksson

og stillið hann inn for borð.

 

47 Geyti gekk í høllina inn,

kastar knív á borð,

kongur situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

 

48 Niklas eitur mágur mín,

hann trýr so væl pá Krist,

hann skal teg Heming á sundi spreingja,

hartil hevur hann lyst.

 

49 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla tíð,

deyðan førdu teir kongins mág

aftur í grøna líð.

 

50 Leiktu teir á sundinum

eina so lítla stund,

deyðan førdu teir kongins mág

aftur í grøna lund.

 

51 Kongurin situr í hásæti

sær á sínar ørvar:

nú skal boð til Geyta gera

ongum gørpum øðrum.

 

52 Geyti gekk í høllina inn,

kastar pung á borð:

kongurin situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

 

53 Hoyr tú Geyti Áslaksson,

hvat ið eg segi tær:

tú skalt skjóta valnøtur

af høvdi bróður at tær.

 

54 Hoyr tað reysti Haraldur kongur

tað segi eg tær her:

tú skalt teg á skógin burt,

at vita, hvøssu leikurin fer.

 

55 Geyti fór á skógin burt

við sínum báðum broddum,

biður nú gud og sankt Ólav kong

ráða for orvaroddum.

 

56 Geyti legði ørv á strong,

gud var honum við,

so skeyt hann ta lítlu nøtu,

hin stóð eftir kvirr.

 

57 Geyti legði ørv á strong,

gud var honum hollur,

so skeyt hann ta lítlu nøtu

ikki rørdist kollur.

 

58 Kongurin situr í hásæti,

sær á sínar ørvar:

enn skal boð til Geyta gera

ongum gørpum øðrum.

 

59 Svaraði Geyti Áslaksson,

boð kom honum til handa:

nógv hevur reysti Noregis kongur

at gera í faðir míns landi.

 

60 Geyti gekk í høllina inn,

og Hemingur nevndist hann har,

snarliga gekk tá seggur í sæti,

var bæði fimur og snarur.

 

61 Hoyr tú, Geyti Áslaksson,

siga skalt tú mær:

hví hevði tú ørvar tvær

í gjár á skóg við tær?

 

62 Tí hevði eg ørvar tvær

í gjár á skóg við mær:

hevði eg dripið bróður mín,

onnur var ætlað tær.

 

63 Tí svaraði Haraldur kongur,

heldur á reyðum ringi:

hoyr tað, Geyti Áslaksson,

vit hittast enn á tingi.

 

64 Svaraði Geyti Áslaksson,

hann heldur á øðrum ringi:

mongum er væl fjálvað um,

men ikki eru øll á tingi.

 

65 Tá skalt tú renna for bergið tað,

ið eitur Hornið háa,

har er eingin aftur komin,

ið skíðir hevur vágað.

 

66 Tríati favnar er tað breitt

annað slíkt er tað hátt,

har hevur eingin aftur komið,

ið sær hevur skíðir vágt.

 

67 Skal eg renna for bergið tað,

ið Hornið háa er,

tá skalt tú standa á bergskorum,

og vita, hvør leikurin fer.

 

68 Tað var reysti Haraldur kongur,

fyrsta svøvn hann fekk,

tað var signaður Ólavur kongur

í dreymi fyri hann gekk.

 

69 Hoyr tú Haraldur, bróðir mín,

hvat ið eg segi tær:

leysa hav tú skikkjuna

í morgin yvir tær.

 

70 Geyti legði skíðir á,

hann rann for Hornið háa,

so treiv hann í kongins skikkju,

hans lív stóð tá í váða.

 

71 Hann kom niður í bergskorar,

meti gud hans neyð!

hann var í ongum øðrum klæðum

enn skarlaksskikkju reyð.

 

72 Hann kom niður í bergskorar,

meti gud hans trá!

hann var í ongum øðrum klæðum

enn ein kyrtil blá.

 

73 Tað var signaður Ólavur kongur,

honum var tungan snjøll,

hann bar mann úr bergskorum

fram á grønan vøll.

 

74 Hoyr tað Geyti Áslaksson,

hvat ið eg segi tær:

drep ikki Harald bróður mín,

so illa líkar tað mær.

 

75 Hoyr tað, signaður Ólavur kongur,

og so svari eg tær:

lat ikki Harald bróður tín

koma for eyga á mær.

 

76 Hoyr tað, Geyti Áslaksson,

hugsa nú við tær,

hvøssu tit skuluð í heimi liva,

hvørgin annan sær.

 

77 Tað var Geyti Áslaksson,

vildi fara fyrst,

hann fór seg til Onglanda,

hann tók har vetravist.

 

II. Galta táttur

 

78 Tostan fór til Noregis

at kæra sína neyð:

vár bróðir hevur undir seg tikið

allan Onglands eyð.

 

79 Tostan jall gár for Harald kong,

svør á sína lund:

vár bróðir hevur undir seg tikið

alla Onglands grund.

 

80 Tær bjóði eg nú Haraldur kongur

buga mín at røkja,

eg trúgvi tær ein manna best

við odd og egg at søkja.

 

81 Tú tarft ikki Tostan jall

meg til ferðar eggja:

stórum skipum hóskar lítið,

tí grunt er at landi at leggja.

 

82 Fjórðingin, ið eg tær bjóði,

mín bróðir tað nú veldir,

um tú frægi Filkirs arvi

fara vilt tá heldur.

 

83 Tað var reysti Haraldur kongur,

út í havið lagdi,

møtti honum Galti íslandsfari,

rímtur af mørgum bragdi.

 

84 Kongurin sigldi í havið út

við teim gyltu løgdum,

møtir hann Galta íslandsfara,

rímtur af morgum brøgdum.

 

85 Hoyr tað tú hin lítli maður,

situr í báti niðri:

veist tú nakran fyrilit

at greina frá várum sigri?

 

86 Eg sá eikirnar standa við sjó,

sum skínandi gullið bjartar,

tá fell af hvør ein kvistur,

vóru so allar svartar.

 

87 Eg sá enn eitt annað træ,

tað var af øllum meiri:

harri, tað eru sálir tigra

og slíka garpa fleiri.

 

88 Eg sá fljúgva oknir sjey,

rann teim blóð at veingi:

tað ber fyri tigara sál,

tær missið lív og dreingir.

 

89 Eg sá fljúgva aðrar sjey,

brent var teim á fiðri,

aftan til sum svørð at sjá,

tær møttust har á mýri.

 

90 Eg sá ljós í lofti brenna,

ein so fagran skara:

tað verður fyri tigara sál,

hon man til himla fara.

 

91 Tað var reysti Haraldur kongur,

heldur á eggjateini:

tær skuluð Galta á hondum taka,

munnuð tó vera seinir.

 

92 Hildarmaður af heitum skalv

niður á knæið hvassa,

kongurin bresti lítlum lóv,

og tá skalv hjartað í Galta.

 

93 Galti fór við furkum fram,

legði árar í sjó,

hirdi lítið um kongins vreiði,

seg frá skipunum dró.

 

94 Galti fór í víkina inn,

sum hann hevði ligið leingi:

kongurin helt fram síni ferð,

hann misti bæði lív og dreingir.

 

95 Galti fór í víkina inn,

sum hann hevði ligið fyrr:

kongurin helt fram síni ferð,

hann misti bæði lív og lið.

 

96 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

97 Fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land,

og albrynjaður Tostan jall

undir hans høgru hand.

 

98 Og albrynjaður Tostan jall

undir hans høgru hond,

teir slógu sínar tjaldbúðir

so skamt frá sjóvarstrond.

 

99 Tað var uppá ein helgan dag,

sólin skein so víða,

kongin lystir í staðin upp

at skuða teir kostir fríðar.

 

100 Kongin lystir í staðin upp

at skuða teir kostir fríðar,

gingu undir ein høgan heyg,

so eingin skuldi á lýða.

 

101 Tær vil eg Tostan, bróðir mín,

ríkið aftur fáa,

allar hálvar landkomstir

at vera høvdingar báðar.

 

102 Tær vil eg Tostan, bróðir mín,

landið aftur leggja,

allar hálvar landkomstir

at vera høvdingar beggja.

 

103 Tí svaraði Tostan jall

alt foruttan trega:

Haraldur kongur fylgdi mær,

hvat skulum vit honum geva?

 

104 Tí svaraði Tostan jall,

gott er slíkt at njóta,

Haraldur kongur fylgdi mær,

hvat skulum vit honum bjóða?

 

105 Honum vil eg ikki meiri geva,

sjálvur vil hann sær kjósa:

hava land for sína longd

og lítlum sigri rósa.

 

106 Honum vil eg ikki meiri geva,

sjálvur vil hann tað tiggja:

hava land til sína longd

og nógv rúm í at liggja.

 

107 Eg bjóði tigum øllum heim,

meiri af monnum og minni,

um tær viljið halda frið

og ongum neisur vinna.

 

108 Tí svaraði kongurin,

heldur á búnum stáli:

um hvat mælti kongurin,

í dag fann teg á máli?

 

109 Mær vildi kongur bróðir mín

ríkið aftur fáa,

allar hálvar landkomstir

at vera høvdingar báðar.

 

110 Mær vildi kongurin bróðir mín

ríkið aftur leggja,

allar hálvar landkomstir

at vera høvdingar beggja.

 

111 Tær vildi hann ikki meira geva,

sjálvur skuldi tú tær kjósa:

hava land til tína longd

og lítlum sigri rósa.

 

112 Hann vildi tær ikki meiri geva,

sjálvur mundi tú tað tiggja:

hava land til tína longd

og nógv rúm í at liggja.

 

113 Hann beyð ogum ollum heim,

meiri af monnum og minni,

um vær vildum halda frið

og ongar neisur vinna.

 

114 Tað var tá, sum ofta er enn:

mangt er í brøgdum vunnið,

illa líkar Haraldi kongi,

at hann ikki ensku kunni.

 

115 Tí svaraði Tostan jall:

tí skal ikki spara:

hava við ogum brynjað lið,

tí gott er við frið at fara.

 

116 Tí svaraði Haraldur kongur:

tað man ei um vara,

hvat skal ogum brynjað lið?

til skemtan skulum vær fara.

 

117 Teir fóru seg til hallar heim,

slíkt kom teim ei í huga:

brynjað lið at borði sat,

og ei hava ráðini dugað.

 

118 Hirðin leyp at hallardurum,

sum skínandi gullið bjarta,

kongurin hopar til hallarvegg

við stáli og stinnum hjarta.

 

119 Brandi brá og mælti svá:

hilmar undan leypa,

eg skal standa eftir ein,

lív mítt dýrt at keypa.

 

120 Brandi brá og mælti svá:

tað man nú so verða:

báðir skulum vær falla í senn,

eg mælti teg fyrst til ferðar.

 

121 Upp leyp ein af kongins monnum,

sínum brandi brá,

hann kleyv ungan Tostan jall

sundir í luti tvá.

 

122 Tað var spell, at jallur fell

frá tí rúnar veldi,

kongurin stendur eftir ein,

so sigst, af grimum feldi.

 

123 Jallurin fell, og tað var spell,

frá tí gullinum reyða:

kongurin stendur eftir ein,

teir søkja til hans deyða.

 

124 Gingu inn for Geyta í loft

og dugnað biðja sær:

gott er at hevna fornar sakir,

deyðan vildi hann tær.

 

125 Gingu inn fyri Geyta í loft

og dugnað biðja sær:

gott er at hevna fornar sakir,

deyða vildi hann tær.

 

126 Geyti læt tá dubba seg,

tó tað var honum í móti,

stakk ígjøgnum stillis bróst

við tí valda spjóti.

 

127 Tað var Geyti Áslaksson,

ið kongin førdi av lívi,

hann vann ikki sigur síðan,

hvar hann var í stríði.

 

128 Tað var Geyti Áslaksson,

ið kongin feldi til heljar,

so er fallið hundrað mangt,

at eingin man túsund telja.

 

129 Allir teir, ið eftir vóru,

sigldu tann sjógvin salta;

kongurin fell í Onglandi,

og út gekk gáta Galta.

 

CCF 30 E

 

Ørindini 1-77

TSB E 3

 

Ørindini 78-129

TSB E 14

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: ”Færøske Kvæder II”, 1855

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: ”Færøske Kvæder II”, 1855 s. 149

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 644.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 170.

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági.