Skip to main content

Hermundur illi

 

CCF 66 Ca

TSB E 85

 

1 Atli kongur og Sigur jall

fostbrøður vóru tveir,

tað er mær av sonnum sagt,

fyri Sakslandi ráddu teir.

 

2 Atli kongur og Sigur jall

fostbrøður vóru báðir,

tað er mær av sonnum sagt,

fyri Sakslandi mundu teir ráða.

 

3 Jallin eigur tógva synir,

gott er at taka til evna,

svørji tann eið við mína trúgv,

báðar kann eg væl nevna.

 

4 Jallin eigur tógva synir,

báðar kann eg væl nevna,

Eirikur og Hermundur

teir kunnu væl dreingjum stevna.

 

5 Vuksu upp í ríkinum

báðir á eini grund,

annan nevni eg Eirik

og annan Hermund.

 

6 Vuksu upp í ríkinum,

slíkt var mikil villa,

annan nevni eg Eirik

og annan Hermund illa.

 

7 Eirikur veks í faðirs síns garði,

ørn fleyg yvir hann heiður,

hann var so ræddur út í sín hug,

hann tordi ei síggja mann vreiðan.

 

8 Eirikur veks í faðirs síns garði,

ørn fleyg yvir hans høvur,

hann var so ræddur út í sín hug,

hann tordi ei síggja mann bløða.

 

9 Hann var so ræddur út í sín hug,

hann tordi ei síggja mann bløda,

í tí víggi vil hann ikki vera,

hjørtur var skotin til døda.

 

10 Hermundur veks í faðirs síns garði,

við tað fór hann fram,

hann tóktist ei tann dag heilur vera,

hann blóðgaði ikki mann.

 

11 Hann var ikki meiri enn tólváraður,

hann læt gera svørð,

legðist suður í Oknalíð,

hann skoytir ei, hvat hann gjørði.

 

12 Tað var upp á tann fyrsta dag,

ið kongur á skógvin reið,

tríati fann hann manna kroppar

sárar á síni leið.

 

13 Tríati fann hann manna kroppar,

allar slignar til sár:

“Nú hevur illi Hermundur

dripið kempur vár.”

 

14 Tað var upp á tann annan dag,

ið kongur á skógvin reið,

fimmti fann hann manna kroppar

sárar á síni leið.

 

15 Fimmti fann hann manna kroppar,

allar slignar til sár:

“Nú hevur illi Hermundur

dripið kempur vár.”

 

16 Tað var upp á tann triðja dag,

ið kongur á skógvin reið,

sjútti fann hann manna kroppar

deyðar á síni leið.

 

17 Sjútti fann hann manna kroppar,

allar skotnar til sár:

“Nú hevur illi Hermundur

dripið kempur vár.”

 

18 Kongurin gongur for jallin:

“Eg toli tað ikki longur,

tín son hevur meg illa reitt,

eg vænti, hann verður hongdur.”

 

19 Jallin gongur for sína frú

við tungari hjartans treyt:

“Gud náði okkum, mín veldiga søta,

 nú eru vit sonarleys!

 

20 “Lat tín knørr av lunni draga,

har við reyðargull rekja,

vel honum til eitt fimmhundrað,

tað man tín son spekja.”

 

21 Hermundur gongur í vínkjallar

við tukt og fagurt sinni:

“Liv væl, jomfrú Halga,

tú mást væl á meg minnast!”

 

22 “Nú fáa bæði tjóvar og trælar

friðin eftir í landi,

fyri hvat skal eg minnast á teg,

útleiddur ert tú í vanda?”

 

23 Hermundur stendur á hallargólvi,

sortnar sum ein mold,

meiri bitu honum Halgu orð

enn øll hans onnur sorg.

 

24 Hermundur stendur á hallargólvi

við hvøssum slíðraknívi:

“Væri tú sonur til faðir tín,

tá skuldi tú latið lív.”

 

25 Tað er enn, sum oftum er,

kongur er komin í vanda,

hann gár seg innan høgaloft

for sína dóttur at standa.

 

26 “Hermundur hevur os neisur vunnið,

stendur hans lív í váða,

hoyr tú, Halga, dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!

 

27 Hermundur hevur os neisur vunnið,

stendur hans lív í versta,

antin gerið hann útlagnan

ella slítið hann millum hesta!”

 

28 Svaraði jomfrú Halga:

“Tað er minni vandi,

gerið hann heldur útlagnan

burt úr hesum landi!”

 

29 Kongurin letur tingið seta,

mangur var glaður av,

gjørdi Hermund útlagnan

upp á tann sama dag.

 

30 Tað var illi Hermundur,

út í havið setti,

kongurin letur halda vakt

á hvørjum nesi eftir.

 

31 Halga situr í sínum sæti,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúkinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

32 Halga situr í sínum sæti,

føgur er [hon] sum lilja,

tað veit eingin livandi,

hvat hon man hugsa vilja.

 

33 Halga situr í sínum sæti,

sínar moyggjar spyr:

“Hvat vinnur hann Haki kall,

hjá mínum faðir býr?”

 

34 Halga situr í sínum sæti,

sínum moyggjum hægst:

“Hvat vinnur hann Haki kall,

hjá mínum faðir býr næst?”

 

35 “Haki eigur ein lítlan bát,

eina eigur hann kúgv,

lítið vert tað vinnur hann av,

rør hann ei út á sjógv.”

 

36 Tað er jomfrú Halga,

akslar kápu blá,

so gár hon til strandar oman,

sum Haka bátur stár.

 

37 Ramar ristir hon rúnirnar

niður í Haka bát:

“Aldri kom tú heilur heim,

fyrr enn Hermundur er tær á!”

 

38 Ramar ristir hon rúnirnar

niður í Haka hettu:

“Aldri kom tú heilur heim,

fyrr enn Hermundur fylgir tær eftir!”

 

39 Haki vindur sín bát av lunni

mót tann bylgja blá,

so róði hann í tríggjar dagar

longri enn í fimtan ár.

 

40 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tvá,

ongastaðna kundu teir

til nakað land at sjá.

 

41 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tríggjar,

ongastaðna kundu teir

til nakað land at síggja.

 

42 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tríggjar,

upp tók at lýsa,

teir fingu skipið at síggja.

 

43 Tí svaraði Haki kall,

hann hevur nú váknarorð:

“Viti tað faðir av himmiríki,

hann søkkir út for borð!”

 

44 Svaraði Eirikur, sonur hans,

yngstur var av teim:

“Frættið heldur tíðindi,

so siga vit nøkur heim!”

 

45 Tað var hin illi Hermundur,

fram eftir bunka rann,

so tók hann í Haka bát,

setti tann knørr í stavn.

 

46 Tað var hin illi Hermundur,

fram eftir bunka gár,

so tók hann í Haka bát,

setti tann knørr íhjá.

 

47 “Set teg niður, Haki kall,

lat ikki hug tín byrja!

Hvat er títt á Sakslandi?

Tað er nú fyrst at spyrja.

 

48 Set teg niður, Haki kall,

lat ikki hug tín skelva!

Hvat er títt á Sakslandi,

hvøssu livir jomfrú Halga?”

 

49 “So livir hon Halga

við so mikin trá,

henni er tílíkur riddarin givin,

kann ikki við eygum sjá.

 

50 So livir hon Halga

við so mikið mein,

henni er tílíkur riddari givin,

hertugin Hergeiri.

 

51 “Set teg niður, Haki kall,

siga skalt tú mær meira,

lítið kanst tú mær frá at telja,

hvørji meg granda fleiri!

 

52 Set teg niður, mín Haki kall,

sig mær satt ífrá:

hvøssu livir á Sakslandi

móðir tann, ið [eg] ár?”

 

53 “So livir tín hin sæla móðir

við so mikið mein,

eingin tann frú á Sakslandi,

syrgir teg meir enn tann eina.”

 

54 Hermundur fór eftir mjaðarskál,

kallinum hann gav,

Haki svór við fagnað sín,

hann drakk har ikki av.

 

55 Hermundur fór eftir mjaðarskál,

kallinum hann fekk,

Haki svór við fagnað sín,

at hann tað ikki drekk.

 

56 Hermundur letur seingina reiða

av tí hvíta lín,

Haki svór við fagnað sín,

hann svav har ikki í.

 

57 Hermundur letur seingina reiða

við teim høgind blá,

Haki svór við fagnað sín,

hann svav har ikki á.

 

58 Hevur tú hoyrt frá Haka sagt,

hvøssu ræðslan honum gekk,

hann sat uppi alla nátt

og ongan svøvnin fekk.

 

59 “Tólv merkur í reyðargulli

tað vil eg tykkum geva,

skiftið tað væl og mentiliga,

berið ikki um tað trega!

 

60 Takið tit hetta reyðargull,

gerið tykkum av tí gott,

sigið tað ongum livandi manni,

hvønn gest ið tit hava flutt!

 

61 Sigur tú tað nøkrum livandi manni,

fái eg tað at frætta,

hoyr tað tú, mín Haki kall,

lív skalt tú ikki vænta!”

 

62 Tað var reystur Haki kall,

skar so sára við:

“Viti tað faðir av himmiríki,

hann søkkir os allar niður!”

 

63 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

64 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

65 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig illi Hermundur

sínum fótum á land.

 

66 Hermundur gekk frá strondum niðan

seg við ongar sveinar,

alt var fólk við kirkjuna,

har var eingin heima.

 

67 Alt var fólk við kirkjuna,

leingi man verða gitið,

uttan Eirikur, bróðir hans,

í høga torni situr.

 

68 Hermundur stendur í grasagarði,

sær seg um so víða,

hann sær hertugin Hergeira

heim frá kirkju ríða.

 

69 Hann sær hertugin Hergeira

seg frá kirkju ríða:

“Tú skalt ikki frúnna njóta,

um enn eg eri á lívi.”

 

70 Tað var illi Hermundur,

til ilsku var hann fús,

hann gekk seg so síðla dags

inn í brúðarhús.

 

71 Jútskan læt hann sær hattin síga

niður á gular brýr,

uttarlaga sær sessin tók

ytst við hallardyr.

 

72 Jútskan læt hann hattin síga

niður á gular lokkar,

uttarlaga sær sessin tók

mitt í kvinnuflokki.

 

73 Jútskan læt hann sær hattin síga

niður á gula brá,

uttarlaga sær sessin tók

stakkalunum hjá.

 

74 Halga tekur sítt fingurgull,

drýpur í drykkin niður:

“Ber mær hasi fátæku kvinnu,

ytst við dyrnar situr!”

 

75 Tá hann hevði drukkið,

greint aftur skál:

“Kvinnu hevur hann yvirbregði,

kallmans hevur hann mál.”

 

76 Tá hann hevði drukkið,

greint aftur ker:

“Tað hoyri eg á kvinnuorðum,

kallmaður er.”

 

77 “Hoyr tú, jomfrú Beyða,

far ikki við so hátt,

hann hevur ofta í mínum sali

drukkið alvæl kátt!

 

78 Hoyr tú, jomfrú Beyða,

far ikki við so hvølt,

hann hevur ofta í mínum sali

drukkið alvæl glatt.”

 

79 Síðla var um aftanin,

roðin fellur á,

tá lystir hertugin Hergeira

til brúðsongar at gá.

 

80 Tríati vóru kerti tendrað

við so mikið logið,

fylgdu teirri ríku frú

fyrstu nátt at sova.

 

81 Fimmti vóru kerti tendrað,

tríati voksljús,

fylgdu teirri ríku frú

inn í svøvnhús.

 

82 Tað var reystur Sakslands kongur,

smelti hurð í gátt:

“Liv væl, hertugin Hergeiri,

tú hav nú góða nátt!”

 

83 Tað var hertugin Hergeiri,

hann blíða heilsu fekk,

tað var illi Hermundur,

hann undan tjøldrum gekk.

 

84 Tað er enn, sum oftum var tá,

ilt er skap at eggja,

hann kom seg so síðla dags

ímillum stals og veggja.

 

85 Hergeiri liggur í síni song,

kneppir um fárligt fljóð:

“Hvar er illi Hermundur?

Sætt vildi eg hann nú.”

 

86 “Tað spáddi eg tær, Hergeiri,

tá ið tú búddist til ferða,

tú mundi ikki njóta mín,

nú man tað so vera.

 

87 Tað spáddi eg tær, Hergeiri,

tá tú fórt út at ríða,

tú mundi ikki njóta mín,

nú man at tí líða.”

 

88 Hergeiri leyp eftir hallargólvi,

hugdi sær til frama,

Hermundur hevði hans høvur av,

hann gav honum bráðan bana.

 

89 Tað var jomfrú Beyða,

leyp av hallini brátt:

“Hermundur er í moynnasali

og drap Hergeira í nátt.”

 

90 Tað er jomfrú Beyða,

rópar fólk til sín:

“Hermundur er í brúðsali,

hevur dripið bróður mín.”

 

91 Summi húsum av *rivu,

summi hurðum bróta,

lata ikki Hermund illa

jomfrú Halgu njóta.

 

92 Summi lupu for glugga,

summi lupu for dyr,

tá kom mangur í Halgu sal,

ikki hevði verið fyrr.

 

93 Tað er enn, sum oftum er,

kongur er komin í vanda,

hann gár seg innan høgaloft

for sína dóttur at standa.

 

94 “Hermundur hevur os neisur vunnið,

stendur hans lív í versta,

antin setið hann í myrkastovu

ella slítið hann millum hesta!

 

95 Hermundur hevur os neisur [vunnið],

stendur hans lív í váða,

hoyr tú Halga, dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!”

 

96 Svaraði jomfrú Halga:

“Tað er vandi minni,

setið hann heldur í myrkastovu,

svøltið hann leingi inni!”

 

97 Settu Hermund í myrkastovu,

fingu honum mann at ráða,

hann hevur so mangan óvinin,

tí stár hans lív í váða.

 

98 Settu Hermund í myrkastovu,

fingu honum mann at gæta,

hann hevur so mangan óvinin

alt um sítt lív at træta.

 

99 Tað er jomfrú Halga,

snarliga hon sær vendi,

letur skriva loynibræv,

Eiriki hon sendi.

 

100 “Loysir tú ikki úr myrkastovu

bróður tín hin sæla,

eldar skulu í lofti brenna,

sjálvan teg inni mala.

 

101 Vilt tú ikki, Eirikur,

hjálpa tín bróður nú,

eldar skulu í lofti brenna,

ræður tann jomfrú.”

 

102 Jallurin gekk í hallina inn,

mælir for ungum soni:

“Ótíð vart tú til verðina borin,

betur tú væri ein kona!”

 

103 Eirikur snúðist av hallini út,

letst í brynju nýggja:

“Eg svørji tann eið við mína trú,

nú má eg blóðið síggja.”

 

104 Eirikur snúðist av hallini út,

letst í brynju blá:

“Eg svørji við høvur og hálsbein títt,

nú skal eg blóðið sjá.”

 

105 Eirikur gongur langa stund

fram við borgini langa,

klývur hurðar av seigum jarni,

fann ikki inn at ganga.

 

106 Klývur hurðar av seigum jarni,

loysir reystan fanga:

“Kom út, Hermundur, bróðir mín,

ert tú førur at ganga!”

 

107 Hermundur leyp av myrkastovudurum,

til ilsku var hann fús:

“Eg havi konginum skatt at lúka

fyri tað myrka hús.”

 

108 Hermundur leyp av myrkastovudurum,

til ilsku var hann baldur:

“Eg havi av konginum skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

109 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Sakslands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

110 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

leggja sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

111 Leggja sínar bardagar

eftir slættum gróti,

tað var ungi Hermundur,

hann ríður har ímót.

 

112 Eirikur kom í stríðið fram

bæði av ilsku og bræði,

tá stóð illi Hermundur

[í] verstum hurlumhei.

 

113 So ríður hann Hermundur

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvøra,

móti honum rann.

 

114 Klývur hvønn um tvøra,

móti honum rann,

eftir stóð tá Sakslands kongur

við sín triðja mann.

 

115 Tað var illi Hermundur,

við tað varð hann blíður:

“Eins mans hálsi vildi eg nátt,

honum náddi eg síður.”

 

116 Tað var illi Hermundur,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Sakslands kong

sundur í lutir tvá.

 

117 Hann kleyv reystan Sakslands kong

sundur í lutir tvá,

báðar hansara sveinarnar

teir legði hann honum hjá.

 

118 Svaraði jomfrú Halga,

øllum tókti undur:

“Eg skoyti ei mín faðirs deyð,

so livir hann Hermundur.”

 

119 Svaraði jomfrú Halga,

slíkt var mikil villa:

“Eg skoyti ei mín faðirs deyð,

so livir hann Hermund illi.”

 

120 Hermundur festi Halgu,

teim er lokin vandi,

Eirikur festi Beyðu,

teir gjørdu so skil for landi.

 

CCF 66 Ca

TSB E 85

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. DFS 68, Nr. 36, s. 407.

 

Útgávur:

1. Rikard Long legði til rættis: Sandoyarbók II, 1982 s. 46.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 64.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 157.

 

Heimild: Úr Skúvoy:  Sara Thomasdatter,  Sára úr Heimaragarði (1793-1828), Skúvoy, 1822