Skip to main content

Hermundur illi

 

CCF 66 D

TSB E 85

 

1 Atli kongur og Sigur jall

eru tað brøður tveir,

tað var mær av sonnum sagt,

for Saksland ráddu teir.

 

Stígum fastari á gólv,

sparum ei vár skó!

Gud má ráða, hvar vit drekkum

onnur jól.

 

2 Atli kongur og Sigur jall

eru tað brøður tvá,

tað var mær av sonnum sagt,

for Saksland vildu teir ráða.

 

3 Jallurin leggur sínum skipum

vestur ímillum fjarða,

blíða førir hann kongsdóttrina

heim í garðin við sær.

 

4 Jallurin eigur tógva synir,

gitnir av góðari stund,

annar eitur nú Heiðrikur

og annar Hermund.

 

5 Jallurin eigur tógva synir,

gitnir av góðari giftu,

annar eitur Heiðrikur

og annar Hermund illi.

 

6 Heiðrikur vaks í sín faðirs garði,

sum øll plaga yvir hann hoyra,

hann var so ræddur í sín hug,

hann tordi ikki síggja mann vreiðan.

 

7 Hann var so ræddur í sín hug,

hann tordi ikki síggja mann bløða,

í teim víggjum vildi hann ei vera,

tá *hjørtur varð skudt til døda.

 

8 Hermundur vaks [í] sín faðirs garði,

við tað *fór hann* fram,

hann tók sær ikki tann dag heilan,

hann blógvaði tá ikki mann.

 

9 Hermundur vaks [í] sín faðirs garði,

sum søgur ganga frá,

hann tók sær ikki tann dag heilan,

hann blógvaði ikki ein ella tvá.

 

10 Hann var ikki meir [enn] tólv ár,

hann beiddist seg út við svørði,

legði seg uppi við *Atla liði

og skoytti ikki, hvat ið hann gjørdi.

 

11 Tað var upp á tann fyrsta dag,

tá kongur av skógum reið,

tretivu so fann hann *berserkirnar

sárar á sínari leið.

 

12 Tretivu so fann hann *berserkirnar,

og allir tá skotnir til sára:

“Nú er illi Hermundur

komin á landið til vára.”

 

13 Tað var upp á tann annan dag,

kongur at skógnum reið,

fjøruti so fann hann *berserkirnar

so sárar á síni leið.

 

14 Fjøruti so fann hann *berserkirnar,

og allir skotnir til sára:

“Nú er illi Hermundur

komin sær á landið til vára.”

 

15 Tað var upp á tann triðja dag,

tá ið kongur at skógum reið,

trýsinnstjúgu fann [hann] *berserkirnar

so sárar á sínari leið.

 

16 Trýsinnstjúgu fann hann *berserkirnar,

og allir skotnir til sára:

“Nú er illi Hermundur

komin á landið til vára.”

 

17 Kongurin gár for jallin:

“Eg toli tað nú ikki longur,

tín sonur hevur okkum neisur vunnið,

eg vænti, hann verður hongdur.

 

18 Hermundur hevur okkum neisur vunnið,

nú stár hans lív í váða,

hoyr tað, Halga, dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!”

 

19 Jallurin gongur for frúnna

av tungari hjartans treyt:

“Gud náði okkum fyri veldugu synir,

nú eru vit sonarleys!”

 

20 “Lat tá knørr á lunni ganga,

og hartil reyðargull reka,

kjósa so tær eitt fimmhundrað

og taka til tín son spekja!”

 

21 “Hermundur hevur okkum neisur vunnið,

nú stár hans lív í versta,

hvat skulum vær til útland gera

ella slíta ímillum hestar?”

 

22 Svaraði jomfrú Halga:

“Og tað gerst minni vandi,

gerið hann heldur til útlanda

burtur av tygara landi!”

 

23 Kongurin letur á tingið stevna,

sum var glaður at,

gjørdi so Hermund til útlanda

alt pá tann sama dag.

 

24 Hermundur stendur á tingi upp,

hann gerst ein nýtur drongur:

“Eins mans hálsi vildi eg náað,

áðrenn eg væri hongdur!”

 

25 “Gud má míni giftu stýra

fyri mínum ríki og landi,

hvørs mans hálsi vildi tú náað,

í útlandi ert tú vandur?”

 

26 Svaraði illi Hermundur:

“Eg dylji tað nú ikki longur,

tínum hálsi vildi eg náað

og ongum geitadreingi.”

 

27 Hermundur stendur á hallargólvi

við *fagnað, tukt og sinni:

“Sit væl, jomfrú Halga,

tú mást væl á meg minnast!”

 

28 “Tað eru hvørki tjóvar ei trælar,

ei friður í hesum landi,

fyri hvat skal eg minnast á teg,

í útlandi ert tú vandur?”

 

29 Hermundur stendur á hallargólvi

við slíðrabundnum knívi:

“Hevði tað verið sonur til faðir tín,

so skuldi tú látið lívið.”

 

30 Hermundur snúðist av hallini

út av teirri borg,

meiri fanst hann á Halgu orðum

enn øll hans onnur sorg.

 

31Tað var illi Hermundur

út í havið tá setti,

kongurin letur tá halda vakt

á hvørjum nesi eftir.

 

32 Hermundur setti í havið út

við so tungan *farm av vín,

har kom eingin so eystur og vestur,

hann býddi ikki heim til sín.

 

33 Hermundur setti í havið út

við so tungan *farm av bjór,

har kom eingin so eystur og vestur,

hann gav ikki øllum nóg.

 

34 Halga situr í sínum sali

og sínar moyggjar spyr:

“Hvat forvinnur hann Haki kall,

hjá mínum faðir býr?”

 

35 “Haki eigur ein so lítlan bát,

og onga eigur hann kúgv,

lítilsvert forvinnur hann sær,

so rør hann ikki út á sjógv.”

 

36 Tað var jomfrú Halga,

hon akslar sær kápan blá,

so gár hon til strandar,

sum Haka bátur stár.

 

37 Ramar so ristir hon rúnirnar

fram í Haka bát:

“Aldrin komi tú heilur aftur,

fyrr enn tú Hermund nár!”

 

38 Ramar ristir hon rúnirnar

oman í Haka hettu:

“Aldrin komi tú heilur aftur,

fyrr enn tú Hermund hittir!”

 

39 Haki vendi sínum báti á leið

ímót teirri bylgju breið,

so siglir hann á trimum døgum,

og onga so sær hann leið.

 

40 Haki talar til sínar menn:

“Vær setum okkum onga vón,

drútt er í hesum djúpu dølum,

eg síggi eina so ringa sjón.”

 

41 Haki talar til sínar menn:

“Mær tykist á Atla orð,

vær síggjum eingi svinri ráð

uttan stígum nú út fyri borð!”

 

42 Til tað svaraði Heiðrikur,

og yngstur var av teim:

“Frættum heldur tíðindi,

so sigum vær nøkur heim!”

 

43 Hermundur talar til sínar menn:

“Verið nú so ljóðir,

eg síggi knør eftir havi koma,

og tey má gera okkum góðan!”

 

44 Hermundur talar til sínar menn:

“Verið nú so spakir,

gjølliga kenni eg handa bát,

tað er hann kallmann Haki!

 

45 Hermundur gongur eftir bunkanum fram,

akslar kápan blá,

so tekur hann í Haka bát

og setir knørum hjá.

 

46 Hermundur akslar kápan blá

og gongur eftir bunkanum fram,

so tekur hann í Haka bát

og setir knørum við stavn.

 

47 Hermundur skeinkir mjøð úr skál,

kallinum hann gav,

Haki situr í fagnað sín

og drekkur har aldrin av.

 

48 “Setst tú niður, mín Haki kall,

lat ikki hug tín skelva!

Hvøssu livir fólkið í Sakslandi,

og livir hon jomfrú Halga?”

 

49 “Enn livir jomfrú Halga

av so miklum villa,

allar sínar dagarnar

syrgir hon Hermund illa.”

 

50 “Setst tú niður, mín Haki kall,

og ger mær av tí grein,

fyri hvønn mann av Sakslandi

vil eg tær aldrin mein!”

 

51 Svaraði illi Hermundur:

“Enn vil eg spyrja meira,

hoyr tað, tú Haki kall,

og hvørjir gráta nú fleiri?”

 

52 “Enn livir tín sæla móðir

av so miklum mein,

eingin kona av Sakslandi

grætur ímóti teim.”

 

53 Til tað svaraði Haki kall:

“Enn vil eg siga meir,

Halga hevur seg ein riddar lovað,

og nevndur Hergeiri.”

 

54 Svaraði illi Hermundur,

hann stóð har skamt ífrá:

“Hann skal ikki frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

55 Hermundur letur upp seingir reiða

við tað 'kostu' blá,

Haki situr í *fagnað sín

og svevur aldrin á.

 

56 Hermundur letur upp seingir reiða

við tað 'koste' lín,

Haki situr í *fagnað sín

og svevur har aldrin í.

 

57 Havið tær hoyrt frá Haka kall,

hvøssu honum ræðslan gekk,

hann sat uppi alla nátt

og ongan svøvnin fekk.

 

58 Árla var um morgunin,

tá ið dagurin var ljós,

tá var illi Hermundur

við sínum knørum fús.

 

59 “Og so mikið reyðargull,

sum hesi knørr kunnu bera,

skiftið væl og virðiliga,

tað vil eg tykkum geva!”

 

60 Tekur nú hetta reyðargulI

og kastar í Haka bát,

síðan vendi Hermundur

sínum knørinum frá.

 

61 Til tað svaraði Haki kall,

av røddum skalv hann við:

“Vokti faðir av himmiríki,

hann søkkir okkum øllum niður!”

 

62 Hermundur vendi sínum báti á leið

mót teirri bylgju blá,

so sigidi hann á trimum døgum,

fimtan róðu ikki á.

 

63 Kastaði sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig illi Hermundur

sínum fótum á land.

 

64 “Takið nú hetta reyðargull,

gerið tykkum av tí gott,

latið ongan livandi vita,

hvør tær tað hevur flýtt!

 

65 Fái eg tað at vita,

og fái eg tað at frætta,

hoyr tað, tú Haki kall,

lív skalt tú ikki vænta.”

 

66 Hermundur gár frá strondum niðan

alt við ongar sveinar,

alt var fólkið í brúdleyp enn,

og har var einki heima.

 

67 Alt var fólkið í brúdleyp enn,

sum leingi má verða gitið,

uttan Heiðrikur, bróðir hans,

í høgalofti situr.

 

68 Hermundur gár frá strondum niðan,

akslar kápu blá,

hann sær hertugan Hergeira

so skamt frá kirkju gá.

 

69 Hann sær Hergeira hertugan

so skamt frá kirkju gá:

“Ikki skalt tú frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

70 Leidd varð jomfrú Halga

frá kirkjuni heim,

'ourickar' og so danskar pípur

bornar fyri teim.

 

71 Tað var illi Hermundur,

klæddist í kvinnuskrúður,

setti seg við hallardyr

og 'kiolman' gerst hann 'bruur'.

 

72 So sat jomfrú Halga

allan dagin á bekki,

meiri sat hon við sorg og sút,

og føðslu tugdi hon ikki.

 

73 Kongurin so til orða tekur,

væl kann orðum stilla:

“Má hin Halga hugsa tað

at syrgja Hermund illa!

 

74 Hevði hann Hermundur sinnað seg

og greitt hans hug frá sans,

eingin maður á Sakslandi

var *javnlíki hans.

 

75 Hevði hann Hermundur sinnað seg

og greitt hans hugin frá,

fullvæl var hann borin til tað,

mína dóttur at fá.”

 

76 Halga tekur sín fingurring

og drepur í drykkju niður,

gevur nú hesari fátæku kvinnu,

við hallardyrnar situr.

 

77 Tað var jomfrú Beyða,

hon greiðir at tí skál:

“Tað kenni eg á frúnnar orðum,

kallmans hevur hon málið.”

 

78 “Hoyr tað, jomfrú Beyða,

tú tala tað ei so hátt,

hon hevur ofta í mínum sali

drukkið av alkátt!

 

79 Hoyr tað, jomfrú Beyða,

tú tala tað ei so hart,

hon hevur ofta í mínum sali

drukkið av alglatt.”

 

80 Fjøruti vóru vaksljús tendrað

og annaðslíkt at loga,

fylgdu so teirri ríku frúgv

ta fyrstu nátt at sova.

 

81 Kongurin so til orða tekur,

kastar hurð til gátt:

“Ligg væl, hertugin Hergeiri,

tú hav nú góða nátt!”

 

82 Tað var illi Hermundur,

ilskum var at eggja,

hann kom seg so síðla dags

í millum stáls og veggja.

 

83 Tað var illi Hermundur,

ilskum var hann fús,

hann kom seg so síðla dags

út í tað brúðarhús.

 

84 Hergeiri liggur í síni song

og tykir seg at hava kent:

“Sjálvur hann hin fánýti

hann hevur teg higar sent.”

 

85 “Eg eri eingin fánýti,

tó tað tú talar svá,

statt upp, Hergeiri hertugin,

vilt tú lívið á!”

 

86 Hergeiri liggur í síni song

og fevnir ta fríðu frú:

“Vokti faðir av himmiríki,

stýrir ikki við tær nú!”

 

87 Tað var illi Hermundur

sínum svørði brá,

hann kleyv hertugan Hergeira

í brúðseingini, sum hann lá.

 

88  Tað var jomfrú Beyða,

hon rópar fólk til sín:

“Hermundur hevur *í moynnasal*

og vegið bróður mín.”

 

89 Tað var jomfrú Beyða,

hon rópar tað so hátt:

“Hermundur hevur *í moynnasal*

og vegið mín bróður í nátt.”

 

90 Kongurin so til orða tekur,

tað kann [hann] ikki gloyma:

“Sláa skal niður fyri hallardyr

og fast við jarni soyma.”

 

91 Fjøruti vóru valdar kempur,

slagið undir skinn,

áðrenn teir høvdu Hermund illa

í myrkastovuna inn.

 

92 Fjøruti vóru valdar kempur,

slagið undir hond,

áðrenn teir høvdu Hermund illa

í myrkastovubond.

 

93 Settu teir Hermund í myrkastovuna,

har til mans at gæta,

hann hevur so mangar óvinir

um sítt lív at træta.

 

94 Settu teir Hermund í myrkastovu

og vunnu honum tá ekka,

lótu honum *hvørki tillag* føra

matin ella drekka.

 

95 Settu teir Hermund í myrkastovu,

og hartil mans at ráða,

hann hevur so mangar óvinir,

nú stár hans lív í váða.

 

96 Tað var jomfrú Halga,

hon loysti sveinsins pínu,

hon læt honum til lagar føra

*bollaskál og vín.

 

97 Halga situr í sínum sali,

nú er tað at venda,

letur skriva loynibræv

og jallinum at senda.

 

98 “Loysir *tú [ikki] úr myrkastovu

sonin tín *hin sæla*,

loftið skal í eldi at brenna,

'o fingie soe brøøur aa meala'.

 

99 Jallurin gongur í høgaloft

fyri sín sæla son:

“Ótíð var tín heimili skapt,

betur tú vart teg kona!

 

100 Loysir *tú [ikki] úr myrkastovu

bróður tín *hin sæla*,

loftið skal í eldi brenna,

'fungie soe brøvur aa meala'.

 

101 Tað var hildi Heiðrikur,

hann sleit seg út á vøll,

hann kleyv, hvat ið fyri hann kom,

bæði konur og børn.

 

102 Heiðrikur gongur at myrkastovu,

rópar til reysta fanga:

“Statt upp, Hermundur bróðir mín,

ert tú førur at ganga!”

 

103 “Væl komin, Heiðrikur, bróðir mín,

so glaður [eri] eg tín komu,

væl má eg í bjørtu brynju

bera mítt skjøld í rómi!

 

104 Væl komin, Heiðrikur, bróðir mín,

so glaður eg teg kendi,

væl má eg í bjørtu brynju

bera mítt svørð í hendi!”

 

105 Tað var illi Hermundur

út á vøllin steig:

“Eingin maður á Sakslandi

berst ímót okkum ein.”

 

106 Lystiligt var at lýða á,

hvøssu mong var tungan snjøll,

løgdu sínum bardøgum

so skamt fyri kongins høll.

 

107 So reið illi Hermundur

beinan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

sum ímót honum rann.

 

108 Og so reið hann Heiðrikur

eftir vegnum fram,

hann kleyv hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

109 Kluvu hvønn um tvørar herðar,

sum móti teimum rann,

eftir stóð hann kongurin

við sín triðja mann.

 

110 Svaraði illi Hermundur,

tekur á reiði renna:

“Nú skal geisa eld í alt

og kongin inni brenna.”

 

111 Svaraði jomfrú Halga,

sum øllum tókti undur:

“Eg skoyti ikki um faðirs deyða,

so livir Hermundur.”

 

112 Festi jomfrú Halgu

av so miklum meingi,

ráddi so yvir Sakslandi

og var har kongur leingi.

 

113 Hermundur festi frú Halgu

alt for uttan vanda,

Heiðrikur festi sær Beyðu,

og gjørdu sær skil av landi.

 

Stígum fastari á gólv,

sparum ei vár skó!

Gud má ráða, hvar vit drekkum

onnur jól.

 

CCF 66 D

TSB E 85

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 36, s. 180.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 70.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 173.

 

Heimild: Úr Fugloy:  Hanus Hanusson,  Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík