Skip to main content

Seyða ríma

 

CCF 87 D

TSB E 149

 

1 Gusti eitur seyðamaður,

so vil eg fyri tær greina,

hvønn tann dag á skógin burtur,

ongan liggur hann heima.

 

Væl má mín gangar sín saðil bera

og sjálvan meg til hóva.

 

2 Gusti kemur á kvøldi heim,

sigur frá sínari neyð:

“Eg havi tapað tygara fæ,

væl fimm hundrað seyð.”

 

3 Gusti kemur á kvøldi heim,

sigur frá keypum sínum:

“Eg síggi hvørki ær ella lamb

og einki av seyði tínum.”

 

4 Gusti kemur á kvøldi heim,

sigur bónda frá:

“Eg síggi einki av tygara seyð

uttan ærina grá.”

 

5 “Hann man gera gaman at tær,

letur á ongum títum,

Tórður skal í morgin burtur,

eg trúgvi tí ongum slíkum.”

 

6 Brøður klæddust árla morgun,

eg sigi tær av í sonnum,

gingu so báðir á Tungu burtur,

eingin við teim annar.

 

7 Gingu teir í allan dag,

skógvurin tók at skelva,

móður legðist av dølum upp,

lukti í homrum evra.

 

8 Toka tók at lýsa upp,

sól tók fagurt at síggja,

Tórður sær í einum dali

allan seyðin liggja.

 

9 Kolbjørn kemur seg oman við á,

lund ber hann so dygga,

Tórður sær í einum dali

allan seyðin liggja.

 

10 Toka tók at lýsa upp,

sól tók fagurt at skína,

Tórður sær í einum dali

ganga eina moy so fríða.

 

11 Tórður tekur bjørtu brúður

undir kápu sína,

tá fekk hann so søtan koss,

av vørrum vætti vín.

 

12 Sá hann har eitt klovlangt upp

miðjan kjós og herðar,

so er hesin stígamaður

miðalháur í herðum.

 

13 So er hesin stígamaður,

harður er hamsins bolli,

eittans hár á hesum dára,

toppur í miðjum kolli.

 

14 “Sást tú tær ímóti ganga

bjarta beygalín?

Hoyr tú, Tórður Tórðarsonur,

tað er dóttir mín!”

 

15 Tórður so til orða tekur,

svør á sína lund:

“Tað er ikki trøllum líkt

at eiga so fagurt sprund.”

 

16 “Far tú teg í fjørðin niður

brúdleypsfólk at bjóða,

eg skal meg í hellið heim

bæði at steikja og sjóða!

 

17 Bjóð tú ongum hálvum hala

higar í ferð við tær,

tó at tú býður eitt hundrað mans,

væl líkar tað mær!

 

18 Bjóð tú ongum hálvum hala,

hvørgum teirra Skeggja,

bjóð tú Torstein oksamegi,

hartil vil eg tær eggja!”

 

19 Tórður fór í fjørðin niður,

sigi tær av í sonnum,

møtti honum Tóraldur, bróðir sín,

fyrst av kristnum monnum.

 

20 “Hoyr tú, Tóraldur, bróðir mín,

eg havi fest mær sprund,

vilt tú nakað fylgja mær

fram á fljóðins fund?”

 

21 “Hevur tú gift teg í trøllagleim,

eg sigi tær av í sonnum,

tað er mítt ráð, hvat Kolbjørn segði,

tú bjóð til ongum monnum!”

 

22 “Hoyr tað, Tóraldur bróðir mín,

tað skal vera vist,

øllum skulu vit bjóða til,

teim teir vildu síðst.

 

23 Víða havi eg um botnar farið,

spurt av keypum tínum,

Gestur, eg vil bjóða tær

og fagra Nótu tíni.

 

24 Víða havi eg um botnar farið,

spurt av illum dáða,

Gestur, eg vil bjóða tær

og gjarna tykkum báðum.”

 

25 Høgar sóu teir borgir standa,

stórar katlar hanga,

brøður tveir í beiskari lund

teir ráddu fyri at ganga.

 

26 Bríkið stórt á gólvi stóð,

fæið lagt til deyða.

“Hoyr tú, Tóraldur, bróðir mín,

vit skulum av køtlum sneiða!”

 

27 Bjarta brúður á beinki sat,

feld í hvíta lín,

tá fekk Tórður so søtan koss,

av vørrum vætti vín.

 

28 “Eg beyð ongum hálvum hala

higar í ferð við tær,

tó at tú beyðst eitt hundrað mans,

væl líkaði tað mær.

 

29 Lítið er mær um bikkju ta,

ið har liggur við vegg,

hon er svørt og leiðilig,

hon verður mær ikki tekk.

 

30 Lítið er mær um bikkju ta,

ið har liggur við gátt,

hon er svørt og leiðilig,

hon verður ei kyrr í nátt.

 

31 Lítið er mær um bikkju ta,

ið har liggur við dyr,

hon er svørt og leiðilig,

hon verður mær ikki kyrr.”

 

32 Vísti hann teimum annan bekk,

beyð teimum sess at sita:

“Man ikki gamli Glyvra-Geiri

til hesa veitslu vitja?”

 

33 Mikið dykið hoyrdist tá,

letur á skrænu langa,

Kolbjørn heilsar kátari sveit,

hann ráddi fyrst inn at ganga.

 

34 Kolbjørn heilsar kátari sveit

við so mikið gleim,

heilsar nú bæði Geira-Gapa,

Glettu og øllum teim.

 

35 “Lítið er mær um bikkju ta,

ið liggur fyri dyr.”

Tá leið ikki longur um,

tá kom Geiri í dyr.

 

36 Skeinkjarin heldur horn í hond

dýrar drykkjur teitar:

“Eg skal Tórði, mági mínum,

allan tann vigrin veita.”

 

37 Kolbjørn talar til sínar menn:

“Hesi jólini líða,

hvat skulum vær til skemtan hava

knútur kasta ella glímast?”

 

38 Gestur so til orða tekur,

honum rann í grun:

“Havið nú ljóð, tit tussabrøður

hvat tykkum best nú hugnar!”

 

39 Glúmur fekk upp oksalegg,

á borði lá for sveini,

Gestur hendi hann á loft,

og hann tók væl mót beini.

 

40 Aftur sendi hann oksalegg,

helt um brand at beyga,

Vittu-Vámi, Illu-Sámi

tá kom puss í eygað.

 

41 Sámi tók upp oksalegg,

kastar nú fast á Gest;

Gestur hendi hann á loft,

nú er ei longur [at] *fresta.

 

42 Aftur sendi hann oksalegg,

eg kvøði rímuna langa,

Vittu-Vámi, Illu-Sámi

kjálkar sundur ganga.

 

43 Kolbjørn talar til sínar menn,

biður teir leika lætt:

“Havið nú eingi fellig læti

so 'Figrið' fær ei at frætta!”

 

44 Kolbjørn talar til sínar menn:

“Tit gangið í song á sinni,

hirðið nú ei um annað lív,

tó hann svevur her inni!”

 

45 Sovnaðir eru jatnir tólv

fast av miklum móði;

Gestur talar til brøður tveir:

“Vit røðist um við fljóði.”

 

46 Gestur tekur bjørtu brúður

undir kápu sína,

fylgdi henni so í lundina burt,

nú leingist ríman mín.

 

47 Gestur tekur bjørtu brúður

undan kápu blá:

“Meg lystir aftur í hellið at ganga,

mong eru ørindi smá.”

 

48 Gestur gekk í hellið,

legði hann sær í minni,

førdi hann lív av jøtnum tólv,

gekk so út á sinni.

 

49 Gestur treður hellisgólv,

sum tað hevði verið leir,

Kolbjørn vaknar av blundi upp,

rópar nú fast á Geira.

 

50 “Statt upp, hin gamli Glyvra-Geiri,

so liggja og gapa báðir,

Tórður vekir os tornagrund,

hann gevur os lítlar náðir!

 

51 Statt upp, skrukkan, móðir mín,

gakk á háls í evra,

kom so niður yvir teimum,

vit skulum undir í neðra!

 

52 Mikið var 'skerslið, skrislið' tá,

sum 'kersin' mælir av bræði,

ei var skrukkan skroypilig,

hon hevði skinn til klæði.

 

53 “Tóraldur skal mót Gapa fara,

orku og alvi inna,

Tórður skal mót verfaðir sínum,

tolir hann ikki minni.

 

54 Sjálvur skal eg mót Glyvra-Geira,

orku og alvi troyta,

Snata skal mót kellingini,

nú er á vinir at heita.”

 

55 Gestur gongur grúgvur á bak,

brýtur nú rygg í flagði,

nívdi hann hann fyri høgan foss,

og so doyði hann av bræði.

 

56 Snaraði hann høvur av Glyvra­-Geira,

tá gekk Gapi á deyða,

síðan veitti hann Tóra lið,

og rakkin var staddur í neyð.

 

57 Kelling er í homrum uppi,

rívur oman grót,

Snata er á dølum niðri,

sendir niðan mót.

 

58 Snata fór av dølum upp

for uttan nakað sút,

so treiv hon í kellingar skinn,

at indrini hingu úti.

 

59 Snata hon drap kellingina,

spurt av illum dáða,

Gestur bjargaði hesari ferð

og røskum brøðrum báðum.

 

60 “Tú hevur givið mær gull og silvur,

bjarta brúður ljósa,

tak nú, Gestur, geld ímót,

og sjálvur mást tú tær kjósa!”

 

61 “Eina bøn, ið eg teg biði,

hana tú mær veiti,

mat og drekka á mínum  skipi,

tá eg á teg heiti!”

 

62 Hoyrt havi eg gitið frá sankt Ólavi kongi,

hvar ið hann ræður for landi,

tað er so fagurt at sigla við,

sum snekkjan stár á sandi.

 

Væl má mín gangar sín saðil bera

og sjálvan meg til hóva.

 

CCF 87 D

TSB E 149

 

Handrit: Savn Hammershaimbs . AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 335

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 178

 

Heimild: Úr Mykinesi: Poul Abrahamsen, f. í Gásadali  (1782-1856), Mykinesi 1847