Seyða ríma
CCF 87 E
TSB E 149
1 Gusti hann er seyðamaður,
vil eg fyri tær greina,
hvørja nátt á skógnum burt,
onga svevur hann heima.
Há trummar í høll,
hermenn ríða fram,
jomfrú leikar í lundi
við tann edula mann.
2 Gusti kemur heim at kvøldi,
sigur bónda frá neyð:
“Eg havi tapt av tygara fæi
væl fimm hundrað seyðir.”
3 Gusti kemur heim at kvøldi,
sigur bónda frá:
“Eg síggi einki av tygara seyðum
uttan ærina grá.”
4 “Tú manst gera gagnið tað,
tú leitar við lítlan dug,
Tórður skal í morgin út,
eg trúgvi honum ongar 'lour'.”
5 Brøður klæðast árla morgun,
er mær sagt av sonnum,
ganga so tveir av Tumliniborg,
og eingin við teim annar.
6 So ganga teir henda dag,
til skógvurin tók at skelva,
tokan legðist í dalin niður,
fjøllini luktust í erva.
7 “Hoyr tað, Tóraldur, bróðir mín,
ger eftir mínum vilja,
her liggja nú vegir tveir,
her skulu vit skiljast!
8 Hoyr tað, Tóraldur, bróðir mín,
far tær heim til manna,
eg skal mær í henda dag
norður um botn at kanna!”
9 Tokan tók at lýsa av,
lýsir í leið so drúgva,
Tórður sær í einum dali
alt sítt fæið liggja.
10 Tokan tekur at lýsa av,
sól tók fagurt at skína,
Tórður sær í einum dali
ganga moy so fríða.
11 Tórður tekur bjørtu brúður
undir kápu sína,
tá fekk hann so søtan kyss,
at vørrin vætti vín.
12 Tórður tekur bjørtu brúður
undir kápuskeyt,
Tórður misti tornagrund,
og blomstur hvarv av breyt.
13 Tokurnar taka at lýsa upp,
lýsir í leið so langa,
Tórður sær seg niðan við á
mann ímót sær ganga.
14 Tokan tekur at lýsa í,
lýsir í leið so langa,
Tórður sær í einum dali
mann ímót sær ganga.
15 Tóraldur gekk sær niðan við á,
lund ber hann so dygga,
Tórður sær í einum dali
alt sítt fæið liggja.
16 Møtti hann einum stígamanni,
høvd hevði hann sum bolli,
eitt var hár á hesum dára,
toppur í miðjum koll.
17 Høggin hæl og klov langt upp,
sum kista til høvur og herðar,
so var á hesum stígamanni,
mikil er í óferðum.
18 “Hoyr tað, Tórður Torkilsson,
sig mær av tí sonnum,
hvat hevur tú á hesum fjøllum
møtt í dag [av] monnum?”
19 “Eg havi ongum øðrum monnum
møtt í hesum fjøllum
uttan tær, bráður bjarnatussi,
líkur ert tú trøllum.”
20 Kolbjørn so til orða tekur,
satt at siga frá hóti:
“Sást tú nakra bjarta brúður
ganga tær ímóti?
21 Sást tá tær ímóti ganga
bjarta beygalín,
hoyr tað, Tórður Torkilsson,
tað er dóttir mín!”
22 Tórður so til orða tekur,
svør á sína lund:
“Tað er ikki trøllum vant
at eiga so fagurt sprund.”
23 Kolbjørn so til orða tekur,
svør á sína lund:
“Far tú aftur í helli mítt
at festa fagurt sprund!
24 Far tú tær í firðir niður
brúdleypsfólki at bjóða,
eg fari aftur í helli mítt
bæði at steikja og sjóða!
25 Bjóð tú ongum hálvum hala
higar í hesi ferð,
um tú býður eitt hundrað mans,
so væl líkar tað mær!
26 Bjóð tú ongum hálvum hala,
hvørgum teirra seggja,
Tórður, vilt tú Tóraldi spekt,
hartil vil eg tær eggja!”
27 Tórður fór í firðir niður
brúdleypsfólki at bjóða,
hin fór kallur í helli sítt
bæði at steikja og sjóða.
28 Tórður fór í firðir niður,
kvøði eg av tí sanna,
móti honum Tóraldi, bróður sínum,
fyrstur av kristnum manna.
29 “Hoyr tað, Tóraldur, bróðir mín,
eg havi fest mær sprund,
vilt tú nakað fylgja mær
gjøgnum grøna lund?”
30 “Tú hevur gift teg í trøllahendur,
eg sigi tær av tí sanna,
tað er mítt ráð, hvat Tóraldur sigur,
bjóð til mangan mann!
31 Snati er í dølum vestur,
slíkt eru menn so fróðir,
tað er hann Tostan oksamegi,
vit skulu teim báðum bjóða.”
32 “Hoyr tað, Tóraldur, bróðir mín,
tað skal vera vist,
øllum skulu vit bjóða teim,
ið tá vildi fyrst!”
33 Høgan sóu teir eld at brenna,
stórar katlar hanga,
brøður tveir við miklari lund
ráða nú fyrst inn at ganga.
34 *Bíggji* stórt á gólvi stendur,
sum fæið var lagt til deyða.
Tóraldur talar til bróður sín:
“Vit skulu úr køtlum sneiða.”
35 Bjarta brúður á borði situr,
takt við hvíta lín.
Tá fekk Tórður so søtan kyss,
at vørrin vætti vín.
36 “Hvar er hin gamli Glymra-Geiri?”
“Kolbjørn er ikki heima,
hann er farin at finna flagd,
stevna jøtnum saman.”
37 Brøður kynda eldin saman,
teir náa nú at sitja,
stórur kom maður í hallina inn,
og tá læt veitslu vitja.
38 Stórur kom maður í hallina inn,
ikki hevði verið fyrr,
honum fylgdi Hálvihali,
settist niður við dyr.
39 “Víða havi eg um botnar farið,
spurt frá lítlari pínu ,
Tórður, vilt tú Tóraldi spekt,
við faðir og móður tíni!”
40 “Tú ert komin at líva mær,
spurt frá illari dáð,
Gestur, eg vil bjóða tær
og gjarna tygum báðum.”
41 Hann vísti honum á bikkju ta,
hann sá við dyrnar sitja:
“Mundi ikki hin gamli Glymra-Geiri
til hesa veitslu vitja?”
42 [Hol í handriti].
43 Dukið og dukið hoyrdist tá,
látur og mikil gleim,
Kolbjørn heilsar Geira og Gapu,
Gletti og øllum teim.
44 Dukið og dukið hoyrdist tá,
látur og skroytið langa,
Kolbjørn heilsar kátur og 'Rogj',
teir ráða nú fyrst inn ganga.
45 “Eg beyð ongum hálvum hala
fyrr í hesi ferð,
um tú beyðst eitt hundrað mans,
so væl líkaði tað mær.
46 Eg beyð ongum hálvum hala,
tað segði eg tær fyrr,
lítið er mær um bikkju ta,
ið har situr við dyr.
47 Lítið er mær um bikkju ta,
ið har situr við dyr,
tílíkur eingin higar kemur,
koma so fleiri til.
48 Eg beyð ongum hálvum hala,
tað segði eg tær fyrr.”
Tað tók at vaksa vandi meiri,
tá kom Geiri í dyr.
49 Geiri og Gapi á gólvi sótu,
hugdi hvør at øðrum,
skrukkan skuldi matin bera,
krøkti í við nøglum.
50 Kolbjørn so til orða tekur:
“Hesi jólini líða,
hvat skulu vit til skemtan hava,
knútukast ella glímast?”
51 Gestur so til orða tekur,
tá rann honum í grun:
“Hav nú ljóð til tussabrúður,
hvat tykkum tykir í mun!
52 Tóraldur, tú skalt líva tær,
tó Kolbjørn teg lastar,
best veit eg, hvat Tórður sigur,
taka við knútukasti!”
53 Sámi fekk upp oksalegg,
á borði tá fyri sveini,
Gestur sendi honum á loft,
tað tók væl við beini.
54 Aftur sendi hann oksalegg,
helt á brandinum beyga,
reiddi Sámi við illum náðum,
tá kom puss í eygað.
55 Aftur sendi hann oksalegg,
helt um brandin beyga,
Glámur fekk og Gapur fekk,
tá kom pussur í eygað.
56 Aftur sendi hann oksalegg,
sipar nú fast at Gesti,
tá tók Glámur við miklari held,
læt ei longur *fresta.
57 Kolbjørn so til orða tekur,
biður teir leikir lætta:
“Fáist við eingi fellig læti,
so firðir fáa ikki at frætta!”
58 Skeinkjarin heldur høgt í horn,
glaður í dreingja teiti:
“Eg vil Tórði, mági mínum,
alla virði veita.”
59 Kolbjørn talar til Geira og Gap:
“Gangið í song á sinni,
hirðum ei um annað lið,
tó at teir sova her inni!”
60 Sovnaðir eru jatnir tólv
fast av miklum móði,
Gestur talar til brøður tveir:
“Tit bjóðið so um við ljóði!”
61 Gestur tekur bjørtu brúður
undir kápu sín,
fylgdi nú Tórði langt á leið,
nú leingist ríma mín.
62 Gestur tekur bjørtu brúður
undan kápu blá:
“Eg fari aftur í hellið heim,
tí mær gerast ørindi smá.”
63 Gestur fór í hellið aftur,
legði væl í minni,
førdi av lívi jatnir tólv
og gekk so burtur á sinni.
64 Gestur troðaði hellisgólv,
sum tað hevði verið leirur,
Kolbjørn vaknar úr blundi upp,
hann rópar nú fast á Geira.
65 “Statt upp, gamli Glymra-Geiri,
og so tú Gapur, báðir,
Tórður er reistur við tornagrund,
hann eykar os ongar náðir!
66 Hoyr tú, skrukkan, móðir mín,
gakk á háls í erva,
kom so í tann 'Ouar' dal,
og vit skulu undir í neðra!”
67 Mikið var skrall og 'Sjørgli' tað,
tá *skersan leyp á bræði,
ei var skrukkan skroypilig,
tó skinn hevði hon til klæði.
68 “Tóraldur, tú skalt Gapu ímóti,
við orku alvæl inna,
*Tórður skal mót mági sínum,
hann tolir hann ikki minna.
69 Sjálvur skal eg mót Glymra-Geira,
við orku alvæl tróti,
Snati skal mót kellingini,
tí hann er maður ímóti.”
70 Geiri gekk tær grúgvur á bak,
hann kroysti hans rygg á flagdi,
førdi hann so til høgan foss,
hann moyrdi hans rygg á bragdi.
71 Snaraði hann høvdið av Glymra Geira,
tá gekk Gapu av deyða,
síðan veittu teir Tórði lið,
tí rakki var staddur í neyð.
72 Kelling er í homrunum,
rívur oman grót,
Snati er í dølunum,
hann gongur niðan ímót.
73 Snati gekk úr dølunum
uttan angist og sút,
so fekk hann um kellingar kvið,
at indrini lupu út.
74 Snati hann drap kellingina,
spurt av illari dáð,
Gestur bjargaði hesi ferð,
reystar brøður báðar.
75 “Tú hevur givið mær gull og fæ,
bjarta brúður og ljósa,
Gestur, tak tær gull ímóti,
sum sjálvur tú vilt kjósa!”
76 “Eina bøn, ið eg teg biði,
hana vil eg á teg heita,
mat og drekka, rúm í skipi
tað skalt tú mær veita.”
77 Hoyrt havi eg gitið, Ólavur kongur
tarið hann siglir for landi,
tað er so blítt at sigla frítt,
tá snekkjan stendur á sandi.
Há trummar í høll,
hermenn ríða fram,
jomfrú leikar í lundi
við tann edula mann.
CCF 87 E
TSB E 149
Handrit: Kvæðasavn úr Sandvíkar. Føroyamálsdeildin. Vol. I, Nr. 5. s. 126.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band III, Teil 2, s. 339
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 187
Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (1814-1886), Sandvík 1837