Mirmants kvæði
CCF 109 D
TSB D 389
1 Hvøssu skal eg kvøða,
tað eg fyri nam,
frúgvin eitur Brita,
og jallin Hermann.
Tøkum lætt tar í lundum leik for menn
løtum vár dans for falla!
2 Jallur út av Eysturvegi
hevur fingið so fríða frú,
onga leggur hann
at elva Gudi trú.
3 Jallurin út av Eysturvegi
hevur fingið so fríða konu,
elskar hann ongan helganin,
at 'skutla' sínum blóði.
4 Tey vóru saman nakra tíð,
børn áttu tey eingi,
enntá tókti frúnni at,
at hon hevði jallin fingið.
5 Jallur vaknar á miðjari nátt,
hann sigur sín dreym so brátt:
“Undarligt hevur fyri meg borið
í alla hesi nátt.
6 Eg droymdi, eg reið á víðum vølli,
tú gekst mær til handa,
tað rann ein ormur frá brósti á tær,
og hann vildi mær granda.
7 Eg droymdi, eg reið á víðum vølli,
tá fell mær til fóta,
tað rann ein ormur frá brósti á mær,
tá stóð ei til bótar.”
8 Svaraði frúgvin Brita,
hon tekur um at síggja:
“Hvat munnu tínir ljótir dreymar
fyri so lítlum býggja?”
9 Nú er enn sum ofta fyrr,
leingi hevur fyri drigið,
ei hevur frúgvin Brita
eina í songum ligið.
10 Frúgvin læt sær við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at teirri stundini leið,
hon føðir ein svein so fríðan.
11 Hon læt hann til kirkju bera,
flest øll munnu vita,
kallar hann ungan Mirmant,
hon letur á bókum rita.
12 Hon læt hann til kirkju bera,
honum navn at geva,
kallar hann ungan Mirmant,
frúnna langa trega.
13 Hann varð borin frá kirkjuni
aftur for móður sína,
meiri letur hon røkta hann
enn alt sítt gull í skríni.
14 Hann vóks upp á Sakslandi
í fullar mánaðir tríggjar,
ikki vildi jallurin
hann við eygum síggja.
15 Tað var frúgvin Brita,
hon tekur um at mæla:
“Hví vilt tú ikki vár unga son
í londum við mær ala?”
16 “Hoyr tú, frúgvin Brita,
tú flyt hann hiðan burt,
so hann kemur ikki aftur,
og tað tykir mær gott!”
17 Tað var frúgvin Brita,
biður saðla sín hest,
so ríður hon til Løðar jall,
hon trýr honum allarbest.
18 So ríður tar frú Brita,
ta beina gøtu fram,
gyltir leika ringarnir,
hennar góði gangari rann.
19 Enntá var tað frú Brita,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Løðar jall
fyri henni stóð.
20 “Ver vælkomin, frú Brita,
higar í mín garð,
alt tað, ið gott er í mínum ríki,
eg haldi fyri tær óspart!
21 Tú ver vælkomin, frú Brita,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat ið tær betur líkar
mjøðin ella vín!”
22 “Góður maður, Løðar jall,
tað skalt tú mær gera,
at hava mín son í fostri hjá tær,
ein hertugi má hann væl vera.”
23 Góður maður, Løðar jall,
tað skalt tú mær veita,
at hava mín son í fostri hjá tær,
ein hertugi má hann væl heita.”
24 “Hann skal vera vælkomin
hjá mær og mínum monnum,
sita yvir mítt breiða borð,
og drekka tann mjøð av sonnum.
25 Hann skal vera vælkomin,
hjá mær og mínum sveinum,
sita yvir mítt breiða borð
og drekka tann mjøðin reina.”
26 Jallurin tók so væl við honum,
virður var til tess,
setir hann í høgsæti,
manni sær ínæst.
27 Setir hann í høgsæti,
manni sær ínæst,
næstur manni sjálvum sær
bæði til ker og sess.
28 Allar listir lærir hon hann
tann ríka frúgvin sjálv,
bæði letur læra hann
rúnir og skáktalv.
29 Inn kemur riddarin Mirmant
um eina morgun snimma:
“Nú lystir meg á Eysturvegir,
faðir og móður at finna.”
30 “Hoyr tú, riddarin Mirmant,
fostursonur mín,
kvittar tú á Eysturvegir,
tú drekk har einki vín!
31 Kvittar tú í Eysturvegir,
tú drekk har einki vín,
tú mæl ikki orð við jallin,
sæla faðir tín!”
32 Mirmant leyp á gangaran,
ið hann sjálvur átti,
ríður hann so til Sakslands,
sum føtur bera máttu.
33 Tað var riddarin Mirmant,
heim í garðin fór,
úti hansara sæla móðir
fyri honum stóð.
34 Tað var frúgvin Brita,
hon sveipar at sær skinn:
“Ver vælkomin, ungi Mirmant,
tú gakk í hallina inn!”
35 Tað var riddarin Mirmant,
hann gekk í hallina inn,
sum jallur fyri á borði sat
við manna hundrað fimm.
36 “Hoyr tað mín hin sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá,
trúgv á tann hin sanna Gud,
sum allar døgur ár!”
37 “Eg sendi eingi boð eftir tær,
at koma á mín fund,
far tær aftur for Løðar jall,
verri enn nakar hund!”
38 Jallin eigur brandin tann,
eg kvøði, sum eg kann,
hann mátti ei av slíðrum dragast
uttan at vega mann.
39 Jallurin hjó niður borð og beinkir,
ilskan í honum 'bratt’,
hann høgdi niður stinnar stólpar
í hallargólvið lagdar.
40 Jallurin hjó niður borð og beinkir,
av so grimmum alvi,
svaraði ungi Mirmant:
“Grimmur ert tú hin gamli.”
41 Niður fell tá nakað svørð,
Mirmant upp tað treiv,
hvør var nærri ervinum?
og ei var hann feigur.
42 Tað var riddarin Mirmant,
hann upp sínum svørði brá,
hann kleyv sín hin sæla faðir
sundur í lutir tvá.
43 Tað var frúgvin Brita,
hon steig úr stóli fram:
“Gud náði ta sálina,
ið hatta verkið vann.
44 Gud náði ta sálina,
ið hatta verkið vann,
nú vil eg sláa meg sjálv í hel,
og leggja meg í hans arm.”
45 Tað var frúgvin Brita,
hon tók sær konnu í hond,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.
46 Hon blandar honum
tað eitur í vín,
ber so inn til Mirmants
og biður hann drekka til sín.
47 Mirmant tók við kerinum,
hann ristir fyri sær kross:
“Gud og milda Maria moy
veri nú við os.”
48 Mirmant tók við kerinum,
ristir kross fyri sær:
“Gud og milda Maria moy
veri nú við mær.”
49 Tá ið hann hevði drukkið,
hann greiddi aftur skál,
allur hansara fagri litur
úr kinnunum brá.
50 Svaraði riddarin Mirmant,
tá ið hann hevði drukkið av:
“Hetta var ikki móðurligur drykkur,
tú mær gav.”
51 “Var tað ikki móðurligur drykkur,
ið eg gav tær,
tað var ikki sonarligt
at vega faðir at sær.”
52 Tað var riddarin Mirmant,
hann svarar henni so ann:
“Eg haldi tað lítið syndarverk
at drepa ein heidnan mann.”
53 Tað var frúgvin Brita,
hon mælir so for sær:
“Tó at hann var ein heiðin mann,
so var hann faðir at tær.”
54 Ringur reið hann Mirmant
út av Ringsborg,
tí hann hevði av síni móður
fingið so tunga sorg.
55 Tað var riddarin Mirmant,
heim í garðin fór,
úti hansara fosturfaðiir
fyri honum stóð.
56 “Hoyr tú, riddarin Mirmant,
fostursonur mín,
hví er allur liturin
úr kinnunum tín?”
57 “Tí eru allir litirnir
úr kinnunum mín,
mín móðir gav mær tað eitur,
blandað í vín.
58 Mín móðir gav mær tað eitur
blandað í vín,
vigið havi eg jallin,
sæla faðir mín.”
59 Tað var hansara fosturfaðir,
svarar honum so ann:
“Eg kalli tað lítið syndarverk
at drepa heidnan mann.”
60 Tað var riddarin Mirmant,
hann mælir so for sær:
“Tó hann var ein heiðin mann,
so var hann faðir at mær.”
61 Jallurin tók so væl við honum,
gav honum gangin næst,
setir hann í høgsæti,
mannin sær í næst.
62 Tað var frúgvin Katrin,
hon mælir so for orð:
“Hví setir tú ein sjúkan mann
alt øvarst við várt borð?”
63 Tað var frúgvin Katrin,
hon mælir so við seg ein:
“Av hesum sama sjúka manni
munnu vit fáa mein.”
64 “Tú skalt mær eitt steintrog skera,
meg til gravar at føra,
fyri øllum almúganum
skalt tú meg deyðan kera.”
65 Hann læt honum steintrog skera,
hann til gravar at føra,
fyri øllum almúganum
man hana hann deyðan kera.
66 Mirmant sat í steininum,
til honum tók at troyggja,
hagar tá til landanna,
sum eitur í Sikilsoy.
67 Tað var frúgvin Sissal,
hon sær til kirkju gekk,
ein sjúkur maður
í hennara skikkju fekk.
68 Tað var frúgvin Sissal,
hon sær til kirkju fór,
ein sjúkur maður
í hennara skikkju tók.
69 Ein sjúkur maður
í hennara skikkju tók:
“Eg biði teg fyri Guds sakir,
tit ráðið mær heilsubót!”
70 Tað var frúgvin Sissal,
hon niður fyri seg sá:
“Eg giti ikki *synjað á tær,
ímeðan tú biður svá.”
71 Svaraði frúgvin Sissal:
“Tað er mikil vandi,
at grøða teg og heilan gera
eini aðrari til handa.”
72 “Hoyr tú, frúgvin Sissal,
vilt tú grøða meg,
eg vil onga jomfrú lova
uttan sjálva teg.”
73 Svaraði frúgvin Sissal,
tann listiliga frú:
“Hoyr tað, tú hin sjúki maður,
hvussu eitur tú?”
74 Tað var riddarin Mirmant,
hann svarar so for seg:
“Justinus av Fraklandi
so skalt tú nevna meg.
75 Justinus av Fraklandi
mín faðir hann var,
kongsins hestasvein
haðan eri eg av.”
76 “Mætur var sá
kongurin ein,
tílíkan hann hevði
sær til hestasvein.”
77 Tað var frúgvin Sissal,
so grant hon hyggur at:
“Hvat heldur hevur tú fingið tað
í drekka ella mat?
78 Grimur er tann ormurin,
fyri tínum brósti liggur,
ráði Gud faðir av himmiríki
nær tú heilsu tiggur.”
79 Hon setir hann í húsið tað,
sum einki fólk í var,
hvørki letur hon bera honum
drekka ella mat.
80 Árla var um morgunin,
ið dagurin var ljós,
Sissala er gingin sær
í sjúkra manna hús.
81 Svaraði frúgvin Sissal:
“Hetta er mikil vandi,
at grøða teg og heilan gera
aðrari til handa.”
82 “Hoyr tú, frúgvin Sissal,
vilt tú grøða meg,
eg vil onga jomfrú lova
uttan sjálva teg.”
83 Svaraði frúgvin Sissal,
tann listiliga frú:
“Hoyr tað, tú hin sjúki maður,
hvussu eitur tú?”
84 Svaraði riddarin Mirmant,
hann mælir so for seg:
“Steffan jalsson
skalt tú nevna meg.”
85 Svaraði frúgvin Sissal,
so grant hon hyggur at:
“Hvat heldur hevur tú fingið tað
í drekka ella mat?
86 Grimmur er tann ormurin
fyri tínum brósti liggur,
ráði Gud faðir av himmiríki,
nær er tú heilsu tiggur.
87 Tá ið hann rennur
frá brósti á tær,
annað tílíkt herbergi
tað hevur hann ætlað sær.”
88 Tað var frúgvin Sissal,
hon andar í hans munn,
hon myntist við riddaran Mirmant,
tí henni var svikin kunn.
89 Við munninum
hon um høvuðlutin tók:
“Halt nú fast um sporlið,
tað er okra bót!”
90 Hon tók upp ein silvursaks,
klippir hann í tvá,
síðan letur hon bera hann
út á tað heita bál.
91 Ormin kliptu tey millum sín,
tað var hann væl verð,
síðan læt hon bera hann
út á tann heita eld.
92 Grøddi hon hann um dagin,
grøddi hon hann um tvá,
inntil tann hin triðja,
tá fór hann í brynju blá.
93 So var tá Justinus
á jólunum mjúkur,
sum hann hevði hvørki verið
sárur ella sjúkur.
94 So var tá Justinus
á jólunum kátur,
sum hann hevði hvørki verið
sjúkur ella sárur.
95 Tað var frúgvin Sissal,
sveipar at sær skinn,
so gongur hon í hallina
fyri sín faðir inn.
96 “Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá,
ein sjúkur maður
er komin higar til vár.
97 Hann hevur verið í mínum sali
henda vetur langan,
hoyr tað, mín hin sæli faðir,
tú lat hann í hallina ganga!”
98 Kongurin sá at sínari dóttur,
at bliknað var føgur kinn:
“Hevur tú grøtt ein sjúkan mann,
leiðið hann í hallina inn!”
99 Sveinar gingu eftir Mirmant,
hann leiddu í hallina inn,
eingin gáddi annað at,
enn lítil føgur kinn.
100 Inn kom ein so lítil svein,
leypandi á gólv:
“Nú er hann komin Lútin jall
at stevna tykkum á hólm.”
101 Tí svaraði kongurin
í fyrsta orði tá:
“Vil hann nakað Justinus
við vára liði gá?”
102 Tað var riddarin Mirmant,
hann svarar so for seg:
“Lítið man eg liðið veita,
fylgja skal eg teg.”
103 So ríður riddarin Mirmant
víðan vøllin fram,
hann klývur hvønn ein tvøran her
ímóti honum rann.
104 Hann klývur nú hvønn ein tvøran her,
ímóti honum rann,
eftir stóð tá Lútin jall
við sín triðja mann.
105 Tað var riddarin Mirmant
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Lútin jall
sundur í lutir tvá.
106 Teir riðu aftur í Sikilsoy
síðla dag á kvøldi,
eftir spurdi tann ríka frú,
hvør flest allar kempur feldi.
107 Teir funnu mann á máli,
kongsins hestasvein:
“Justinus av Fraklandi
flestallar feldi hann ein.”
108 Tað var frúgvin Sissal,
hon mælir við seg ein:
“Í góðari stundini grøddi eg hann,
hin gævuliga svein.”
109 Deydligt er í ríkinum,
onga gleði at elva,
Sissal talar til Justinus:
“Vit skulu fara at telva.”
110 Telvdu tey um dagin,
telvdu tey um tvá,
Justinus av Fraklandi
bæði vann hann tá.
111 Talvið tað var
av hvíta elfinbein,
terningar vóru av ongum øðrum
uttan av reyðargull ein.
112 Tað var frúgvin Sissal,
hon mælir við seg ein:
“So leikar maður við talvi í dag,
sum faðirs bani var ein.”
113 Øll tapti tá Mirmant
talvini av borð,
tí hann gáddi ei annað at,
hann lýddi á frúnnar orð.
114 Inn kom ein so lítil svein,
hann sigur teim frá:
“Nú vil hann Justinus
av várum liði gá.”
115 Tá svaraði kongurin
í fyrsta orði tá:
“Hann skal lova frú Sissali
og firra so londum frá.”
116 Tað var riddarin Mirmant,
hann fell upp á síni knæ,
meðan hann frúnna Sissal
til ekta festi sær.
117 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Mirmant og hans vív.
118 Stóðu tey í grasgarði
við góðum ástarbragdi,
søtan koss hon kysti hann,
og hendur um hálsin lagdi.
119 Svaraði frúgvin Sissal,
tann listiliga frú:
“Hoyr tað, mín hin veldigi søti,
hvussu eitur tú?”
120 Tað var riddarin Mirmant,
hann svaraði so for seg:
“Mirmant jalsson
so skalt tú nevna meg.”
121 “Hoyr tú, riddarin Mirmant,
veldigi søti mín,
ert tú ikki aftur á sjey náttum,
eg komi at vitja tín.”
122 Tað var riddarin Mirmant,
hann heim í garðin fór,
úti frúgvin Katrin
fyri honum stóð.
123 “Hoyr tú, frúgvin Katrin,
tú sig mær satt ífrá!
Hvussu livir í ríkinum
fosturfaðir eg ár?”
124 “So livir í ríkinum
fosturfaðir tú ár,
hann var sær jarðaður
for mánaðir tvá.
125 Hoyr tú, riddarin Mirmant,
hvat ið eg sigi tær,
tú dvølst í ríkinum nakra tíð,
tú ver í nátt hjá mær!”
126 “Hoyr tú, frúgvin Katrin,
eg sigi tær satt ífrá,
eg havi lovað frú Sissali
og firrað so londum frá.”
127 “Sissala í Sikilsýoy
hon er tær so kær,
annan hevur hon loynimann
í loyndini hjá sær.
128 Annan hevur hon loynimann
í loyndini hjá sær,
Steffan jalsson
hann er frúnni kær.”
129 Tað var riddarin Mirmant,
hann kann væl orðum snúgva,
ongan biður hann kallmannin
kvinnuorðum trúgva.
130 Tað var frúgvin Katrin,
hon tók sær kannu í hond,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.
131 Hon blandar honum
bæði mjøð og vín,
og so mikið óminni
tað letur hon har úti.
132 Og so mikið óminni
tað letur hon har útí,
ber so inn fyri Mirmant,
biður hann drekka til sín.
133 Mirmant tekur við kerinum,
hann ristir kross fyri sær:
“Gud og milda Maria moy
veri nú við mær.”
134 Tá ið hann hevði drukkið,
hann greiddi aftur skál,
mintist ei til frú Sissal,
og ei á hennara mál.
135 Tá ið hann hevði drukkið,
hann greiddi aftur ker,
mintist ei til frú Sissal,
og ei í hvar hon er.
136 Inn kom ein so lítil svein,
sigur teimum frá:
“Nú vil frú Sissal
av várum liði gá.”
137 “Vil hon frú Sissal
av várum liði gá,
væl trý hundrað raskir riddarar
skal hon við sær fá.”
138 Tað var frúgvin Sissal,
hon gongur oman við strand,
so listiliga bar hon.
sína børustong.
139 Inn kom ein so lítil svein
leypandi á gólv:
“Nú er hann komin Herin jall
at stevna tykkum á hólm.”
140 Svaraði riddarin Mirmant,
maðurin er hann spakur:
“Hví hevur hann so sterkan her við sær,
hvat havi eg gjørt til sakar?”
141 “Tú hevur tikið konu ta,
ið hann hevði ætlað sær,
fyri tað vil hann royna
odd og egg mót tær.”
142 Svaraði riddarin Mirmant,
maðurin er hann blíður:
“Eg man ikki spara hann,
tó hann er alvæl fríður.”
143 So ríður riddarin Mirmant
víðan vøllin fram,
klývur nú hvønn ein tvøra[n] her,
ímóti honum rann.
144 Hann klývur nú hvønn ein tvøran her,
ímóti honum rann,
eftir stóð tá Herint jall
við sín triðja mann.
145 Tað var riddarin Mirmant,
ið sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Herint jall
sundur í lutir tvá.
146 Tað var frúgvin Sissal,
hon upp til himmals sá:
“Harra Gud av himmiríki
lati meg sigur fá.”
147 Tað var riddarin Mirmant,
skuldi móti frúnni ríða,
honum tókti, sum báðar hendur
vóru bundnar niður í síðu.
148 Harra Gud av himriríki,
hvør mikil er tín makt,
opnan stakk hon Mirmant
úr saðlinum aftur.
149 Tað var frúgvin Sissal,
hon andar í hans munn,
hon myntist við riddaran Mirmant,
tí henni var svikin kunn.
150 Tað var frúgvin Sissal,
hon tekur nú til at kenna,
talar hon tá til Mirmant,
og biður hann fara og renna.
151 Tað var frúgvin Sissal,
hon sær upp undir borg,
har sá hon ta ríku frú,
ið sær hevði vunnið sorg.
152 Tað var frúgvin Sissal,
hon gav henni slag á lógva,
aðrari hondini hártak
við sínar gyltu glógvar.
153 Tað var frúgvin Sissal,
hon gav henni slag undir vanga
við aðrari hondini hártak,
so tungan mundi úr henni hanga.
154 Tað var frúgvin Sissal,
hon var í sinni hørð,
hon tók hana frúnna Katrinu
og setir hana kyka í jørð.
155 Síðla var um aftanin,
ið Torkel keypti vín,
ikki mintist Mirmant
fyrr til brúður sína.
156 Øll meintu á Eysturvegin,
Mirmant hevði verið deyður,
enn er hann afturkomin,
og lokin er øll hans neyð.
Tøkum lætt tar í lundum leik for menn,
løtum vár dans for falla!
CCF 109 D
TSB D 389
Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [11].
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 267
Heimild: Úr Suðuroy: Birita Jakobsdatter, Birita á Mýri (1804-1878), Vági, og Niklas Jakobsen (1801-1877) Sumba 1848