Mirmants kvæði
autodesk student community drawing pipe in autocad autodesk product design suite ultimate 2016 autodesk media entertainment (me) collection 2020 purchase cheap oem autodesk autocad lt 2008 maxon cinema 4d studio r20 buy cheap software autocad mechanical 2010 32 and 64 bitCCF 109 E
TSB D 389
1 Hvussu skal eg kvøða,
stevið er ikki smíðað,
ofta munnu lættar tungur
bera mann so víða.
2 Hvussu skal eg kvøða,
tað eg ikki kann,
frúgvin eitur Brita,
jallin Hermann.
3 Jallin út av Eysturvegin
fylgir so dýra frú,
ongan leggur hann dentur á
at elva Gudi trú.
4 Jallin út av Eysturvegin,
fátt er at byggja til bóta,
elskar ei teir halganar,
ið 'skotla' sínum blóði.
5 Nú er enn sum ofta fyrr,
longu hevur fyri dripið,
ei hevur frúgvin Brita
í einum songum ligið.
6 Nú er enn, sum ofta fyrr,
duld er døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein fríðan svein.
7 Sveipar hon hann í klæði væl,
tá hann var borin í heim,
Mirmant bað hon nevna,
tann hin gævuliga svein.
8 Sveipar hon hann í klæði væl,
tikin til góðar at evna,
síðan læt hon presti bera,
Mirmant bað hon nevna.
10 Lótu hann til kirkju bera,
prestar munnu vita,
kallaði hann unga Mirmant
letur á bókum rita.
11 Hann varð borin frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meira læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.
12 Hann varð borin frá kirkju heim,
settist á móður knæ,
meira læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og fæ.
13 Hann vaks upp hjá síni móður,
mánaðirnar tríggjar,
ikki vildi jallin,
hann við eygum síggja.
14 Tí svaraði frúgvin Brita,
tekur sítt orð at mæla:
“Hví manst tú ikki mín unga son
í londum við mær ala?”
15 “Hoyr tað, frúgvin Brita,
flyt hann burtur brátt,
so hann kemur ikki aftur,
tað tykist mær gott!”
16 “Góður maður, Løðar jaIl,
tað skal hann mær gera,
skera mínum soni riddaraklæði,
ein hertugi man hann vera.
17 Góður maður, Løðar jall,
tað skal hann mær veita:
hava mín son í fostri hjá sær,
ein hertugi man hann eita.”
18 Tað var frúgvin Brita,
biður saðla sær hest,
ríður hon so til Løðar jall,
hon trýr honum allarbest.
19 Tað var frúgvin Brita,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Løðar jall
fyri henni stóð.
20 “Vælkomin, frúgvin Brita,
higar í mín garð,
alt tað ið er í mínum ríki
skal vera fyri tær.”
21 “Góður maður, Løðar jall,
tað skalt tú mær gera,
skera mínum soni riddaraklæði,
ein hertugi man hann vera.
22 Góður maður, Løðar jall,
tað skalt tú mær veita,
hava mín son í fostri hjá tær,
ein hertugi man hann eita.”
23 Jallin tók so væl mót honum,
gav honum gangin hægst,
setti hann so í hásætið,
mannin sær næst.
24 Setti hann so í hásætið,
mannin sær næst,
næsta manni sjálvum sær,
bæði til keri og sess.
25 Allar listir lærir hon hann,
tann ríka frúgvin sjálv,
bæði læt hon læra hann
rúnir og skáktalv.
26 Inn kemur ungi Mirmant
eina morgun snimma:
“Nú listir mær til Sakslanda,
faðir og móður at finna.”
27 “Hoyr tað, riddarin Mirmant,
hvat eg tali til tín,
kvittar tú í Eysturvegin,
drekk har einki vín!”
28 Mirmant sprakk í saðilin upp,
sum ein leysur logi,
studdi seg hvørki við skjøld ella svørð
og ei við saðilboga.
29 Tað var riddarin Mirmant,
heim í garðin fór,
úti hansara sæli faðir
fyri honum stóð.
30 “Hoyr tú tað, mín sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá,
trúgv upp á tann sanna Gud,
sum allar dygdir ár!”
31 “Eg havi ikki boð eftir tær,
sent á mín fund,
far tú aftur til Løðar jall,
sum ein annar hund!”
32 Jallin eigur svørðið tað,
eg kvøði, sum eg kann,
tað mundi ei av slíðrum dragast
uttan tað vegur mann.
33 Jallin eigur svørðið tað,
eg kvøði fyri tær,
tað mundi ei av slíðrum dragast
uttan mans bani var.
34 Niður fell tá nakið svørð,
Mirmant um tað treiv,
hvør var nærri arvinum,
tá var ei hann feig.
35 Tað var riddarin Mirmant,
sínum svørði brá,
hann kleyv tá sín sæla faðir
sundur í lutir tvá.
36 Tað var frúgvin Brita,
svarar honum so ann:
“Gud náði hasa sálina,
ið hatta bragdið vann.”
37 Tí svaraði riddarin Mirmant
í tí somu stund:
“Eg kalli tað einki syndaverk
at vega ein heiðin hund.”
38 Tí svaraði frúgvin Brita,
hon hugsar so við sær:
“Tóat hann var ein heiðin hund,
tó var hann faðir at tær.”
39 Svaraði frúgvin Brita,
av so miklum harm:
“Nú vil eg sláa meg sjálv í hel
og leggja meg í hans arm.”
40 Svaraði frúgvin Brita
av so miklan kvíðu:
“Nú vil eg slá meg sjálv í hel
og leggja meg við hans síðu.”
41 Tað var frúgvin Brita,
tekur sær ker í hand,
so gár hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.
42 Hon blandar honum
tað eitur í vín,
fer so inn for Mirmant,
biður hann drekka til sín.
43 Mirmant tók við kerinum,
risti kross fyri sær:
“Gud og milda Maria moy
veri nú við mær.”
44 Mirmant tók við kerinum,
risti fyri sær kross:
“Gud og milda Maria moy
veri nú við os.”
45 Svaraði riddarin Mirmant,
tá hann hevði drukkið av:
“Hatta var ikki móðurligur drykkur,
ið tú mær gav.”
46 “Var tað ikki móðurligur drykkur,
ið eg tær gav,
so var tað ikki sonarligt
at vega faðir at tær.”
47 So stóðu hansara eygun klár,
rætt sum Gud tey gav,
tá hann hevði gjørt fyri sær
tað helliga krossmál.
48 Mirmant leyp í saðlllin upp,
sum ein leysur logi,
studdi seg hvørki við skjøld ella svørð
og ei við saðilboga.
49 Tað var riddarin Mirmant,
heim í garðin fór,
úti hansara fosturfaðir
fyri honum stóð.
50 “Vælkomin, riddarin Mirmant,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!”
51 Jallin tók so væl við honum,
gav honum gangin hægst,
setti hann so í hásætið,
mannin sær næst.
52 Setti hann so í hásætið,
mannin sær næst,
næsta manni sjálvum sær
bæði til ker og sess.
53 Svaraði frúgvin Katrin
í tað fyrsta orð:
“Hvør hevur sett ein sjúkan mann
ovast við várt borð?”
54 Svaraði frúgvin Katrin,
mælir við seg eina:
“Av hasum sama sjúka manni
honum fáa vit mein.”
55 “Tú skalt lata 'Stajn‑Træk' gera,
meg til gravar føra,
fyri allan almúgan
tú skalt meg deyðan kæra.”
56 Hon læt honum 'Stajn‑Træk' gera,
hann til gravar føra,
fyri allan almúgan
hon læt hann deyðan kæra.
57 So sat hann í 'Stajn‑Træk',
til honum tók at troyggja,
fór tá til landanna,
sum eitur í Sikuloyggjar.
58 Hagar tá til landanna,
sum eitur í Sikuloyggjar,
tí hann hevði hoyrt tar frá,
at har vóru læknamoyggjar.
59 Tað var riddarin Mirmant,
hann sat við kirkjugarð,
í tann sama stóli,
sum Sissala sat.
60 Tað var frúgvin Sissala,
hon til kirkju fór,
ein sjúkur maður
í hennara skikkju tók.
61 Ein sjúkur maður
í hennara skikkju tók:
“Ger tað for Gud og sakir skyld,
ráða mær heilsubót!”
62 Tað var frúgvin Sissala,
aftur um seg sá,
ein sjúkur maður
í hennara skikkju lá.
63 Ein sjúkur maður
í hennara skikkju lá:
“Eg gerst ikki nokta tær,
meðan tú bað meg so.”
64 Svaraði frúgvin Sissala,
tann listuliga frú:
“Hoyr tað, tú tín ungi maður,
hvussu eitur tú?”
65 “Justinus av Fraklandi
skalt tú nevna meg,
kongsins hestasvein,
haðan eri eg av.”
66 “Mætur er tann
kongurin ein,
tílíkan hevði
sær til hestasvein.”
67 Svaraði frúgvin Sissala:
“Tað er mikil vandi,
heila teg og grøða teg,
aðrari til handa.”
68 “Hoyr tað, frúgvin Sissala,
vilt tú grøða meg?
eg skuldi onga jomfrú lova,
uttan sjálva teg.”
69 Tað var frúgvin Sissala,
grant hon hyggur at:
“Antin hevur tú fingið tað
í drekka ella mat.”
70 Setir hon hann í húsið tað,
sum einki fólk í var,
hvørki læt hon bera honum
drekka ella mat.
71 Árla var um morgunin,
dagurin var ljós,
Sissala er gingin
í sjúkamannahús.
72 Við munninum hon
um høvuðlutan tók:
“Halt nú fast um sporlið,
tað er okkara bót!”
73 Við munninum hon um
høvuðlutan tekur:
“Halt nú fast um sporlið,
tað er okkum betur!”
74 Tók hon upp ein lindarsaks,
klipti hann í tvey,
síðan læt hon bera hann
á tað heita bál.
75 Ormin høvdu tey millum sín,
klipti hann í tvey,
síðan læt hon bera hann
á tann heita eld.
76 So var hann Justinus
á jólunum kátur,
sum hann hevði hvørki verið
sjúkur ella sárur.
77 So var hann Justinus
á jólunum mjúkur,
sum hann hevði hvørki verið
sárur ella sjúkur.
78 Tað var frúgvin Sissala,
sveipar seg í skinn,
so gár hon í hallina
for sín faðir inn.
79 “Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá,
ein sjúkur maður
er komin til os í vár!
80 Hann hevur verið í mínum sali
henda vetur langa,
hoyr tað, mín hin sæli faðir,
lat hann í hallina ganga!”
81 Sveinar fóru eftir Mirmant,
leiddu í hallina inn,
tað gáddi einki annað á,
enn lýddu á fagurt kin[d].
82 Inn kemur ein av sveinunum
leypandi á gólv:
“Nú er hann komin Lútindal
at stevna tykkum á hólm.“
83 Tí svaraði kongurin,
hann læt síni orð so fara:
“Vilt tú nakað, Justinus,
við vára liði fara?”
84 Tí svaraði riddarin Mirmant,
talar eitt orð for seg:
“Lítið man eg liva,
uttan fylgja skal eg tær.”
85 So ríður hann Justinus,
hevur á hondum hóv,
so tekur hann Lútindals menn,
varpar út á sjógv.
86 So ríður hann Justinus
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.
87 Klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann,
eftir stóð tá Lútindal
við sín tríðja mann.
88 Hildu aftur at Si[k]uloy
sama dag á kvøldi,
eftir spurdi tann ríka frú,
hvør flest av gørpum feldi.
89 Funnu mann á máli,
kongsins hestasvein:
“Justinus av Fraklandi
flestallar feldi hann ein.”
90 Svaraði frúgvin Sissala,
hon mælir við seg ein:
“Á góðari stundini grøddi eg
tann gævuliga svein.”
91 Deydligt var í ríkinum,
onga gleði at elva,
Sissala talar til Justinus,
biður hann koma og telva.
92 Telvdu tey um dagin,
telvdu tey í tvá,
Justinus av Fraklandi
bæði vann hann tá.
93 Talvið var av hvíta
elfinbein,
terningar vóru av ongum øðrum
uttan av reyðargull reina.
94 Terningar vóru av ongum øðrum
uttan av reyðargull reina,
telvir so kátur í talvi í dag
sín faðirs bani ein.”
95 So tapti Justinus
terning niður á borð,
tí hann gáddi einki annað
uttan á frúnnar orð.
96 Inn kemur ein av sveinunum,
sigur øllum frá:
“Nú vil hann Justinus
av vára liði gá.”
97 “Vil hann Justinus
av vára liði gá,
hann skal lova Sissalu
at fara so londum frá.”
98 Tað var riddarin Mirmant,
fell upp á síni knæ,
meðan hann frúnna Sissalu
til ekta festi sær.
99 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song,
Mirmant og hans vív.
100 Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
væri á ljósum degi.
101 Stóðu tey í grasgarði
við góðum ástarbragdi,
søtan kossin kysti hann hana,
hendur um hálsin lagdi.
102 Tí svaraði frúgvin Sissala,
tann listuliga frú:
“Hoyr tað, tú hin ungi maður,
hvussu eitur tú?”
103 “Hoyr tað, frúgvin Sissala,
hvat skal eg siga tær?
Mirmant jalsson
skalt tú nevna meg.”
104 “Hoyr tú, riddarin Mirmant,
hvat eg tali til tín,
verður tú ei aftur á sjey náttum,
komi eg at vitja tín.”
105 Tað var riddarin Mirmant,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Katrin
fyri honum stóð.
106 “Hoyr tú tað, mín fosturmóðir,
hvat eg tali til tín,
hvussu livir í ríkinum
fosturfaðir mín?”
107 “Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
hann varð jarðaður
for mánaðirnar tvá.
108 Hoyr tú tað, mín fosturson,
hvat eg sigi tær,
dvølst tú í ríkinum
nakra tíð hjá mær!”
109 “Eg kann ikki sannari,
siga tær ífrá,
eg havi lovað frú Sissalu
at fara so londum frá.”
110 “Sissala á Si[k]uloy
hon er tær so kær,
annan hevur hon loynimannin
í loyndum hjá sær.”
111 Tað var riddarin Mirmant,
læt síni orð so fara,
ongan letur hann kallmannin
til kvinnuorðum svara.
112 Tað var riddarin Mirmant,
læt síni orð so snúgva,
ongan letur hann kallmannin
kvinnuorðum trúgva.
113 Tað var frúgvin Katrin,
tekur sær ker í hand,
so gár hon til kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.
114 Hon blandar honum
tað eiturvín,
ber so inn for Mirmant,
biður hann drekka til sín.
115 Mirmant tók við kerinum,
risti kross fyri sær:
“Gud og milda Maria moy
veri nú við mær.”
116 Tá hann hevði drukkið,
greitt aftur skál,
mintist ei til Sissalu
og ei á hennara mál.
117 Tá hann hevði drukkið,
greitt aftur ker,
mintist ei til Sissalu,
og ikki hvar hon er.
118 Inn kemur ein av sveinunum,
sigur øllum frá:
“Nú vil frúgvin Sissala
av vára liði gá.”
119 “Vil hon frúgvin Sissala
frá vára liði fara,
væl sjú hundrað riddarar
skal hon við sær hava.”
120 Tað var frúgvin Sissala,
hon gár alt mót tann strand,
so vaskuliga ber hon
sína børustang.
121 Inn kemur ein av sveinunum,
leypandi á gólv:
“Nú er hann komin Herin jall
at stevna tykkum á hólm.”
122 Tí svaraði riddarin Mirmant,
maðurin er hann spakur:
“Hví førir hann so sterkan her við sær,
hvat havi eg gjørt til sakar?”
123 “Tú hevur tikið konu ta,
ið hann hevur ætlað sær,
fyri tað vil hann royna
odd og egg mót tær.”
124 Svaraði riddarin Mirmant,
maðurin er hann blíður:
“Eg man ikki spara hann,
tó hann er alvæl fríður.”
125 “Tú hevur tikið konu ta,
ið hann hevur ætlað sær,
fyri tað vil hann royna
odd og egg mót tær.”
126 Tað var frúgvin Sissala,
hyggur upp yvir seg:
“Harra Gud faðir av himmiríki
unni mær sigur í dag.”
127 Tað var riddarin Mirmant,
hann skuldi mót frúnni stríða,
honum tókti, sum báðar hendur
vóru bundnar niður við síðu.
128 “Harra Gud í himmiríki,
mikil er tín makt,”
øvigan stakk hon Mirmant,
úr saðlinum aftur.
129 Tí svaraði frúgvin Sissala:
“Manst tú nakað kenna?”
talar hon so til Mirmant unga,
biður hann fara og renna.
130 Tað var frúgvin Sissala,
hon sær upp í ta borg,
har sá hon ta ríku frú,
ið sær hevði volt ta sorg.
131 Tað var frúgvin Sissala,
hon gav henni slag á vanga,
við aðrari hondini hártak,
tungan úr henni [at] hanga.
132 Tað var frúgvin Sissala,
gav henni slag á lógva,
við aðrari hondini hártak
við síni forgyltu glógvu.
133 Tað var frúgvin Sissala,
hon var í sinni hørð,
tók hon frúnna Katrina,
hon setti hana kyka í jørð.
134 Árla var um morgunin,
Torkil skeinkir vín,
ikki mintist Mirmant
aftur til brúður sína.
135 Øll meintu á Eysturvegin,
Mirmant var deyður,
nú er hann afturkomin,
lokin er øll hans neyð.
CCF 109 E
TSB D 389
Handrit: Kvæðabók úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. I, nr. 7. s. 185
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 276
Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (um 1814-1886) Sandvík 1837