Tjúgundi biðil
discount corel wordperfect office x5 autodesk maya tuts autocad software threading tools cheap autocad 2012 oem get cheap autodesk autocad 2009 online autocad 2002 recommended large format printer best price autocad 2008CCF 186 C
TSB F 4
1 Eg kom mær ríðandi,
sum bóndin stóð:
“Bóndi, lána mær hús í nátt,
mín hestur er móður!”
Hann er eingin, ið teirra torir hevna,
glaðir ríða mínir menn til tinga og stevna,
teir vilja allir taka bót,
hann er eingin, ið teirra torir hevna.
2 Svaraði ríki bóndi,
sum hann var vanur:
“Eg láni ikki øllum hús,
her strúka um land.”
3 Út kom bóndans kona,
frá rokki spann:
“Tú vís ikki burtur tann fyrsta gest,
tað er stór skamm!”
4 Hann hevði upp sína høgru hond,
sló hana undir kinn:
“Gakk tú tær í stovuna inn,
statt har og spinn!”
5 Út kom bóndans húskall,
troskið hevði korn:
“Bóndi, tú lána honum hús í nátt,
nú blæsur í horn!”
6 Út kom bóndans tænari,
sum troskið hevði malt:
“Bóndi, tú láni honum hús í nátt,
tað er so kalt.”
7 “Tú hevur etið mítt feita kjøt,
hartil mítt flesk,
gakk tú tær í stovu inn,
sit har og tresk!”
8 Hann tók upp ein eikikelv,
sló hann um lend,
hann fleyg sær í stovu inn,
sum hann var brendur.
9 Út kom bóndans dóttir,
í kyrtli grønum:
“Faðir, tú láni honum hús í nátt,
fyri mína bøn.”
10 “Gakk tú tær í hoylaðu,
gev hestinum hoy,
eg veit ikki so mætan mann
til hesa moy!”
11 “Mín hestur hann kann væl úti standa
og eta hálm,
eg veit ikki mætari mann,
enn eg eri sjálvur.”
12 “ Tak tú mína dóttur,
flyt hana við tær,
eg verði ikki gestaleysur,
meðan hon er her!
13 Tak tú mína dóttur,
flyt hana avstað,
nú ert tú tann tjúgundi maður,
ið hana bað!”
Hann er eingin, ið teirra torir hevna,
glaðir ríða mínir menn til tinga og stevna,
teir vilja allir taka bót,
hann er eingin, ið teirra torir hevna.
CCF 186 C
TSB F 4
Handrit: Hammershaimbs Sammlung (AM, Access. 4), 1848.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 273.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 125.
Heimild: Úr Suðuroy: Niels Frederik Poulsen (1826-1893), Sumba 1848.