Skip to main content

Tjúgundi biðil

 

CCF 186 B

TSB F 4

 

1 Eg gekk meg í bóndans garð,

sum bóndin stóð:

“Húsbóndin, lána mær hús í nátt,

mínhest er móð.”

 

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir taka bót,

tann er eingin, ið teirra torir hevna.

 

2 Húsbóndin hann setti

sín fót á gátt:

“Eg lovi ongum livandi manni

her inn á nátt.”

 

3 Út kom bóndans hústrú,

við rokk hon spann:

“Lánar tú ikki tann fyrsta mann hús,

tað er stór skamm.”

 

4 Hann tók upp ein rísakveistur,

sló hana á kinn:

“Gakk tú teg í stovuna inn,

statt har og spinn!”

 

5 Út kom bóndans tjenastapíka,

hon treskti korn:

“Húsbóndin, lána honum hús í nátt,

tú blæs í horn!”

 

6 Hann tók upp eina eikirót,

sló hana á lend,

hon fór seg í ladan ígenn,

sum hon var brend.

 

7 Út kom bóndans tjenastakall,

hann treskti malt:

“Húsbóndin, lána honum hús í nátt,

tað er so kalt!”

 

8 “Tú hevur etið mítt kjøt og korn

og so mítt flesk,

gakk tú teg í ladan ígenn,

statt har og tresk!”

 

9 Út kom bóndans dóttir

í kyrtil grøn:

“Faðir mín, lána honum hús í nátt,

fyri mína bøn!”

 

10 “So bint tín hest við ladans dyr,

tú gev honum hoy,

hvar veitst tú so smukkan mann

til hesa moy?”

 

11 “Mín hestur kann væl úti standa

og eta hálm,

eg veit ongan smukkari mann,

enn eg eri sjálvur.”

 

12 “So tak tú mína onkardóttur,

før hana á veg,

tað verður ikki gestaleyst,

meðan hon er her!

 

13 So tak tú mína onkardóttur,

før hana ástað,

nú vart tú tann tjúgundi maður,

ið hana bað!”

 

Tann er eingin, ið teirra torir hevna,

glaðir riða mínir brøður til tinga og stevna,

teir vilja allir taka bót,

tann er eingin, ið teirra torir hevna.

 

CCF 186 B

TSB F 4

 

Handrit: Hentzasavn (Ny kgl. Saml. 1954,4°), nr. 8, Johannes Clemensen skrivaði í 1819. Tjúgundi biðil er trettan tey fyrstu ørindini í kvæðinum, ið her verður nevnt Padur Knud sons ruima s. 147. Kvæðið telur tilsamans 27 ørindi.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 272.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 123.

3. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011, s. 147.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi 1819.