Skip to main content

Øskudólgur

 

autocad custom properties autodesk revit 2021 3dgs plugin autodesk motionbuilder autocad people download gerber plugins for autocad buy cheap corel software discountCCF 189 B

TSB F 7

 

1 Øskudólgur og sópakona,

halda sær at gaman:

“Hvussu skuljum vit liva,

tá ið vit komum saman?”

 

Øll er tað grønu gras forgangin. (!)

 

2 “Vit skuljum taka okkum tráðu í hand

og ganga niðan við á,

fiska okkum lítil smásíl

og føða okkum so.”

 

3 “Hvussu skuljum vit liva,

tá ið fiskur er eingin í á?”

“Vit skuljum okkum á havið út

og størri fiskar fá.”

 

4 “Hvussu skuljum vit liva,

tá ið toskurin vil ikki bíta?”

“Vit skuljum heim í bóndans garð

og treskja komið hvíta.”

 

5 “Hvussu skuljum vit liva,

tá ið bóndin hevur einki korn?”

“Vit skuljum taka okkum lúður í hand

og blása hart í horn.”

 

6 “Hvussu skuljum vit liva,

tá ið lúðurin vil ikki láta?”

“Vit skuljum taka okkum hamar og tong

og smíða skip og bátar.”

 

7 “Hvussu skuljum vit liva,

tá ið bát[ur]in vil ikki ganga?”

“Far tú tær til meinvitis,

eg vil ikki við tær pranga!”

 

Øll er tað grønu gras forgangin. (!)

 

CCF 189 B

TSB F 7

 

Uppruni: H. C. Lyngbye, Færøiske Qvæder (1822), s. 546.

 

Útgávur:

1. H. C. Lyngbye, Færøiske Qvæder (1822), s. 546.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 276.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 129.

 

Heimild: Hans Christian Lyngbye (1782-1837), 1817.