Øskudólgur
CCF 189 D
TSB F 7
1 Øskudólgur og sópakona
halda sær at gaman:
“Hvussu skulum vit liva,
tá ið vit komum saman?”
Øll eru grønu grøs forgingin.
2 “Vit skulum taka tráðu í hond
og ganga niðan við á,
fiska okkum lítil smásíl
og føða okkum so.”
3 “Hvussu munnum vit fáa livað,
tá ið fiskur er eingin í á?”
“Vit skulum fara í havið út
og størri fiskar fá.”
4 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið toskur vil ikki bíta?”
“Tá fara vit í bóndans garð
og treskja kornið hvíta.”
5 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið bóndi hevur einki korn?”
“Vit skulum taka lúður í hond
og blása hart í horn.”
6 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið lúður ikki vil láta?”
“Vit skulum taka hamar og tong
og smíða skip og bátar.”
7 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið bátur vil ikki ganga?”
“Lesullarlagdar heinta vit
og ganga niðan í haga.”
8 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið ull at finna er sjáldsamt?”
“Far tú tær [til] meinvitis,
tú mást ei longur nálgast!”
Øll eru grønu grøs forgingin.
CCF 189 D
TSB F 7
Handrit: Lbs. 1458,4° (Landsbókasafn Islands, Reykjavík).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 277.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 133.
Heimild: Úr Eysturoy: Alexander Weihe (1825-1870), Søldarfirði.