Øskudólgur
CCF 189 C
TSB F 7
1 Øskudólgur og sópanarkona
halda sær at gaman:
“Hvussu skulum vit liva,
tá ið vit koma saman?”
Øll er tað grønu gras forgangin. (!)
2 “Vit skulum taka okkum tráðu í hond
og ganga niður við á,
fiska okkum lítil smásíl,
og føða okkum so.”
3 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið fiskur er eingin í á?”
“Vit skulum okkum í havið út
og størri fiskar fá.”
4 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið toskurin vil ikki bíta?”
“Vit skulum heim í bóndans garð,
treskja kornið hvíta.”
5 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið bóndin hevur einki korn?”
“Vit skulum taka okkum lúður í hond
og blása hart í horn.”
6 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið lúðurin vil ikki láta?”
“Vit skulum taka okkum hamar og tong
og smíða skip og bátar.”
7 “Hvussu skulum vit liva,
tá ið bát[ur]in ikki vil ganga?”
“Far tú teg til meinvitis,
eg vil ikki við teg pranga!”
8 “Ikki kunnu vit liva,
hvat vit royna tá at pranga.”
Her er ikki at kvøða meir,
tað kann ikki longur ganga.
Øll er tað grønu gras forgangin. (!)
CCF 189 C
TSB F 7
Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 91 (AM, Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 277.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 131.
Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.