Litava
Lyklatøl
Høvuðsstaður: Vilnius
Vídd: 65.200 km2
Fólkatal: 3.390.000
Almentmál: litaviskt
Átrúnaður: kristindómur 95%, aðrir 5%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: litas (LTL)
Litava
Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius, eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Landbúnaðurin hevur stóran týdning fyri litavska búskapin.
Um 90% av øllum ravi í heiminum kemur av strondunum í Litava, har tað hevur ligið í gomlum sandfláum í eini 50 milliónir ár. Rav er steinrunnin kváða úr trøum og er ymiskt á liti, í stødd og í skapi. Summir ravklumpar eru gjøgnumskygdir og brúnir, men best dámdir eru teir, sum eru gulir ella gyltir. Í summum klumpum eru leivdir av skordýrum ella plantum, ævinliga innibyrgdir í gyltari kváðu
Sangir og vísur, fólkatónleikur og listhandverk, sum hava røtur aftur í søguna, hava nógv at týða í baltiskari mentan. Baltiska fólkið legði sær serliga nær at halda lív í hesum mentanararvi, meðan sovjetstýrið ráddi, tí at russiska árinið var so stórt. Nú halda øll trý Baltalondini stórar mentanarstevnur á hvørjum ári.
Baltalond
Í útnirðingshorninum á teimum ovurstóru víddum, sum einaferð vóru Sovjetsamveldið, eru nú fyra sjálvstøðug lond. Try teirra, Estland, Lettland og Litava, eru út ímóti Eystarasalti. Hesi try londini verða undir einum kallað Baltalond. Fjórða landið, Hvítarussland, er inni í landinum. Lendið er láglendi við heyggjum, áum, vøtnum og mýrum; veðurlagið er kalt og vátligt. Lítið ráevni er í hesum strálbygdu londum. Mentanin er ymisk úr landi í land, og fólkið er illa roynt og hevur í øldir tolt nógv, tí at tey hava leingi staðið undir øðrum størri tjóðum. Londini hava verið vígvøllur í stórveldabardøgum.
Frælsisstríðið í teimum trimum Baltalondunum átti sín stóra part í, at Sovjetsamveldið fall í 1991. Eitt av frælsistiltøkunum var, at fólk tóku saman hendur og gjørdu manngarð ígjøgnum øll trý londini. Baltafólkini royna nú at knýta samstarvsbond við grannalond síni, serstakliga Pólland og Finnland.
Av tí at dyrkilendið nógvastaðni ikki er so gott, og veðurlagið er kalt og vátligt, er avmarkað, hvat veksur. Høvuðsgrøði er korn, epli og sukurrøtur. Vátligu markirnar verða nýttar til beiti. Fiskiskapur er týdningarmikil vinnuvegur í Baltalondum.