Peru
Høvuðsstaður:
Lima
Vídd: 1.285.220 km2
Fólkatal: 29.248.943
Alment mál:
spanskt, quechua og aymará
Átrúnaður:
kristindómur 95% aðrir 5%
Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: sol (PEN)
Peru
Fyri fýra hundrað árum síðan var Peru miðdepil í mikla inkaríkinum, sum rakk næstan suður ígjøgnum alt Suðuramerika. Eftirkomarar inkafólksins liva enn upp í hálendinum í Andesfjøllunum og eru um helvtin av fólkinum í Peru. Síðstu árini hava vinnuloysi, fátækadømi og aðrir samfelagsligir trupulleikar elvt til harðligt politiskt stríð og grovan harðskap. Tí hava útlendskar vinnufyritøkur aftrað seg við at seta pening í fyritøkur í Peru, og landið er eitt tað fátækasta í Suðuramerika.
Ógvuliga nógv æti er í tí kalda sjónum við Peru. Ætið er føðsla hjá ansjósum, makreli og sardinum, sum nógv er til av á hesum leiðum. Fiskamjøl úr ansjósum er stór útflutningsvøra hjá Peru. Níggjunda ella tíggjunda hvørt ár kemur flógvi havstreymurin, nevdur El Nino, og órógvar tilgongdina av æti, og fiskurin fer aðrar leiðir at søkja sær føðslu. Í 1992 og aftur í 1998 elvdi hetta til svára kreppu í fiskivinnuni.
Næstan alt árið er ádrigið, mjørki og slavin luft í høvuðsstaðnum Lima. Kortini er fólkið nógv fjølgað seinastu árini. Nú búgva fleiri enn 7 milliónir (2011) har, tí fólk leita sær eftir arbeiði í býnum. Stættarmunurin er øgiligur; tey ríku búgva í nýggjum íbúðarhúsum ella forstaðarhúsum, tey fátæku búgva í ússaligum, ovfólkaðum fátækrabýlingum, nevndir calampas, ið verða reistir allastaðni í útryðjuni í býnum. Spanski hertakarin Pizarro grundaði býin í 1535.
Í 1980-árunum gjørdi kommunistiski uppreistrarbólkurin, Lýsandi Gøtan, nógv um seg í Peru. Endamálið var at seta á stovn kommunistiskt stýri í landinum. Rørslan fór harðliga fram - flutti burtur og myrdi fólk og legði bumbur í býunum í Peru. Oddamaður rørslunnar, Abimael Guzman, varð tikin og settur fastur í 1993.
Macchu Picchu høgt uppi í Andesfjøllum var týdningarmikil inkabýur í 15. og 16. øld; hann lá væl fyri hermálsliga og var ringur at søkja at. Sponsku hertakararnir varnaðust ikki býin, tá ið teir tóku landið í 1532, og ikki fyrr enn í 1911 kom amerikanski fornfrøðingurin Hiram Bingham fram á "horvna býin", ið hann leingi hevði verið nevndur. Har eru toftir av t.d. templum og 143 sethúsum.
Titicacavatn er 3.810 metrar oman sjóvar, og á ongum øðrum vatni í heiminum ber til at sigla so høgt uppi. Vatnið er á markinum ímillum Peru og Bolivia, og í øldir hevur upprunafólkið fiskað í vatninum. Ein ættarbólkur, uruindiánarnir, býr í bygdum, sum flóta á samanbundum sevflakum. Teir velta epli, ið er ein av fáu vøkstrunum, ið veksur so høgt uppi. Teir veiða eisini fisk og fugl.
Fólkið í Mið- og Suðuramerika
Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam precast prestressed autocad autodesk connectivityedmwsserverexe buy autocad 2008 student free autodesk rivet blocks autodesk inventor manual autocad prevent edit object autodesk activation 2008 autocad mep booker almenna málið niðurlenskt.
Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.
Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.
Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.
Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.
Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.
Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguei, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.
Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.
Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.