Til 8.–10. flokk
Miðlar
Hvør sigur hvat, hvør eigur tað, og hví eiga vit at trúgva tí? Her er føroyska miðlasøgan frá 1852 til í dag og amboð at kanna miðlarnar sjálv.
Hvar vilt tú byrja?
Tað, sum er broytt í heiminum, síðan tilfarið varð skrivað, er merkt Nýtt 2026.
Orð at kenna
- Fólksligt almenni
- Ein felags pallur, har fólk kunnu skifta orð, siga sína hugsan og kjakast um viðurskifti, sum hava týdning fyri samfelagið.
- Málgagn
- Ein miðil, sum serliga ber sjónarmiðini hjá einum ávísum felagsskapi, flokki ella bólki fram.
- Óheftur miðil
- Ein miðil, har ritstjórnin skal kunna taka sjálvstøðugar avgerðir um innihaldið uttan óhóskandi trýst frá eigarum, lýsarum ella politiskum áhugamálum.
- Raðskipan
- Ein skipan, sum avger, hvørji innlegg, myndir ella tíðindi verða víst fyrst á einum talgildum miðli.
- Vitlíki
- Tøkni, sum kann viðgera upplýsingar og millum annað skapa tekst, myndir og ljóð.
- Kjattbottur
- Ein talgild samtaluskipan, sum fólk kunnu skriva til og fáa svar frá. Summir kjattbottar brúka vitlíki.
Livitíðin hjá miðlunum
Økið er tíðarskeiðið, sum tú hevur valt. Trýst á ein miðil fyri at lesa meira.
Býtið í tíðarskeið fylgir Trap Føroyar, sum telur 27 bløð í alt. Seks tíðarskeið eru her, tí tíðin áðrenn bløðini er við. Vilt tú lesa meira, er bókin Føroysk blaðsøga 1852–2002 til.
Hvør eigur hvat?
Sum vit vita tann 6. november 2026. Eigarar skifta, so kanna altíð sjálv.
Eigari eigur felagið. Stjóri leiðir raksturin. Ábyrgdarblaðstjóri ger av, hvat verður lagt út, og ber ábyrgdina av innihaldinu. Tey kunnu vera eitt og sama fólkið, men tað er ikki sama uppgávan.
| Miðil | Slag | Eigari | Vert at vita |
|---|---|---|---|
| Kringvarp Føroya | Útvarp, sjónvarp, kvf.fo og øpp | Sjálvstøðugur almennur stovnur við stýri | Fíggjað mest við kringvarpsgjaldi. Hevur umleið 80 fast starvsfólk. Magnus Dam er kringvarpsstjóri síðan 1. mai 2025. KvF |
| Sosialurin, in.fo | Blað og portal | Ikki staðfest í dagførdum keldum, sum vit hava funnið. | Javnaðarflokkurin seldi blaðið í 2006. in.fo Felagið, sum tá keypti, er sambært virkisskránni strikað í 2021. |
| Dimmalætting, dimma.fo | Blað og portal | Felags rakstur við Sosialurin síðan 1. januar 2023. Endaligur eigari er ikki staðfestur her. | Bløðini eru framvegis hvør sín miðil við hvør sínum blaðstjóra, sigur fráboðanin. Prentaða blaðið kemur vanliga út eina ferð um mánaðin. Dimma, lex.dk |
| Portal.fo | Portal | Miðlar (áður Knassar). Bárður Kass Nielsen og Sverri Egholm keyptu í juni 2025 gjøgnum Sp/f FH. | Føroya Tele átti Portal.fo til 2013, síðan átti Varðin part í felagnum og seinni alt. FM1, KvF |
| Norðlýsið | Blað og portal, Klaksvík | Jóhann Lützen, einsamallur síðan juni 2024 | Elsta lokalblaðið, síðan 1915. FM1 |
| Eysturoyarportalurin | Portal | Hans Jacob á Líknargøtu og Jógvan Óli Kristiansen | Byrjaði 30. august 2022. EYP |
| Faroe News | Portal á enskum | Tyril & Olsen, sigur miðilin sjálvur | Hét Local.fo til oktober 2026. Local.fo |
| Rás 2 | Útvarp | Andrew Djurhuus og Símun J. Hansen síðan 2023 | Fyrsta privata útvarpið í Føroyum var eitt Rás 2 frá 1999. EYP |
| Televarpið | Sendir sjónvarp út | Føroya Tele | Ber sjónvarpsrásir út, men ger ikki sjálv tíðindi. |
Hesi eru eisini at finna: FM1, Vágaportalurin, JN.fo, Lindin, R7, Hinvegin.fo og Frihedsbrevet.fo. Her eru eigararnir ikki nevndir, tí vit hava ikki staðfest teir. Tað er uppgáva 1 niðanfyri.
Uppgávur
- Vel ein miðil, sum ikki er í talvuni, ella ein, har eigarin ikki er kendur. Hvør eigur hann í dag? Hvør er stjóri, og hvør er ábyrgdarblaðstjóri? Hvar finnur tú tað? Stendur tað á síðuni hjá miðlinum?
- Tvey bløð hava sama eigara, men hvør sín blaðstjóra. Hvat kann tað merkja fyri tey, sum lesa bæði? Hvat er fyrimunurin, og hvat er vansin?
- Finn tvey ymisk tíðindi um somu fyritøku í tveimum miðlum. Lýsir fyritøkan eisini í miðlinum? Ávirkar tað, hvussu vit lesa tíðindini?
- Gerið eina kanning í flokkinum: Hvar fáa tit tíðindi? Hvørjum lítið tit á? Hvussu kanna tit tað, sum tit lesa?
Hvør rindar?
Kringvarpsgjaldið er 176 kr. um mánaðin frá 24 ára aldri og 72 kr. fyri pensjónistar. Tað verður kravt inn við skattinum. Privatu miðlarnir liva av lýsingum, haldarum og miðlastuðli.
Miðlastuðulin kom við lóg í 2017, og tá var hann 2 mió. kr. Í 2021 varð avgjørt, at 70 prosent skuldu fara til verkætlanir. Í august 2026 bóðu fimm privatir miðlar um at sleppa undan verkætlanarstuðlinum, og løgmaður svaraði, at hann skal burtur. Tann 6. november 2026 var eitt lógaruppskot komið fyri Løgtingið: 90 prosent til rakstur og 10 prosent til miðlar í smærri kommunum. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru 4,5 mió. kr. settar av.
Keldur: ársfrásøgn KvF 2024, TAKS, Mentamálaráðið, KvF 14.8.2026, KvF 6.11.2026
Hvar fáa fólk tíðindi?
Høvuðskeldur til tíðindi, januar 2024. Prosent av umleið 500 spurdum, fleiri svar loyvd.
Hetta eru umleiðtøl, lisin av eini mynd í ársfrágreiðingini hjá KvF. Kanningin er gjørd fyri Kringvarp Føroya, sum sjálvt er á listanum. Ársfrágreiðing 2024
Brúk og álit er ikki tað sama: Í eini kanning frá 2021 lítu 77 prosent á Kringvarpið, meðan bert 6 prosent lítu á Facebook, hóast Facebook var mest brúkt. KvF
Lítið land, serligir spurningar
Miðlagranskarin Signe Ravn-Højgaard hevur nevnt fimm trupulleikar hjá smáum samfeløgum (KvF, oktober 2022):
- Tað kostar tað sama at gera tilfar, men fólkini at rinda eru færri.
- Øll kenna øll, og færri óheft serfólk eru at spyrja.
- Tíðindafólk fáa sjáldan stundir at gerast serkøn í einum evni.
- Einstøk menniskju, til dømis ein lýsari, hava stóran týdning.
- Tað almenna fyllir meira, bæði sum kelda og sum lýsari.
Reglurnar
Føroyar hava egnar reglur um góðan fjølmiðlasið. Lógin um fjølmiðlaábyrgd er frá 2006, og Fjølmiðlanevndin við fýra limum staðfesti leiðreglurnar 14. mai 2008. Tann, ið metir seg órættan, kann kæra til nevndina. Les leiðreglurnar, og royn etikknevndina í .
Kjak, ið er í gongd
Her er greitt frá, hvør sigur hvat. Tit taka sjálvi støðu.
Verkætlanir ella rakstur?
Privatu miðlarnir siga, at verkætlanarstuðul ikki riggar og stýrir innihaldinu. Lógaruppskotið leggur stuðulin yvir á rakstur.
Skal staðurin telja?
Landsstýrismaðurin heldur fast um 10 prosent til smærri kommunur. Arbeiðsgevarafelagið sigur, at staðurin sigur lítið um virksemið. KvF
Kappast Kringvarpið við privatu miðlarnar?
Privati parturin sigur, at almennir partar kappast um lýsingar. Kringvarpið sigur, at gjaldið ikki fylgir lønunum, og at tað má spara. KvF
Er nóg mikið av kritiskum journalistikki?
Nýggi miðilin Frihedsbrevet segði í 2022, at hann vantar. Føroysk Miðlafólk mótmæltu. Journalisten
Vitlíki á ritstjórnini
Kringvarpið og Mentamálaráðið hildu ráðstevnuna Miðlar og vitlíki 6. november 2026. Hvør ber ábyrgdina, tá ið ein maskina skrivar? KvF
Upplagið
Samlað upplag hjá føroyskum bløðum. Hagstova Føroya
Verkstaður
Her ert tú tann, sum kannar, skrivar og ger av. Øll dømi eru hugsað og ikki veruligar hendingar. Eingin veruligur persónur ella fyritøka er við. Tað, sum tú skrivar, verður bert goymt á tíni egnu telefon ella teldu.
Birgir KruseFJØLMIÐLARBirgir Kruse: Fjølmiðlar. Føroya Skúlabókagrunnur, 1. útgáva 2007, 2. upplag januar 2008. Umbróting og uppseting: Ole Wich. ISBN 978-99918-0-481-1.
Á Google Books er ein framsýning. Tað er ikki víst, at allar síður altíð kunnu lesast har. Uppgávurnar á hesi síðuni krevja ikki bókina.
Bókin kapittul fyri kapittul
Temað byggir á hesa bókina. Hon er eitt tíðarskjal frá 2007–2008, og dømini eru úr teirri tíðini. Vel ein kapittul og síggj, hvat hann snýr seg um, og hvat er broytt síðan.
Til lærarin
Tilfarið er ætlað vallærugreinini fjølmiðlar í 8.–10. flokki. Einstakir partar kunnu eisini brúkast í 7. flokki og í samfelagsfrøði og føroyskum. Uppgávurnar hava ymiskan torleika, so at tú kanst velja eftir førleikanum hjá næmingunum.
Vel eftir tíð
Námsætlanin: hvar verða málini røkt?
Úr Fjølmiðlar 8–10 (60 klokkutímar um árið). Kjarnaøkini eru umleið 80 prosent av tímunum, ískoytisøki umleið 20 prosent.
| Kjarnaøki og mál | Flokkur | Her |
|---|---|---|
| Samskifti: sendari og móttakari, objektivitet og subjektivitet | 9, 10 | Evni: Altíð dagførd, Goymt ella beinleiðis |
| Greiningarástøði um málbólkar, tíðindi og miðlaávirkan | 10 | Evni: Goymt ella beinleiðis. Verkstaður: Miðladagbók |
| Tíðindafjølmiðlar: greiða frá føroysku miðlunum | 9 | Søgan, Í dag |
| Søguliga bakgrund teirra og støðu í dag | 10 | Søgan, Í dag |
| Skriva tíðindagrein og ummæli | 9, 10 | Verkstaður: Skriva sjálv/ur |
| Skriva kronikk | 10 | Verkstaður: Skriva sjálv/ur |
| Týdningurin fyri fólkaræði og framtíðin hjá miðlunum | 9, 10 | Í dag: Kjak. Evni: Falstíðindi |
| Samsvar millum ognarrætt, handilsáhugamál, útboð og innihald | 10 | Í dag: Hvør eigur hvat? Hvør rindar? |
| Aðrir fjølmiðlar: nýtsla av keldutilfari og egin støða | 9, 10 | Evni: Keldukritikkur. Verkstaður: Postroyndin, Spyr vitlíki |
| Grundreglur um upphavsrætt, siðafrøði og talufrælsi | 10 | Verkstaður: Etikknevndin. Evni: Ein rúgva av miðlum |
| Ávirkan á fólk og samfelag | 9, 10 | Evni: Eitt land við 2,2 milliardum fólkum |
Ritstjórn av útvarps- og sjónvarpstíðindabroti, blaðsíðusniði og filmi krevja amboð í flokkinum. Har gevur tilfarið bert støðið, til dømis í Tíðindaborðinum.
Aðrar lærugreinar í 7.–9. flokki
- Samfelagsfrøði 7–9: grundleggjandi keldukritikkur, týdningurin av miðlum í fólkaræði og miðlar sum partur av sosialisering.
- Føroyskt 1–10: at nýta miðlar og keldur í egnum tekstum og at grundgeva fyri egnari nýtslu av miðlum (9. flokkur).
Uppskot til árið
Hetta er eitt uppskot frá Snar og ikki eitt krav. Tað byggir á 60 tímar um árið, umleið 48 í kjarnaøkjum.
| Flokkur | Dentur | Tilfar |
|---|---|---|
| 8. | Hvat er ein miðil? Tíðindi ella annað? Egin miðlanýtsla. | Altíð dagførd, Ein rúgva av miðlum, Goymt ella beinleiðis, Miðladagbók, Tíðindabingo |
| 9. | Føroysku miðlarnir, tíðindagrein, ummæli, keldur. | Søgan, Í dag, Keldukritikkur, Postroyndin, Skriva sjálv/ur, Tíðindaborðið |
| 10. | Eigarar, etikkur, fólkaræði, kronikkur, egin filmur. | Í dag, Falstíðindi, Etikknevndin, Spyr vitlíki, Eitt land við 2,2 milliardum fólkum |
Próvtøkan
- 9. flokkur: munnlig, 20 minuttir við próvdøming og 20 minuttir at fyrireika. Faklig samrøða út frá ókendum tilfari.
- 10. flokkur: munnlig, 30 minuttir við próvdøming og 30 minuttir at fyrireika. Fyrri partur er egin filmur (í mesta lagi 3 minuttir, einsæris ella í bólki við í mesta lagi 4). Seinni partur er ókent tilfar (í mesta lagi 2 normalsíður ella 2 minuttir). Partarnir telja helvt um helvt.
Sí námsætlanina fyri tað fulla orðalagið.
Hvussu gera grannalondini?
Vit hava kannað tilfar í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi. Næstan øll undirvísa í keldukritikki og vitlíki, men vit funnu sera lítið til hendan aldurin um søguna hjá pressuni í egna landinum og lítið um eigarar. Tí leggur Snar størstan dent á tað. Hetta kann eisini brúkast í flokkinum:
| Land | Tilfar | Hvat lærdu vit |
|---|---|---|
| Danmark | TjekDet, DR Skole | Kjattbottar sum kelda. Enda við søgu úr egnum talgildum lívi. |
| Noreg | Tenk, NDLA, Stopp. Tenk. Sjekk. | Tíðindabingo, etikknevnd sum leikur og seks spurningar. |
| Svøríki | Nyhetsvärderaren, Digitala lektioner | Fýra postar, afturmelding og so fimm postar afturat. |
| Finnland | Faktabaari, Yle Uutisluokka | At skriva tíðindi stig fyri stig, og at siga, tá ið serfólk eru ósamd. |
| Ísland | Miðlalæsi, Stoppa, hugsa, athuga | Byrja við tølum úr egnum landi, og hóskandi fyri lítið land. |
Keldur og ábendingar
Evnini eru teksturin frá Snar, sum byggir á bókina hjá Birgi Kruse. Staðfestar villur eru rættaðar í tekstinum. Nýtt tilfar er gjørt í 2026. Kelda stendur við upplýsingarnar, og tá ið keldur eru ósamdar, er tað betur grundaða valt:
- Kringvarp Føroya 1. januar 2005: onkur keldur siga 2007. Lógin og KvF siga 2005.
- Færingetidende 13. mai 1852 og Sosialurin 24. mai 1927: onkur keldur siga 14. og 27. mai.
- Trap Føroyar er skrivað av tveimum við tilknýti til KvF, og KvF skrivar um sínar kappingarneytar. Portalar skriva um egnar eigarar. Tað ger ikki keldurnar óálítandi, men tað er vert at taka upp í flokkinum.
Sí eisini: Trap Føroyar, Søgan hjá KvF, timarit.is (gomul føroysk bløð á netinum), Kringvarpslógin, Føroysk blaðsøga 1852–2002 (viðkomandi bók, ikki brúkt sum kelda her).