Rokning
Tilfar og uppgávur til undirvísing í desember.
Talgildar uppgávur og spøl
Støddfrøðikalendari
Jólakalendari til støddfrøði. Uppgávurnar í kalendaranum samsvara við Rokning Hálv- og heilársroynd til 3. flokk.
Rokniprentari
Manglar tær eyka roknistykki? Við hesum kanst tú prenta tína egnu roknibók.
Jólahjørtu við GeoGebra
Her eru fimm leiðbeiningar til, hvussu tú kanst tekna mynstur við GeoGebra. Og so kanst tú royna at finna upp á nýggj mynstur. Góða eydnu 😊
Kavarokning
Rokna áðrenn kavaflykrur o.a. raka jørðina. Um tú klárar eitt stig uttan at missa øll tíni smiley, so fert tú eitt stig upp. Byrjanardeild og kanska miðdeild.
Jólarokning - spæl
Lítil funka, har tú roknar antin pluss-, minus-, faldi- ella býtistykki. Um tú roknar 5 røtt á rað, so fært tú eitt lítið yvirraskilsi.
Kom og rokna røðin
Jólarokning við Johann
Kom og rokna er bókarøð til undirvísingina í støddfrøði. Johann J. Petersen hevur skrivað og sniðgivið bøkurnar.
Tú kanst taka viðkomandi síður úr bókini niður her.

Jólastjørna
- Klipp og boygg eitt oktaetur.
- Brúka oktaeturið og ger eina jólastjørnu sum hesa:
8-kantað stjørna
Støddfrøðiligt endamál: At næmingarnir fáa royndir í at viðgera areal, skap, symmetri,vinklar og at snara skap.
Stjørna av sirklum
Hetta virksemið kann vera brúkt ímillum allar aldursbólkar, men støddfrøðiligi høvuðsdenturin eigur at verða lagdur soleiðis, at hann samsvarar aldrinum.

Pappírsketa við jólanissum
Klipp eina pappírsál til hvønn næming. Pappírið kann t.d. vera reytt...
Ellipsuskapað passepartout
Ellipsan er løtt at tekna. Legg eitt pappír á eina plátu ella annað undirlag. Fest ein tráð millum tvær teknistiftir og set stiftirnar fastar...

Fraktalstjørna
Ein fraktalur er ein uppbýtt strika/kurva ella uppbýttur flati, har hvør lítil partur hevur sama skap sum heildin. Eitt dømi um hetta kundi verið eitt blómkálshøvd.
Jólakort við symmetri
Skapið skal hanga saman í kantinum, sum boygt verður um. Kortið verður symmetriskt. Kanturin er symmetrilinja...











