Jødisku páskirnar
Pesach
Jødisku páskirnar verða nevndar Pesach á hebraiskum og Passover á enskum. Passover merkir at fara framvið og sipar til deyðseingilin, sum ikki fór inn, men fór fram við húsunum, har blóð var smurt á durastavin.
Jødisku páskirnar verða hildnar til minnis um útferð ísraelsfólks úr Egyptalandi.
Aðrar jødiskar høgtíðir:
Sabbat - Hetta er hvílidagurin, leygardagur, sum verður væl fyrireikaður dagin fyri. Keypt verður inn til eina serstaka máltíð, og húsið verður reingjørt, áðrenn familjan fer í synagoguna fríggjakvøld um sólsetur.
Shavout, hvítusunna - til minnis um at Gud gav Mósesi tey 10 boðini og Toraina á Sinai fjalli.
Sukkot, leyvsmáttuhátíð - til minnis um tá ísraelsfólk bygdu leyvsmáttur á 40 ára longu oyðimarkarferðini.
Purim - til minnis um fyrstu ferðina Gud bjargaði ísraelsfólki undan týning.
Hugskot:
Bólkaarbeiði, 3 næmingar í hvørjum bólki. Næmingarnir skulu velja eina jødiska høgtíð og svara spurningunum á hesum skjalinum.
Slóðir:
Tær tíggju plágurnar
Søgan, sum stendur í 2. Mósebók, sigur, at Móses fekk boð frá Gudi um at leiða ísraelsfólk út úr trældóminum og inn í teirra egna land. Men hetta var trupult, tí Farao, ið stýrdi landinum, ikki vildi lata fólkið sleppa avstað.
Tí var Gud noyddur at senda plágur yvir Egyptaland. Plágurnar vóru tíggju í tali:
- Vatnið í Egyptalandi verður til blóð
- Plága av froskum úr Nilánni
- Mýggjabitar
- Bitflugur
- Ross, asnar, kamelar, neyt og seyður doyr
- Fólk og dýr fáa svullir á holdið
- Heglingur, ið drepur alt livandi, sum er úti
- Ongsprettur
- Myrkur í tríggjar dagar
- Tann frumborni í hvørjum húsi verður dripin
Hugskot:
Být flokkin í trælir og harrar. Trælirnir skulu akta harra sín í 5 minuttir, og so býta tey um leiklut. Tosið um, hvussu tað kendist at vera trælur, og um, hvussu tað kendist at vera harri.
Bið helmingin av næmingunum tekna eina ella tvær av plágunum. Ansa eftir, at allar tíggju plágurnar eru við. Bið hin helmingin finna myndir í vikubløðum av nútímans vanlukkum/plágum. At enda skulu báðir bólkar gera plakatir, eina við tekningum og eina við myndum. Tosið um plakatirnar og samanberið.
Hyggið at filminum "The Ten Plagues of Egypt" um tær tíggju plágurnar og tosið um spurningarnar í hesum skjalinum.