Páskir
Páskavikan byrjar við pálmasunnudegi og endar eina viku seinni við Jesu uppreisn. Her á síðuni hava vit savnað undirvísingartilfar um páskini.
Páskavikan
Páskavikan byrjar við pálmasunnudegi og endar eina viku seinni við Jesu uppreisn. 40 dagar eftir uppreisnina fór Jesus til himmals og heilagi andin kom niður til jarðar.
Vikan undan páskum verður kallað dymbildagavika ella stilla vika.
Hesir dagar verða hátíðarhildnir:
Pálmasunnudagur
Pálmasunnudag reið Jesus á einum asna inn í Jerúsalem. Fólk vóru spent og glað at síggja hann. Tey veitraðu við pálmagreinum og heiðraðu hann sum kong.
Á heimasíðuni kristendom.dk er nógv at lesa og síggja um pálmasunnudag:
Pálmasunnudagur ymsastaðni í heiminum í myndum
Uppgávur
- Fólk høvdu virðing fyri Jesusi. Tey heiðraðu hann sum kong. Tosið um, hvussu vit vísa øðrum viðring og heiður.
- Leitið á Youtube eftir sangum um pálmasunnudag.
Skírhósdagur
Henda dag át Jesus seinastu máltíðina saman við lærusveinum sínum, og henda dagin varð hann eisini svikin.
Filmsbrot um seinastu kvøldmáltíðina:
Filmurin er á hebraiskum við enskum teksti
Uppgávur
- Lesið bíbliutekstirnar Matt 26,17-30 ella Jóhs 13,1-15.
- Tosið um, hvussu tað kennist at vita frammanundan, at nakað keðiligt fer at henda. Hevði tað verið gott at vitað, hvussu framtíðin fer at verða?
Langi Fríggjadagur
Hetta er dagurin, tá Jesus varð krossfestur. Hann varð krossfestur um 9 tíðina um morgunin og doyði um 3 tíðina seinnapartin.
Bíbliutekstir, sum hóska til hendan dagin:
Matt 27,27-56,
Mark 15,21-37,
Luk 23,26-49
ella
Jóhs 19,17-37.
"Kingdom og Heaven" (Ridley Scott, 2005):
Filmsbrot
Uppgávur
- Hví verður hesin dagur kallaður "Langi fríggjadagur"?
- Hvat heldur tú, at lærisveinarnir hugsaðu, tá ið Jesus doyði?
- Saladin kemur inn í falnu kirkjuna og sær altarkrossin, sum í stríðnum er dottin á gólvið. Hann tekur krossin upp og setur hann aftur á altarið. Tosið um týdningin í at sýna virðing fyri teimum, ein ikki er samdur við.
Páskadagur
Eftir pálmasunnudag, skírhósdag og langafríggjadag kunnu vit halda páskir. Hesin dagurin er mettur at verða tann mest heilagi dagurin í kirkjuárinum, tí tá hátíðarhalda vit, at Jesus reis upp frá deyðum og soleiðis vann á deyðanum og á tí ónda.
Annað tilfar um páskir:
kristeligt-dagblad.dk – Hvorfor fejrer kristne påske?
Uppgávur
- Lesið frásøgnina, um tá ið kvinnurnar komu til tómu grøvina, Jóhs 20,1-18
- Tosið um, hvat tað merkir at vinna á deyðanum, og um hvønn týdning uppreisnin hevur í kristnari trúgv.