Útbreiðsla: Undir Føroyum fæst hann av og á inni á firðum og sundum, á landgrunninum og á Føroyabanka. Annars er hann á Suðurlandinum í Íslandi til Miðnoregs. Hann er innansyndis í Danmørk og suður til Biskeiavíkina. Er eisini við Asoroyggjarnar, Kanariuoyggjarnar, Vesturafrika til Móritania, í norðara og vestara parti av Miðjarðarhavinum og vestara parti av Svartahavinum.
Floyfiskur, drekafiskur (floyfiskaættin)
Callionymus lyra Linné, 1758
Stødd: Siljafiskar verða upp í 30 cm langir, rognafiskar upp í 20 cm langir.
Dýpi: Floyfiskar eru av heilt grunnum vatni, kanska 4-5 metrum, út á 430 metrar.
Litur: Siljafiskarnir eru litfagrir. Rognafiskarnir og óbúnir fiskar eru kámari. Rognafiskar og óbúnir floyfiskar eru brúnligir á bakinum og ljósir niðari, hava brúnligar óregluligar blettir á síðunum, gulligir niðast á kjálkunum. Siljafiskarnir hava gulbrúnan kropp við bláligum blettum og strikum ovari á kroppinum, og teir eru ljósagulir ella hvítir niðari. Á ryggfjaðrunum hava teir litað bond, ið eru gul, blá og grøn.
Teinar: R1 IV; R2 9 (8-10); G 9.
Lýsing: Floyfiskur er eitt sindur flatur og breiður fiskur. Serliga høvdið er breitt og nakað flatt.
Hann hevur tvær ryggfjaðrar. Á siljafiski er tann fremsti teinurin í fremru ryggfjøður serliga høgur, og hann røkkur niðurlagdur umleið aftur til stertin. Hinir tríggir lækka aftureftir, og aftasti er heilt lítil. Á rognafiski er tann fremra fjøðurin lægri enn tann aftara. Í aftaru ryggfjøður eru teir aftastu teinarnir eitt sindur hægri enn hinir. Sama er í gotfjøðurini, teir aftaru teinarnir eru hægri enn teir fremru. Sterturin er rættiliga stórur, eitt sindur duskakendur, minnir um havtaskustert. Eyguni eru smá og sita ovast á skallanum, heldur tætt saman.
Eyðkenni: Floyfiskur hevur heldur flatt kropsskap og høvuðskap. Høvdið og sterturin. Á siljafiskum eru tað litirnir og tann høgi teinurin í ryggfjøðurini.
Týdningur: Floyfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Fløjfisk, en: Dragonet, fr: Callionyme lyre, ís: Skrautglitnir, no: Fløyfisk, tý: Gemeiner Leierfisch