Skip to main content

Útbreiðsla: Glíggjhávur fæst í hellingunum og á slætta djúpa botninum sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Er annars undan Íslandi til Noregs, í Norðsjónum og suður til Senegal. Við Madeira, Asoroyggjar og á tindum og bankum úti í Atlantshavinum. Í Vesturatlantshavinum er hann av Grandbanka til Kuba. Við Suðurafrika, Japan, Nýsæland og Avstralia.

Glíggjhávur (svøvnhávaættin)
Centroscymnus coelolepis
Bocage & Capello, 1864

Stødd: Glíggjhávur verður upp í 120 cm langur, møguliga enn longri.

Dýpi: Hann fæst vanliga á dýpi millum 800 m og 1500 m, men er annars frá umleið 300 m niður á 3600 m.

Litur: Hann er einlittur myrkabrúnur um allan kroppin. Hann er vakurt hvítur inni í kjaftinum.

Lýsing: Glíggjhávur er langur og rundligur fiskur, mjækkar móti endunum. Bulurin er eitt sindur tjúkkur, og fiskurin tykist fastur og tungur. Kvennfiskar hava tó ofta heldur stóran og kvapsutan búk.

Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar, tann fremra er minni. Ryggfjaðrafestini eru umleið eins til longdar.

Aftari endi á búkfjaðrunum kemur væl inn undir festið á aftaru ryggfjøður. Smáu píkarnir framman fyri ryggfjaðrarnar koma akkurát undan. Sterturin er um 22-23% av heildarlongdini. Skræðan er sett við smáum ’tonnum’, sum grovt sandpappír. Høvdið er stórt, um 20% av heildarlongdini. Hann hevur stutta gron, ið smalkar út í ein bleytan runding frameftir. Táknaopini eru smá, um hálvt eygnatvørmát. Hann hevur andahol á skák upp og aftur frá eyganum. Kjafturin er næstan beinur og er eitt vet breiðari enn longdin úr kjafti í trant. Tenninar eru ólíkar í kjaftunum báðum.

Eyðkenni: Hvíti kjafturin og myrki liturin eyðkenna glíggjhávin. Hann hevur smáar ryggpíkar og smáar ryggfjaðrar. Kann minna um lítla hákelling, men hon hevur ikki píkar.

Týdningur: Glíggjhávur verður seldur á evropeisku fiskamarknaðunum til matna og livurin til bræðingar.

da: Portugisisk pighaj – Portugisisk fløjlshaj, en: Portuguese dogfish, fr: Pailona commun, ís: Gljáháfur, no: Dypvannshå

SkrubbhávarSqualiformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

  • Hávaættin (Squalidae)
  • Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
  • Ljóshávaættin (Etmopteridae)
  • Svøvnhávaættin (Somniosidae)
  • Hornhávaættin (Oxynotidae)
  • Brandhávaættin (Dalatidae)

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.