Útbreiðsla: Glýsa er vanligur fiskur á Føroyabanka, minni vanlig á landgrunninum. Annars frá Miðnoregi til Marokko. Hon er í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat, kring Bretsku Oyggjarnar og í Biskeiavíkini. Í Miðjarðarhavinum.
Glýsa, glýsufiskur (toskaættin)
Trisopterus minutus (Linné, 1758)
Stødd: Glýsa verður í minsta lagi upp í 40 cm long, men vanliga í veiðuni er hon 20 til 30 cm.
Dýpi: Hon er úr 10 niður á 300 metra dýpi, sjáldan djúpari enn 200 m.
Litur: Glýsa er gulbrún á bakinum, kanska við einum grønligum farra. Síðurnar eru hvítar- blankar, og serliga kjálkarnir skína sum silvur. Hon hevur lítlan, svartan blett við uggafjaðrafestið.
Teinar: R1 12-13; R2 23-26; R3 22-25; G1 28-29; G2 23-25.
Lýsing: Glýsa hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Tann fremsta ryggfjøðurin er stutt og høg, tríhyrnt, og fremsti teinur stingur upp úr hinum. Mittasta ryggfjøður hevur sama skap og stødd sum fremra gotfjøður, men er heldur lægri. Aftasta ryggfjøður er eins og aftara gotfjøður, tær eru um helvt til støddar sum fremra gotfjøður. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru smáar. Búkfjaðrarnar eru smalar, og fremsti teinur er væl longri enn hinir og røkkur, nakað ymiskt frá fiski til fisk, aftur móti gotfjøðurini. Sterturin er beinur aftan. Strikan er nakað bogin oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur finnu umleið 3/4 av eygnatvørmátinum. Hon hevur lítið yvirbit. Eygnatvørmátið er størri enn gronin. Gotið er heldur fremri enn aftari endi á fremsta ryggfjøðurfesti.
Eyðkenni: Hon líkist mest hvítingsbróðir, sum tó hevur lítið undirbit. Búkfjaðrarnar koma aftur um gotið. Hon hevur lítið yvirbit, stóra finnu og stór eygu.
Týdningur: Undir Føroyum hevur hon ikki vinnuligan týdning, men aðrastaðni verður hon veidd til ídnað og matna.
da: Glyse, en: Poor cod, fr: Petit tacaud, ís: Dvergþoskur, no: Sypike, tý: Zwergdorsch