Útbreiðsla: Íshavshornabrosma er sjáldsamur fiskur. Hon er fingin undir Føroyum. Er eisini fingin í Norðsjónum, við Bretsku Oyggjarnar, vestan fyri Írland, við Noreg frá Bergen til Hammerfest, á Suður- og Eysturlandinum í Íslandi. Møguliga eisini í Vesturgrønlandi.
Íshavshornabrosma (hornabrosmuættin)
Ciliata septentrionalis (Collett, 1875)
Stødd: Íshavshornabrosma verður helst ikki longri enn 20 cm.
Dýpi: Hon er úr 9 m niður á 90 metra dýpi, vanligast millum 30 og 90 metrar.
Litur: Hon er grábrún, ljósari undir búkinum. Viðhvørt er ein feril av reydligum um bakið. Kjaftholan er ljós.
Teinar: R1 1; R2 48-53; G 42-44;
Lýsing: Íshavshornabrosma er lítil fiskur, langvaksin og nakað tjúkk. Hon hevur tvey horn við nasagluggarnar og tvey smá horn beint oman fyri yvirkjaftin. Aftur frá hesum báðum smáu hornunum ganga tríggir smáir, breiðir skeggtræðrir hvørjumegin við. Hon hevur finnu á lippuni. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er heilt lág, fremsti teinur er hægri enn hinir. Henda fjøður liggur niðri í eini foyru á bakinum. Aftara ryggfjøðurin er long og javnt høg, er frá um miðjari uggafjøður og aftur til klingruna. Uggafjaðrarnar eru førligar, avrundaðar aftan. Búkfjaðrarnar eru smalar, og næstfremsti teinurin eru væl longri enn hinir. Sterturin er rundaður aftan. Strikan ótýðilig og bogin omanfyri uggafjøðurina. Høvdið er langt, umleið 23-25% av heildarlongdini. Kjafturin er stórur og røkkur væl aftur um eyguni.
Eyðkenni: Hornini og skeggtræðrirnir. Hesin fiskurin verður møguliga ofta mistikin fyri aðrar hornabrosmur, kanska oftast hornabrosmu (C. mustela). Kjaftklovin kemur langt aftur um eyguni.
Týdning. Hon hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Nordisk havkvabbe, en: Northern rockling, ís: Ljóskjafta, no: Nordisk tangbrosme, – Nordlig tangbrosme, tý: Nordische Seequabbe