Útbreiðsla: Reyði knurrhani er fýra ferðir skrásettur undir Føroyum, og tað var í árunum 1954 til 2004. Annars er hann frá Vesturafrika til Norðurnoregs, í Norðsjónum og runt Bretsku Oyggjarnar, í Skagerrak og Kattegat, Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.
Reyði knurrhani (knurrhanaættin)
Chelidonichthys lucerna (Linné, 1758)
Stødd: Reyði knurrhani verður upp í 75 cm langur. Vanlig stødd 25-50 cm.
Dýpi: Hann er úr 20 m niður á 300 m.
Litur: Hann er ljósareyður ella reyðbrúnur um bakið, ljósari um síðurnar og gylt-hvítur undir búkinum. Uggafjaðrarnar eru ljósareyð/ viólbláar ella bláligar, grøn- ella hvítblettutar. Jaðararnir á uggafjaðrunum eru ljósabláir ella reyðir.
Teinar: R1 IIX-X; R2 16-17; G14-16; Ry 33- 34.
Lýsing: Reyði knurrhani hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er stutt, men høg framman. Hin aftara er lægri og longri. Hann hevur eina gotfjøður á leið sum aftara ryggfjøður. Hann hevur langar uggafjaðrar, ið røkka aftur um fremra enda á gotfjøðurini.
Tríggir teir niðastu teinarnir í uggafjaðrunum eru berir og minna um trý bein. Strikan er jøvn og bein. Reyði knurrhani er harður, skrubbutur og hvassur at føla. Fremst á hvørjum horni á gronini er eitt ‘horn’ hvørjumegin, so gronin sær fýrkantað út.
Eyðkenni: Kennist frá knurrhana, mest á litinum, men eisini at uggafjaðrarnar koma aftur um fremra enda á gotfjøðurini. Fýrkantaða gronin. Nýveiddur er hann so reyður, at hann lýsir upp á dekkinum. Tey trý ’beinini’ í uggafjaðrunum.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning her á landi, men aðrastaðni verður hann veiddur til matna.
da: Rød knurhane, en: Tub gurnard – Sapphirine gurnard, fr: Grondin perlon, no: Rødknurr, tý: Roter Knurrhahn