Útbreiðsla: Smáskrubbuta langasporl er í Atlantshavinum av Íslandsrygginum til Suðurafrika, fram við hellingunum og á víðum havi. Eisini í Karibiahavinum. Í Indiahavinum og Kyrrahavinum.
Smáskrubbuta langasporl (langasporlsættin)
Malacocephalus laevis (Lowe, 1843)
Stødd: Tað verður í mesta lagi upp ímóti 60 cm langt.
Dýpi: Tað er úr 200 m niður á 1000 m, mest millum 300 m og 750 m.
Litur: Tað er grábrúnt um kroppin, eitt lítið viólblátt silvurskin er á síðunum. Tað er svart ella myrkabrúnt um kápuna. Ryggfjaðrarnar og gotfjøðurin eru gráligar. Makaðu fjaðrarnar svartar/dimmar. Tað er hvítt inni í kjaftinum. Millum búkfjaðrarnar er ein lítil, svartur blettur.
Teinar: R1 11-13; U 17-19 (16-22).
Lýsing: Smáskrubbuta langasporl hevur stuttan, tjúkkan bul, mjækkar aftur eftir sporlinum og endar í einum spíssi. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er høg og stutt, tríkantað. Aftara er sera lág, fremst er tað akkurát so, at hon sæst. Fremra ryggfjøður røkkur niðurløgd aftur á aftaru ryggfjøður. Gotið er mitt undir fremru ryggfjøður og er við aftara enda á tí dimma, roðsluleysa blettinum undir búkinum. Gotfjøðurin byrjar beint aftan fyri gotið og gongur heilt út í spíss á sporlsendanum, har hon rennur saman við ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru umleið eins langar og fremra ryggfjøður. Tað hevur stuttar búkfjaðrar. Strikan er mest sum bein, ein lítil bogi uppá yvir uggafjaðrunum. Høvdið er stórt. Tað hevur stutta gron, styttri enn eygnatvørmátið. Kjaftklovin kemur næstan til afturkant á eyganum. Smáskrubbutur fiskur, hevur fleiri smáar naddar á hvørji roðslu, kennist sum grovt sandpappír. Roðsla er javnt um alt høvdið, eisini á undirkjaftinum og undir lippuni. Tað hevur finnu.
Eyðkenni: Tann stutta gronin og tað langa og mjáa sporlið. Minnir um slætta langasporl, men er slættari at føla. Hevur ikki ‘kjøl’ ella ‘beinkamb’ undir eygunum ella mitt eftir gronini. Tað hevur dimman, roðsluleysan blett undir búkinum. Tað er ikki smátent framman á fremru ryggfjøður.
Týdningur: Smáskrubbuta langasporl hevur lítlan vinnuligan týdning, onkustaðni verður tað brúkt til fiskamjøl.
da: Småskællet skolæst, en: Softhead grenadier, fr: Grenadier barbu, ís: Silfurhali, no: Smáskjellet skolest