Útbreiðsla: Stóra nebbasild sæst av og á undir Føroyum, bæði inni við land og útiá. Hon er frá Murmansk og Svalbarði til Íslands, Føroya, Norðsjógvin, í donskum sjógvi, pørtum av Eystarasalti, til Biskeiavíkina og Portugals.
Stóra nebbasild, nebbasildakongur (nebbasildaættin)
Hyperoplus lanceolatus
(Le Sauvage, 1824)
Stødd: Stóra nebbasild verður upp í 42 cm long, men sjáldan longri enn 20-30 cm.
Dýpi: Hon er úr vatnskorpuni og niður á 150 m.
Litur: Á bakinum er hon grønblá. Um síðurnar og undir búkinum er hon silvurhvít. Hon hevur dimman blett hvørjumegin á gronini framman fyri eygað, eitt sindur minni enn eygnatvørmátið.
Teinar: R 53-60; G 27-32.
Lýsing: Stóra nebbasild er long og mjá, høvdið er langt og spískt. Hon líkist nógv øðrum nebbasildum sí eisini *havnebbasild, *lítla nebbasild. Uggafjøðurin røkkur akkurát ikki aftur til tað fremsta á ryggfjøðurini, og uggafjøðurin er umleið 27-32% av høvuðlongdini. Hon fær ikki skotið yvirkjaftin fram úr sær. Sterturin er sýldur. Hon hevur ikki búkfjaðrar. Hon hevur lítla og tunna roðslu. Hon hevur gómatenn, tvær tætt saman, sær út sum ein við tveimum oddum.
Eyðkenni: Svørtu blettirnir mitt á gronini. Uggafjaðrarnar røkka ikki aftur undir fremra enda á ryggfjøðurini.
Týdningur: Undir Føroyum verður hon ikki veidd, annað enn onkur so hissini við húki, men aðrastaðni verður hon veidd til ídnað og agn.
da: Tobiskonge, en: Greater sandeel, fr: Lançon commune, ís: Sandsíli - Trønusíli, no: Stortobis, tý: Großer Sandaal