Útbreiðsla: Undir Føroyum til Bretsku Oyggjarnar, Senegal og Kanariuoyggjarnar. Í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.
Svarta havtaska (havtaskuættin)
Lophius budegassa Spinola, 1807
Stødd: Svarta havtaska verður upp í umleið 100 cm long.
Dýpi: Hon er úr vatnskorpuni niður á 650 metrar.
Teinar: R2 VI + 9-10; G 8-9.
Litur: Hon er brúnlig um bakið og gráhvít undir búkinum. Royggið er svart.
Lýsing: Svarta havtaska líkist havtasku so nógv, at munur ikki sæst uttan gjøllari kanning. Munirnir eru: Í ryggfjøðurini á svørtu havtasku eru 9-10 teinar, 11-12 teinar eru í ryggfjøðurini á havtasku. Í búkfjaðrunum eru 8-9 teinar á svørtu havtasku, 9-10 teinar eru í búkfjaðrunum á havtasku. Ein týðiligur munur er royggið, ið er svart. ’Agnið’ á svørtu havtasku er heilt, í einum flata. Á havtasku er ’agnið’ sum sýlt, er mest sum í tveimum.
Eyðkenni: Svarta royggið.
Týdningur: Undir Føroyum er veiðan lítil, men hon verður avreidd sum havtaska.
da: Sort havtaske, en: Black-bellied Angler, fr: Baudroie rousse