Skip to main content
Vitanarfróðu – Scoped Hero/Navbar
Frá spurningum til vitan!

Gransking í skúlastovuni

Vitanarfróða er ein granskingargrundaður arbeiðsháttur, har næmingar læra við at undrast, spyrja, gera royndir og greina úrslit.

At læra at granska

Granskingarhátturin, ið vit nevna vitanarfróðu-hátturin, er ein leikandi og fjøltáttaður háttur at læra, sum hóskar væl til øll floksstig og lærugreinar – eisini í tvørfakligum høpi.

Hvat og hvussu?

Hann kann nýtast:

  • sum partur av evnisarbeiði
  • tá tit hava tíð og hug til nakað øðrvísi
  • til kappingar, framløgur – ella bara fyri stuttleika
  • sum eitt íkast, ið livnar undirvísingina og ger læring meira leikandi og sjálvstøðuga

Arbeiðshátturin byggir á spurningar, undran og virknar royndir. Hann er eisini nevndur í lærubókini Gaia 4 (síða 12–13), har arbeiðslagið verður sett í samband við náttúruvísindaliga fatan.

Í smærri skúlum, har næmingatalið er lítið, ber væl til at arbeiða einsæris ella tvørtur um flokkar. Hetta gevur rúm fyri dýpd, sjálvstøðugum tankagongdum og kreativum úrslitum – alt í anda teirra vitanarfróðu.

Dømi

1. Føroyskt (5.–7. flokkur):

Evni: Hvat hendir við málinum í hesum tøknistýrda heiminum?

  • Næmingarnir kanna og spyrja fólk um hvørji slangorð tey brúka, um styttingar, nýggj orð o.a.
  • Tey savna dømi úr sms-boðum, Snapchat, heimasíðum o.s.fr.
  • Tey flokka, greina og leggja fram, hvat tey halda vera góð málvenja.

2. Náttúra og tøkni (4.–6. flokkur):

Evni: Hví trívist plantan ikki?

  • Næmingarnir gera hypotesur og royndir við at geva plantum ymiskt vatn (td. saltvatn, sodavatn, regnvatn).
  • Tey fylgja við vøkstrinum og skriva niður eygleiðingar.
  • Úrslitini verða løgd fram í flokkinum við frágreiðing og myndum.

3. Støddfrøði og KT (7.–9. flokkur):

Evni: Hvussu nógv rusk verður burturbeint í skúlanum um vikuna?

  • Næmingarnir savna data, telja og viga burturkast, gera tabellir og grafar.
  • Tey nýta talgild amboð til at leggja fram og seta fram loysnir (t.d. betri skiljing).
  • Kunnandi plakatir verða gjørdar og hongdar upp.

4. Samfelagsfrøði / lívfrøði (9.–10. flokkur):

Evni: Hvussu ávirkar skíggjanýtsla svøvnin hjá okkum?

  • Næmingarnir gera kanningar í flokkinum: dagbøkur, spurnabløð og samrøður.
  • Tey lesa um svøvn og heilavirksemi.
  • Niðurstøður verða vístar fram í PowerPoint og við kjaki.

5. Evnisdagur / verkætlan:

Evni: Hvussu kunnu vit gera skúlan grønari?

  • Allur skúlin arbeiðir saman - og koma við spurningum og loysnum.
  • Flokkarnir fáa ymisk ábyrgdarøki (orka, matur, ferðsla, rusk o.a.).
  • Verkætlanin endar við framsýning ella kunnandi tiltaki.

6. Smáir skúlar – samstarv:

Evni: Hvat hava bygdirnar til felags og hvussu eru tær ymiskar?

  • Næmingar úr ymsum flokkum gera felags kanningar um søgu, mentan, mál og umhvørvi.
  • Arbeiðið fer fram í bólkum, og úrslitini verða framførd fyri bygdarfólki.